Triðja leiðin – samstarv í frælsum felagsskapi

Framsokn_Folkatin2019_Hogni

Høgni Sigrunarson Reistrup

At Føroyar gerast sjálvstøðugar, er neyðugt. Men heldur enn at sita bundin í gomlu hugsanini, at bara tvær leiðir eru í føroyskum politikki, finst ein ítøkilig loysn, sum savnar okkum og lyftir okkum burtur úr naggatódnini.   

Vel triðju leiðina í føroyskum politikki. Tí tað er ikki rætt, at alt fer av leið uttan Danmark, og tað passar ikki, at einki ber til við Danmark. Hetta gruggar og skuggar fyri eini ordiligari loysn fyri Føroyar.

Nú mugu vit víðari. Tað ber væl til at finna eina tíðarhóskandi loysn, har vit framhaldandi hava tað gott, men har land okkara hevur somu formligu rættindi, sum onnur hava.

Føroyar klára seg ógvuliga væl, og tað gerst okkum greiðari dag um dag, at myndugleikin frítt at samstarva við onnur lond fer at koma.

Tekniskt og løgfrøðiliga ber væl til hjá Føroyum at taka sjálvstøðu og boða út til allar tjóðir, at vit eru sjálvstøðugt land. Vit eru eisini nóg rík at gera tað. Men vit kunnu eisini gerast sjálvstøðugt land og gera ein sáttmála við Danmark um somu leið. Tað er tann virðiliga loysnin.

Hetta er triðja leiðin í føroyskum politikki.

Mugu fylgja altjóða leikreglum
Vit mugu flyta okkum fram og mugu virka fríari bæði innanhýsis í Føroyum og serliga úti í heimi. Til hetta krevst, at vit eru ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind.

Verandi millumloysn – heimastýri – gevur okkum lutvísan sjálvsavgerðarrætt. Tí eru vit ongantíð vorðin eitt annað Hetland ella Suðuroyggjar, har mentanin er útruddað og drívmegin burtur. Tað hevur gingið upp og niður hjá okkum, men vit hava havt tað gott. Og gott fara vit framhaldandi at hava tað.

Men í løtuni eru leikreglurnar hjá okkum ikki tær somu sum hjá hinum. Grundreglan, sum lond virka eftir í heiminum í dag, er sjálvstøða. Í roynd og veru er tað einastandandi spennandi at búgva í einum landi, sum enn hevur hetta eftir at avrika.

Virðiligt samstarv avtalað í sáttmála
Tað ber væl til at hava eitt gott samstarv við Danmark í framtíðini. Ja, eitt opið og ikki minst fordómaleyst samstarv, ið byggir á sáttmála millum tveir javnar partar, har hvørgan partur er undir ella uppi yvir hinum.

Føroyingar hava fingið eina styrkta sjálvsvirðing í seinastuni. Bera vit okkum rætt at, kann hon vaksa enn meira komandi árini. Henda virðingin fyri okkum sjálvum krevur eina nýggja og ítøkiliga tilgongd til framtíðina.

Vanligu grundgevingarnar fyri og ímóti okkara verandi ríkisrættarligu støðu hava vit hoyrt upp í saman. Men fer hesin gamli orðaleikurin at tryggja, at Føroyar fáa sama myndugleika, sum onnur lond hava?

Eg er sannførdur um, at viljin at vilja eitt nýtt og reiðiligt samstarv við danir er stórur og undirtøkan so góð, at londini bæði kunnu gerast samd um ein sáttmála, har vit varðveita rættindi hvør hjá øðrum, og har Føroyar formliga gerast land sum onnur lond við teimum rættindum og skyldum, tað gevur. Nøkur týðandi viðurskifti fara eisini at verða galdandi, tá ið samstarvssáttmálin er undirskrivaður.

  • Vit fara framhaldandi at útbúgva ungdómin millum annað á lærustovnum í Danmark
  • Vit fara framhaldandi at rinda fyri allar sjúklingar, sum verða sendir á donsk sjúkrahús til viðgerðar. Seinastu árini hava vit goldið 150 milliónir krónur árliga, so okkara sjúku borgarar kunnu fáa læknaliga hjálp serliga á donskum sjúkrahúsum.
  • Vit fara framhaldandi at ferðast frítt í Norðurlondum, Evropa og víðari út í heim

Og so eru nøkur øki, har vit kunnu útveita nakrar uppgávur til onnur at loysa vegna Føroyar, men har vit hava ræðið og kunnu gera broytingar í viðurskiftunum. Mál, har vit kunnu útveita uppgávur, eru millum annað:

  • Trygdarpolitikkur
  • Verjumál
  • Gjaldoyramál

Munurin millum triðju leiðina og verandi heimastýrislóg er fram um alt, at heimastýrislógin er ein donsk lóg. Hon er ikki ein sáttmáli millum tveir partar. Bulurin í verandi skipan er ein lógarkarmur, har danir hava latið føroyingum nøkur rættindi. Hetta grundarlagið fer ongantíð at gera okkum til sjálvstøðuga tjóð.

