Valið tá politikkurin bleiv sosialur

Komandi løgtingsval verður radikalt øðrvísi. Nýggir miðlar fara fyri fyrstu ferð veruliga at broyta politiska samskiftisvøllin, samstundis sum teir toga í eldru miðlarnar.

Hyggja vit at politiska samskftinum í løtuni, so er tað týðiligt, at okkurt er broytt. Nógv valevni hava eitt øðrvísi samband við veljararnar enn áður. Tað styttist millum borgaran og valevnini. Og tað er serliga Facebook, ið ger fjarðstøðuna styttri. Youtube er eisini við, men vit skulu nærri valdegnum, áðrenn smáir filmar av valevnunum byrja at síggjast – á Facebook.

Viðurskiftini hava altíð verið smá í Føroyum og harvið eisini fjarðstøðan til politisku skipanina. Hóast hesa sannroynd er gjógvin millum veljaran og valevnið kortini tódnað við sosialu miðlunum. Hetta sæst aftur á veggjunum hjá øllum føroyskum Facebook brúkarum, og tað er eisini sjónligt á stóru portalunum. Men hvat broytir hetta, tá fólkið altíð hevur havt tætt samband við valevnini, møtt teimum til fótbólsdystir og tosað við tey í Miklagarði? Munurin er, at nú er samrøðan almenn. Og nógv valevni eru íðnir brúkarar av serliga Facebook. Á sosiala pallinum verða valevnini hoyrd, tey samskifta beinleiðis við borgaran og við onnur valevni.

Skalt tú inn á Ting, skalt tú vera sjónligur. Fyrr spældu bløðini ein avgerandi leiklut. Tey hava enn ein leiklut. Men hygg eftir blaðsøluni…

Og so er tað Útvarpið, sum søguliga hevur sett stóran part av dagsskránni upp undir eitt val. Somuleiðis Sjónvarpið. Fyri bara 10 árum síðani vart tú sjónligur í bløðunum og í luftbornu miðlunum. Har bleiv rødd tín hoyrd. Har hoyrist hon enn, men alnetið – og ikki minst sosialir miðlar – geva politikarunum nýggj amboð til at røkka veljarunum og at ávirka og stýra samskiftið við veljaran.

Stóra talið av føroyskum brúkarum er eisini avgerandi, tí nógvir brúkarar merkja potentiellar atkvøður. Men alt snýr seg ikki bara um atkvøður, hóast hetta er stóra fokusið vikurnar undan valið. Tað snýr seg eisini um fólkaræðið og um teir møguleikar, ið miðlarnir geva til at røkja og betra um sambandi millum fólkið og politikararnar. Í hesum sambandi er Facebook áhugavert, tí øll hava møguleika at blíva hoyrd. Hetta er serliga áhugavert, tí vanligi borgarin hevur góðan møguleika at gera viðmerkingar til mál, ið viðkoma teimum. Fyri 20 árum síðani bar sjálvandi til at skriva eitt lesarabræv, men tað er líkasum lættari at skriva eina viðmerkin á Facebook og strýsta á ”svara”. Hetta í sær sjálvum broytir samskiftisliga útgangsstøðið. Haraftrat er tíðin eisini avgerandi. Á Facebook gongur alt fyri seg í real time, og tí kanst tú sum valevni ikki – sum fyri 20 árum síðani – skriva eitt lesarabræv, leggja teg á beinkin og bíða í tveir dagar eftir aftursvari.

Og hvussu duga føroysku valevnini so Facebook handverkið? Ikki serliga væl. Ikki so, Sjúrður Skaale hevur megnað trupla arbeiði sum politikari á Facebook. Tað hevur verið ein fragd at sæð hansara presence á sosiala pallinum. Burtur úr Tjóðveldi og upp í Javnaðarflokkin. Gott fyri sosialt politiskt samskifti, at hann ikki slepti politikkinum. Hann hevur øvugt av eitt nú Edmundi Joensen ein persónligan og innbjóðandi Facebook-stíl. Dialog framum einvegis samskifti. Sosialt fram um asosialt.

Hvussu Facebook kann gangnýtast av valevnum, vendi eg aftur til í eini aðrari viðmerking.

One thought on “Valið tá politikkurin bleiv sosialur

  1. Fínasta slag! So fær mann kanska frið í bløðum, út- og sjónvarpi upp undir valið.
    Eri ikki og ætli mær heldur ikki á Facebook 🙂
    So er bara at vóna, at valevnini senda tilfar út adressuleyst…!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s