Spurningurin um, hvat kann gerast fyri at venda fólkafráflytingini úr Føroyum, verður evnið á tiltaki á Hotel Føroyum í morgin. Enn ber til at melda seg til tiltakið.
Fólkafráflytingin hevur stóran áhuga millum manna. Tað er greiða niðurstøðan, nú fólk hava havt høvið at lisið bókina, EXIT Føroyar, í ein mánað. Fleiri hava spurt eftir einum tiltaki, ið leggur loysnir á borðið, so vend kemur í. Vit eru púra samdir. Tí skipar ritstjórnin á EXIT Føroyar, Heri á Rógvi og undirritaði, fyri tiltaki um fólkafráflytingina og møguligar loysnir á Hotel Føroyum hósdagin 6. desember frá kl.13:00-16:15.
Á tiltakinum verða ein røð av framløgum um avbjóðingina, og er tiltakið ein roynd at seta enn meira gongd á orðaskiftið um stóru avbjóðingina hjá føroysku tjóðini.
Høvuðsrøðarar verða hesi:
Prísurin fyri tiltakið er 100,-. Kaffi og smákøkur eru við í prísinum.
Tilmelding fer fram við at senda eitt teldubræv til: reistrup@gmail.com
Til ber eisini at melda seg til á Facebook. Trýst her.