Tí vann Javnaðarflokkurin

Stóri vinnarin á fólkatingsvalinum var Javnaðarflokkurin. Flokkurin tók øll á bóli. Men við hvassa samskiftinum undan valinum er kortini ikki so løgið, at flokkurin tryggjaði sær sess á Christiansborg.

Vánaliga gongdin hjá Javnaðarflokkinum er vend. Afturgongdin er vend til framgongd, og veljararnir hava sent Sjúrð Skaale og Javnaðarflokkin á Fólkating. Flokkurin er styrknaður ómetaliga nógv síðani ein veljarakanning í februar í ár gav flokkinum 12,8% av atkvøðunum. Tá atkvøðurnar kring landið vóru taldar upp hóskvøldið, fekk flokkurin 21% av atkvøðunum.

Fyrsta stóra fetið móti einum betri Javnaðarflokki varð tikið, tá Jóannes Eidesgaard fór frá sum formaður. Um sama mundið almannakunngjørdi Dimmalætting veljarakanning, ið gav flokkinum ein frammaná. Image´ið var slitið og flokkurin hugsjónarliga stirðnaður. Tí kendist tað sum eitt fríkst lot í føroyskum politikki, tá Aksel V. Johannesen bleiv formaður. Hann hevur síðani megnað at endurnýggjað uppsteðgaða flokkin. Síðani Aksel V. Johannesen bleiv formaður í Javnaðarflokkinum, hava veljarakanningarnar bara peikað ein veg – upp. Tí er nýggi formaðurin ein av orsøkunum til, at flokkurin gjørdi eitt ordans hál til fólkatingsvalið.

Og so er tað átakið upp undir valið; tað sum eg og tú síggja alment. Eisini á hesum øki er flokkurin hamskiftur. Til løgtingsvalið 2008 var herferðin hjá flokkinum stórsligin, estetiskt vøkur og… borgarlig. Kampagnan var ikki í trá við kjarnuna í politikki floksins. Fólkatingsvalið 2011 var ørðvísi. Javnaðarflokkurin fekk aftur eitt solidariskt andlit. Javnaðarrósan funnin framaftur. Og her spælir nýsetti miðlaráðgevin hjá Javnaðarflokkinum, Fróði Jacobsen, ein avgerandi leiklut. Hann skilir ikki bara Javnaðarflokkin innanífrá, men eisini grundleggjandi tørvin hjá javnaðarveljarunum. Fruktirnar av hansara arbeiði vórðu heystaðar valkvøldið.

 2008: Sambært Jóannesi Eidesgaard er stættastríðið av. 100% business - 0% samhaldsfesti                          2008: Sambært Jóannesi Eidesgaard er stættastríðið av.                                                   100% business – 0% samhaldsfesti

2011: Aftur til felagsskapin og eina vit-lyfta-í-felag tilgongd                                 2011: Aftur til felagsskapin og eina vit-lyfta-í-felag tilgongd

Og so er tað nývaldi fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale. Hann ávirkaði eisini valúrslitið við sínum framúr vælfyrireikaða arbeiði. Hann hevði hugsað øll álopini ígjøgnum, sum hann visti fóru at koma, tá hann limaði seg inn í Javnaðarflokkin. Hann hevði vælgrundað svar til allar spurningarnar og ákoyringarnar. Hetta gav honum trúðvirði, hósat onnur royndu at mála øvuta mynd av javnaðarmanninum.

Sjúrður Skaale hevur autenticitet. Tað prógvar viðmerkingin niðanifyri. Ein veljari ynskir nývalda fólkatingsliminum tillukku.

Javnaðarvalevnið hevði haraftrat ein greiðan boðskap, ið var lættur at skilja. Hann bleiv endurtikin ofta, og flokkurin megnaði at hada seg til linjurnar, sum vórðu stungnar út í kortið undan valinum. Hetta hoyrdist og sást eisini. Í sjónvarpinum og útvarpinum koyrdi Akesl V. Johannesen eftir somu sporðum sum Sjúrður Skaale.

Hóast valluttøkan var sera lág til fólkatingsvalið í ár, og hetta kann brúkast av hinum flokkunum til at verja vánaligu úrslitini, so skert ikki burtur, at kampagnan hjá Javnaðarflokkinum var gjøgnumhugsað, og at tað var hetta, veljararnir løntu á valdegnum.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s