Innibyrging í 70 ár

hogni-lit-5-of-8-2

Høgni Reistrup
Hví hava vit bara mist 33 fólk til Svøríkis seinastu 30 árini og 6.746 fólk til Danmarkar sama tíðarskeið?
Flytimynstrið millum Føroyar og londini kring okkum gevur okkum eina rættiliga greiða mynd av, hvussu føroyingar virka og hava virkað í heiminum undir donsku heimastýrisskipanini.

Kunnu vit hátíðarhalda altjóða útsýni ella avbyrging, nú 70 ár eru liðin síðani fólkaatkvøðuna um sjálvstøðu í 1946? Hetta er mest viðkomandi spurningurin at seta. Vit kunnu skjótt staðfesta, at okkara samfelag er ment við rúkandi ferð, men at brek eisini eru í skipanini. Mentanarliga eru vit knýtt óvanliga nær at bara einum øðrum landi, og búskaparliga er støðan tann sama.

Men veruliga vanlukkan er stóra fjøldin, sum er rýmd úr Føroyum til Danmarkar. Seinastu árini hava vit mist so nógv fólk til Danmarkar, at setur eru ikki á okkara flotta tjóðleikvølli, Tórsvølli, til allar føroyingarnar búsitandi í Danmark.

Vit hava góð hagtøl frá 1985 og fram um flytimynstrið millum Føroyar og onnur lond. Hetta eru góð 30 ár. Gongdin í fólkatalinum og mynstrið hjá fólki, tá ið tey flyta, vísir okkum, hvussu vit stjórna og hava stjórnað okkara egna fólki undir heimastýrisskipanini.

Hvat fáa vit burturúr?
Vit eru undir Danmark, tí vit fáa nakað burturúr tí. Soleiðis tekur afturhaldið til orða. Seinast tá ið ólavsøkurøða løgmans var til umrøðu í tinginum herfyri. Í løgtinginum, í talgildum og loftbornum miðlum. Allastaðni verður uppáhaldið endurtikið: Vit fáa so nógv afturfyri okkara ómyndugu støðu. Og so verður lagt aftrat, at vit byrgja okkum inni, tá ið vit verða sjálvstøðu tjóð.

Men tað er ein sannroynd, at bara seinastu 30 árini hevur henda skipanin flutt 6.746 fleiri fólk úr Føroyum til Danmarkar enn øvugt.

Kortini hoyra vit umaftur og umaftur hesar somu útsagnirnar. Vit hava tað betri undir verandi skipan, og tá ið vit eru vorðin fullveldi og hava tikið evsta valdið í egnum landi, kuta vit samstundis allar træðrir til útheimin.

Men latið okkum hyggja at tølunum heldur enn bara at hava eina meining. Meiningar kunnu øll hava. Og tær hava higartil verið hentar hjá afturhaldinum at dustað av hvørja ferð, vit føroyingar rætta ryggin og taka stig á leiðini at gera Føroyar til sjálvstøðuga tjóð.

Tá ið afturhaldið sigur, at vit ikki mugu missa ríkisborgararættindi, spyrji eg: Ber til at missa meira, enn vit gera undir verandi skipan? Hvat hava vit at missa?

Tað er sjálvsagt, at einki land soleiðis hissini letur øðrum landi pening á hvørjum ári uttan at fáa nakað afturfyri. Vit lata evstu løgfrøðiligu ábyrgdina frá okkum. Og so lata vit fólk. Nógv fólk.

Ongland, Írland og Holland
Flestu føroyingar hava ein óvanliga sterkan norðurlendskan samleika, sum tú ikki finnur aðrastaðni í Norðurlondum. Hann er kanska veikast í Danmark. Tí er tað ikki so løgið, at rættiliga fá fólk flyta til eitt nú Onglands, Írlands og Hollands, hóast høvuðsstaðirnir í øllum hesum londum eru nærri Tórshavn enn Keypmannahavn. Seinastu 30 árini hevur netto fráflytingin til Onglands verið 81 fólk. Netto fráflytingin til Hollands hevur verið 1 fólk. Og so eru 6 fólk fleiri flutt til Føroya úr Írlandi enn øvugt.

Hóast høvuðsstaðirnir í hesum londum eru landafrøðiliga nærri okkum enn Keypmannahavn, er tað øgiliga týðiligt, at vit ikki lata okkum ávirka av hesum londum, leita okkum íblástur haðani ella flyta stórvegis til hesi lond.

