Tað hevur altíð hugtikið meg, tá ið fólk ganga undan og fremst. Tá ið fólk trýsta mørkini fyri tað, tey halda vera gjørligt. Tá ið vit bjóða av og toyggja okkum móti eini enn betri framtíð.
Tað er hetta at tora at standa á egnum beinum og at fylgja hjartanum. At vera forvitin og opin. At elta egnar dreymar og virða onnur.
Fyri at flyta mørk mást tú hava ein brennandi hug at skapa. Og fyri at kveikja hetta, skulu vit hava persónligt frælsi. Vit mugu skilja, at vit røkka longur í felag, tá ið hvørt einstakt menniskja hevur møguleikan at gera av sína egnu ferð gjøgnum lívið.
Bara fræls menniskju kunnu av álvara taka ábyrgd av sær og sínum. Framsókn arbeiðir fyri at gera samfelagið rúmligari og at beina burtur óneyðug forboð og forðingar, sum ein meiriluti – og viðhvørt ein minniluti – hevur loyvt sær at áseta móti øðrum.
Tí vit ynskja øll, at lív okkara er umráðandi. At tað hevur týdning. So latið okkum geva øllum henda møguleikan.
Vit fáa sjálvsálit, tá ið vit vakna og vita, at dagurin fyri framman hevur nógv at bjóða. At vit hava arbeiði ella eru lesandi. Og tá ið vit fáa at vita, at eisini okkara lutur í lívinum er umráðandi. Fólk skulu vita, at í Føroyum gerast dreymar til veruleika. Ofta við træðrum út í heim. Men grundleggjandi við einum tilknýti heim.
Vit skulu hava eitt tíðarhóskandi samfelag. Tað snýr seg um at taka leiðsluna og flyta okkum fram. Tað gevur íblástur – og tað gevur okkum vón.
Í teirri sannføring at Framsókn kann gera munin, biðja vit um undirtøku frá Føroya fólki 1. september.
Høgni Reistrup
Framsókn