Framtíðin byrjar í Føroyum

foto

Røða hildin til tiltakið Summarsólstøður 2014 í Sandagerði

Summarið hevur latið hurðarnar upp. Hesa ársins tíð er morgun alt samdøgrið. Vøksturin er sjónligur allastaðni. Í garðinum snøggar sláimaskinan grasið, børnini hoppa í trampolinini uttan íhald og ung og eldri velja millum tey mongu tiltøkini, sum eru at fara til.

Fyri góðum hálvum ári síðani lat eg hurðina upp til eina leiguíbúð í miðbýnum. Eftir átta ár í útlegd var tíðin komin at flyta heim. Áðrenn vit vistu av, stóð tóma bingjan á vegnum uttanfyri. Ein kassi fyri og annar eftir bleiv pakkaður við bókum, tallerkum og klæðum. Síðani sigldu teir leiðina heim til Føroya.

Saman við so ótrúliga nógvum øðrum føroyingum í Føroyum og uttanlands hava vit eitt ynski um, at Føroyar skulu bera til. At framtíðin byrjar her. At møguleikarnir eru her.

Hyggja vit bara tvey ár aftur í tíðina, var prátið millum fólk rættiliga dapurt. Næstan einki bar til, og landið bleiv lastað fyri líkt og ólíkt. Lítið er at ivast í, at okkurt er broytt. Ein ávís hugburðsbroyting er farin fram. Hóast vit ikki hava vunnið á fráflytingini, hava føroyingar úti og heima brett upp ermar og sett sær fyri at taka lut í arbeiðinum at byggja landið upp. Tí tað stendur fólki púra greitt, at eingin annar ger tað fyri okkum. Bara føroyingar kunnu vaksa um fólkatalið, røkja áhugamál okkara og flyta landið rætta vegin.

Summi finnast støðugt at. Tað er eisini neyðugt. Men stevna okkara má verða, at vit bara skapa framburð við at standa saman og samstarva. Innanlands og uttanlands. Bæði tá ið tað er lætt, og tá ið tað er trupult. Tað ber væl til.

Men hvørjum skulu vit arbeiða fram ímóti? Ella vit kunnu seta okkum spurningin, hvørjar avbjóðingarnar eru og kanska serliga, hvørji virði eitt vanligt menniskja í Vesturheiminum í 2014 hevur við í skjáttuni.

Fólk ynskja at búgva, har tey kenna seg trygg, fræls og eggjað til skapan. Har fólkið tekur til sín rák uttanífrá. Har sannføringin hjá tí einstaka verður vird, og ymiskleiki ikki spjaðir, men er eitt virðismikið, felags eyðkenni.

Tá fólk venda einum landi baki, vita vit, at okkurt má verða gjørt. Fyrst av øllum má verða tosað um avbjóðingina. Tað hava vit gjørt. Men tað er ofta soleiðis, at ein veruligur hvøkkur skal til, áðrenn tú við ídni byrjar at seta í verk neyðugar broytingar. Hetta merkir samstundis, at vit ikki bara góðtaka gongdina, men gera nakað virkið fyri at fáa syndarligu demografisku útlitini aftur á beint. Tí ímyndið tykkum, at forsøgnirnar við ringastu útlitunum ein dagin um nógv ár gjørdust veruleiki. Tað er hetta, fólk hava tosað um við døgurðaborðið og við kaffimaskinuna á arbeiðsplássum kring alt landið. Taka vit ikki orðaskiftið, sleppa vit ikki av fetanum.

Fólk hava drigið fram arbeiðsmarknaðin, kappingarførið og flogsambandið. Fyri bara at nevna nøkur dømi.

Turt, men neyðugt.

Og nú mugu vit ásanna, at vit ikki kunnu vaksa uttan so, at øll kenna seg at vera vælkomin í landinum. Skulu vit gera tað lokkandi at búgva í Føroyum, kunnu vit ikki byrgja okkum inni. Í nógvum førum mugu vit laga okkum til altjóða rák og rembingar. Tí tað eru vit, sum hava fólkavøkstur fyri neyðini. Skilja vit hetta, eru vit væl á veg at kunna siga øðrum søguna um eitt land við vaksandi fólkatali.

Hvørjar søgur av týdningi kunnu vit so siga?

Tað hevur týdning, at Heðin Mortensen í eini heilsan bjóðar fólki at vera vælkomin, tá fólk flyta í kommununa. Tað hevur týdning, at Formula hevur gjørt eitt serligt øki til lesandi á netinum soleiðis, at hesi vita, at fyritøkuni tørvar starvsfólk við góðum førleikum. Hetta er eitt greitt tekin at senda. Tað hevur týdning, at alirisin, Bakkafrost, greitt vísir á, at fólk við bæði stuttum, miðal og langum útbúgvingum verða fleiri í tali í fyritøkuni í framtíðini. Hetta hevur týdning.