Okkara norðurlendski samleiki er enn so sterkur, at vit ikki gáa stórvegis um, hvat tey takast við í London, Dublin og Amsterdam. Fyribils kunnu vit bara siga, at hetta er orsøkin, og at soleiðis er tað bara. Vit eru fram um alt norðurlendingar.

Ísland, Noregi og Svøríki
Vit búgva í Norðurlondum. Við hesi staðfesting kunnu vit kanska eisini koma fram til ta niðurstøðu, at so flyta føroyingar til hesi londini. Fjarstøðan úr Tórshavn til Reykjavíkar er 797 km og til Oslo 973 km, og tað er væl styttri enn teir 1.311 km til Keypmannahavnar. Nakað longri er til Stokkhólmar. Men føroyingar fylkjast kortini ikki í stórum tali í øllum okkara norðurlendsku grannalondum.

Seinastu 30 árini eru 97 fleiri fólk flutt til Íslands úr Føroyum enn øvugt. Hyggja vit til Noregs, eru 380 fleiri fólk flutt hagar enn til Føroya í sama tíðarskeiði. Og Svøríki er ikki eitt land, sum dregur munandi fleiri fólk til sín úr Føroyum enn øvugt. Netto fráflytingin hevur seinastu 30 árini verið 33 fólk.

Munurin upp til tey 6.746 fólkini, sum vit hava mist til Danmarkar, er ikki bara stórur. Hann er ógvisligur.

Við støði í hesi sannroynd kunnu vit staðfesta, at tað hvørki er landafrøðiliga fjarstøðan ella norðurlendski samleikin, sum ger av, hvar fólk flyta úr Føroyum og úr útlandinum til Føroya. Tað er heimastýrislógin, sum knýtir okkum so tætt at bara einum øðrum landi, at vit nærum tykjast ikki at leggja til merkis, at ein stórur og fjølbroyttur umheimur er har úti, sum vit ikki røkka út til og ikki sýna stóran áhuga. Trupulleikin er, at vit enn eru undir donsku skipanini og ikki hava latið framtíðina upp í okkara egnu dugnaligu hendur at stjórna.

Tá ið manntal var í 2011, bleiv spurt um, hvar fólk í Føroyum eiga børn uttan fyri landoddarnar. Svarið endurspeglaði ikki fjølbroytni, tí 7.425 áttu børn í Danmark. Og bara 702 áttu børn í øðrum norðurlondum enn Danmark – tilsamans.

Hetta styðjar bara undir tann veruleika, at vit festa eygu okkara á eittans land úti í stóru verð.

dk-fo

Tá ið politikarar úr afturhaldsveinginum tosa um at taka burtur sokallaðar marknaðarforðingar ímillum Føroyar og Danmark, so er tað bara eitt annað orð fyri at vilja greipa Føroyar og Danmark enn tættari saman. Men vilja vit veruliga tað? Hevur søgan prógvað, at tað er ein góð loysn? Vísir flytingin millum londini, at hetta er rætt at gera? Eg haldi, at vit skulu líta á okkum sjálv og savna okkum um okkara egnu viðurskifti heldur enn at nýta orkuna til at fáa alt møguligt í lag við bara eitt annað land. Eg veit, at nógv eru samd við mær í hesum.

Hvat er at byrgja seg inni?
Vit fara sanniliga ikki at byrgja okkum inni í sjálvstøðum Føroyum. Vit skulu samstarva nógv meira við heimin rundan um okkum. Avbyrging hevur kanska verið einasta vissa trygdin, vit hava havt undir heimastýrisskipanini. Tá ið vit hava skift donsku heimastýrisskipanina út, skal okkara lutur í altjóða samfelagnum ikki liggja eftir. Og eg eri sannførdur um, at búskaparligu meiðslini verða ikki verri í einum sjálvbjargnum og sjálvberandi Føroyum. Tey fara at koma, men verða ikki verri enn búskaparligu omanlopini, sum vit kenna alt ov væl undir heimastýrisskipanini.

At vit ikki eru sjálvstøðugt land, er høvuðsorsøkin til stóra flytingina til bara eitt annað land. Eg eri sannførdur um, at tá ið vit stíga út í heimin sum føroyingar við sjálvsábyrgd og størri krøvum til okkum sjálv, tá ið vit gera okkum púra greitt, at eingin annar eigur land okkara, og eingin annar skal hava ræði á okkum, tá nýta vit orkuna rætt, tá ráða vit okkara egnu lagnu, og tá standa vit okkum sum onnur fólk í góðum og ringum tíðum.

