Triðja leiðin – samstarv í frælsum felagsskapi

Framsokn_Folkatin2019_Hogni

Høgni Sigrunarson Reistrup

At Føroyar gerast sjálvstøðugar, er neyðugt. Men heldur enn at sita bundin í gomlu hugsanini, at bara tvær leiðir eru í føroyskum politikki, finst ein ítøkilig loysn, sum savnar okkum og lyftir okkum burtur úr naggatódnini.   

Vel triðju leiðina í føroyskum politikki. Tí tað er ikki rætt, at alt fer av leið uttan Danmark, og tað passar ikki, at einki ber til við Danmark. Hetta gruggar og skuggar fyri eini ordiligari loysn fyri Føroyar.

Nú mugu vit víðari. Tað ber væl til at finna eina tíðarhóskandi loysn, har vit framhaldandi hava tað gott, men har land okkara hevur somu formligu rættindi, sum onnur hava.

Føroyar klára seg ógvuliga væl, og tað gerst okkum greiðari dag um dag, at myndugleikin frítt at samstarva við onnur lond fer at koma.

Tekniskt og løgfrøðiliga ber væl til hjá Føroyum at taka sjálvstøðu og boða út til allar tjóðir, at vit eru sjálvstøðugt land. Vit eru eisini nóg rík at gera tað. Men vit kunnu eisini gerast sjálvstøðugt land og gera ein sáttmála við Danmark um somu leið. Tað er tann virðiliga loysnin.

Hetta er triðja leiðin í føroyskum politikki.

Mugu fylgja altjóða leikreglum
Vit mugu flyta okkum fram og mugu virka fríari bæði innanhýsis í Føroyum og serliga úti í heimi. Til hetta krevst, at vit eru ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind.

Verandi millumloysn – heimastýri – gevur okkum lutvísan sjálvsavgerðarrætt. Tí eru vit ongantíð vorðin eitt annað Hetland ella Suðuroyggjar, har mentanin er útruddað og drívmegin burtur. Tað hevur gingið upp og niður hjá okkum, men vit hava havt tað gott. Og gott fara vit framhaldandi at hava tað.

Men í løtuni eru leikreglurnar hjá okkum ikki tær somu sum hjá hinum. Grundreglan, sum lond virka eftir í heiminum í dag, er sjálvstøða. Í roynd og veru er tað einastandandi spennandi at búgva í einum landi, sum enn hevur hetta eftir at avrika.

Virðiligt samstarv avtalað í sáttmála
Tað ber væl til at hava eitt gott samstarv við Danmark í framtíðini. Ja, eitt opið og ikki minst fordómaleyst samstarv, ið byggir á sáttmála millum tveir javnar partar, har hvørgan partur er undir ella uppi yvir hinum.

Føroyingar hava fingið eina styrkta sjálvsvirðing í seinastuni. Bera vit okkum rætt at, kann hon vaksa enn meira komandi árini. Henda virðingin fyri okkum sjálvum krevur eina nýggja og ítøkiliga tilgongd til framtíðina.

Vanligu grundgevingarnar fyri og ímóti okkara verandi ríkisrættarligu støðu hava vit hoyrt upp í saman. Men fer hesin gamli orðaleikurin at tryggja, at Føroyar fáa sama myndugleika, sum onnur lond hava?

Eg er sannførdur um, at viljin at vilja eitt nýtt og reiðiligt samstarv við danir er stórur og undirtøkan so góð, at londini bæði kunnu gerast samd um ein sáttmála, har vit varðveita rættindi hvør hjá øðrum, og har Føroyar formliga gerast land sum onnur lond við teimum rættindum og skyldum, tað gevur. Nøkur týðandi viðurskifti fara eisini at verða galdandi, tá ið samstarvssáttmálin er undirskrivaður.

  • Vit fara framhaldandi at útbúgva ungdómin millum annað á lærustovnum í Danmark
  • Vit fara framhaldandi at rinda fyri allar sjúklingar, sum verða sendir á donsk sjúkrahús til viðgerðar. Seinastu árini hava vit goldið 150 milliónir krónur árliga, so okkara sjúku borgarar kunnu fáa læknaliga hjálp serliga á donskum sjúkrahúsum.
  • Vit fara framhaldandi at ferðast frítt í Norðurlondum, Evropa og víðari út í heim

Og so eru nøkur øki, har vit kunnu útveita nakrar uppgávur til onnur at loysa vegna Føroyar, men har vit hava ræðið og kunnu gera broytingar í viðurskiftunum. Mál, har vit kunnu útveita uppgávur, eru millum annað:

  • Trygdarpolitikkur
  • Verjumál
  • Gjaldoyramál

Munurin millum triðju leiðina og verandi heimastýrislóg er fram um alt, at heimastýrislógin er ein donsk lóg. Hon er ikki ein sáttmáli millum tveir partar. Bulurin í verandi skipan er ein lógarkarmur, har danir hava latið føroyingum nøkur rættindi. Hetta grundarlagið fer ongantíð at gera okkum til sjálvstøðuga tjóð.

Føroyar hava flutt seg
Nógv bond eru knýtt millum Føroyar og Danmark. Tað átti at ligið ljóst fyri at gagnnýtt tey góðu bondini, eisini tá ið vit hava rokkið sjálvstøðu. Londini fara framhaldandi at samstarva. Tí tað er sanniliga ein fyrimunur at samstarva við ein kendan og álítandi partnara, sum í mongum viðurskiftum – men lagt frá øllum – hevur somu áhugamál, sum vit.

Latið okkum lyfta okkum upp um afturvendandi orðadráttin, sum hevur klovið fólkið í tvey, og har viljin hjá mótstríðandi pørtunum hevur verið tann, at fólkið skal hava ta fatan, at gangandi er bara eftir tveimum politiskum gøtum – við ella uttan Danmark.

Nú fara vit víðari. Vit velja triðju leiðina, har ein samstarvssáttmáli millum Føroyar og Danmark liggur til grundar fyri framtíðini og statinum Føroyar.

Høgni Sigrunarson Reistrup
Framsókn

Samstarvsavtala við Danmark er triðja leiðin

reistrup006

Millum Einki Danmark og Alt Danmark finst ein triðja leið, og hon er vælgongd fyri allar partar.

Tey mongu og fjøltáttaðu bond, sum føroyingar og danir hava knýtt saman, er veruliga virðið á tí, vit hava í felag. Persónligu sambondini binda okkum saman, og tey ríka møguleikarnar hjá báðum pørtum.

Men líkasum føroyingar hava somu møguleikar sum danir í Danmark, og danir hava somu møguleikar sum føroyingar í Føroyum, skulu Føroyar sum land eisini hava somu møguleikar sum Danmark. Tað kunnu Føroyar fáa í einum nýggjum framkomnum samstarvi við Danmark, sum ruddar alt gamalt agg burtur og byggir á ein sáttmála millum tvey sjálvstøðug lond; ein sáttmáli, ið eisini gevur Føroyum ræði at samstarva frítt við onnur lond.

Einaferð fara Føroyar at gerast sjálvstøðugt land. Spurningurin er, nær løtan er røtt, hvat vit skulu hava ræði á komandi árini, og hvussu okkara samstørv við onnur lond skulu verða í framtíðini – eisini okkara samstarv við Danmark.

