Tøl gera munin

Tøl hava alt at siga í politikki. Ikki bara tøl um fíggjarstøðu landsins, men eisini tøl um hvør veljarin er. Men í Føroyum er talið av tølum um veljaran sera avmarkað.

Av og á koma veljarakanningar, ið geva ábendingar um, hvussu veljaraskarin sær út. Og so eru tað valkvøldini, tá veljararnir ikki bara fella dóm, men eisini geva politikarum og ørðum fólki, ið arbeiða við politikki, innlit í, hvussu politisku flokkarnir klára seg ymsastaðni í landinum, hvørjir politikarar hava stóran veljaratokka og hvørjir lítlan. Til ber at fáa ávísa vitan úr hesum tølum, men løgtingsvalið er í roynd og veru bara ein brøkpartur av vitani, ið til ber at fáa um veljararnar.

Hagtøl eru ikki gerandisdagur í Føroyum. Tað er eisini galdandi á politiska økinum. Politikararnir og politiksu flokkarnir vita lutfalsliga lítið um veljaran. Sjálvandi gera flokkarnir støðugt metingar av, hvør veljarin er. Men eitt djúptøkið innlit í veljaran hava flokkarnir ikki. Flokkunum vanta fyrst og fremst tøl um raðfestingar veljarans og greiningar av, hvør veljarin er.

Men byrja flokkarnir at spyrja veljaran um alskyns viðurskifti og at lurta eftir tørvinum hjá vanliga borgaranum, førka vit okkum tá ikki burtur frá fólkaræðisins hjarta og móti einum samfelagi, har skiftandi sinnalagið hjá veljarunum avgerð stór politisk mál? Verður politikkurin ikki snæraður móti eini populistiskari jorsalaferð? Jú, ein ávísur vandi er fyri hesum. Tí eru eisini nógvar røddir, ið finnast at einum vaksandi ”gallupkratii” – eini støðu har politikkur meir og meir verður sum at selja eina Jolly Cola ella ein litur av Kemilux bilsjampo. Atfinningarsomu røddirnar vísa eisini til lond, har politikkur snýr seg ov nógv um marknaðarføring og ov lítið um politiskar langtíðarætlanir og hugmyndafrøðiligar rembingar. Hetta kann sjálvsagt vera fólkaræðisliga illgrunasamt. Men tað er munur á lítið og einki at vita um veljaran og so at telgja politisku stevnuskránna fullkomiliga til kvalitativar kanningar.

Spyrja flokkarnir veljararnar um ymisk viðurskifti, ið hava týdning fyri politisku dagskránna, fáa flokkarnir virðismikla vitan um, hvør veljarin er. Her eru nakrir spurningar, ið kanningar kunnu kortleggja:

  • Hvønn týdning hevur mál x fyri hugburðin til flokkin?
  • Hvat hevur størstan týdning fyri veljaran í gerandisdegnum?
  • Hvørjum virðum er veljarin knýttur at?
  • Hvønn flokk hevur veljarin atkvøtt fyri áður?
  • Hvørjir persónar í flokkinum hava størstan veljaratokka?

Hetta eru nakrir av spurningunum, ið kanningarnar kunnu svara. Spurningarnir eru sjálvandi tengdir at, hvat politisku flokkarnir ynskja at vita um veljaran.

Tíbetur eru yrkisligu førleikarnir í Føroyum á hagfrøðiliga økinum betraðir seinastu árini. Hetta er gott, tí tað kann menna føroyskan politikk. Hagfrøðin gevur betri innlit. Tí er tað skilagott hjá politisku flokkunum at venda sær til eitt nú fyritøkunar Lóður ella Gallup Føroyar, ið arbeiða við hagfrøðiligum kanningum burturav.

Meiningar broytast støðugt, og tí hevur tað eisini týdning, at kannningarnar verða framdar støðugt og ikki bara vikurnar undan løgtingsvalið. Tølini brynja flokkarnar við vitan, ið gevur ítøkilig amboð at skipa politikkin hjá einstøku flokkunum enn betri til tørvin hjá veljarunum. Tí gera tøl munin.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s