Helgi for heitasta

At ganga ímóti savningarfrælsi og rættindinum hjá einstaka borgaranum at virka sum eitt frælst menniskja er ikki bara býtt men beinleiðis vandamikið. Hesa leið gekk Helgi Abrahamsen á Facebook mánakvøldið.

Vit byrja við orðunum hjá sambandsumboðnum úr Eyturoynni á Facebook mánakvøldið 28. november:

Sambært myndafrásøgn í Dimmalætting taldist aðalstjórin í Almannamálaráðnum millum tey, sum leygardagin mótmæltu, at blokkstuðulin veksur. O.K. so vita vit, hvar vit kunnu spara. Almannamál eru helvtin av fíggjarlógini, og um aðalstjórin heldur, at pengar ikki mangla, hví skulu vit onnur so?

Helgi Abrahamsen hartaði aðalstjóran í Almannamálaráðnum, tí hann var til staðar undir einum mótmælistiltaki. Aðalstjórin tók ikki orðið, vísti onga politiskan lit. Hann var har. Lýddi á. Hann lurtaði eftir  boðskapum á sama hátt, sum allar flestu borgarar gera dagliga á arbeiðsplássum og í eitt nú útvarpi og sjónvarpi.

At hittast í almenna rúminum er ein mannarættur. Talu-, skrivi- og savningarfrælsi eru grundleggjandi súlur í nýmótans kapitalistiskum samfeløgum. Tí er tað óhoyrt, at ein tinglimur – sum saman við 32 øðrum smíðar landsins lógir – sker frælsið hjá einum borgara.

Miðlarnir hava rós uppiborið fyri at taka málið upp. Tað hevur stóran týdning at viðgera spurningar um rættindini hjá borgarum í einum fólkaræði. Tá fólkavald taka so rívan til, er tað umráðandi at eldru miðlarnir lofta málunum. Hetta hava teir megnað í hesum føri.

Viðmerkingin hjá tingmanninum úr Sambandsflokkinum nemur við ein essentiellan spurning: Hvat kann einstaki borgarin gera, uttan at verða hartaður fyri sínar gerðir? Hetta snýr seg um frælsið hjá einstaka borgaranum – eitt evnið, sum Sambandsflokkurin annars hevur høgt í metum í stevnuskrá floksins. Enn hevur eingin í Sambandsflokkinum meldað greitt út, at tey ikki taka undir við hugsanini hjá Helga Abrahamsen. Tí ber ikki til at siga, um baklandið í Sambandsflokkinum tekur frástøðu frá útsagnini hjá atkvøðuslúkaranum í Sjóvar kommunu.

Tað er ikki rætt, at tílík mál verða tagd burtur. Kanska flestu sambandsumboðini í tinginum eru ímóti skerjan av savningarfrælsinum. Eingin veit, tí enn valdar tøgn. Áðrenn ein útmelding kemur – um hon kemur – kunnu vit bara endurgeva tað, ið vanligi føroyingurin sigur: ”Helgi for heitast”.

 

2 thoughts on “Helgi for heitasta

  1. “Sambært myndafrásøgn í Dimmalætting taldist aðalstjórin í Almannamálaráðnum millum tey, sum leygardagin mótmæltu, at blokkstuðulin veksur.”

    Fyri tað fyrsta hevur hann ikki gjørt nakra niðurstøðu um at aðalstjórin var og mótmælti.

    Kanska hettar hinvegin er eitt prik, ið er sera viðkomandi tá ið tað kemur til fólk í slíkum starvum. Ein ábyrgd úteftir má sjálvsagt verða tó at eg meti sjálvsagt skal aðalstjórin kunna hava aðra áskoðan enn sitandi samgonga.

    Høgni for heitasta tá ið tosa verður um frælsið hjá einstaka boargaranum hví fær Helgi so ikki loyvið til at koma fram við síni hugsan eins og tú kemur við tínari, ið eins væl man verða ímóti talufrælsi og rættindinum hjá einstaka borgaranum?

    • Takk fyri áhugaverda viðmerking, Jógvan.

      Aðalstjórin hevur sjálvsagt serlig atlit at taka. Talan er um sera umráðandi starv.

      Samstundis mugu vit minnast til, at allir borgarar hava rætt at ferðast frítt í landinum. Í hesum málinum verður kunningarfrælsið hjá aðalstjóranum kutað. Og tað er ikki rætt.

      Eg meti ikki, at mín viðmerking gongur í móti talufrælsinum hjá sambandsmanninum. Eg vísi á, at hann gongur eina vandamikla leið, tá hann – hóast tað verður gjørt við einum lítlum brosi – hartar aðalstjóran fyri at vísa seg alment til eitt tiltak.

      Fólk skulu ikki kenna seg hótt, tá tey ferðast í almenna rúminum.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s