Kaj Leo The King

Hann fekk so stóra persónliga undirtøku á løgtingsvalinum, at tað ikki kann vera nakar ivi um, at hann hevur klárað seg væl í løgmanssessinum. Kaj Leo Holm Johannesen var ein av stóru vinnarunum valkvøldið.

Er hann fullkomiliga óskikkaður sum løgmaður? Er hann politiskt tónadeyvur? Er hann blottaður fyri politiskum ætlanum? Hetta er upplagda niðurstøðan, um hugt verður eftir almenna orðaskiftinum um atkvøðuslúkaran á løgtingsvalinum. Kvasi-kosmopolitiskir viðmerkjarar og politisk andstøðufólk hava annars staðið í bíðirað fyri at pilka niður løgmann og hansara politiska handverk. Tað hevur ikki skortað við persónligum álopum og niðrandi útsagnum um, hvussu vánaligur politikari og leiðari Kaj Leo Holm Johannesen er.

Nú hevur fólkið so talað, og givið løgmanni eina dygga álitisváttan við 1974 persónligum atkvøðum. Tað var 1974. Samfullar 630 atkvøður vóru til Anniku Olsen, ið fekk næstflestar atkvøður. Vánaligur politikari og leiðari ella ei. Kaj Leo Holm Johannesen fekk søguliga nógvar atkvøður.

Tað ber væl til at finnast at. Og tað ber væl til at vera ósamdur við løgmanni. Men tá fólkið gevur formanninum í Sambandsflokkinum so góðu undirtøku, skal ein ávís eftirmeting til millum politisk mótstøðufólk og viðmerkjarar. Eingin fær 1974 atkvøður uttan nakrar góðar eginleikar.

Kaj Leo Holm Johannesen skapar fyrst og fremst álit. Kanska mest týðandi eginleikin hjá einum politikara, men kortini ikki ein íðuligur eginleiki hjá føroyskum politikarum. Haraftrat er hann, hóast nógv hava staðið fast við tað øvugta, ein sterkur politiskur leiðari. Hann hevur megnað at verið ein savnanadi megi í truplum búskaparligum tíðum.

Góða úrslitið hjá løgmanni er ein álitisváttan – ikki minst tá hugsað verður um allar ákoyringarnar, hann hevur fingið sum løgmaður. Úrslitið vísir, at fólkið hevur álit á formanninum í Sambandsflokkinum. Og so vísir úrslitið eisini ein leiðara, ið megnar at standa ímóti, hóast ákoyringarnar hava verið nógvar og harðar.

Alt gott um at hava aðrar boðskapir, men nú hevur fólkaræðið talað og nærum einraddað sagt, at Kaj Leo Holm Johannesen er kongurin. Tí skulu álopini kanska taka støði í onkrum øðrum í framtíðini. Ella er fjøldin býtt?

One thought on “Kaj Leo The King

  1. Onnur skulu meta um mítt avrik sum løgmaður, tað stendur ikki upp til mín men at lesa eina sovorðna staðfestandi grein, og fáa eina so stóra álitisváttan á løgtingsvalinum, gevur hita í einum ofta truplum og hørðum dagligdegi, men at halda høvdið kalt og hjartað heitt, við kærleika til okkkara fólk, tað er tað sum ger mítt arbeiði spennandi.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s