Hesin seinasti spurningurin eigur fremstu raðfestingina. Tí nýggja samstarvið við Danmark verður rættiliga avgerandi fyri, at vit koma burtur úr verandi ríkisrættarligu stillstøðu, sum eingin veruliga er nøgdur við.

Prátaði við ein framsøknan útiseta herfyri. Hann var heima í summarfrí og segði akkurát, sum var, at heimlongsulin er stórur: »Eg vil búgva í Føroyum, tað er heimið hjá mær, her vil eg gera mun.« Men samstundis segði hann, at hóast Føroyar draga, mugu vit sum tjóð hava eitt framtíðar samstarv við Danmark. Og tað er eingin andsøgn í hesum. Hinvegin er tað púra natúrligt, at tey bond, sum eru knýtt gjøgnum øll árini, eisini verða gagnnýtt, tá ið vit gerast sjálvstøðugt land.

Sjálvboðið samstarv

Tað er rættiliga eyðsýnt, at siðbundnu veingirnir í føroyska orðaskiftinum troytta fólk. Meira enn 100 ár við somu máliskunum um alt ella einki í mun til Danmark, troyttar okkum, tað troyttaði okkara foreldur og kanska eisini longu foreldur teirra. Vit mugu flyta okkum burtur frá gomlu togtoganini  um Bara Danmark ella Einki Danmark.

Tí millum hesa báðar skotgravirnar standa flest fólk og sakna eina veruliga loysn. Ikki bara orð og kenslur ella stirvið afturhald, men ein triðja veg, sum peikar fram og vísir leiðina.

Einki land ræður treytaleyst sær sjálvum í ein og tjúgundi øld. Tað ger Ísland ikki, Danmark heldur ikki, og tað fer Ongland heldur ikki, hóast teir fara at lima seg burtur úr ES. Tí hinumegin útlimanina bíða nýggjar avtalur, sum mugu gerast, og sum fara at ávirka sjálvræðið hjá bretum.

Men stóri munurin millum Ísland, Danmark, Ongland og flest onnur lond einumegin og Føroyar hinumegin er, at Føroyar enn bíða eftir formliga at gerast sjálvstøðugt land.

Loysnin er hvørki, at alt longu er, sum tað eigur at vera, ella at fáa vit ikki alt í einum, so ber einki til. Góðtaka vit, at omanfyrinevndu fatanirnar eru tær einastu, so fara vit komandi áratíggjuni at hoyra akkurát tað saman, sum vit longu hava hoyrt í alt ov nógv ár. Veruliga loysnin er at gera eina samstarvsavtalu við danir, men har fortreytin er, at vit ráða okkum sjálvum.

Frælsur felagsskapur fyri framman

Vit mugu ráða og hava evsta valdið í Føroyum. Tað merkir, at vit skulu hava ognarrættin til okkara egna land. Hvørt hetta verður gjørt innan fyri ella uttan fyri grundlógina, er ikki avgerandi. Tað, sum er avgerandi, og sum gerst alsamt meira viðkomandi fyri okkum, er, at vit fáa somu formligu rættindi sum hini og taka á okkum tær skyldur, sum onnur eisini hava. Vit kunnu ráða okkum sjálvum í samstarvi við Danmark meira ella minni.

Vit hava kjakast nóg leingi, og vit hava hoyrt somu endurtøkur nóg ofta. Tær hoyra fortíðini til. Nú snýr tað seg um at fara ítøkiliga til verka og fáa orðað, hvussu vit skulu samstarva við Danmark. Samstarv um trygd, samstarv um peningapolitikk og útbúgving. Hetta kann gerast í einum frælsum felagsskapi millum Føroyar og Danmark, og har vit annars samstarva og gera avtalur við onnur lond, sum okkum lystir.

Tey, sum óttast, at okkara eyðkenni hvørva og samleikin kámast, hava einki at óttast. Og tey, sum stúra fyri, at vit byrgja okkum inni sum sjálvstøðugt land, fara at síggja, at júst tað øvugta fer at henda. Vit fara at lata upp, vit gerast tilvitað um okkara egna leiklut altjóða, og vit fara at ernast sum fólk.

Tann sjálvsvirðingin, sum vit hava fingið seinastu árini, fer bara at vaksa uppaftur meira.

Nú er tann stundin komin til sjálvboðið samstarv

Men fer danski staturin bara soleiðis at góðtaka, at eitt nýtt samstarv verður millum londini? Tímir Danmark at fáast við okkum, tá ið vit ikki eru undir danska ríkinum, men við liðina á teimum?

Stutta svarið er “ja”.  Danmark sær stórar framtíðar møguleikar í Føroyum og Grønlandi. Sjálvandi vil Danmark fram um alt, at verandi støða heldur fram. Men flestu danskir politikarar og embætisfólk á ovastu rókum síggja nú, at danska ríkið fer ikki at halda í allar ævir. Viljin til sjálvstøðu er rætt og slætt ov stórur og áhaldandi – nú eisini í Grønlandi, sum er 98 prosent av økinum í danska ríkinum.

Trongdin hjá okkum og grønlendingum at eiga egið land fer komandi árini at broyta donsku tilgongdina til sjálvstýrandi økini Føroyar og Grønland.

Hetta kemur livandi til sjóndar í nýggju bókini hjá Martin Breum um grønlendsku dreymarnar um sjálvstøðu. Enn er talan mest um dreymar. Men tað er vert at varnast, at kendi tíðindamaðurin í bókini hevur samrøðu við Mette Frederiksen, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum, sum er liðilig og bæði skilir og góðtekur, at ríkisrættarligu karmarnir hjá Grønlandi og Føroyum kunnu broytast – ikki í morgin, men í komandi tíðum. Hetta er stak áhugavert at hoyra, og hesin boðskapurin er púra nýggjur millum leiðandi danskar politikarar. Eisini ein av fremstu embætismonnunum í Danmark, Peter Taksøe-Jensen, sum skrivaði frágreiðing við viðmælum um framtíðar trygdar- og uttanríkispolitikk hjá dønum, sær í havsbrúnni eina framtíð, har londini eru sjálvstøðu, men samstarva.

Og sjálvandi skulu Føroyar samstarva við Danmark. Ein framtíðar samstarvssáttmáli millum londini bæði nærkast, og tað er nú, vit skulu búgva okkum til henda sáttmálan og nýggja veruleikan.

Tí havi eg boðið Martin Breum til Føroya at greiða frá øllum tí, hann hevur í viðførinum eftir at hava ferðast og arbeitt nógv saman við fólki, sum fara at ávirka støðu Føroya í heiminum í framtíðini.

Martin Breum verður at hoyra í Auluni í Finsen mánakvøldið 27. august kl.19.

Vit mugu virða okkum sjálv, tí bara soleiðis kunnu vit virða onnur. Latið okkum við opnum sinni fyrireika okkum til nýggju støðuna, har Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja við tí. Men har Føroyar eisini samstarva við Danmark, tí tað sanniliga eisini hevur sínar fyrimunir at samstarva við ein kendan og álítandi partnara, sum í mongum viðurskiftum, men langt frá øllum, hevur somu mál, sum vit.

