Tag Archives: Øssur Winthereig

Virgar, Virgar…

Enn einaferð hevur viðmerkjarin, Virgar Dalsgaard, loyst verbala posabandið. Hesuferð fer hann eftir Øssuri Winthereig, valevni hjá Tjóðveldi. Men atfinningarnar hjá føroyska útisetanum raka við síðunar av – bæði í formi og innihaldi.

Í viðmerking til Øssur Winthereig leggur Virgar Dalsgaard eftir tíðindaflutninginum hjá tjóðveldisvalevninum við at steinseta eina heila grein við orðum um Øssur Winthereig og subjektivan journalistikk. Sambært Virgari Dalsgaard hevur journalisturin, Øssur Winthereig, verið politiskt heftur í tíðindaflutninginum í nógv ár. Í viðmerkingini fer útisetin beint í krovið á týdningarmestu journalistisku virðunum: óheftni og trúvirði. Sum altíð við eini ørgrynnu av persónligum lýsingum, ið hava til endamáls at máa av trúvirðinum hjá persónunum, ið Virgar Dalsgaard fer eftir.

Fyrst eitt sindur um politiskan journalistikk. Einki er til hindurs fyri at vera journalistur og samstundis hava eina politiska sannføring. Tað ger ikki einstaka journalistin verri ella minni álítandi. Verður miðlanin av journalistiskum tilfari litað av politiskum áskoðanum hjá journalistinum, er søgan ein onnur. Men hetta dugi eg ikki at síggja, Øssur Winthereig hevur framt. Prógvini eru ikki til.

Niðanfyri er eitt brot úr greinini hjá Virgari Dalsgaard, ið lýsir høvuðsboðskapin. Virgar Dalsgaard skrivar millum annað:

”…sum varpingarmaður rann hann kortini  bara ørindi fyri  tjóðveldisflokkin við sínum sonevnda tíðindafluttningi, ið  hevði risastóra slagsíðu til frama fyri ta frelstu tjóðveldismeinigheitina”.

Klassiskur Virgar Dalsgaard retorikkur.

Og so er tað sjálvur málsligi stílurin, sum myndar stóran part av háttinum, fólk skilja tekstir og boðskapir. Har finna vit stóra veikleikan hjá Virgari Dalsgaard: formurin skuggar innihaldið. Í seinastu viðmerkingini hjá føroyska útisetanum er innihaldið ikki í tráð við veruleikan. Soleiðis er ikki altíð. Oftani hevur Virgar Dalsgaard góðar eygleiðingar, sum víðka sjónarringin hjá móttakaranum. Men stílurin ger, at fólk skulu síggja burtur frá eini røð av persónligum álopum og niðrandi útsøgnum fyri at koma til kjarnuna í boðskapinum. Men hatta er so at siga ógjørligt. Tí leggja fólk bara til merkis, hvussu hann sigur tað, og ikki hvat hann sigur.

Hetta hevur Virgar Dalsgaard prógvað í viðmerkingum til eitt nú Poul Michelsen, Kára á Rógvi og nú eisini Øssur Winthereig. Soleiðis kenna útisetar í Keypmannahavn og onnur, ið eru ella hava verið í Føroyahúsinum til tiltøk við samfelagsligum innihaldi, harðendu útsagnirnar hjá Virgari Dalsgaard.

”It´s not what you say, it´s how you say it” segði ein vinmaður hjá mær við Virgar Dalsgaard eftir eitt tiltak í Føroyahúsinum fyrr í ár. Sigandi orð. Hann hevur nógv uppá hjartað, men dugir ikki at samskifta boðskapin. Hetta er spell, tí hann umboðar ofta áskoðanir, sum annars ikki koma nógv fram í almenna rúminum í Føroyum. Hesin trupulleiki merkir, at hvørja ferð Virgar Dalsgaard skrivar eina grein ella úttalar seg almen, hugsa fólk innantanna ”Virgar, Virgar…”.