Útvarpssendingin P1 Eftermiddag setir hesa vikuna sjóneykuna á strembanina eftir sjálvbjargni, sum vit hava sæð í Evropa í seinastuni og enn síggja. Tey ringdu til mín í dag og setti nakrar spurningar um sjálvbjargni, sum eg meti er púra avgerðandi fyri, at vit eisini í framtíðini kunnu elta dreymin um einar enn betri Føroyar.
Spola 1 tíma og 18 minuttir inn í sendingina, sum tú kanst lurta eftir HER.
Eg vísi á serliga trý viðurskifti í samrøðuni:
- Føroyar eru nú ríkari enn Danmark per capita, so hví skal eitt fátækari land rinda einum ríkari landi pening á hvørjum ári?
- Føroyar mangla at taka lut í heimssamfelagnum. Í løtuni goyma vit okkum aftan fyri Danmark og sleppa undan at taka truplar og umráðandi avgerðir.
- Tjóðirnar báðar fara eisini at samstarva í framtíðini. Eisini tá ið Føroyar eru vorðnar sjálvbjargnar.
Sendingin er frá 22. september 2015.