Ein samstarvsavtala millum tvey sjálvstøðug lond – millum Føroyar og Danmark – fer at greiða fløkjurnar landanna millum og fer at rudda nógvar misskiljingar burtur og fer fram um alt at savna okkum sum fólk.

Tað eru persónligu sambondini millum føroyingar og danir, sum er veruliga virði á tí, vit hava í felag. Tað er ikki tað, at Danmark eigur Føroyar, sum gevur føroyingum og dønum eitt virði í gerandisdegnum. Í framtíðini skulu londini samstarva í einum frælsum felagsskapi, og nógvu persónligu sambondini millum føroyingar og danir fara at halda fram.

Høgni Sigrunarson Reistrup

Ferðafólkini eru okkum góð

Størsta avbjóðingin við ferðafólkum í Føroyum er ikki, at tey gerast fleiri. Avbjóðingin er at síggja ferðavinnuna sum ein nýggjan møguleika heldur enn ein trupulleika.

“Nei, nú eru ov nógv ferðafólk í Føroyum”.

Tú ert ikki tann einasti, sum hevur hoyrt hesa útsøgnina í seinastuni. Hetta er vorðið rættiliga vanligt at hoyra, og nú fyrsti várdagur hevur verið, og ferðafólkini nakað eftir hetta fara at leita hendavegin, er neyðugt, at vit beinanvegin fáa hugburðin at venda rætt – hugburðin til gestirnar, sum vilja uppliva okkara vøkru náttúru og sereyðkenni.

Tí sum útsøgnin omanfyri ber boð um, er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at vit bjóða ferðafólkum at vera vælkomin til Føroya.

Umframt at vilja vera við, at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, eru summi eisini farin at seta spurning við, hvørt vit í heila tikið skulu hava fleiri ferðafólk higar.

Arbeiðspláss og støðugari búskapur
Til uppáhaldið um at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, er tað at siga, at vit á ongan hátt eru nær hámarkinum fyri, hvussu nógv fólk landið er ført fyri at bera. Og lat ongan iva vera um, at tað er rætt at bjóða Føroyar fram fyri ferðafólkum. Góðu árinini eru nógv.

1) Vinnan skapar nógv nýggj størv – serliga til yngri fólk, sum eru púra avgerandi at varðveita í landinum

2) Ferðavinnan kann gera búskapin støðugari og taka broddin av sveiggjunum

3) Landið og vinnurekandi fáa fleiri inntøkur

Nýggjar vinnur koma ikki á hvørjum degi. Tað kunnu ganga nógv ár, áratíggju og meira enn tað ímillum stóru møguleikarnar. Og nú er tað nógv, sum bendir á, at aftaná nógv miðvíst arbeiði nærkast ein slíkur møguleiki Føroyum.

Rakstrarstuðul úr Danmark ella nýggjar vinnur
Leingi hava vit tosað um nýggjar vinnur. Vinnur, sum kunnu koma aftrat laksinum, makrelinum og toskinum. Nógv vónaðu, at oljuvinnan eftir fáum árum fór at gerast eitt nýtt bein hjá búskapinum, og KT-vinnuna hava vit eisini tosað nógv um. Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa hesar vinnur at blíva høvuðsvinnur í Føroyum.

Tað krevur nógv at fáa nýggjar høvuðsvinnur, men tað kann ferðavinnan blíva. Vit hava eina serstaka og kappingarføra vøru at bjóða.

Í 80-árunum og eisini áðrenn tað vendu eldsálir eyguni móti ferðavinnuni, tí hon kundi fjøltátta inntøkugrundarlag landsins, ja, og spjaða váðan í einum samfelag, sum fram um alt hevur drigið fruminntøkurnar úr sjónum umframt at fingið rakstrarstuðul úr Danmark. Tað er einki at taka seg aftur í, at ferðavinnan hevði verið góð at havt, tá ið svára kreppan rendi okkum út av tromini og rak túsundtals fólk av landinum. Men tá var ikki ordiliga nøkur verulig ferðavinna.

Fíggjarlig bakkøst fara eisini at koma í framtíðini, men fáa vit fleiri vinnur at veita sítt týðandi íkast til búskapin, hava vit meira at standa ímóti við, tá ið illa veit við búskaparliga. Vit mugu minnast til, at tá ið alingin hevur lakari ár, ella uppsjóvarskipini ikki landa somu nøgdir sum nú, tá er tað sera umráðandi, at vit fáa aðrar vinnur at skapa vøkstur og arbeiðspláss.

Vit eru eisini framvegis í tí støðu, at vit fáa danska peningahjálp til at fíggja alment virksemi fyri áleið eina milliard krónur um árið í okkara samfelag. Tað eigur at liggja ljóst fyri, at vit sjálv finna alla fíggingina til tað, sum vit vilja bjóða í Føroyum. At vit slóða fyri nýggjum vinnum, sum kunnu kasta av sær skattir, ið kunnu koma ístaðin fyri donsku peningahjálpina.

Vit eiga at kýta okkum at fáa sum mest burturúr. Vit eiga at síggja spennandi inntøkur, eina kærkomna nýggja vinnu og mentanarligt fjølbroytni heldur enn óynskta ávirkan uttanífrá.

Pengar koma ikki av sær sjálvum
Vit eru ald upp í eini skipan, har vit hava tað ov gott. Tað merkir millum annað, at vit ikki leypa avstað, tá ið nýtt virksemi og nýggjar inntøkur eru at hóma fyri framman. Tað verður kravt ov lítið av okkum, og tí loysir tað seg ofta betur bara at hyggja at og finnast at. Hetta er eitt tekin um eina vaksandi krevjaramentan. Og tað er henda mentanin, sum fær nógv at hugsa, at nú eru ov nógv ferðafólk í Føroyum.

Tað er sjáldsamt at vita sær, at hugburðurin um ov nógv ferðafólk í Føroyum skal vaksa fram, sjálvt um ferðavinnan ikki veruliga hevur fingið fótin fyri seg enn sum ein sterk vinna. Sum myndin vísir, gerast útlendsku innskrivingarnar á gistingarhúsum fleiri í tali, men vøksturin er ikki ovurstórur.

Høgni Reistrup_Ferðavinna

Tíðindaflutningurin hevur eisini lagt stóran dent á ferðafólkini í Íslandi. Í fyrsta lagi eru søgurnar neiligar. Eingin søga um, hvussu ferðavinnan hevur fingið tjóðina á føtur aftur eftir kreppuna skjótari enn nakað annað land. Eingin søga um, at ferðafólkini skapa eina rúgvu av arbeiðsplássum. Eingin søga um, at vinnurekandi fegnast, tí nú ber nógv meira tænastuvirksemi seg enn nakrantíð áður. Eftir stendur, at í Føroyum halda vit, at í Íslandi er ferðavinnan miseydnað.

Og so darrar henda samanberingin eisini onkustaðni – at ferðavinnan í Føroyum er farin at líkjast henni í Íslandi.

Í øðrum lagi eru – um ikki allir – so sera nógvir íslendingar fegnir um ferðavinnuna. Og tað eru teir, hóast henda vinnan er øgiliga nógva ferðir størri enn ferðavinnan hjá okkum.