Tá skilja vit av sonnum, at framtíðin er ikki bara nakað, sum hendir har úti og ikki viðkemur okkum. Framtíðina kunnu vit sjálv evna til.

Vit nærkast málinum um sjálvstøðugar Føroyar. Ferðin móti málinum er hugtakandi og eisini rættiliga sermerkt, tí tað eru í roynd og veru ikki so nógv lond, sum hava hetta eftir at avrika, nú vit eru komin væl inn í ein og tjúgundu øld.

Lat meg at enda siga, at eg eri fullveldismaður og harumframt hálvur dani. Henda stutta greinin hevur á ongan hátt til endamáls at vekja eina vreiði yvir fyri dønum. Men hon vísir á, at vit missa meira enn vit fáa undir heimastýrisskipanini.

Nettoflytingin seinastu 30 árini millum Føroyar og:
Danmark: -6.746 fólk
Noregi: -380 fólk
Ísland: -97 fólk
Ongland: -81 fólk
Svøríki: -33 fólk
Holland: -1 fólk
Írland: +6 fólk

 

 

Íslendska fyrimyndin

ísland fótbóltur
Grein prentað í Sosialinum juni 2016

Løtan á trappuni í Vágsbotni í góðveðrinum týskvøldið, tá ið íslendska landsliðið í fótbólti megnaði javnleik ímóti Portugal, var serlig. Einir 500 føroyingar og nógvir útlendingar eisini stóðu saman um Ísland og fagnaðu stórliga bæði málinum og endaliga úrslitinum. Eg ivist onga løtu í, at onnur hava gjørt tað sama heima í stovunum.

Tað er í sjálvum sær eitt satt bragd, at íslendingar eru við í EM-endaspæli á fyrsta sinni nakrantíð. Og javnleikurin í Saint-Étienne ímóti einum á pappírinum nógv betri liði vísir greitt, at Ísland megnar tað ógjørliga, og at liðið ætlar sær meira enn bara at vera við.

Hvussu leikur fer komandi vikurnar í Fraklandi, fáa vit at síggja. Men vit kunnu longu nú staðfesta, at íslendsku garparnir í fyrsta dystinum vardu væl og høvdu ein framúr stríðsvilja.

Og eg kann ikki annað enn hugsa, at hetta er ein einastandandi fyrimynd at hava. Tí hugburðurin er serstakur – bæði í undankappingini, sum tryggjaði Íslandi plássið í endaspælinum og órædda spælið ímóti Portugal. Á vøllinum díkja teir á og smæðast ikki burtur.

Tað sama kann verða sagt um landið uttan fyri leikvøllin.

Tá ið íslendingar tóku ræði á egnum viðurskiftum í 1944, var Ísland fátækasta landið í Evropa. Men fólkið vildi evna til framtíðina á egnari grund, og soleiðis bleiv tað. Tað er als ikki vist, at íslendingar høvdu verið ríkari, atkvøddu teir ímóti sjálvstøðu. Forseti Íslands seinastu tjúgu árini, Ólafur Ragnar Grímsson, hevur sjálvur sagt, at øll skapandi megi hevði avgerandi týdning fyri sjálvstøðu Íslands. Hon er góð at hava – eisini tá ið fíggjarligar mótbrekkur koma. Og í 2008 skolaði ógvislig kreppa inn yvir landið. Svára kreppan fekk íslendingar at hugsa nýtt og at berjast. Ferðavinnan er vaksin við rúkandi ferð – kanska ov skjótt – men hon er vorðin eitt nýtt bein hjá íslendingum at standa á. Á so nógvum mótum hava íslendingar grundleggjandi álit á egnum mátti og megi. Teir koma uppundan aftur.

Kreppa
Nógvir føroyingar hugsa áleið soleiðis, tá ið teir eru í Íslandi: “Hetta áttu vit at gjørt í Føroyum, hví hava vit ikki hetta í Føroyum? Hetta mugu vit hava í Føroyum!”. Løgið onkursvegna, tí ert tú í øðrum londum, kennist íblásturin ikki so beinleiðis. Kanska er tað bara tí, vit líkast so mikið nógv, hóast londini eisini eru ymisk.

