Sjálvsensurur á alljósum degi

Sambandskonan, Jóna Mortensen, hevur gjørt ein netbrølara. Hon hevur slettað síni talgildu spor – og harvið eisini tað, hon stóð fyri, tá fólk valdu hana inn á ting.

Jóna Mortensen verjir tey veiku. Tað sigur hon í einum videobrotið, sum liggur á netinum. Ella tað vil siga á netinum. Tingumboðið hjá Sambandsflokkinum hevur slettað broið eftir at fólk byrjaðu at deila tað á Facebook. Síðani hevur hon eisini avmonterað sín Facebook-profil.

Tað gekk sjótt, og eftir stuttari tíð var brotið spjatt til fleiri túsund føroyingar. Men fólk settu útsagnirnar hjá Jónu Mortensen upp ímóti teimum ætlanum, sum samgongan hevur stungið út í kortið.

Tað er altíð býtt at sletta síni spor á netinum – eisini tá fólk finnast at innihaldinum. Í hesum førinum verður sjálvsensururin enn løgnari, tí at verja tey veiku í samfelagnum er hjartamálið hjá Jónu Mortensen. Tað sigur hon í brotinum.

Í slettaða brotinum sigur Jóna Mortensen millum annað:

“Tey veiku í samfelagnum, ja hvussu nógv hoyra vit ikki um tað í hesum døgum. Tað hevur altíð verið mín málbólkur, og tað hevur altíð verið teimum eg brenni fyri: tey sum mangla umsorgan, tey sum føla, at tey verða svikin. Eg haldi, at eitt land sum hevur fleiri veik, nógv veik, tað er eitt veikt samfelag, tað eigur ikki at vera so. Vit eiga at vera eitt vælfungerandi samfelag sum loftar okkara veiku fólkum, so at tey ikki eru veik … Heldigvís havi eg breiðan rygg … men tað eru tað ikki øll sum hava … eg haldi, at eg havi eisini víst, at eg havi árræði. Er tað nakað, eg brenni fyri, so arbeiði eg við tí. Og eyðnast tað ikki fyrstu ferð, so eyðnast tað aðruferð” (Sámal Matras Kristiansen hevur transkriberað)

Hví skal hon sletta hetta? Er hatta ikki ok at standa við?

Á netinum er altíð alljósur dagur. Tað ber ikki til at goyma seg. Tí er neyðugt at visa gjøgnumskygni. At sletta síni talgildu spor er ikki gjøgnumskygt.

Og tað nyttar ikki at sletta brot ella profilar, tí fólk tosa og skriva víðari. Hetta innleggið er eitt dømi.

3 thoughts on “Sjálvsensurur á alljósum degi

  1. Hetta minnir ikki sørt um Jørgen Poulsen, ið var aðalskrivari í danska Reyða Krossi áðrenn hann stillaði upp fyri Ny Alliance í 2007.
    Jørgem Poulsen profileraði seg, líka sum Jóna Mortensen, uppá at arbeiða fyri teimum veiku í samfelaginum. Líka sum Jóna Mortensen, misti Jørgen Poulsen, alt sítt trúvirðið orsaka av bæði katastrofalari mediehándtering og tí flokkslinjan í Ny Alliance noyddi hann, at ganga uppá kompromis við síni hjartamál.
    Endin var at Jørgen Poulsen mátti fara úr Ny Alliance. Seinni fór hann upp í Radikale Venstre, ið matcha betur hansara hjartamál. Spennandi verður at fylgja við hvussu Jóna Mortensen ætlar, at koma burturúr hesi politisku fløkju.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s