Her er fram um alt ein stórur hugburður á muni. Íslendingar vilja og skulu sjálvir. Hjá íslendingum er ferðavinnan ein møguleiki, sum teir hava tikið til sín. Latið okkum eisini gera ferðavinnuna til ein nýggjan møguleika. Tað er nú soleiðis, at onkrum skulu vit liva av. Pengar koma ikki av sær sjálvum. Tí kemur ferðavinnan okkum væl við.

Vit kunnu øll gera okkara til, at ferðavinnan verður góð fyri Føroyar, og at hesin nýggi vinnumøguleikin gerst livibreyð hjá nógvum. Miðlarnir kunnu eisini gera sítt. Eg kundi hugsað mær at hoyrt søgurnar um tey, sum eru í vinnuni og sum royna at liva av henni. Hvat halda tey um, at so stórur dentur verður lagdur á, at fótonglar skulu leggjast fyri lívsgrundarlagi teirra?

Burðardygg leið
Sjálvandi skal ferðavinnan vaksa burðardygt. Tað er umráðandi. Úti í Mykinesi vitja nógv fleiri nú enn fyri bara fáum árum síðani. Summarmánaðirnar frá mai til august hava í miðal verið beint oman fyri 170 fólk í oynni um dagin. Í juli mánaði, tá ið vitjanirnar eru flestar í tali, eru eini 260 fólk í Mykinesi um dagin. Har og aðrastaðni kunnu viðurskiftini skipast. Men tað er kortini ikki ókent, at eitt sindur av fólki er í Mykines bygd í senn. Nærum 200 fólk búðu í bygdini fyri øld síðani. Nú búgva 17.

Tað, at vit menna ferðavinnuna úti um landið, hevur nógv at siga. Og at kommunurnar nú kunnu fáa pengar at bøta um viðurskiftini, er eitt gott stig. Samfelagsliga er tað neyðugt, at vit hava umsorgan fyri náttúru og fuglalívi og samstundis menna tilboðini til ferðafólkini.

Vinnupolitiskt er avgerandi neyðugt, at vit geva hvørjum einstøkum persóni møguleika at vinna sær pening burtur úr ferðavinnuni, og tí er eisini neyðugt, at vit halda okkum burtur frá at seta forðingar upp, áðrenn vinnan veruliga hevur lyft seg uppfrá.

Størsta avbjóðingin við ferðafólkum í Føroyum er tí ikki, at tey gerast fleiri. Avbjóðingin er at síggja tey sum ein spennandi møguleika heldur enn ein trupulleika. Øll eiga at leggja seg eina við, at ferðavinnan kann gerast okkum ein dygg inntøka. Fyrsta fortreytin fyri, at hetta kann gerast veruleiki, er, at vit hava rætta hugburðin. Tá fáa vit fullan ágóða av øllum tí, sum ferðavinnan hevur at bjóða.

Latið okkum standa saman um ferðavinnuna og við røttum ryggi bjóða ferðafólkum vælkomnum. So tey kenna seg væl, og so tú gevur ferðafólkum jaligar upplivingar í Føroyum – á sama hátt, sum tínar upplivingar vónandi eru góðar, tá ið tú ferðast í onnur lond.

Høgni Reistrup

 

Stjórnarskipan Føroya er fremsta málið í 2018

Mynd: Tróndur Dalsgarð

Hann, ið alist við øsku inni,
lítið í leikum dugir!

Í Brestiskvæðinum ivast brøðurnir Brestir og Beinir í evnunum hjá dreingjunum Sigmundi og Tóri at fara út í Lítlu Dímun, ganga í brattlendinum og upp á oynna. Dreingirnir fáa at vita, at teir ikki sleppa við. Men teir vilja við, og endin er, at teir fara við. Hetta líknilsi um at standa við sítt, og at vit styrkjast og menna okkum, tá ið vit hava frælsi at royna, læra flestøll børn í barnaskúlanum.

Hetta kvøða børnini um, hóast móðurmálið einaferð varð hildið burtur úr skúlastovuni.

Og komin heim úr skúla herfyri segði ein genta við pápan: “Babba veitst tú av, at fyrr flaggaðu vit bara við donskum fløggum í Føroyum?”. Og pápin svaraði: “Ja, løgið, ha?”.

Í nýggja árinum 2018 fara vit aftur um eitt vegamót, nú vit skulu taka støðu til Stjórnarskipan Føroya, sum – verður hon samtykt – er eitt týðandi stig fyri Føroyar. Fólkið sleppur framat at staðfesta, at Føroyar verða stjórnaðar úr Føroyum. Hetta eigur at sameina okkum og fáa okkum at ernast sum tjóð.

Tað ber til

Í nógv ár vóru boðini, at henda lóg bar ikki til. Men nú frættist, at Stjórnarskipan Føroya fer at bera til. Á sama hátt sum flaggið, sum ikki bar til, men nú er okkum kært og sjálvsagt. Og sum okkara vakra móðurmál, sum skuldi eitast ikki at bera til, men sum vit nú tosa og skriva bæði heima og úti. Vit hildu á, og vit fingu okkara rætt.

Alt broytist, og søgan hevur prógvað, at føroyingar og okkara rættindi hava verið røttu megin søgunnar gongd.

Tað er undranarvert at vita sær, at stutt síðan varð hvørki flagg ella mál viðurkent, og at vit í egnum landi tvíhildu um annað enn okkara egna. Nú er Stjórnarskipan Føroya fyri.

Og flyta vit okkum 25 ár ella meira fram í tíðina, verður hugsanin hin sama. Ber tað veruliga til, at vit einaferð hava bygt okkara virði á aðra stjórnarskipan enn okkara egnu? Tá fara vit at siga, sum pápin segði við dóttrina um flaggið: “Ja, løgið, ha?”.

Aldri fæst ein betri dagur
Nú várligari politiskir vindar blæsa úr Keypmannahavn, skulu vit herða hugin at fáa hesa lóg, sum vit skulu byggja land og aðra lóg á, samtykta. Tí fremst í donskum politikki situr forsætisráðharri, sum er okkum góður í arbeiðinum fram ímóti føroyskari stjórnarskipan. Vit føroyingar fáa kanska ongantíð aftur eina lagaligari løtu at samtykkja hesa lóg. Tí við teimum bondum, sum verandi danski forsætisráðharri hevur til Føroya, skilir hann og vil hann føroyingum tað besta, hóast ovasti politiski leiðarin í einum ríki sjálvandi eisini hevur skyldug – valdsins vegna – at halda fast um allar lutir í ríkinum.

Tað er greitt, at Stjórnarskipan Føroya gevur okkum eina fremri støðu. Hon loysir okkum ikki burtur frá Danmark, men hon staðfestir okkara tjóðrættindi.

Nógv vilja málinum um Stjórnarskipan Føroya væl. Tí vóni eg eisini, at politisku flokkarnir fara at vísa málinum uppiborna virðing og vælvild.

Virða okkum sjálv
Tað er lætt at vísa til alt tað, sum áður er hent á frambursleið, og sum mótstøða hevur verið ímóti. Men heldur enn at gera tað, skal her verða víst á, at Stjórnarskipanin er natúrlig menning og rekur við streyminum av málum, sum hava førkað og flutt okkum fram á so mongum økjum.

