Hitt veljaran har veljarin er

Facebook er so umfatandi partur av gerandisdegnum hjá stórum parti av føroyingum, at nógv valevni intuitivt eru virkin á sosiala pallinum. Á Facebook hitta valevnini veljaran – eisini løgmaður.

Hví nýta tíð á Facebook? Facebook er bara møsn og lættisoppalestur. Facebook er ein dagdvølja. Samskiftið á Facebook er grunt. Óáhugavert. Hetta eru vanlig orð at hoyra um sosiala miðilin. Men útsagnirnar eru ósannar og vísindaliga skeivar.

Hygg at øllum valevnunum á Facebook. Og hygg so at sosialu miðlanýtsluni hjá teimum. Stórur partur av valevnunum samskifta dagliga við greinum og viðmerkingum til veljaran og onnur valevni. Eru øll valevnini virkin á Facebook fleiri ferðir um dagin uttan orsøk? Er tað bara tvætl? Retorisku spurningarnir geva sítt sjálvsagda svar. Samskiftið á Facebook gevur valevnunum eitt meirvirði. Talan er ikki bara um eitt politiskt output. Valevnini fáa eisini nýggja vitan.

Eitt dømi. Tað eru bara tvey ári síðani Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, varð spurdur, um hann ætlaði sær á Facebook. Greiða svarið var nei. Á Facebook skuldi løgmaður ikki. Tvey ár seinni er sami maður virkin politikari á heimsins størsta sosiala netverki. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at løgmaður hálsaði um. Tað at nógvir aðrir politikarar eru á Facebook kann ávirka. Stóra talið av veljarum á Facebook dregur í øllum førum, tí Facebook gevur atgongd til eina áhaldandi samrøðu við túsundtals føroyingar. Løgmaður kann nú samskifta beinleiðis við stóran part av føroysku veljarunum – við tí fyrivarni at talið av eldri fólki á Facebook er lutfalsliga lítið samanborið við yngri aldursbólkar. Kvantiteturin er kortini avgerandi: Á Facebook hitta valevnini nógvar veljarar. Tað snýr seg um at vera har, ið veljarin er. Veljarin er eisini á øðrum pallum, men sosialir miðlar hava nógvar fyrimunir.

Nógv fólk eru de facto fyrivarin, tá okkurt nýtt kemur á marknaðin. Hetta er ikki minst galdandi fyri nýggjar miðlar. Nú hevur Facebook nøkur ár á baki, og undirtøkan tykist at halda fram. Hetta kann eisini hava ávirkað avgerðina hjá løgmanni. Frá ikki at vilja vita av sosiala miðlinum skrivar Kaj Leo Holm Johannesen eitt nú hetta um álvarsliga Eik-málið.

Og so hevur tað óiva eisini ávirkað avgerðina hjá løgmanni, at Facebook í nógvum førum setir dagsskránna – eisini á politiska økinum. Øll valevni vilja fegin stýra politiska samskiftinum. Og er valevnið ikki á Facebook, eru møguleikarnir munandi skerdir. Tað hevur avgerandi týdning, at politikarar kunnu interferera samskiftið. Niðanfyri ger løgmaður viðmerking til grein á portal.fo. Við viðmerkingini roynir sambandsformaðurin at stýra samskiftinum.

Er dømi omanfyri møsn og lættisoppalestur? Á ongan hátt. Tað er eitt fólkaræðisligt heilsutekin, at løgmaður samskiftir á Facebook og á portal.fo umvegis Facebook.

Bottom line: Tað snýr seg um at skilja, at sosialu miðlarnir hava broytt okkara samskiftismynstur. Og so snýr tað seg um at vera har, ið veljararnir eru. Tað er gott fyri fólkaræðið, borgaran og politisku skipanina.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s