Fólkaflokkurin og flatskattur

Flatskatturin er ein sigur fyri Fólkaflokkin, men hyggja vit eftir, hvussu flokkurin hevur samskift broytingina í skattaskipanini, hevur flokkurin verið fyri stórum ósigri.

Fólkaflokkurin telvaði seg til eina stóra broyting í skattastiganum undir samgongusamráðingunum í november í fjør. Men hví gjørdist hesin sigurin hjá Fólkaflokkinum ein ósigur í almenna rúminum? Var tað fullkomiliga ógjørligt at vinkla skattabroytingina til eina góða søgu? Var ógjørligt at samskifta jaligar avleiðingar?

Nei, tað meti eg ikki.

Hevði Fólkaflokkurin lagt eina strategi fyri samskiftið í sambandi við umleggingina av skattaskipanini, hevði verið lætt hjá flokkinum at varpað eina betri mynd av nýggja skattastiganum. Men so varð ikki. Og tí vóru tað einans mótstøðufólkini, sum hoyrdust. Mótstøðan vaks av sær sjálvum, meira fólk funnust at nýggja skattapolitikkinum. Samstundis viknaði sjálvverjan hjá Fólkaflokkinum og grundgevingarnar fyri avgerðini at umleggja skattin. Størri mótstøðan bleiv, minni hoyrdist til Fólkaflokkin. Flokkurin nærum hvarv í almennu viðgerðini av teirra egna átaki.

Fólkaflokkurin heldur sjálvandi, at umleggingin av skattastiganum hevur góðar avleiðingar fyri samfelagið. Hevði flokkurin beinanvegin víst á fruktbari í umleggingini, hevði flatskatturin fingið betri eftirljóm í samfelagnum. Nógv hava hoyrt upp í saman, at tað skal loysa seg at arbeiða. Útsagnin megnar kortini ikki nógv, tá hon stendur einsamøll.

Flokkurin kundi eitt nú frá byrjan hugsað, um tað var rætt at kalla broytingina fyri flatskatt. Progressivitetur er í skipanini. Hetta royndu fleiri at vísa á seinni, men tá var ov seint. Trýstið frá mótstøðufólkunum var longu ov stórt. Flokkurin kundi eisini – sum aftursvar til nógvu atfinningarnar um eina ósosiala skipan – lagt størri dent á skattafría botnfrádráttin, sum er 65.000 kr.

Flokkurin kundi somuleiðis samskift enn greiðari, at eitt lægri skattaprosent økir um produktivitetin hjá arbeiðandi fjøldini og harvið um vøksturin í samfelagnum. Og haraftrat hevði tað eisini styrkt samskiftið hjá flokkin munandi, um flokkurin hevði kanningar, sum vístu til búskaparligu batarnar av skattaumleggingini.

Nýggja skattaskipanin er veruleiki, men tað tykist sum um, at fólk bara kenna til hugsanirnar hjá andstøðuflokkunum og teirra viðhaldsfólkum. Hevði Fólkaflokkurin lagt til rættis eina væl umhugsaða samskiftisætlan, var støðan ein onnur.

5 thoughts on “Fólkaflokkurin og flatskattur

  1. Góð grein, Høgni. Eg skal so líka leggja afturat, at Fòlkaflokkinum nýtist ikki at “larma”. Teir fáa sítt ígjøgnum, eins og teir hava uml. seinastu 30 av 35 árunum, har teir hava sitið í samgongu. Veljarin hjá flokkinum er so at siga nøgdur, og Quality-Street bandin er jú bara “larmandi” veljarin hjá andstøðuni. Fòlkaflokkurin verður tískil neyvan revsaður til næsta val. Kanska tvørturímóti. Tað verður torført hjá andstøðuni at fara upp á val við tí fyri eyga at rulla flatskattin aftur. Ta fíggjarligu óttakensluna hjá veljaranum kann Fòlkaflokkurin altíð bryggja upp á til næsta val.

  2. Nògv av hasum tú skrivar er uttan iva rætt. Men eg helt, at mótstøðan ikki koyrdi so øgiliga nógv uppá at lækka skattin. Tað vildu teir flestu, um ikki allir flokkarnir. Heldur var tað tað, at skatturin lækkaði mest hjá háinntøkunum, og nærum onki hjá láginntøkunum. Samstundis bleiv skattalækkingin samantvinna við einari framskunding af skattingini av pensiónum, sum eisini hevur rættiliga ivasamar sosialar avleiðingar.

  3. Ahugvert, men eg haldi at tú gloymir, hvussu trupult tað er hjá fólkaflokkinum at fáa positiva viðgerð í teimum vinstrahallu óheftu almennu miðlunum.

  4. Eitt er at føroyskir flokkar ikki gera so nógv brúk av yvirbetaltum spinndoktarum. Men at tað skuldi verða so nemt hjá anstøðuni, at tað góða við eini slíkari skipan, og hvussu lítla ávirkan ein slík gerð hevði á livistøðið hjá tí einstaka, um hugt verður eftir tí stóra fleirtalinum, og at mótstøðan egentliga botnar í øvundsjúku, og at eingin skal hava størri skattalætta enn ein sjálvur, sigur nógv um føroysk fjølmiðlafólk, og hvussu lætt tey síggja uppá teirra uppgávu at kunna fólkið og varpa eins nógv ljós á allar síður.

    Tað átti ikki verið neyðugt við enn fleiri spinndoktarum, tá trupuleikin er fjórða valdið!

    • Takk fyri viðmerkingarnar, tit.

      At Fólkaflokkurin ikki nýtist at “larma” er uttan iva ein av orsøkunum til, at vit ikki hava hoyrt nógv til flokkin í hesum máli. Men eg haldi kortini, at tað hevði verið flokkinum til fyrimuns, um hann hann var meira virkin í orðaskiftinum um nýggju skattaskipanina. Tey kundu eitt nú eisini víst á, at flatskattaskipanin er munandi meira ruddilig samanborið við nógvar aðrar skattaskipanir. Gjøgnumskygnið í skipanini er eitt gott kort hjá Fólkaflokkinum, men hetta kortið er so at siga óbrúkt.

      Leikluturin hjá fjølmiðlunum er eisini áhugaverdur. Mótsøðufólkini hava – við fakfeløgunum á odda – víst á sína ónøgd. Tey hava verið meira virkin í málinum um flatskattin, og tí er ikki óhugsandi, at teirra røddir hava verið meira frammi.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s