Eg haldi, fólk eru rættiliga samd um, at sjálvandi skulu vit hava stjórnarskipan. Fá siga seg á ongan hátt vilja hava stjórnarskipanina. Eisini hóast onkur hevur sagt, at stjórnarskipan er loysing. Tað er hon ikki. Men hon gevur okkum møguleikan at gerast sjálvstøðug tjóð, tað er greitt.

Stjórnarskipan Føroya merkir í stuttum, at vit góðtaka og virða okkum sjálv.

Okkara stjórnarskipan

Føroyingar hava síðani landnámið bygt land og við tíðini ment sjálvstøðuga mentan og tjóð. Hvørt ættarlið hevur lagt sítt aftrat. Tí er ikki líkamikið, hvussu vit røkja og fara um tað, ið okkum er litið til. Menn og kvinnur hava brotið slóð og ment egin sereyðkenni og ikki bara gingið í fótasporunum hjá øðrum. Í okkum hevur og er íborin vilji og styrki til støðugt at taka okkum fram.

Føroyar skulu umboða seg sjálvar úti í heimi, og við stjórnarskipanini gerst lættari at greiða frá okkara støðu. Tí stjórnarskipanin byggir á tað, sum er og verður livað, skrivað og samtykt her. Vit eyðmerkja felags virði, vit festa á blað egnan sjálvsavgerðarrætt og lata ikki onnur um tað.

Brøðurnir Brestir og Beinir kundu ikki forða dreingjunum í Brestiskvæðinum at koma til mans, at læra og royna. Teir vildu sjálvir. Stjórnarskipan Føroyar lyftir okkum upp og fær okkum at gerast tilvitaðari um egin staðfest rættindi og mennir okkum sum mentað fólk. Enn einaferð vilja vit sjálv.

Høgni Reistrup

Innibyrging í 70 ár

hogni-lit-5-of-8-2

Høgni Reistrup
Hví hava vit bara mist 33 fólk til Svøríkis seinastu 30 árini og 6.746 fólk til Danmarkar sama tíðarskeið?
Flytimynstrið millum Føroyar og londini kring okkum gevur okkum eina rættiliga greiða mynd av, hvussu føroyingar virka og hava virkað í heiminum undir donsku heimastýrisskipanini.

Kunnu vit hátíðarhalda altjóða útsýni ella avbyrging, nú 70 ár eru liðin síðani fólkaatkvøðuna um sjálvstøðu í 1946? Hetta er mest viðkomandi spurningurin at seta. Vit kunnu skjótt staðfesta, at okkara samfelag er ment við rúkandi ferð, men at brek eisini eru í skipanini. Mentanarliga eru vit knýtt óvanliga nær at bara einum øðrum landi, og búskaparliga er støðan tann sama.

Men veruliga vanlukkan er stóra fjøldin, sum er rýmd úr Føroyum til Danmarkar. Seinastu árini hava vit mist so nógv fólk til Danmarkar, at setur eru ikki á okkara flotta tjóðleikvølli, Tórsvølli, til allar føroyingarnar búsitandi í Danmark.

Vit hava góð hagtøl frá 1985 og fram um flytimynstrið millum Føroyar og onnur lond. Hetta eru góð 30 ár. Gongdin í fólkatalinum og mynstrið hjá fólki, tá ið tey flyta, vísir okkum, hvussu vit stjórna og hava stjórnað okkara egna fólki undir heimastýrisskipanini.

Hvat fáa vit burturúr?
Vit eru undir Danmark, tí vit fáa nakað burturúr tí. Soleiðis tekur afturhaldið til orða. Seinast tá ið ólavsøkurøða løgmans var til umrøðu í tinginum herfyri. Í løgtinginum, í talgildum og loftbornum miðlum. Allastaðni verður uppáhaldið endurtikið: Vit fáa so nógv afturfyri okkara ómyndugu støðu. Og so verður lagt aftrat, at vit byrgja okkum inni, tá ið vit verða sjálvstøðu tjóð.

Men tað er ein sannroynd, at bara seinastu 30 árini hevur henda skipanin flutt 6.746 fleiri fólk úr Føroyum til Danmarkar enn øvugt.

Kortini hoyra vit umaftur og umaftur hesar somu útsagnirnar. Vit hava tað betri undir verandi skipan, og tá ið vit eru vorðin fullveldi og hava tikið evsta valdið í egnum landi, kuta vit samstundis allar træðrir til útheimin.

Men latið okkum hyggja at tølunum heldur enn bara at hava eina meining. Meiningar kunnu øll hava. Og tær hava higartil verið hentar hjá afturhaldinum at dustað av hvørja ferð, vit føroyingar rætta ryggin og taka stig á leiðini at gera Føroyar til sjálvstøðuga tjóð.

Tá ið afturhaldið sigur, at vit ikki mugu missa ríkisborgararættindi, spyrji eg: Ber til at missa meira, enn vit gera undir verandi skipan? Hvat hava vit at missa?

Tað er sjálvsagt, at einki land soleiðis hissini letur øðrum landi pening á hvørjum ári uttan at fáa nakað afturfyri. Vit lata evstu løgfrøðiligu ábyrgdina frá okkum. Og so lata vit fólk. Nógv fólk.

Ongland, Írland og Holland
Flestu føroyingar hava ein óvanliga sterkan norðurlendskan samleika, sum tú ikki finnur aðrastaðni í Norðurlondum. Hann er kanska veikast í Danmark. Tí er tað ikki so løgið, at rættiliga fá fólk flyta til eitt nú Onglands, Írlands og Hollands, hóast høvuðsstaðirnir í øllum hesum londum eru nærri Tórshavn enn Keypmannahavn. Seinastu 30 árini hevur netto fráflytingin til Onglands verið 81 fólk. Netto fráflytingin til Hollands hevur verið 1 fólk. Og so eru 6 fólk fleiri flutt til Føroya úr Írlandi enn øvugt.

Hóast høvuðsstaðirnir í hesum londum eru landafrøðiliga nærri okkum enn Keypmannahavn, er tað øgiliga týðiligt, at vit ikki lata okkum ávirka av hesum londum, leita okkum íblástur haðani ella flyta stórvegis til hesi lond.

Okkara norðurlendski samleiki er enn so sterkur, at vit ikki gáa stórvegis um, hvat tey takast við í London, Dublin og Amsterdam. Fyribils kunnu vit bara siga, at hetta er orsøkin, og at soleiðis er tað bara. Vit eru fram um alt norðurlendingar.

Ísland, Noregi og Svøríki
Vit búgva í Norðurlondum. Við hesi staðfesting kunnu vit kanska eisini koma fram til ta niðurstøðu, at so flyta føroyingar til hesi londini. Fjarstøðan úr Tórshavn til Reykjavíkar er 797 km og til Oslo 973 km, og tað er væl styttri enn teir 1.311 km til Keypmannahavnar. Nakað longri er til Stokkhólmar. Men føroyingar fylkjast kortini ikki í stórum tali í øllum okkara norðurlendsku grannalondum.

Seinastu 30 árini eru 97 fleiri fólk flutt til Íslands úr Føroyum enn øvugt. Hyggja vit til Noregs, eru 380 fleiri fólk flutt hagar enn til Føroya í sama tíðarskeiði. Og Svøríki er ikki eitt land, sum dregur munandi fleiri fólk til sín úr Føroyum enn øvugt. Netto fráflytingin hevur seinastu 30 árini verið 33 fólk.

