Og so sløkkja vit Dag & Viku í sjey vikur

Nú kom dagurin. Dagur & Vika er farin í summarfrí, tí tað hendir so lítið í samfelagnum um summarið. Agurkutíð. Men hetta er bara fávitska og vánaligar umberingar.

Vit hava brúk fyri journalistikki hvønn dag í árinum. At greina, avdúka og halda eygað við politiskum og peningaligum valdshavarum. Men um summarið fara øll í summarfrí, og tí er ikki nóg mikið av tilfari at miðla, verður sagt.

Well, grundgevingarnar eru gamlar, men hetta er fyrstu ferð, leiðslan tekur ógvisliga stigið og sløkkir Dag & Viku – í samfullar sjey vikur. Víðgongdur leiðsluháttur.

Kringvarpið kundi gingið á odda , men velur at leggja týdningarmiklastu tíðindasending í landinum í dvala. Leiðslan sigur orsøkina vera peningatrot. Veruliga orsøkin er vánalig raðfesting.

Og at agurkutíðir eru í Frøoyum um summarið, er ikki ein verulig grundgeving. Hugtakið ”agurkutíð” er ein mýta. Samfelagið hevur altíð tørv á vaknum vaktarhundum.

Signalið er eintýtt: Dagur & Vika er ikki so umráðandi, at føroyingar ikki kunnu vera hana fyri uttan í nærum tveir mánaðir.

Tað er hvørki virðiligt fyri hyggjaran ella starvsfólkini í Vørðsluni, at Dagur & Vika fer í summarfrí. Eitt er fólkaræðisligu avleiðingarnar, sum eru tær mest álvarsligu, men sæð við brillum brúkarans, er føroyskt sjónvarp uttan Dag & Viku í sjey vikur vanlukkuligt.

Tað eru frammanundan nógv, ið sessast mikukvøld kl.19.00 og tendra sjónvarpið, tí Dagur & Vika er á skránni. Men tað er hon ikki. Tað er mikukvøld. Er tað ábyrgd hyggjarans at minnast til, at tað er mikukvøld? Hvørjaferð hyggjarin tendrar sjónvarpið og væntar at síggja Dag & Viku, og hon ikki er a skránni, verður hyggjarin nipin.

Tað er ikki hyggjarin, sum skal minnast, nær tíðindasendingin er og ikki er á skránni. Millum fremstu uppgávurnar hjá Kringvarpinum er at raðfesta sjónvarpstíðindasendingina hvønn gerandisdag í øllum førum. Annars verður hyggjarin vónbrotin og minni trúgvur mótvegis rásini. At sløkkja flaggskipið hjá Sjónvarpinum er lítið virðiligt. Gamaní, góðskan sveiggjar nakað, men tað er hugsanarhátturin hjá leiðsluni í hesum førum, sum er skeivur. Grundleggjandi skeivur.

Men nú verða tað ikki bara mikukvøld, at fleiri hundrað hyggjarar til fánýtis seta seg væl til rættis í sjónvarpsstovunum kring landið, tí tey hava gloymt, at Dagur & Vika er tikin av skránni. Nú verður tað galdandi fyri hvønn dag í viku. Hetta máar burtur trúvirðið hjá stovninum.

Um ætlanin hjá leiðsluni er at senda politisk signal um vantandi fíggjarorku, er talan um vannlukkuliga strategi.

Hvat hugsar hyggjarin? At Dagur & Vika er ein sovandi puddilhundur? Vaktarhundur verður stovnurin ongantíð, um tilgongdin hjá leiðsluni er, at einki er hjá Degi & Viku at viðgerða um summarið.

4 thoughts on “Og so sløkkja vit Dag & Viku í sjey vikur

  1. Politikarar og fjølmiðlar rópa eftir ungdóminum, sum er farin uttanlands í lestrarhøpi, og biður hann um at koma heimaftur til FO at búgva. Ein avgerandi faktorur at fáa fólk at trívast í einum samfelagi er m.a. fjølmiðlar, sum bríggja seg og fyrihalda seg til viðurskiftini og samfelagið.
    Stórur partur av ungdóminum er heima í summarferiuni og fær gjøgnum ta tíðina høvi og møguleikan til at uppliva heimlandið gjøgnum nýggju brillurnar, sum lesnaður, útbúgving og royndir aðrastaðni frá geva honum.
    D&V er pakkað niður ta tíðina – og sendir harvið eisini eitt ávíst signal til hendan eftirspurda ungdómin og okkum onnur. Spurningurin er, hvat er tað fyri eitt signal?

  2. So sovnaði tann durvandi vakthundurin. Nú er nærum frítt spæl hjá lúmska landsstýrinum at halda fram at ræna úr kjallunum hjá dvalandi fjøldini. Suff(-demokrati), huff(-samfelag) og puff(-framtíðarútlit).

  3. Soleiðis hevur leiðslan valt at raðfesta, hóast so at siga allir hyggjarar, innan-og uttanlanda vilja síggja Dag og Viku um summari. Tað er óskiljandi, at leiðslan virðir hyggjaran so lítið. Hyggjarin átti at fingið 10-15% í avslátri av hyggjaragjaldinum, men sjálvandi, so restar uppaftur meir í, men tað er hyggjarin, sum við skeringini, missur fyri haldaragjaldið. vælsignaðir, takið máli uppaftur til nýgja viðger og viðgangi feilin tit hava gjørt.

  4. Boðskapurin hjá leiðsluni er greiður: Føroyingar hava ikki tørv á sjónvarpstíðindum alt árið. Sum Steinbjørn vísir á, er tað lítið virðiligt fyri hyggjaran.

    Leiðslan sigur orsøkina vera vantandi fíggjarliga megi og tað, at so lítið hendir í føroyska samfelagnum um summarið. Um hetta er orsøkin til, at vit skulu vera Dag & Viku fyriuttan í sjey vikur, hevur leiðslan raðfest skeivt. Føroyingar hava tørv á sjónvarpstíðindum alt árið – eisini hóast hyggjaratølini eru eitt vet lægri summarmánaðirnar. Tað eru tey um allan heim, men tað merkir ikki, at onnur lond steðga hesum týðandi samfelagsliga leikluti.

    Tað liggur nær at halda, at kringvarpsgjaldið skal lækka. Dagur & Vika er einasta veruliga sending í sjónvarpinum, og hon rættvísgerð ein part av høga gjaldinum.

    Eri samdur við tær, Steinbjørn, at málið tørvar nýggja viðgerð. Men tað ber neyvan til at bjarga hesum nú. Tíverri. Men hetta er upplagt at leggja sær í geyma og umrøða í komandi public service sáttmálanum. Núverandi sáttmáli fer úr gildi 31. desember 2013.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s