Føroyar hava flutt seg
Nógv bond eru knýtt millum Føroyar og Danmark. Tað átti at ligið ljóst fyri at gagnnýtt tey góðu bondini, eisini tá ið vit hava rokkið sjálvstøðu. Londini fara framhaldandi at samstarva. Tí tað er sanniliga ein fyrimunur at samstarva við ein kendan og álítandi partnara, sum í mongum viðurskiftum – men lagt frá øllum – hevur somu áhugamál, sum vit.

Latið okkum lyfta okkum upp um afturvendandi orðadráttin, sum hevur klovið fólkið í tvey, og har viljin hjá mótstríðandi pørtunum hevur verið tann, at fólkið skal hava ta fatan, at gangandi er bara eftir tveimum politiskum gøtum – við ella uttan Danmark.

Nú fara vit víðari. Vit velja triðju leiðina, har ein samstarvssáttmáli millum Føroyar og Danmark liggur til grundar fyri framtíðini og statinum Føroyar.

Høgni Sigrunarson Reistrup
Framsókn

Samstarvsavtala við Danmark er triðja leiðin

reistrup006

Millum Einki Danmark og Alt Danmark finst ein triðja leið, og hon er vælgongd fyri allar partar.

Tey mongu og fjøltáttaðu bond, sum føroyingar og danir hava knýtt saman, er veruliga virðið á tí, vit hava í felag. Persónligu sambondini binda okkum saman, og tey ríka møguleikarnar hjá báðum pørtum.

Men líkasum føroyingar hava somu møguleikar sum danir í Danmark, og danir hava somu møguleikar sum føroyingar í Føroyum, skulu Føroyar sum land eisini hava somu møguleikar sum Danmark. Tað kunnu Føroyar fáa í einum nýggjum framkomnum samstarvi við Danmark, sum ruddar alt gamalt agg burtur og byggir á ein sáttmála millum tvey sjálvstøðug lond; ein sáttmáli, ið eisini gevur Føroyum ræði at samstarva frítt við onnur lond.

Einaferð fara Føroyar at gerast sjálvstøðugt land. Spurningurin er, nær løtan er røtt, hvat vit skulu hava ræði á komandi árini, og hvussu okkara samstørv við onnur lond skulu verða í framtíðini – eisini okkara samstarv við Danmark.

Hesin seinasti spurningurin eigur fremstu raðfestingina. Tí nýggja samstarvið við Danmark verður rættiliga avgerandi fyri, at vit koma burtur úr verandi ríkisrættarligu stillstøðu, sum eingin veruliga er nøgdur við.

Prátaði við ein framsøknan útiseta herfyri. Hann var heima í summarfrí og segði akkurát, sum var, at heimlongsulin er stórur: »Eg vil búgva í Føroyum, tað er heimið hjá mær, her vil eg gera mun.« Men samstundis segði hann, at hóast Føroyar draga, mugu vit sum tjóð hava eitt framtíðar samstarv við Danmark. Og tað er eingin andsøgn í hesum. Hinvegin er tað púra natúrligt, at tey bond, sum eru knýtt gjøgnum øll árini, eisini verða gagnnýtt, tá ið vit gerast sjálvstøðugt land.

Sjálvboðið samstarv

Tað er rættiliga eyðsýnt, at siðbundnu veingirnir í føroyska orðaskiftinum troytta fólk. Meira enn 100 ár við somu máliskunum um alt ella einki í mun til Danmark, troyttar okkum, tað troyttaði okkara foreldur og kanska eisini longu foreldur teirra. Vit mugu flyta okkum burtur frá gomlu togtoganini  um Bara Danmark ella Einki Danmark.

Tí millum hesa báðar skotgravirnar standa flest fólk og sakna eina veruliga loysn. Ikki bara orð og kenslur ella stirvið afturhald, men ein triðja veg, sum peikar fram og vísir leiðina.

Einki land ræður treytaleyst sær sjálvum í ein og tjúgundi øld. Tað ger Ísland ikki, Danmark heldur ikki, og tað fer Ongland heldur ikki, hóast teir fara at lima seg burtur úr ES. Tí hinumegin útlimanina bíða nýggjar avtalur, sum mugu gerast, og sum fara at ávirka sjálvræðið hjá bretum.

Men stóri munurin millum Ísland, Danmark, Ongland og flest onnur lond einumegin og Føroyar hinumegin er, at Føroyar enn bíða eftir formliga at gerast sjálvstøðugt land.