Munurin upp til tey 6.746 fólkini, sum vit hava mist til Danmarkar, er ikki bara stórur. Hann er ógvisligur.

Við støði í hesi sannroynd kunnu vit staðfesta, at tað hvørki er landafrøðiliga fjarstøðan ella norðurlendski samleikin, sum ger av, hvar fólk flyta úr Føroyum og úr útlandinum til Føroya. Tað er heimastýrislógin, sum knýtir okkum so tætt at bara einum øðrum landi, at vit nærum tykjast ikki at leggja til merkis, at ein stórur og fjølbroyttur umheimur er har úti, sum vit ikki røkka út til og ikki sýna stóran áhuga. Trupulleikin er, at vit enn eru undir donsku skipanini og ikki hava latið framtíðina upp í okkara egnu dugnaligu hendur at stjórna.

Tá ið manntal var í 2011, bleiv spurt um, hvar fólk í Føroyum eiga børn uttan fyri landoddarnar. Svarið endurspeglaði ikki fjølbroytni, tí 7.425 áttu børn í Danmark. Og bara 702 áttu børn í øðrum norðurlondum enn Danmark – tilsamans.

Hetta styðjar bara undir tann veruleika, at vit festa eygu okkara á eittans land úti í stóru verð.

dk-fo

Tá ið politikarar úr afturhaldsveinginum tosa um at taka burtur sokallaðar marknaðarforðingar ímillum Føroyar og Danmark, so er tað bara eitt annað orð fyri at vilja greipa Føroyar og Danmark enn tættari saman. Men vilja vit veruliga tað? Hevur søgan prógvað, at tað er ein góð loysn? Vísir flytingin millum londini, at hetta er rætt at gera? Eg haldi, at vit skulu líta á okkum sjálv og savna okkum um okkara egnu viðurskifti heldur enn at nýta orkuna til at fáa alt møguligt í lag við bara eitt annað land. Eg veit, at nógv eru samd við mær í hesum.

Hvat er at byrgja seg inni?
Vit fara sanniliga ikki at byrgja okkum inni í sjálvstøðum Føroyum. Vit skulu samstarva nógv meira við heimin rundan um okkum. Avbyrging hevur kanska verið einasta vissa trygdin, vit hava havt undir heimastýrisskipanini. Tá ið vit hava skift donsku heimastýrisskipanina út, skal okkara lutur í altjóða samfelagnum ikki liggja eftir. Og eg eri sannførdur um, at búskaparligu meiðslini verða ikki verri í einum sjálvbjargnum og sjálvberandi Føroyum. Tey fara at koma, men verða ikki verri enn búskaparligu omanlopini, sum vit kenna alt ov væl undir heimastýrisskipanini.

At vit ikki eru sjálvstøðugt land, er høvuðsorsøkin til stóra flytingina til bara eitt annað land. Eg eri sannførdur um, at tá ið vit stíga út í heimin sum føroyingar við sjálvsábyrgd og størri krøvum til okkum sjálv, tá ið vit gera okkum púra greitt, at eingin annar eigur land okkara, og eingin annar skal hava ræði á okkum, tá nýta vit orkuna rætt, tá ráða vit okkara egnu lagnu, og tá standa vit okkum sum onnur fólk í góðum og ringum tíðum.

Tá skilja vit av sonnum, at framtíðin er ikki bara nakað, sum hendir har úti og ikki viðkemur okkum. Framtíðina kunnu vit sjálv evna til.

Vit nærkast málinum um sjálvstøðugar Føroyar. Ferðin móti málinum er hugtakandi og eisini rættiliga sermerkt, tí tað eru í roynd og veru ikki so nógv lond, sum hava hetta eftir at avrika, nú vit eru komin væl inn í ein og tjúgundu øld.

Lat meg at enda siga, at eg eri fullveldismaður og harumframt hálvur dani. Henda stutta greinin hevur á ongan hátt til endamáls at vekja eina vreiði yvir fyri dønum. Men hon vísir á, at vit missa meira enn vit fáa undir heimastýrisskipanini.

Nettoflytingin seinastu 30 árini millum Føroyar og:
Danmark: -6.746 fólk
Noregi: -380 fólk
Ísland: -97 fólk
Ongland: -81 fólk
Svøríki: -33 fólk
Holland: -1 fólk
Írland: +6 fólk

 

 

Íslendska fyrimyndin

ísland fótbóltur
Grein prentað í Sosialinum juni 2016

Løtan á trappuni í Vágsbotni í góðveðrinum týskvøldið, tá ið íslendska landsliðið í fótbólti megnaði javnleik ímóti Portugal, var serlig. Einir 500 føroyingar og nógvir útlendingar eisini stóðu saman um Ísland og fagnaðu stórliga bæði málinum og endaliga úrslitinum. Eg ivist onga løtu í, at onnur hava gjørt tað sama heima í stovunum.

Tað er í sjálvum sær eitt satt bragd, at íslendingar eru við í EM-endaspæli á fyrsta sinni nakrantíð. Og javnleikurin í Saint-Étienne ímóti einum á pappírinum nógv betri liði vísir greitt, at Ísland megnar tað ógjørliga, og at liðið ætlar sær meira enn bara at vera við.

Hvussu leikur fer komandi vikurnar í Fraklandi, fáa vit at síggja. Men vit kunnu longu nú staðfesta, at íslendsku garparnir í fyrsta dystinum vardu væl og høvdu ein framúr stríðsvilja.

Og eg kann ikki annað enn hugsa, at hetta er ein einastandandi fyrimynd at hava. Tí hugburðurin er serstakur – bæði í undankappingini, sum tryggjaði Íslandi plássið í endaspælinum og órædda spælið ímóti Portugal. Á vøllinum díkja teir á og smæðast ikki burtur.

Tað sama kann verða sagt um landið uttan fyri leikvøllin.

Tá ið íslendingar tóku ræði á egnum viðurskiftum í 1944, var Ísland fátækasta landið í Evropa. Men fólkið vildi evna til framtíðina á egnari grund, og soleiðis bleiv tað. Tað er als ikki vist, at íslendingar høvdu verið ríkari, atkvøddu teir ímóti sjálvstøðu. Forseti Íslands seinastu tjúgu árini, Ólafur Ragnar Grímsson, hevur sjálvur sagt, at øll skapandi megi hevði avgerandi týdning fyri sjálvstøðu Íslands. Hon er góð at hava – eisini tá ið fíggjarligar mótbrekkur koma. Og í 2008 skolaði ógvislig kreppa inn yvir landið. Svára kreppan fekk íslendingar at hugsa nýtt og at berjast. Ferðavinnan er vaksin við rúkandi ferð – kanska ov skjótt – men hon er vorðin eitt nýtt bein hjá íslendingum at standa á. Á so nógvum mótum hava íslendingar grundleggjandi álit á egnum mátti og megi. Teir koma uppundan aftur.

