Samgonguskjalið: Viðmerkingar frá føroyskum útisetum

Nógv er skrivað og sagt um nýggju samgonguna síðani tíðindafundin í Tinganesi mánamorgunin, tá samgonguskjalið varð undirskrivað. Her eru dømi um tað, ið útisetar siga um ætlanirnar hjá ABDH-samgonguni.

Ein lítil viðmerking, áðrenn orðið verður givið til onnur fólk á netinum.

Flatskatta-skipanin er eitt av høvuðsmálunum hjá nýggju samgonguni. Tað sum kann undra stórliga, er, at tankin um eina flata skattaskipan ikki hevur verið umrøddur í Føroyum í langa tíð. Almenna orðaskiftið um hesa kollveltandi broyting hevur so at siga onga viðgerð fingið. Hvørki vanligi borgarin, serðfrøðingar ella politiska skipanin hevur kjakast um flatskatta-skipanina. Kortini verður hon veruleiki við Fókaflokkinum á odda. Sami flokkur hevur í nógv ár tosað um, at kommunur ikki kunnu leggjast saman, tí málið ikki er viðgjørt nóg væl.

Tosað hevur verið um kommunusamanlegging síðani 1972. Sjáldan hava mál fingið so drúgva umrøðu og fakliga viðgerð. Eitt nú vórðu trý álit skrivað um nýggja kommunala skipan í 90unum. Men nógv bendir á, at 40 ár er ov stutt skotbrá. Hinvegin ber til at innføra eina kollveltandi skattaskipan, sum eingin visti um fyri nøkrum árum síðani.

Og so kann áheitanin frá pensjónsnýskipanarbólkinum leggjast aftrat.

Til ber at lesa samgonguskjalið her.

Niðanfyri eru nakrar viðmerkingar frá útisetum til nýggu samgonguætlanirnar.

“Komi ikki uttanum tað. Sitið við einari djúpt ótespiligari kenslu, hvørjaferð tankarnir koma á nýggju samgonguna og tey afturstigini, hon er í ferð við at taka vegna føroyska samfelagið. Um fólkatalið í Føroyum ikki minkar innan fyri næstu 4 árini, skal eg nokk eta orðini aftur, men havi ringt við at trúgva tí, nú korini hjá teimum flestu vera verri. Minnist nakar 90’ini???

 Tá ið politikarar tann eina dagin kritisera skattalættar, men næsta dagin selja sína sál til djevulin, er ringt at hava nakað álit á teimum fólkavaldu. Eg eri vísur í at nógvir av veljarunum aftan fyri hesa samgonguna ikki fara at fáa nakran ágóða av atkvøðuni. Øll kunnu ikki blíva ríkari, tí skattalættin má kosta onkustaðni. Ótrúligt, at miðalklassin letur seg manipulera av borgarligum møsni.”

“Nýggja stýrið er ikki konservativt. Tað er reaktionert. Konservativ ganga inn fyri hóvliga at ganga fram á leið við at byggja á tað verandi. Nýggja stýrið vil ganga aftureftir – til áðrenn blokkurin varð lækkaður, áðrenn tos um marknaðargrundan av fiskivinnuni tók seg upp, áðrenn Føroyar fingu eina sosialdemokratiska skattaskipan og áðrenn orð so sum ‘samkynd’ blivu alment kend.”

“So fekk veljarin júst tað vøruna honum var lovað: Sambandskan blokkstuðul frá fólkaflokkinum og asosialan fólkafloksskatt frá Miðflokkinum og Sambandsflokkinum. Sjálvstýrissinnaðir fólkafloksveljarar kundu eins væl valt sambandi og javnaðarsinnað sambands-miðflokkafólk kundu eins væl valt fólkaflokkin.”

Ikki beinleiðis fagnaðarorð.

One thought on “Samgonguskjalið: Viðmerkingar frá føroyskum útisetum

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s