Íblásturin kann vera so nógvur; smáir handlar í miðbýnum, árliga aðalorðaskiftið um dagstovnaøkið í Altinginum og frískar rávørur úr egnum umhvørvi hugsaðar á nýggjan hátt.

Men so var tað kreppan í Íslandi, sum grammleikin í bankavinnuni slóðaði fyri – var tað góður íblástur? Nei, tað haldi eg ikki. Kortini vístu sjónvarpssendingarnar um skrædlið í Eik týðiliga, at tað ikki var íslendska ávirkanin á føroyska bankakervið, sum koppaði gamla Eik, men snildir danskarar.

Jú, kreppan rakti meinari í Íslandi enn í so nógvum øðrum londum. Men íslendingar komu skjótt fyri seg aftur. Á sama hátt sum týskvøldið, tá ið 28 ára gamli Birkir Bjarnason svaraði aftur, eftir at Portugal hevði lagt seg á odda í fótbóltsdystinum. Og soleiðis dragast tey í Portugal og øðrum londum sunnanfyri enn við høgt arbeiðsloysi, ovurstóra uttanlandsskuld og undirskot á fíggjarlógini. Eingin beinleiðis samanhangur við fótbóltin, men tað svitast ikki, at smá lond eru fimari og eru skjótari at reisa seg aftur eftir eitthvørt hóttafall. Í so máta er ein ávísur samanhangur.

Fyrimyndin
Vit reistu okkum eisini aftur eftir kreppuna í nítiárunum og aftur nú fyri nøkrum árum síðani. Men kortini er ein stórur munur. Eg havi hug at vísa til tvær myndir, sum sýna, hvussu ymiskt seinasta kreppan ávirkaði fólkatalið í ávikavist Íslandi og Føroyum.

Lat tað beinanvegin verða sagt, at kreppan í Íslandi í 2008 leyp munandi størri skelk á landið og var nógva ferðir verri enn alheims fíggjarkreppan, sum eisini rakti í Føroyum um sama mundi.

Kortini sæst ein greiður munur landanna millum. Í 2010 var ein pikkalítil afturgongd í fólkatalinum í Íslandi. Og tað var tað. Tað vóru serliga polakkar og onnur, sum fluttu aftur til heimlandið eftir arbeiðsørindi í Íslandi. Sjálvandi fluttu íslendingar eisini av landinum. Men bera vit so støðuna saman við hana í Føroyum, so sæst, at fólkatalið minkaði í Føroyum fýra ár á rað. Og tað er av sonnum undrunarvert.

Tá ið arbeiðsloysið var upp á tað mesta í Føroyum um ársskiftið 2010/2011, leitaðu góð sjey prosent eftir arbeiði. Í Íslandi var arbeiðsloysið javnt oman fyri sjey prosent í nærum trý samfull ár.

Kreppan í Føroyum var ikki ógvislig, men bilasølan minkaði, og tað gjørdi eftirspurningurin eftir handverkarum og arbeiðsmegi annars eisini. Í Íslandi steðgaði alt upp. Handverkararnir sleptu amboðunum frá degi til dags, og tey fluttu í 2010 fleiri bilar av landinum enn til landið. Og her er altso talan um land, sum ikki framleiðir so mikið sum ein bil. Tað sigur ikki lítið um kreppuna har.

Hví hesin munurin er so sjónligur, ja, tann spurningurin er ikki einfaldur at svara. Men vit kunnu læra av íslendska vinnaralyndinum, sum vit eisini sóu á leikvøllinum í Saint-Étienne týskvøldið. Og so er Ísland annars eitt sjálvstøðugt land. Tað lívgar sjálvsálitið. Enn eru vit ikki komin í fasta legu sum tjóð. Men tá ið hetta skjótt hendir, fer tað at troka burtur afturhaldið og stimbra nógva skapandi megi. Tað eri eg sannførdur um. Heldur enn at flyta í onnur lond eftir møguleikum, verða fólk boðin til Føroya at taka lut. Í roynd og veru einastandandi spennandi at búgva í einum landi, sum enn hevur hetta eftir at avrika, nú vit eru komin væl inn í ein og tjúgundu øld.

