Magni og miðlarnir

Nógvu forsíðurnar hjá Magna Laksáfoss verða av nógvum politikarum skírdar at vera persónlig profilering. Tað er ikki bara sambandsmaðurin, ið vísir sína politisku ónøgd alment. Tað gera nógv fólkavald. Miðlarnir hava ábyrgdina, siga aðrir politikarar. Men hetta er ikki rætt.

Enn einaferð hevur Magni Laksáfoss sett seg sjálvan á breddan. Hesaferð boðar sambandsmaðurin frá, at hann ikki stillar uppaftur til komandi løgtingsval. Magni Laksáfoss hevur lagt navn til nógvar yvirskriftir, síðani hann fór upp í politikk fyri nøkrum árum síðani. Ósemja er niðurlagið. Fleiri politikarar hava kosið miðlarnar til stóra dáran. Miðlarnir hava ikki bara fingið ábyrgdina av, at Magni Laksáfoss saman við ørðum hava verið leysar kanónir á dekkinum. Miðlarnir verða eisini ákærdir fyri at hava ósunna ávirkan á politikk, tí politikarar nýta miðlarnar til at profilera áskoðanir, ið eru í andsøgn við og køvandi fyri politiska stevið. Men niðurstøðan er ikki røtt.

Rætt er, at miðlunum dáma væl ósemjur. Tað er ikki so løgið. Nógvar ósemjur viðgera viðkomandi samfelagsligar spurningar. Hetta er ikki minst galdandi, tá politikarar eru ósamdir um politisk mál. Men tað eru ikki miðlarnir, ið hava ábyrgdina av, at ósemjan er til. Ósemjur byrja ikki í miðlunum.

Í útvarpssending á Rás2 í 2009 tosaðu Jørgen Niclasen, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal millum annað um politisku støðuna, miðlar og persónliga profilering.

Í sendingini kallaði Jørgen Niclasen persónliga profilering í fjølmiðlunum fyri ein ”demokratiskan trupulleika”. Nú hevur Magni Laksáfoss boðað frá, at hann ikki longur vil vera parlamentariskt grundarlag undir politisku gongdini og samfelagsligu kósini, ið hon elvir til.

Sambandsmaðurin hevur nú sjálvur óbeinleiðis mótprógvað útsagnini hjá formanninum í fólkaflokkinum. Magni Laksáfoss er fyrst og fremst ósamdur við førda politikkinum. Tað kunnu miðlarnir á ongan hátt lastast fyri. At hann nýtir miðlarnar at vísa sína ónøgd, er ein fólkaræðisligur rættur og ikki ein ”demokratiskur trupulleiki”.

Í somu sending segði Jóannes Eidesgaard, táverandi formaður í Javnaðarflokkinum, millum annað: ”Tingmenn vita, at skal man verða afturvaldur, so er tað ikki, tí man skal vera øgiliga partítrúgvur, og ikki altíð vera solidariskur við tað, sum er galdandi. Man skal við hvørt fáa sær nakrar serstøður, sum gera, at man kemur fram í fjølmiðlunum. Og opinbart er tað gingið upp fyri øllum, at vegurin inn um tinggáttina er at verða hoyrdur og sæddur í fjølmiðlunum. Tað er ikki við at gera eitt gott politiskt arbeiði, men við at verða marknaðarførdur gjøgnum fjølmiðlarnar.”

Grundgevingarnar fella ikki í góða jørð hjá Høgna Hoydal. Formaður Tjóðveldsins segði soleiðis í sendingini: ”Eg góðtaki ikki hasar forkláringarnar. Sjálvandi er tað eisini profileringin hjá einstøkum tingmonnum. Tað hevur tað altíð verið. Eisini langt aftur í tíðina. Tað er einki nýtt. Tað sum er nýtt, er, at flokkarnir hugsjónarliga eru blivnir so veikir, at… ja, um vit taka dømi úr Sambandsflokkinum við Magna Laksáfoss. Eg rokni við, at orsøkin til at hann ger uppreistur er, at hann er hart ímóti tí vantandi politikki, sum er. Tað er ikki bara fyri at profilera seg sjálvan – hann hevur eina heilt aðra meining. Hann heldur, at man skal hava eina kós, man skal hava ein politikk, og tí ger hann uppreistur. Tað er ein orsøk til kaosið í Føroyskum politikki.”

Hetta segði Høgni Hoydal í 2009. Og nú Magni Laksáfoss hevur boðað frá, at hann ikki tímir føroyskan politikk, kann staðfestast, at hann hevur verið ósamdur við førda politikkinum. Hetta er eisini høvuðsorsøkin til, at hann hevur nýtt sína frælsu rødd og sagt sína hugsan alment. Tað eitur talufrælsi. Persónlig profilering er tað ikki.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s