Tag Archives: Uttanríkistænastan

Skapa sendistovurnar vøkstur?

Nógv fólk hava afturvendandi sett sær sjálvum spurningin, hvønn leiklut føroysku sendistovurnar í Evropa spæla. Fær landið nakað aftur fyri stóru íløgurnar?

Løgmansskrivstovan hevur boðað frá, at sendistova Føroya í London letur aftur í heyst. Uttanríkistænastan skal spara.

Føroyska uttanríkistænastan er ikki ókeypis fyri føroyska skattgjaldaran. Og tí hevur skattgjaldarin eisini uppiborið at vita, hvat hann ella hon fær fyri peningin, sum á hvørjum ári fer til fýra sendistovur uttanlands. Men hesin spurninur er ongantíð svaraður.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur arbeitt nógv fyri sendistovunum, og hann er kanska høvuðsorsøkin til, at Føroyar hava sendistovur í Brússel, London, Keypmannahavn og Reykjavík. Tá formaður Tjóðveldis fekk boðini um, at sendistovan í London letur aftur, segði hann:

“60 mió. fólk búgva í Stórabretlandi. London er heimsins fíggjarligi og mentanarligi høvuðsstaður. Her húsast altjóða stovnar, vinnufyritøkur, fremsta mentanarlív v.m. Gjøgnum hesa sendistovu hava vit samband til Skotlands, Norðurírlands, Írlands og Wales. Og hetta eru okkara næstu grannar – har stór og týdningarmikil viðurskifti fara fram í løtuni. Vit kunnu fáa nógv betri handilssambond við Bretland og tað er okkara størsti útflutningsmarknaður.”

Men hetta sigur einki um sendistovuna í London og leiklut hennara. Bara breið orð, sum lýsa møguleikarnar í Stórabretlandi. Vit eru ikki komin eitt fet nærri spurninginum:

Hvat fáa Føroyar fyri nógvu milliónirnar, sum sendistovurnar kosta samfelagnum á hvørjum ári?

Standa útreiðslurnar mát við tað, landið fær afturfyri?

Men eingin – ella sera fá – vita, hvat kemur burturúr nógvu milliónunum, sum fíggja virksemið á føroysku sendistovunum. Og tað er stóri turpulleikin. Um sendistovurnar hava góð og búskaparliga burðardygg úrslit at vísa á, so er at fáa tað alment fram. Men tað er ikki hent. Hevur sendistovan í London fasiliterað avgerandi sambond millum føroyskar fyritøkur og bretska marknaðin? Hevur sendistovan opnað nýggjar marknaðir fyri føroyskum fyritøkum? Eru avtalur gjørdar, sum skapa vøkstur í Føroyum? Eingin veit. Kanska tí sendistovurnar samskifta lítið í almenna rúminum.

Tað einasta vit vita, er, at sendistovurnar eru dýrar at reka. Í januar visti Útvarpið at siga, at búðstaðirnir hjá sendimonnunum kosta 75.000 kr. um mánaðin. Hava Føroyar ráð til, at íbúðin hjá sendimanninum í London, Jóannesi Vitalis Hansen, kostar tí almenna 39.348 krónur um mánaðin í leigu? Fær landið nakað fyri íløguna?

Hesir spurningar eru avgerandi at svara, um sendistovunum skal verða lív lagað. Løgmansskrivstovan hevur kanska ikki fingið eintýtt svar, og velur tí at avmonterað virksemið í bretska høvuðsstaðnum.

Tað er givið, at eitt meirvirði til føroysku høvuðsvinnuna er við til at legitimera sendistovurnar. Men hava sendistovurnar røkt hesa uppgávu? Og eru tær førar fyri at skapa nýggj og betri sambond millum føroyskt vinnulív og útlendskar marknaðir?

Nógv fólk í vinnuni siga seg ikki hava gagn av føroysku sendistovunum. Summi siga, at ein føroyskur sendimaður í Íslandi veit minni um lokala marknaðin samanborið við vinnulívsmannin, sum skal keypa útgerð til trolaran í landinum.

Onnur siga, at sendistovan í London ikki kann ávirka avtalur, sum vinnulívsfólk hava við skotskar fyritøkur um at landa fisk í Skotlandi. Hvat skulu vit við sendistovunum, spyr høvuðsvinnan?

Og ber ikki til hjá vinnuni og vanliga borgaranum at fáa greitt svar, so er kanska rættast at niðurlaga talið av føroyskum sendistovum, tí skaffa tær ikki inntøkur til landið, er trupult at rættvísgera teirra raison d’être.