Hygg hvør fær mína atkvøðu

Fyrr hildu fleiri veljarar politisku sannføringina uttan fyri almenna økið. Men høga girðingin millum tað privata og almenna er lækkað. Nú vísa fólk alment, hvønn veg tey hella politiskt. Facebok er miðilin.

Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi. Alsamt fleiri fólk vísa alment, hvør teirra politiska støða er. Fyrr var politiski liturin hjá tí einstaka í størri mun eitt privat øki. Færri fólk róptu alment, hvar krossurin skuldi setast.

Tað byrjaði veruliga at taka dyk á seg í Føroyum fáar dagar eftir fólkatingsvalið 2011 varð útskrivað. Ein politikari fyri og annar eftir fór inn á Facebook og broytti vangamyndina. Stórur partur av valevnunum hava nú eina sokallaða badge á vangamyndini. Og síðani hevur rákið breitt seg – frá valevnum til veljaran.

Politiskar játtanir hava altíð verið í bindiklubbum, undirhúsum, til veitslur og onnur hálvalmenn tiltøk. Men við Facebook er nøgdin av politiskum fráboðanum vaksin í vavi. Gogdin har alsamt meira, ið fyrr var privat, verður alment, er ástøðiliga væl lýst, og politisku játtanirnar á Facebook eru enn eitt prógv um hetta.

Sosiali miðilin er vorðin ein pallur hjá fólki at vísa teirra politisku áskoðanir. Og tað er áhugavert, tí vangamyndin er týðandi partur av samlaðu søguni hjá einstaka brúkaranum á Facebook. Henda søgan er nú flættað inn í politikk.

Facebook er allatíðina ein áskoðanarmyndandi vígvøllur har ymiskir samfelagsbólkar vísa á egna lívsáskoðan. Politikkur snýr seg nógv um virði, og hvussu virði verða býtt. Tí er Facebook eitt gott stað hjá fólki at draga fram egin sjónarmið.

Um bara ein persónur hevur eina badge, er ávirkanin eingin. Men eru nógv, ið nýta tænastuna, og ábendingar samstundis eru um, at stórur partur av fólkinum hellir móti ávísum politiskum flokkum, kann talgilda spjaldrið á vangamyndini ávirka einstaka veljaran og virka sum politiskur leiðvísari. Enn er diffusiónin ikki stór, men velja fleiri at brúka eitt flokspolitiskt spjaldur, kann rákið ávirka.  

Serliga fólk, ið ikki hava siðbundið veljaramynstur kunnu leiðbeinast, tá tey síggja, hvar onnur standa politiskt. Og hetta kann skapa sosial rák, ið føra ivandi veljaran móti einum ávísum politiskum flokki. Tí kann politiska kumpassnálin ávirkast av meinigunum hjá øðrum á Facebook.

Tað er ilt at meta um, hvørja ávirkan hetta rákið hevur á veljararnar og harvið politiska landslagið. Møguliga kann hetta toga atkvøður móti ávísum persóni ella flokki. Í hesum sambandi er vert at vísa á, at tveir stórir samfelagsbólkar eru yvirumboðaðir á Facebook: yngri fólk og konufólk. Hetta kann lættliga nýtast av politisku flokkunum. Hvussu kann sosiali miðilin nýtast strategiskt? Seta nógv yngri fólk og konufólk vanliga krossin við ávísan flokk í valhølinum?

Spurningurin er, hvussu politisku flokkarnir fara at gagnnýta nýggja opinleikan hjá veljarunum. Skal Fólkaflokkurin eggja veljarunum at spjaldra vangamyndina við bókstavinum A? Og skal Sambandsflokkurin seta seg í beinleiðis samband við fólk og spyrja, um tey kunnu bera sambandsboðskapin víðari til onnur netverk á Facebook? Hetta eru møguleikar, sum eru til staðar. Hvussu er og ikki, verður spennandi at síggja, hvussu veljararnir velja at vísa politiskan lit dagarnar undan fólkatingsvalið og fram til løgtingsvalið.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s