Fólkatingsval á Facebook

Fólkatingsval er útskrivað, og stríðið um føroysku sessirnar á Christiansborg byrjað. Her eru nøkur góð ráð, hvussu sosialir miðlar kunnu betra um samskiftið hjá valevnunum.

Føroysku valevnini eru virkin á Facebook í løtuni. Og seinastu dagarnar er samskiftið økt. Valevnini hyggja langtandi eftir møguleikanum at umboða Føroyar á Christiansborg. Nógv valevni nýta Facebook nógv. Tað er skilagott. Fyrst og fremst tí Facebook er óloysandi partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum, og tí valevnini kunnu monitorera og samskifta beinleiðis við veljaran og onnur valevni.

Hóast nógvir veljarar longu vita, hvar krossurin skal setast, eru framvegis nógvar ivandi atkvøður. Veljarin hevur tvær vikur at taka avgerð, og valevnini tvær vikur at sannføra veljaran. Facebook er ikki einasta loysnin, men bera valevnini seg rætt at, er nógv at vinna við at samskifta á sosiala miðlinum.

Alnetið hevur eina sosiala kós. Eitt nú er Facebook bygt upp rundanum fólk og teirra gerðir á netinum. Hvørja ferð tú gert okkurt, ið hevur tilknýti til Facebook, fær miðilin vitan, sum í nógvum førum spjaðir seg til aðrar brúkarar.

Niðanfyri eru nøkur góð ráð, ið kunnu styrkja um støðuna hjá valevnunum undir og eftir valdystin. Útgangsstøðið í viðmælunum er, at valevnið skilir og dugir at brúka netverkslogikkin.

  • Skriva viðmerkingar til útsagnir hjá øðrum og til greinir á portalum.

Fleiri viðmerkingar tú skrivar til útsagnir hjá øðrum, betri kemur politiski boðskapurin fram. Facebook røkkur langt út um dagføringar á persónligu síðuni hjá tí einstaka. Tað merkir, at virknari tú ert á netinum, sjónligari verður tú.

  • Endurnýt tilfar.

Vís til eldri greinir og annað tilfar, tá tað er viðkomandi – bæði í sambandi við dagføringar á Facebook, og tá tú gert viðmerkingar til útsagnir hjá øðrum. Hetta vísir millum annað, at tú ert inni í málinum. Haraftrat leiðir tað ferðslu inn á tína netsíðu ella Facebook-síðu.

At gera vart við vantandi grundgevingar hjá øðrum valevnum við at vísa til annað innihald á netinum, har mótstøðufólk ikki heldur orð ella mótsigur sær sjálvum, er eisini ein góður háttur at endurnýta tilfar.

Hyggja vit at valevnunum og  teirra atburði á sosialu miðlunum, síðani fólkatingsvalið varð útskrivað, so er serliga Høgni Hoydal komin væl frá byrjan.

Høgni Hoydal skilir, at leinkjan er avgerandi. Norðuratlantsbólkurin hevur gjørt fleiri kanningar og annað tilfar seinastu árini. Í dømunum omanfyri vísir fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldi ikki einans, at flokkurin er klárur til valið. Umboðið kann eisini vísa á úrslit og ætlanir við eini leinkju.

Helgi Abrahamsen er eisini virkin á Facebook. Og tað gongur væl, hóast samskiftið kann betrast. Omanfyri vísir valevnið hjá Sambandsflokkinum til persónligu netsíðuna, men hví skal veljarin inn á síðuna? What´s in it for me? Leinkjan skal seljast við orðum.

  • Eggja til luttøku

Minst til at Facebook er ein sosialur miðil, og at nógv fólk fegin siga sína meining. Tað er gott fyri valevnið og fólkaræðið. Hinvegin er tað vandamikið bara at marknaðarføra egnar politiskar hugsjónir. Spyr eitt nú um góð ráð ella um meiningar hjá øðrum. Tá verður sosiali bygnaðurin gagnnýttur. Eitt nú ber til at nýta útsagnir hjá veljarum til egnar politiskar viðmerkingar. Tá er netið sosialt.

Og so er at minnast til, at sosialir miðlar eru ein av fleiri pallum, har politiski boðskapurin skal fram. Orka skal sjálvandi eisini leggjast í eldu miðlarnar. At hava tíðindafólk á vinarlistanum á Facebook er partur av hesum.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s