20160719_M1

Broytingar í fólkatalinum í Føroyum

 

Population_Iceland 04-14

Broytingar í fólkatalinum í Íslandi

Vit verða 50.000 fólk
í greinini Føroyskt sjálvstøði frá 1927 endurgevur Jørgen Frantz Jacobsen ein íslending, sum hann hevur tosað við. „Tit eru í Føroyum 25.000 menniskju, sum búgva púra avbyrgd, sjógvurin setir mark um tykkum. Hevði tað ikki givið fólkinum eina ómetaliga ábyrgdarkenslu og stimbrað í stórum til at gera eitt megnartak framá, um tað visti, at tað skuldi vera sjálvbjargið?” Tað er hesa hugsan, vit skulu mýkja inn í okkara tilvitan. Jørgen Frantz Jacobsen visti, at sjálvbjargni førir við sær framburð og menning, og at sjálvbjargni birtir hugin hjá fólki at hugsa sjálv. Vantandi sjálvstøða ber hinvegin við sær, at fólksins ábyrgdarkensla viknar.

Nú eru so nærum 90 ár liðin. Og komandi ár verða vit á fyrsta sinni 50.000 fólk í Føroyum. Høvdu vit fylgt ráðunum hjá íslendinginum longu tá, høvdu vit verið meira enn tvífalt so nógv í tali í dag. Fólkatalið í Íslandi er sama tíðarskeið trífaldað. Latið okkum nú siga sum íslendingurin, at framtíðin ikki bara er nakað, sum hendir har úti og ikki viðkemur okkum, men at framtíðina kunnu vit sjálv evna til.

Í Føroyum skulu vit leggja okkum eina við, at ein nýggj tíð tekur til at koma. Vit mugu siga við fólk, hvørji vit eru. Tað er hetta, sum trýstir okkum fram, og tað er hetta, sum ger Føroyar dragandi og fær framsíggin og opin fólk at velja Føroyar.

Áfram
Vit skulu víðari á sama hátt, sum íslendingar á fótbóltsvøllinum týskvøldið. Teir kastaðu ikki frá sær, men komu aftur inn í dystin. Ein spennandi tíð stendur okkum fyri framman. Vit kunnu skapa eina sjáldsama løtu, sum sjáldan kemur fyri í søguni. Eina løtu, tá ið vit traðka úr tí gamla og inn í tað nýggja. Tá ið eitt tíðarskeið endar og eitt nýtt byrjar.

Í viðførinum við á hesi ferðini eigur Ísland at vera fyrimynd okkara – sum fótbóltslandslið teirra var tað í Fraklandi týskvøldið.

Høgni Reistrup

Framtíðin er okkara

Høgni til postkortLøgtingsvalið stendur fyri framman, og nógv bjóða seg fram at umboða veljaran komandi árini. Tað geri eg eisini. Hjarta mítt brennur fyri Føroyum, og føroyskur framburður er í mínum tonkum, hvar eg enn eri. Fyri at geva veljaranum innlit í mínar politisku ætlanir og hugsjónir, gevi eg mikudagin 12. august út bókina Framtíðin er okkara.

Eg eri vísur í, at vit eru nóg dugnalig og hava menniskjaliga tilfeingið at bjóða børnum okkara eina enn betri framtíð – eina framtíð í einum sjálvstøðugum landi.

Viljin at byggja upp landið við egnum mátti er ein grundleggjandi drívmegi. Saman við stórum tøkniligum framstigum heima og uttanlands vísir vilji okkara, at einki er til hindurs fyri, at vit evna til lív okkara í einum frælsum landi.

Framtíðin er okkara er ein politisk yvirlýsing og eitt íkast til politiska orðaskiftið í landi okkara. Í bókini lýsi eg mína politisku áskoðan, míni politisku ynski og vegin til einar sjálvberandi Føroyar.

Eg vísi samstundis á, at einstaklingurin skal hava fríar ræsur, tí tá gera vit Føroyar enn meira spennandi og eggja øllum til at seta ígongd og skapa.

Og eg vísi á, at vinnufrælsi gevur fólki dirvi at seta nýggj hugskot í verk, gevur fólki áræði at halda fram hóast fíggjarligar mótbrekkur og gevur fólki íblástur til at hugsa sjálv og toyggja tað, tey halda vera gjørligt.

Eg havi skrivað bókina, tí eg ynski, at veljarin 1. september trygt kann seta krossin við meg á einum upplýstum grundarlagi.

Sprotin gevur út, og á sprotin.fo fæst eisini meira at vita um bókina. Meira kunning kemur seinni.