Loysnin er hvørki, at alt longu er, sum tað eigur at vera, ella at fáa vit ikki alt í einum, so ber einki til. Góðtaka vit, at omanfyrinevndu fatanirnar eru tær einastu, so fara vit komandi áratíggjuni at hoyra akkurát tað saman, sum vit longu hava hoyrt í alt ov nógv ár. Veruliga loysnin er at gera eina samstarvsavtalu við danir, men har fortreytin er, at vit ráða okkum sjálvum.

Frælsur felagsskapur fyri framman

Vit mugu ráða og hava evsta valdið í Føroyum. Tað merkir, at vit skulu hava ognarrættin til okkara egna land. Hvørt hetta verður gjørt innan fyri ella uttan fyri grundlógina, er ikki avgerandi. Tað, sum er avgerandi, og sum gerst alsamt meira viðkomandi fyri okkum, er, at vit fáa somu formligu rættindi sum hini og taka á okkum tær skyldur, sum onnur eisini hava. Vit kunnu ráða okkum sjálvum í samstarvi við Danmark meira ella minni.

Vit hava kjakast nóg leingi, og vit hava hoyrt somu endurtøkur nóg ofta. Tær hoyra fortíðini til. Nú snýr tað seg um at fara ítøkiliga til verka og fáa orðað, hvussu vit skulu samstarva við Danmark. Samstarv um trygd, samstarv um peningapolitikk og útbúgving. Hetta kann gerast í einum frælsum felagsskapi millum Føroyar og Danmark, og har vit annars samstarva og gera avtalur við onnur lond, sum okkum lystir.

Tey, sum óttast, at okkara eyðkenni hvørva og samleikin kámast, hava einki at óttast. Og tey, sum stúra fyri, at vit byrgja okkum inni sum sjálvstøðugt land, fara at síggja, at júst tað øvugta fer at henda. Vit fara at lata upp, vit gerast tilvitað um okkara egna leiklut altjóða, og vit fara at ernast sum fólk.

Tann sjálvsvirðingin, sum vit hava fingið seinastu árini, fer bara at vaksa uppaftur meira.

Nú er tann stundin komin til sjálvboðið samstarv

Men fer danski staturin bara soleiðis at góðtaka, at eitt nýtt samstarv verður millum londini? Tímir Danmark at fáast við okkum, tá ið vit ikki eru undir danska ríkinum, men við liðina á teimum?

Stutta svarið er “ja”.  Danmark sær stórar framtíðar møguleikar í Føroyum og Grønlandi. Sjálvandi vil Danmark fram um alt, at verandi støða heldur fram. Men flestu danskir politikarar og embætisfólk á ovastu rókum síggja nú, at danska ríkið fer ikki at halda í allar ævir. Viljin til sjálvstøðu er rætt og slætt ov stórur og áhaldandi – nú eisini í Grønlandi, sum er 98 prosent av økinum í danska ríkinum.

Trongdin hjá okkum og grønlendingum at eiga egið land fer komandi árini at broyta donsku tilgongdina til sjálvstýrandi økini Føroyar og Grønland.

Hetta kemur livandi til sjóndar í nýggju bókini hjá Martin Breum um grønlendsku dreymarnar um sjálvstøðu. Enn er talan mest um dreymar. Men tað er vert at varnast, at kendi tíðindamaðurin í bókini hevur samrøðu við Mette Frederiksen, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum, sum er liðilig og bæði skilir og góðtekur, at ríkisrættarligu karmarnir hjá Grønlandi og Føroyum kunnu broytast – ikki í morgin, men í komandi tíðum. Hetta er stak áhugavert at hoyra, og hesin boðskapurin er púra nýggjur millum leiðandi danskar politikarar. Eisini ein av fremstu embætismonnunum í Danmark, Peter Taksøe-Jensen, sum skrivaði frágreiðing við viðmælum um framtíðar trygdar- og uttanríkispolitikk hjá dønum, sær í havsbrúnni eina framtíð, har londini eru sjálvstøðu, men samstarva.

Og sjálvandi skulu Føroyar samstarva við Danmark. Ein framtíðar samstarvssáttmáli millum londini bæði nærkast, og tað er nú, vit skulu búgva okkum til henda sáttmálan og nýggja veruleikan.

Tí havi eg boðið Martin Breum til Føroya at greiða frá øllum tí, hann hevur í viðførinum eftir at hava ferðast og arbeitt nógv saman við fólki, sum fara at ávirka støðu Føroya í heiminum í framtíðini.

Martin Breum verður at hoyra í Auluni í Finsen mánakvøldið 27. august kl.19.

Vit mugu virða okkum sjálv, tí bara soleiðis kunnu vit virða onnur. Latið okkum við opnum sinni fyrireika okkum til nýggju støðuna, har Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja við tí. Men har Føroyar eisini samstarva við Danmark, tí tað sanniliga eisini hevur sínar fyrimunir at samstarva við ein kendan og álítandi partnara, sum í mongum viðurskiftum, men langt frá øllum, hevur somu mál, sum vit.

