Framtíðin byrjar í Føroyum

foto

Røða hildin til tiltakið Summarsólstøður 2014 í Sandagerði

Summarið hevur latið hurðarnar upp. Hesa ársins tíð er morgun alt samdøgrið. Vøksturin er sjónligur allastaðni. Í garðinum snøggar sláimaskinan grasið, børnini hoppa í trampolinini uttan íhald og ung og eldri velja millum tey mongu tiltøkini, sum eru at fara til.

Fyri góðum hálvum ári síðani lat eg hurðina upp til eina leiguíbúð í miðbýnum. Eftir átta ár í útlegd var tíðin komin at flyta heim. Áðrenn vit vistu av, stóð tóma bingjan á vegnum uttanfyri. Ein kassi fyri og annar eftir bleiv pakkaður við bókum, tallerkum og klæðum. Síðani sigldu teir leiðina heim til Føroya.

Saman við so ótrúliga nógvum øðrum føroyingum í Føroyum og uttanlands hava vit eitt ynski um, at Føroyar skulu bera til. At framtíðin byrjar her. At møguleikarnir eru her.

Hyggja vit bara tvey ár aftur í tíðina, var prátið millum fólk rættiliga dapurt. Næstan einki bar til, og landið bleiv lastað fyri líkt og ólíkt. Lítið er at ivast í, at okkurt er broytt. Ein ávís hugburðsbroyting er farin fram. Hóast vit ikki hava vunnið á fráflytingini, hava føroyingar úti og heima brett upp ermar og sett sær fyri at taka lut í arbeiðinum at byggja landið upp. Tí tað stendur fólki púra greitt, at eingin annar ger tað fyri okkum. Bara føroyingar kunnu vaksa um fólkatalið, røkja áhugamál okkara og flyta landið rætta vegin.

Summi finnast støðugt at. Tað er eisini neyðugt. Men stevna okkara má verða, at vit bara skapa framburð við at standa saman og samstarva. Innanlands og uttanlands. Bæði tá ið tað er lætt, og tá ið tað er trupult. Tað ber væl til.

Men hvørjum skulu vit arbeiða fram ímóti? Ella vit kunnu seta okkum spurningin, hvørjar avbjóðingarnar eru og kanska serliga, hvørji virði eitt vanligt menniskja í Vesturheiminum í 2014 hevur við í skjáttuni.

Fólk ynskja at búgva, har tey kenna seg trygg, fræls og eggjað til skapan. Har fólkið tekur til sín rák uttanífrá. Har sannføringin hjá tí einstaka verður vird, og ymiskleiki ikki spjaðir, men er eitt virðismikið, felags eyðkenni.

Tá fólk venda einum landi baki, vita vit, at okkurt má verða gjørt. Fyrst av øllum má verða tosað um avbjóðingina. Tað hava vit gjørt. Men tað er ofta soleiðis, at ein veruligur hvøkkur skal til, áðrenn tú við ídni byrjar at seta í verk neyðugar broytingar. Hetta merkir samstundis, at vit ikki bara góðtaka gongdina, men gera nakað virkið fyri at fáa syndarligu demografisku útlitini aftur á beint. Tí ímyndið tykkum, at forsøgnirnar við ringastu útlitunum ein dagin um nógv ár gjørdust veruleiki. Tað er hetta, fólk hava tosað um við døgurðaborðið og við kaffimaskinuna á arbeiðsplássum kring alt landið. Taka vit ikki orðaskiftið, sleppa vit ikki av fetanum.

Fólk hava drigið fram arbeiðsmarknaðin, kappingarførið og flogsambandið. Fyri bara at nevna nøkur dømi.

Turt, men neyðugt.

Og nú mugu vit ásanna, at vit ikki kunnu vaksa uttan so, at øll kenna seg at vera vælkomin í landinum. Skulu vit gera tað lokkandi at búgva í Føroyum, kunnu vit ikki byrgja okkum inni. Í nógvum førum mugu vit laga okkum til altjóða rák og rembingar. Tí tað eru vit, sum hava fólkavøkstur fyri neyðini. Skilja vit hetta, eru vit væl á veg at kunna siga øðrum søguna um eitt land við vaksandi fólkatali.

Hvørjar søgur av týdningi kunnu vit so siga?

