Fólkafráflytingin er nú komin út í bók. EXIT Føroyar er at fáa í bókabúðunum kring landið og á netsíðuni hjá Sprotanum, ið gevur bókina út.
Hetta er ein stórur dagur hjá ritstjórnini. EXIT Føroyar er komin út. Nú vóna vit, at samrøðurnar og greinirnar festa seg í minni hjá lesaranum, so vit í framtíðini fáa eitt gott orðaskifti um størstu avbjóðingina hjá Føroysku tjóðini: hópfráflytingin úr Føroyum og vantandi tilflytingin til Føroya.
Heri á Rógvi og eg hava valt sjey konufólk og seks mannfólk at skriva eina tíðargrein í part. Og so eru fýra drúgvar samrøður við fólk, ið hava valt Føroyar frá. Turið Kjølbro gjørdi samrøðurnar. Tróndur Dalsgarð tók myndirnar.
Í bókini hoyra vit um:
- Amy Hansen, sum flutti til Føroya fyri kortum.
- Boga Bech Jensen, ið fekk ring skotsmál í fólkaskúlanum. Í dag er hann lektari á DTU.
- Sonju Vágseið, sum flutti av landinum við familjuni í kreppuárinum.
- Ingolf og Elisabeth, ið trívast væl í danska høvuðsstaðnum.
Og so eru 13 tíðargreinir. Hesi hava skrivað:
- Annika Olsen
- Armgarð Arge
- Ben Arabo
- Erika Hayfield
- Guðrun Rógvadóttir
- Heini í Skorini
- Heri á Rógvi
- Høgni Reistrup
- Katrin D. Apol
- Kári á Rógvi
- Sunneva Háberg Eysturstein
- Jóhanna á Bergi
- Sjúrður Skaale
Til ber at lesa meira um útgávuna her.