Jógvan á Lakjuni og taktikkur

Formansumfarið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hóskvøldið prógvaði, at virðispolitikkurin hevur flutt seg í Føroyum. Samstundis prógvaði fundurin, at tað enn finnast politikarar, ið liva eina ómetaliga konservativa tilveru.

Jógvan á Lakjuni var stóra samrøðuevnið eftir fundin í Føroyahúsinum hóskvøldið. Tað er í grundini ófatiligt, at Fólkaflokkurin sendi Jógvan á Lakjuni til Danmarkar at umboða flokkin til formansumfarið. Hví brúka ein hin mest konservativa politikaran í Føroyum til eitt tiltak við ungum fólki í útbúgving? Hesi fólk víðka dagliga sjónarringin við akademiskum tilfari, ið umboðar tað diametralt mótsatta av hugsjónunum hjá løgtingsumboðnum úr Fuglafirði.

Tað var í sambandi við ein spurning úr salinum um rættindi hjá samkyndum, at Jógvan á Lakjuni segði sína meining. Hann segði millum annað: ”síðani grein 266b varð samtykt, er tað eksploderað við samkyndum í Føroyum… hetta lokkar fólk til nakað, sum tey ikki eru”. Sum Jógvan á Lakjuni sjálvur segði, er hetta hansara meining, og hann hevur rætt at siga tað, hann heldur. Men taktiskt er tað ikki. Talan er um óvanliga vánaligt samskifti. Vóru 20 fólkafloksatkvøður millum 160 áhoyrararnar áðrenn fundin, so var talið í øllum førum hálverað, tá orðstýrarin, Eirikur í Jákupsstovu, endaði fundin.

Hví sendi Fólkaflokkurin ikki Anniku Olsen, atkvøðuslúkaran til fólkatingsvalið? Hon umboðar nakað, ung fólk og lesandi útisetar kenna aftur. Tað hevði verið upplagt, men av eini ella aðrari orsøk valdi flokkurin Jógvan á Lakjuni. Hevði flokkurin bara hugsað eitt lítið sindur um málbólkin á Vesterbrogade hetta kvøldið, var valið uttan iva fallið á ein annan persón. Men so var ikki.

Orðini hjá Jógvani á Lakjuni vórðu ikki søgd í gáloysni. Orðini umboða hansara lívsáskoðan. Um ikki annað kundi Jógvan á Lakjuni tosað uttanum, tá tosið fall á – sambært honum sjálvum – ein eyman spurning. Meiningarnar eru hansara, men tær nytta ikki nógv, tá fólkini í salinum als ikki góðtaka útsagnirnar. Rættast hevði verið hjá Jógvani á Lakjuni at tagt, tí retorikkurin hjá fólkafloksmanninum samsvarar ómetaliga illa við lívsáskoðanirnar hjá føroyskum útisetum í Keypmannahavn anno 2011.

Vánaliga plikenslan hjá Jógvani á Lakjuni tryggjaði honum eitt trygt botnpláss hóskvøldið.

Niðanfyri er ein listi yvir, hvussu valevnini kláraðu seg í Føroyahúsinum:

1. Poul Michelsen, Framsókn

2. Johan Dahl, Sambandsflokkurin

3. Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin

4. Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi

5. Kári á Rógvi, Sjálvstýrisflokkurin

6. Mia av Kák Joensen, Miðflokkurin

7. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin

Hóast Poul Michelsen var aldursforseti, megnaði hann greitt at samskifta boðskapin hjá Framsókn. Vánaliga avrikið hjá Jógvani á Lakjuni hjálpti eisini formanninum í Framsókn. Tað kom veruliga fram, at gamli flokkurin hjá Poul Michelsen er í greiðari andsøgn við hansara politisku hugsjónir. Formaðurin í Framsókn vísti, at rúm er í føroyskum politikki fyri einum liberalum tjóðskaparligum flokki. Liberalur var Fólkaflokkurin ikki.

Poul Michelsen vann politiska valfundin, og Jógvan á Lakjuni tapti. Hetta átti samstundis at fingið leiðsluna í Fólkaflokkinum at umhugsað, um flokkurin ber seg rætt at í valstríðnum. Tað gjørdi hann í øllum førum ikki í Keypmannahavn seinasta hóskvøld. Tað er fínt, at virðispolitkkurin hjá Fólkaflokkinum er konservativur, men onkuntíð er best at tiga…

5 thoughts on “Jógvan á Lakjuni og taktikkur

  1. Hevdi verid feitt at sæd livandi myndir frá tiltakinum og serstakliga útsøgnini frá JáL. Var nakad myndatól á stadnum?

  2. Skuldi Jógvan tosað fólki eftir munninum, bara tí hann er niðri í Keypmannahavn og ikki í Fuglafirði? Jógvan kann ikki gera so nógv annað enn at siga sína meining um tað, hann verður spurdur um. Tað hevði verið enn vánaligari taktikkur at pakka tað inn í nakað, hann ikki í veruleikanum meinti, og síðani hildið fram við bersøgnum útsagnum afturkomin til Føroya. Onkur kundi helst peikað á munin á hansara úttalilsum um so var.

    Annars segði hann sjálvur til fundin, at hann var sendur, tí øll hini valevnini bóru seg undan. Hetta vísir kanska, at flokkarnir (ella í hvussu er Fólkaflokkurin) ikki leggja so stóran dent á at náa júst veljararnar í Føroyahús-umhvørvinum. Miðflokkurin sendi heldur ikki ein av størstu profilunum og hetta kann bera boð um sama hugsunarhátt. Um tað er skilagott, er so ein annar spurningur.

  3. Tú skal eisini minnast til at Jógvan er ein atkvøðuslúkur innanfyri Brøðrasamkomuna, og mær vitandi átti hon eisini nógvar veljarar í fjøldini, so heilt málplaseraður var hann ikki.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s