So fóru heilarnir avstað aftur

Føroyska samfelagið broytist beint nú. Tað vil siga, at samfelagið verður aftur, sum tað var. Í hesum døgum flúgva ein rúgva av heilum heimaftur. Burtur úr Føroyum.

Øll í Havn merkja munin á jólum. Býurin livir á ein heilt annan hátt. Hjá nógvum eru hetta dragandi dagar, har føroyska samfelagið toyggir seg móti nøkrum, tað kundi verið alt árið, men sum bert varir í smáar tvær vikur. Útisetarnir eru heima. Og øll tosa um, hvussu gott tað er. Á jólum eru Føroyar fjølbroyttari og meira spennandi, halda nógv. Men eftir fáum døgum hvørvur orkan. Heilarnir pakka kuffertini og venda aftur til útheimin og møguleikarnar.

Á jólum merkjast skeivleikarnir í føroyska samfelagnum so ómetaliga væl. Tey sum búgva á klettunum alt árið leggja serliga væl til merkis syndarligu fólkasamansetingina, tí tey sita eftir, tá útisetarnir venda aftur til útlandið. Aftur til útbúgving og karrieru.

Eg taki meg sjálvan sum dømi. Bara í dag havi eg vinfólk, sum fara úr Føroyum til tríggjar høvuðsstaðir. Í Vágum bíða hesi eftir flogførum til London, Reykjavíkar og Keypmannahavnar. Og um eina viku sigi eg eisini Føroyum farvæl. Ein ørgrynna av øðrum eru í somu støðu. Eftir standa fólk í Føroyum í einum vakuumi, tí fólk í aldrinum 20-35 ár eru so dyggiliga undirumboðað.

Men tað eru ikki bara heilar sum fara avstað. Teir taka við sær eina rúgvu av mentanarligum fjølbroytni, dirvi og skapandi evnum. Frá síðst í desember til fyrst í januar fellur mentanarliga pluralisman og Føroyar finna aftur monokulturalistiska stevið.

Okkurt má broytast, skal heilaflýggjanin ikki vaksa ár fyri ár. Svarið er ikki at gera meira av tí, sum longu er framt, tí fólkatalið vísir, at tað ikki er loysnin.

At fáa tey, sum eru heima um jóltíðir at tíma Føroyar alt árið, er partur av loysnini.

Tá fólk fara til eitt stað, fara tey samstundis burtur frá nøkrum.

Ein stórur partur av útisetunum fara burtur úr Føroyum, tí universitetið ikki bjóðar út teirra dreymaútbúgving. Føroyingar rýma tí í nógvum førum burtur frá vantandi útbúgvingarmøguleikum.

Tí er besta loysnin meira útbúgving.

Men so leingi gransking og útbúgving ikki verður raðfest hægri, trívast nógv bara í Føroyum ein lítlan part av árinum.

7 thoughts on “So fóru heilarnir avstað aftur

  1. Alt í lagi at nøra um útbúgving í Føroyum og arbeiða ímóti fráflyting. Men hetta innleggið er altso toppurin av studentikosu, útbúgvingarsnobbutheit og forakt fyri intelligensinum og evnunum hjá teimum, sum ikki lesa/hava lisið á hægri lærustovni:-(

    • Takk fyri viðmerkingina, Bárður. Eg skilji væl, at teksturin kann tulkast, sum tú leggur upp til. Men ætlanin er ikki at skapa eina elitera stigmatisering av ikki-útbúnum borgarum.

      Endamálið við innlegginum er at vísa á skeivu fólkasamansetingina í Føroyum. Samanber eitt nú 2011 við 1985. Upplýsingarnar finnur tú millum annað á hagstova.fo og í tíðargrein hjá Signari Heinesen í bókini “Valið og valdið – ein tvørskurður av løgtingsvalinum 2011”, sum Stefan í Skorini og eg hava ritstjórnað.

      Um vit kalla tað heilar ella útisetar, er ikki so umráðandi. Men tað er ein sannroynd, at nógv av teimum, sum fara av landinum og ikki trívast í Føroyum alt árið, hava nomið hægri útbúgving.

  2. Við hasi viðmerkingini hjá mær – sum bleiv eitt sindur ov ófantalig – royndi eg bara siga, at man má vera eitt sindur eyðmjúkur og varin við eintýðugt at seta hægri útbúgving í samband við hægri intelligens, pluralistiska mentan osv. av positivum tingum Fyrst tí, at ikki øll hægri lesandi eru “heilar” og mentaði fram um onnur – akademiska støðið er ikki allastaðni og á øllum útbúgvingum líka høgt. Og harnæst og ikki minst tí, at man óbeinleiðis kemur at klikka niður á tey, sum ikki eru/hava verið undir hægri útbúgving.

    Eg skilji annars væl títt poeng um fólkaflyting og tað neyðuga í at útbúgva fleiri fólk heima fyri at forða fyri fólkadreningini. Tað er eitt fínt poeng, slett ikki tað:-)

  3. Í dag vilja øll hava útbúgving og øll foreldur vilja hava síni børn at útbúgva seg. So tá útbúgvingin ikki kann takast í Føroyum, so er einki annað at gera enn at fara til útlandið. So langt hevur tú rætt, Høgni. Men hatta er ein ótrúliga provokerandi og niðurgerandi yvirskrift. Eg vóni, at hon vald við vilja fyri at provokera og síggjast.

  4. Eg má geva tær rætt, Høgni. Eg búgvi sjálv mitt í Havnini og hoyri væl náttarlívið, serliga vikuskifti og tað var heilt serligt ørvísi at hoyra nú um jóltíðir. Munurin var eisini, at nú hoyrdist konufólkarøddir eisini og ikki sum annars brølandi mannfólkarøddir.
    Eg plagi at vitja í Lund í Svøriki, tí sonurin býr har, meðan verdóttirin lesur og har sær og merkir mann allastaðni lívið av ungdómi, sum tosa ymisk tungumál, tí Lund er universitetsbýur burturav. Tað er ein fantastisk kensla at vera har.

  5. Tú hevur púra rætt, Rúna. Yvirskriftin – og partur av tekstinum – er provokerandi.

    Allir heilarnir fara ikki av landinum. Tað eru ein rúgva av dugnaligum fólkum eftir í Føroyum, tá útisetarnir eru farnir avstað. Men eg vísi á, at ein partur av teimum, sum bara eru í Føroyum um jóltíðir og í summarfrítíðini, kundu dugnað føroysku tjóðini alt árið. Tað krevur fyrst og fremst íløgur í útbúgving.

    Endamálið við tekstinum er ikki at síggja niður á nakran.

    Sum Bárður Larsen vísir á í viðmerking, merkir tað at hava góða útbúgving ikki neyðturviliga at førleikarnir eru betri enn hjá einum persóni uttan útbúgving. Tað øvugta er ofta galdandi.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s