Kreppa
Nógvir føroyingar hugsa áleið soleiðis, tá ið teir eru í Íslandi: “Hetta áttu vit at gjørt í Føroyum, hví hava vit ikki hetta í Føroyum? Hetta mugu vit hava í Føroyum!”. Løgið onkursvegna, tí ert tú í øðrum londum, kennist íblásturin ikki so beinleiðis. Kanska er tað bara tí, vit líkast so mikið nógv, hóast londini eisini eru ymisk.

Íblásturin kann vera so nógvur; smáir handlar í miðbýnum, árliga aðalorðaskiftið um dagstovnaøkið í Altinginum og frískar rávørur úr egnum umhvørvi hugsaðar á nýggjan hátt.

Men so var tað kreppan í Íslandi, sum grammleikin í bankavinnuni slóðaði fyri – var tað góður íblástur? Nei, tað haldi eg ikki. Kortini vístu sjónvarpssendingarnar um skrædlið í Eik týðiliga, at tað ikki var íslendska ávirkanin á føroyska bankakervið, sum koppaði gamla Eik, men snildir danskarar.

Jú, kreppan rakti meinari í Íslandi enn í so nógvum øðrum londum. Men íslendingar komu skjótt fyri seg aftur. Á sama hátt sum týskvøldið, tá ið 28 ára gamli Birkir Bjarnason svaraði aftur, eftir at Portugal hevði lagt seg á odda í fótbóltsdystinum. Og soleiðis dragast tey í Portugal og øðrum londum sunnanfyri enn við høgt arbeiðsloysi, ovurstóra uttanlandsskuld og undirskot á fíggjarlógini. Eingin beinleiðis samanhangur við fótbóltin, men tað svitast ikki, at smá lond eru fimari og eru skjótari at reisa seg aftur eftir eitthvørt hóttafall. Í so máta er ein ávísur samanhangur.

Fyrimyndin
Vit reistu okkum eisini aftur eftir kreppuna í nítiárunum og aftur nú fyri nøkrum árum síðani. Men kortini er ein stórur munur. Eg havi hug at vísa til tvær myndir, sum sýna, hvussu ymiskt seinasta kreppan ávirkaði fólkatalið í ávikavist Íslandi og Føroyum.

Lat tað beinanvegin verða sagt, at kreppan í Íslandi í 2008 leyp munandi størri skelk á landið og var nógva ferðir verri enn alheims fíggjarkreppan, sum eisini rakti í Føroyum um sama mundi.

Kortini sæst ein greiður munur landanna millum. Í 2010 var ein pikkalítil afturgongd í fólkatalinum í Íslandi. Og tað var tað. Tað vóru serliga polakkar og onnur, sum fluttu aftur til heimlandið eftir arbeiðsørindi í Íslandi. Sjálvandi fluttu íslendingar eisini av landinum. Men bera vit so støðuna saman við hana í Føroyum, so sæst, at fólkatalið minkaði í Føroyum fýra ár á rað. Og tað er av sonnum undrunarvert.

Tá ið arbeiðsloysið var upp á tað mesta í Føroyum um ársskiftið 2010/2011, leitaðu góð sjey prosent eftir arbeiði. Í Íslandi var arbeiðsloysið javnt oman fyri sjey prosent í nærum trý samfull ár.

Kreppan í Føroyum var ikki ógvislig, men bilasølan minkaði, og tað gjørdi eftirspurningurin eftir handverkarum og arbeiðsmegi annars eisini. Í Íslandi steðgaði alt upp. Handverkararnir sleptu amboðunum frá degi til dags, og tey fluttu í 2010 fleiri bilar av landinum enn til landið. Og her er altso talan um land, sum ikki framleiðir so mikið sum ein bil. Tað sigur ikki lítið um kreppuna har.

Hví hesin munurin er so sjónligur, ja, tann spurningurin er ikki einfaldur at svara. Men vit kunnu læra av íslendska vinnaralyndinum, sum vit eisini sóu á leikvøllinum í Saint-Étienne týskvøldið. Og so er Ísland annars eitt sjálvstøðugt land. Tað lívgar sjálvsálitið. Enn eru vit ikki komin í fasta legu sum tjóð. Men tá ið hetta skjótt hendir, fer tað at troka burtur afturhaldið og stimbra nógva skapandi megi. Tað eri eg sannførdur um. Heldur enn at flyta í onnur lond eftir møguleikum, verða fólk boðin til Føroya at taka lut. Í roynd og veru einastandandi spennandi at búgva í einum landi, sum enn hevur hetta eftir at avrika, nú vit eru komin væl inn í ein og tjúgundu øld.

20160719_M1

Broytingar í fólkatalinum í Føroyum

 

Population_Iceland 04-14

Broytingar í fólkatalinum í Íslandi

Vit verða 50.000 fólk
í greinini Føroyskt sjálvstøði frá 1927 endurgevur Jørgen Frantz Jacobsen ein íslending, sum hann hevur tosað við. „Tit eru í Føroyum 25.000 menniskju, sum búgva púra avbyrgd, sjógvurin setir mark um tykkum. Hevði tað ikki givið fólkinum eina ómetaliga ábyrgdarkenslu og stimbrað í stórum til at gera eitt megnartak framá, um tað visti, at tað skuldi vera sjálvbjargið?” Tað er hesa hugsan, vit skulu mýkja inn í okkara tilvitan. Jørgen Frantz Jacobsen visti, at sjálvbjargni førir við sær framburð og menning, og at sjálvbjargni birtir hugin hjá fólki at hugsa sjálv. Vantandi sjálvstøða ber hinvegin við sær, at fólksins ábyrgdarkensla viknar.

Nú eru so nærum 90 ár liðin. Og komandi ár verða vit á fyrsta sinni 50.000 fólk í Føroyum. Høvdu vit fylgt ráðunum hjá íslendinginum longu tá, høvdu vit verið meira enn tvífalt so nógv í tali í dag. Fólkatalið í Íslandi er sama tíðarskeið trífaldað. Latið okkum nú siga sum íslendingurin, at framtíðin ikki bara er nakað, sum hendir har úti og ikki viðkemur okkum, men at framtíðina kunnu vit sjálv evna til.

Í Føroyum skulu vit leggja okkum eina við, at ein nýggj tíð tekur til at koma. Vit mugu siga við fólk, hvørji vit eru. Tað er hetta, sum trýstir okkum fram, og tað er hetta, sum ger Føroyar dragandi og fær framsíggin og opin fólk at velja Føroyar.

Áfram
Vit skulu víðari á sama hátt, sum íslendingar á fótbóltsvøllinum týskvøldið. Teir kastaðu ikki frá sær, men komu aftur inn í dystin. Ein spennandi tíð stendur okkum fyri framman. Vit kunnu skapa eina sjáldsama løtu, sum sjáldan kemur fyri í søguni. Eina løtu, tá ið vit traðka úr tí gamla og inn í tað nýggja. Tá ið eitt tíðarskeið endar og eitt nýtt byrjar.

Í viðførinum við á hesi ferðini eigur Ísland at vera fyrimynd okkara – sum fótbóltslandslið teirra var tað í Fraklandi týskvøldið.

