Think Different

Steve Jobs er farin. Men Apple livir víðar. Heimspekin aftan fyri fyritøkuna livir eisini víðar. Og leiðsluhátturin hjá stovnaðranum av heimsins størstu fyritøku á keypsskálanum í New York. Steve Jobs hugsaði øðrvísi. Hetta er høvuðsorsøkin til viðburðin hjá Apple. 

Vanlig fólk hava fyrst og fremst eina trong til at endurtaka mynstur. Tað tú gjørdi í gjár og fyrradagin, skal gerast aftur í dag. Fólki dáma ómetaliga væl tað vanliga. Tað vanliga er tað trygga. Tað sum ikki prikar, ikki rannsakar, ikki broytir, ikki flytir status quo. At fólk halda seg til tað, ið tey altíð hava gjørt, er ikki so løgið. Tað eliminerar kompleksitetin og ótryggleikan. Tað trygga merkir, at óttin er minni. Fólk siga frá sær ivasemi og fáa ístaðin tryggleika. Fólk sita á sama stóli í køkinum, koyra sama veg til arbeiðis, vitja somu netsíður á arbeiðsplássinum, tosa við somu fólkini, hygga at somu sjónvarpsrásunum í sofuni og syngja somu sangir fyri børnunum um kvøldið.

Og so var tað Steve Jobs. Hann hugsaði øðrvísi. Tað óvantaða var meginreglan í hansara arbeiði. Tí nýtti hann eitt nú ikki fokusbólkar, tí hvat skal vanligi brúkarin brúkast til í eini menningartilgongd, tá fólkið ikki veit, hvat tey hava brúk fyri? Óortodokst og sera Apple-sligt. Tað skal nógv til fyri at tora at ganga nýggjar leiðir og at gera tað, sum eingin hevur hugsað áður. Tí var tað eisini ein kollvelting, tá Steve Jobs í einum av sínum víðagitnu framløgum vísti almenninginum eina iPhone fyri fyrstu ferð í 2007. Hetta var kanska Pièce de résistance og ein løta, tá heimurin broyttist. Sama var galdandi í januar 2010, tá karismatiski CEO hjá Apple vísti tíðindafólkum og ørðum áhugaðum, ið fylgdu við á netinum kring knøttin, fyrstu iPaddina. Hon broytti eisini miðlanýtsluna hjá nýmótans miðlabrúkarum.

Apple hevur altíð lagt størstan dent á góðar og brúkaravinarligar vørur. Steve Jobs hevur sjálvur sagt, at vøran skal vera so lekkur, at fólk fáa hug at slikka hana. Útsjóndin er tað, fólk møta, tá tey sita við eini vøru. Men umframt sjálva uttaru útsjóndina hevur Steve Jobs saman við starvsfólkunum hjá Apple enduruppfunnið hugtakið usability. At sita við eini vøru hjá Apple kennist ofta ómetaliga natúrligt, tí tað ber í nógvum førum ikki til at renna seg fastan í óskiljandi og fløkjaligar vegir. Tað byrjaði veruliga við Macintosh teldunum. Tá bleiv tað at nýta eina teldu nógv lættari. Hetta er ein av orsøkunum til, at tøkniligi heimurin ikki hevði verið hin sama uttan Steve Jobs.

Tað skortaði ikki við visjónum og eini ómettandi trongd eftir at skapa nýggjar vørur, ið vóru langt framman fyri kappingarneytarnar. Hann var ikki bara vísindaliga gløggur, men hevði eisini eyga fyri business. Hann visti hvussu og nær nýggjar vørur skuldu inn á marknaðin. Hóast marknaðurin oftast hevur tikið væl ímóti vørum og tænastum hjá Apple, so hava avmarkaðu møguleikarnir at nýta Apple vørur uttan fyri Apple heimin elvt til nógvar ákærur um eina fyritøku, ið ikki hjálpir brúkarunum at liva eitt so ómakaleyst lív sum gjørligt við Apple vørunum. Stóra tónleikatænastan, iTunes, er eitt dømi. Samstundis má staðfestast, at sama tænastan hevur broytt háttin, fólk í dag lurta eftir tónleiki. Sama er galdandi fyri mátan fólk samskifta. Umframt at vørurnar hjá Apple hava broytt miðlanýtsluna hjá fólki, hevur nýskapandi hugsanarhátturin hjá Steve Jobs kollvelt tónleika- og fartelefonídnaðin.

Apple grundleggjarin verður av nógvum nevdur eitt ”creative genius” – ein maður við eini skapandi megi, ið onnur ikki kunnu endurgeva. Somuleiðis eru nógv, ið meta, at hesin sami skapandi mátturin var við til at enduruppfinna talgilda aldurin.

Broytingar merkja órógv. Vanlig fólk hava bestan hugin at halda seg til tað trygga. Hetta broytir hinvegin ikki tað stóra. Steve Jobs tordi at traðka ótroddar gøtur og at gera tað, ið fólk ikki vantaðu. Við Steve Jobs á odda er Apple vorðin ímyndin av virkisfýsni og nýskapan. Og sum Høgni Rasmussen, stjóri á Sansum, segði á Rás2 hósdagin 6. oktober, er Steve Jobs eisini ímyndin av amerikanska dreyminum. Hann bleiv ættleiddur á ungum árum. Hann stóð á berum, men arbeiddi seg upp, stovnaði egna fyritøku saman við einum vinnmanni og bleiv síðani ein fyrimynd bæði sum vinnulívsmaður, íverksetari og samskiftari.

Apple vørurnar og samskiftisstílurin hjá Steve Jobs hava givið fyritøkuni bæði viðhaldsfólk og mótstøðufólk. Men tað eru serliga viðhaldsfólkini, ið eru áhugaverd. Nógv Apple viðhaldsfólk eru so sterkt knýtt at brandinum, at tey verja og missionera Apple heimspekina og sjálva vøruna. Hetta er eitt ómetaliga áhugavert fyribrygdi, ið hevur verið grundarlagið undir nógvum vísindaligum greinum og bókum. Tað er trupult at lesa á einum góðum business school í dag, uttan at Apple og Apple brúkararnir verða nevndir beinleiðis í undirvísingini. Steve Jobs gjørdi ikki bara vørur, men skapti eisini ein lívsstíl rundanum vørurnar.

Sjálvur hevði Steve Jobs ikki nakra akademiska útbúgving, men hansara tankar  og vørur hava ført til eina ørgrynnu av vísindaligum tilfari. Hetta sigur nakað um evnini hjá manninum úr San Francisco. Hann var hvørki ein forritari ella ein vanligur stjóri, men sá seg sjálvan sum ein tøkniligan leiðari, ið fann bestu fólkini og hevði seinasta orðið, tá vørurnar vóru sniðgivnar. Á henda hátt broytti hann gerandisdagin hjá nógvum fólkum kring heimin. Tað fer Apple framvegis at gera.

Kronikkin er prentað í Dimmalætting 7.oktober 2011.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s