Ein samstarvsavtala millum tvey sjálvstøðug lond – millum Føroyar og Danmark – fer at greiða fløkjurnar landanna millum og fer at rudda nógvar misskiljingar burtur og fer fram um alt at savna okkum sum fólk.

Tað eru persónligu sambondini millum føroyingar og danir, sum er veruliga virði á tí, vit hava í felag. Tað er ikki tað, at Danmark eigur Føroyar, sum gevur føroyingum og dønum eitt virði í gerandisdegnum. Í framtíðini skulu londini samstarva í einum frælsum felagsskapi, og nógvu persónligu sambondini millum føroyingar og danir fara at halda fram.

Høgni Sigrunarson Reistrup

Útheimin til Føroya og Føroyar út í heim

world_map_3

Fólk umvæla húsini, skifta bilin út og keypa fleiri tænastur og vørur. Hetta er úrslitið av einum virknum uttanríkispolitikki.

Vit hava tveir vegir í at velja. Vit kunnu lata upp ella aftur. Í míni verð er eingin ivi um, hvat vit skulu gera. Vit skulu lata upp. At byrgja seg inni er ikki ein gongd leið í 21. øld.

Tað er í veruleikanum hetta, fólkatingsvalið snýr seg um.

Tí tá ið samanum kemur, er tað samstarv við onnur lond, sum hevur og fer at skapa okkum framburð. Tað er, tá ið vit samskifta, handla og samstarva við onnur, at vit vaksa og taka okkum fram.

Men hví fara á val, tá ið føroyskur politikkur verður evnaður til á Vaglinum og ikki í einum parlamenti, sum liggur 1311 kilometrar burtur frá okkara egna?

Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið á Christiansborg uttanríkispolitisk mál. Tí undir verandi skipan viðger Fólkatingið regluliga viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar. Hesa støðu skulu vit fyrihalda okkum til og arbeiða eftir. Tí vit skulu gera okkara ávirkan galdandi, har avgerðirnar verða tiknar.

Seinastu árini hava vit eisini sæð, at uttanríkispolitikkur hevur ovurstóran týdning fyri okkum. Í stuttum kunnu vit siga, at tess meira ræðisrætt, politikararnir á Christiansborg mugu lata ES, tess meira kemur evropeiska samveldið at stjórna føroyskum politikki. Eg loyvi mær at ivast í, at hetta er ynskið hjá vanliga føroyinginum.

Eg leggi tí stóran dent á, at vit føroyingar umboða okkum sjálvar á støðum, haðani hendan ávirkanin kemur. Vit skulu hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, sum styrkir okkara sjálvsfatan og virðing, gevur okkum vitan og perspektiv og mennir okkara vinnu, sølu og búskap. Hava vit ein sjálvstøðugan uttanríkispolitikk, byrgja vit okkum ikki inni. Vit lata upp.

Tí er tað so umráðandi, at vit skipa og stýra okkum sjálvi.

Vit merkja longu ta góðu ávirkan, sum ein sjálvstøðugari uttanríkispolitikkur hevur. Vit síggja tað í Havn, í Vágum, á Skálafjørðinum og alla aðrastaðni í landinum. Fólk umvæla húsini, skifta bilin út og keypa fleiri tænastur og vørur. Hetta er úrslitið av einum virknum uttanríkispolitikki. Tað gongur sjón fyri søgn, at Føroyar eru vorðnar munandi ríkari, síðani vit av røttum ásettu okkum størri uppsjóvarkvotur. Frammanundan vóru vit við skerdan lut.

At vit tryggja landinum størri virði og ikki hokna, tá ið ES og øll limalondini biðja Føroyar leggja seg niður, vísir greitt, at tað lønar seg at stríðast fyri egnum rættindum. Á henda hátt kunnu vit geva børnum okkara eitt enn betri lív enn tað, vit hava havt.

Við einum virknum uttanríkispolitikki, sum enn ikki er á okkara hondum, fáa vit komandi árini meira ávirkan. Tí er tað umráðandi fyri hvønn einstakan føroying, at Føroyar hava røttu umboðanina á øllum støðum, har vit kunnu ávirka og mynda okkara framtíð og órædd ganga leiðina fram móti nýggjum sigrum.

Útheimurin skal til Føroya, og Føroyar skulu út í heim. Hetta er umráðandi fyri Framsókn, og partur av hesari stremban verður undir verandi heimastýrisskipan rokkin á Christiansborg.

Til tessa at røkka málinum um støðuga framgongd og uttanríkispolitiskt sjálvræði biðja vit um undirtøku frá Føroya fólki at standa á odda fyri at leiða okkum trygt og gott inn í framtíðina.