Høgni Reistrup

Sjálvbjargni á P1

DR P1_03

Útvarpssendingin P1 Eftermiddag setir hesa vikuna sjóneykuna á strembanina eftir sjálvbjargni, sum vit hava sæð í Evropa í seinastuni og enn síggja. Tey ringdu til mín í dag og setti nakrar spurningar um sjálvbjargni, sum eg meti er púra avgerðandi fyri, at vit eisini í framtíðini kunnu elta dreymin um einar enn betri Føroyar.

Spola 1 tíma og 18 minuttir inn í sendingina, sum tú kanst lurta eftir HER.

Eg vísi á serliga trý viðurskifti í samrøðuni:

  • Føroyar eru nú ríkari enn Danmark per capita, so hví skal eitt fátækari land rinda einum ríkari landi pening á hvørjum ári?
  • Føroyar mangla at taka lut í heimssamfelagnum. Í løtuni goyma vit okkum aftan fyri Danmark og sleppa undan at taka truplar og umráðandi avgerðir.
  • Tjóðirnar báðar fara eisini at samstarva í framtíðini. Eisini tá ið Føroyar eru vorðnar sjálvbjargnar.

Sendingin er frá 22. september 2015.

Føroyingar uttanlands og altjóða útsýni

hogni_1200x800Allir føroyingar skulu hava atkvøðurætt til løgtingsvalið í eitt áramál eftir, at teir eru fluttir av landinum. Vit skulu geva føroyingum uttanlands størri ans.

Ímynda tær, at tú fert nøkur ár uttanlands at arbeiða. Ella at tú fert út í heim at eftirútbúgva teg. Hetta er ikki óhugsandi, tí vit flyta okkum millum lond meira enn nakrantíð áður. Og tí lesa og arbeiða fleiri túsund føroyingar uttanlands.

Men bara ein lítil partur av hesum dýrabara tilfeingi hevur atkvøðurætt.

Í einum altjóðagjørdum heimi má ein tjóð hugsa víða. Skulu vit náa málinum um einar sjálvberandi Føroyar, hevur tað stóran týdning, at okkara hugburður til umheimin er opin.

Vit kenna øll fólk, sum búgva, arbeiða og lesa úti í heimi. Vit hava øll familju, vinir og kenningar, sum eru í øðrum londum. Tey nema sær viðkomandi vitan, fáa altjóða førleikar, uppliva aðrar mentanir og skapa sær eitt størri netverk.
Føroyska samfelagið kann fáa meira burtur úr hesum veruleika.

Allir útisetar hava atkvøðurætt

Vit mugu geva øllum føroyingum uttanlands atkvøðurætt til millum annað løgtingsvalið í eitt áramál eftir, at teir eru fluttir av landinum.

Framburður í Føroyum er komin og fer at koma, tá ið vit samskifta, handla og samstarva við onnur. Fáa allir føroyingar uttanlands atkvøðurætt fáa vit eina betri fatan av, hvat gongur fyri seg uttan fyri føroyska samfelagið, og samstundis fáa vit meira altjóða útsýni. Tá bjóða vit av og lyfta okkum upp. Tá menna vit okkum sum eitt framkomið fólk.

Tí vit eru í kapping við onnur lond um tað virkisfúsa og skapandi fólkið – bæði tey, sum longu búgva og virka í Føroyum, og útisetar og onnur, sum kunnu koma higar at ríka okkara samfelag.

Í verandi støðu hava lesandi føroyingar í útlondum atkvøðurætt. Tað er gott, hóast mannagongdin er bureaukratisk. Men tá ið útbúgvingin er av, steðgar hesin rættur. Í fyrsta lagi haldi eg ikki, at hesin rættur bara skal verða avmarkaður til tíðarskeiðið, føroyingar lesa uttan fyri Føroyar. Í øðrum lagi haldi eg, at rætturin skal verða víðkaður til at fata um allar føroyingar, sum fara út í onnur lond. Ikki bara lesandi føroyingar.

Tí nógv fara eisini út at arbeiða, at vinna sær spennandi og viðkomandi førleikar ella bara liva og royna lívið í øðrum landi. Hví skulu vit ikki fáa gagn av hesum í framtíðini?

Eitt tíðarhóskandi samfelag
Vit kunnu økja sannlíkindini fyri einum tættari tilknýti til føroyska samfelagið, geva vit øllum føroyingum í útlondum møguleika at greiða atkvøðu, tá ið løgtingsval, kommunuval og fólkaatkvøður eru á skrá.

Hetta skal sjálvandi ikki verða ein óavmarkaður rættur. Hesin rættur skal verða galdandi í eitt avmarkað tíðarskeið eftir, at fólk eru flutt úr Føroyum. Soleiðis gera tey eisini í øðrum londum.

Í Onglandi er rætturin hjá fólki at atkvøða galdandi fyri fólk, sum hava búð uttan fyri Ongland upp í 15 ár. Eg vildi hildið, at tað hevði verið hóskandi, høvdu føroyingar uttanlands hendan rættin í 10 ár.

Hetta hevði eisini havt ávirkan á atburðin hjá teimum, sum sita við valdið í Føroyum. Tí føroyingar uttanlands umboða ofta tað framtakshugaða. Nógv hava upplivað og sæð heimin við nýggjum eygum, sum bara kann gagna føroyska samfelagnum.

Verður hetta veruleiki, fær Føroyar eitt tættari tilknýti til útisetarnar – og samstundis skundar tað undir, at vit nærkast umheiminum meira, fáa altjóða útsýni og gera samfelagið tíðarhóskandi.

Framtíðin er okkara

Høgni til postkortLøgtingsvalið stendur fyri framman, og nógv bjóða seg fram at umboða veljaran komandi árini. Tað geri eg eisini. Hjarta mítt brennur fyri Føroyum, og føroyskur framburður er í mínum tonkum, hvar eg enn eri. Fyri at geva veljaranum innlit í mínar politisku ætlanir og hugsjónir, gevi eg mikudagin 12. august út bókina Framtíðin er okkara.

Eg eri vísur í, at vit eru nóg dugnalig og hava menniskjaliga tilfeingið at bjóða børnum okkara eina enn betri framtíð – eina framtíð í einum sjálvstøðugum landi.

Viljin at byggja upp landið við egnum mátti er ein grundleggjandi drívmegi. Saman við stórum tøkniligum framstigum heima og uttanlands vísir vilji okkara, at einki er til hindurs fyri, at vit evna til lív okkara í einum frælsum landi.

Framtíðin er okkara er ein politisk yvirlýsing og eitt íkast til politiska orðaskiftið í landi okkara. Í bókini lýsi eg mína politisku áskoðan, míni politisku ynski og vegin til einar sjálvberandi Føroyar.

Eg vísi samstundis á, at einstaklingurin skal hava fríar ræsur, tí tá gera vit Føroyar enn meira spennandi og eggja øllum til at seta ígongd og skapa.

Og eg vísi á, at vinnufrælsi gevur fólki dirvi at seta nýggj hugskot í verk, gevur fólki áræði at halda fram hóast fíggjarligar mótbrekkur og gevur fólki íblástur til at hugsa sjálv og toyggja tað, tey halda vera gjørligt.

Eg havi skrivað bókina, tí eg ynski, at veljarin 1. september trygt kann seta krossin við meg á einum upplýstum grundarlagi.

Sprotin gevur út, og á sprotin.fo fæst eisini meira at vita um bókina. Meira kunning kemur seinni.