Tað hevur týdning, at Heðin Mortensen í eini heilsan bjóðar fólki at vera vælkomin, tá fólk flyta í kommununa. Tað hevur týdning, at Formula hevur gjørt eitt serligt øki til lesandi á netinum soleiðis, at hesi vita, at fyritøkuni tørvar starvsfólk við góðum førleikum. Hetta er eitt greitt tekin at senda. Tað hevur týdning, at alirisin, Bakkafrost, greitt vísir á, at fólk við bæði stuttum, miðal og langum útbúgvingum verða fleiri í tali í fyritøkuni í framtíðini. Hetta hevur týdning.

Og so er tað vanligi føroyingurin.

Tá ein ungur lesandi møtir mær á flogvøllinum og sigur, at ynski um at seta egið virki á stovn er stórt, men at hann samstundis bíðar, til hann flytur heim aftur til Føroya, tí tað er her, hann ynskir at gera mun. Tá veit eg, at vit flyta okkum fram á leið. Ella tá ein eldri kona steðgar mær framman fyri kølidiskin í einum Á-handli og sigur, at nú ber av øllum, tí dóttirin við manni og børnum flytur heim. Tá veit eg, at vit flyta okkum fram á leið. Ella tá eg hoyri, at ein familja er flutt fyribils til annað land í arbeiðsørindum, men at børnini fáa frálæru í føroyskum frá fólkaskúla í Føroyum umvegis netið. Tá veit eg, at vit flyta okkum fram á leið.

Hesi hava álit á, at Føroyar verða eitt gott stað at búgva. Tey hava álit á, at børnini fáa ein góðan uppvøkstur. Tey hava álit á, at eisini í Føroyum ber til at flyta mørkini og toyggja tað, ið tú helt vera gjørligt. Tað var hetta álitið, sum Heri á Rógvi og eg royndu at seta orð á við EXIT Føroyar.

Hevur tú hetta álitið, fært tú samstundis sjálvsálit at fylgja tínum egnu dreymum.

Dreymar ganga út í Føroyum og uttanlands. Møguleikar standa í bíðirøð í Føroyum og uttanlands. Hjá okkum, sum ynskja Føroyar, skal hetta ikki verða ein spurningur um at velja annað frá. Í Føroyum hava vit bæði.

Tí havi eg hug at spyrja: Hví skulu vit flyta, tá Føroyar hava flutt seg?

Tað einasta, eg við vissu kann siga við tey mongu, sum enn búgva aðrastaðni, er, at Føroyar ikki eru tær somu, sum tá tey á sinni fóru. Broytingarnar merkja vit dagliga. Millum annað tí haldi eg, at tað er einastandandi at vera aftur í Føroyum.

Nú er tað soleiðis, at fólk altíð føra prógv fyri sær sjálvum, tá stórar – og eisini smáar – avgerðir verða tiknar. Tað er ikki uttan orsøk, at nýggi bilurin í túninum altíð er tann besti bilurin á marknaðinum, og at nýggju húsini eru tey bestu í landinum. Soleiðis eru vit menniskju – eisini tá vit flyta úr einum staði í annað. Men sannføringin er ikki vorðin minni, síðani bingjan bleiv tømd á føroyskum matrikli í fjør heyst. Og tað eru ikki bara fólkið og náttúran, sum eru eyðsýndir fyrimunir.

Tað var ikki fyrr enn eg flutti heim, at eg legði til merkis, at tað ber til at kóka ein litur av vatni uttan at kálkpetti fossa úr ketlinum, tá heita vatnið rennur í koppin. Tað var ikki fyrr enn eg flutti heim, at eg legði til merkis, at púra ókend fólk heilsa upp á teg, tá tú ein leygarmorgun rennur túr í Havnini. Tað var ikki fyrr enn eg flutti heimaftur, at eg longu í februar leggi til merkis, at dagarnir byrja at leingjast við jøvnum tøkum. Og nú juni er meira enn hálvrunnin, er ljóst allan sólarringin.

Tað verður ongantíð soleiðis, at allar hurðar verða latnar upp á víðan vegg. Men føroyingar heima og uttanlands hava eina felags uppgávu at finna loysnir, so øll sleppa fram at okkara landi.

Summarið hevur latið hurðarnar upp og bjóðar øllum at vera vælkomin. Latið okkum gera tað sama. Latið okkum byrja framtíðina í Føroyum.

Gott summar, øll somul.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s