Og so er tað vanligi føroyingurin.

Tá ein ungur lesandi møtir mær á flogvøllinum og sigur, at ynski um at seta egið virki á stovn er stórt, men at hann samstundis bíðar, til hann flytur heim aftur til Føroya, tí tað er her, hann ynskir at gera mun. Tá veit eg, at vit flyta okkum fram á leið. Ella tá ein eldri kona steðgar mær framman fyri kølidiskin í einum Á-handli og sigur, at nú ber av øllum, tí dóttirin við manni og børnum flytur heim. Tá veit eg, at vit flyta okkum fram á leið. Ella tá eg hoyri, at ein familja er flutt fyribils til annað land í arbeiðsørindum, men at børnini fáa frálæru í føroyskum frá fólkaskúla í Føroyum umvegis netið. Tá veit eg, at vit flyta okkum fram á leið.

Hesi hava álit á, at Føroyar verða eitt gott stað at búgva. Tey hava álit á, at børnini fáa ein góðan uppvøkstur. Tey hava álit á, at eisini í Føroyum ber til at flyta mørkini og toyggja tað, ið tú helt vera gjørligt. Tað var hetta álitið, sum Heri á Rógvi og eg royndu at seta orð á við EXIT Føroyar.

Hevur tú hetta álitið, fært tú samstundis sjálvsálit at fylgja tínum egnu dreymum.

Dreymar ganga út í Føroyum og uttanlands. Møguleikar standa í bíðirøð í Føroyum og uttanlands. Hjá okkum, sum ynskja Føroyar, skal hetta ikki verða ein spurningur um at velja annað frá. Í Føroyum hava vit bæði.

Tí havi eg hug at spyrja: Hví skulu vit flyta, tá Føroyar hava flutt seg?

Tað einasta, eg við vissu kann siga við tey mongu, sum enn búgva aðrastaðni, er, at Føroyar ikki eru tær somu, sum tá tey á sinni fóru. Broytingarnar merkja vit dagliga. Millum annað tí haldi eg, at tað er einastandandi at vera aftur í Føroyum.

Nú er tað soleiðis, at fólk altíð føra prógv fyri sær sjálvum, tá stórar – og eisini smáar – avgerðir verða tiknar. Tað er ikki uttan orsøk, at nýggi bilurin í túninum altíð er tann besti bilurin á marknaðinum, og at nýggju húsini eru tey bestu í landinum. Soleiðis eru vit menniskju – eisini tá vit flyta úr einum staði í annað. Men sannføringin er ikki vorðin minni, síðani bingjan bleiv tømd á føroyskum matrikli í fjør heyst. Og tað eru ikki bara fólkið og náttúran, sum eru eyðsýndir fyrimunir.

Tað var ikki fyrr enn eg flutti heim, at eg legði til merkis, at tað ber til at kóka ein litur av vatni uttan at kálkpetti fossa úr ketlinum, tá heita vatnið rennur í koppin. Tað var ikki fyrr enn eg flutti heim, at eg legði til merkis, at púra ókend fólk heilsa upp á teg, tá tú ein leygarmorgun rennur túr í Havnini. Tað var ikki fyrr enn eg flutti heimaftur, at eg longu í februar leggi til merkis, at dagarnir byrja at leingjast við jøvnum tøkum. Og nú juni er meira enn hálvrunnin, er ljóst allan sólarringin.

Tað verður ongantíð soleiðis, at allar hurðar verða latnar upp á víðan vegg. Men føroyingar heima og uttanlands hava eina felags uppgávu at finna loysnir, so øll sleppa fram at okkara landi.

Summarið hevur latið hurðarnar upp og bjóðar øllum at vera vælkomin. Latið okkum gera tað sama. Latið okkum byrja framtíðina í Føroyum.

Gott summar, øll somul.

Savnið miðfyrisitingina í Hoyvík

3C602514108F49C3B2A3CC4FFC7EAA1DAt Eysturoyartunnilin nú eftir øllum at døma gerst veruleiki, eigur at fáa okkum at tillaga samfelagið eftir nýggja vegakervinum.

Fjarstøðan millum bygdir og býir í Føroyum gerst alsamt styttri. Vit byggja vegakervið út, tí tað er grundarlagið undir einum væl virkandi samfelagi. Fyrimunirnir eru eyðsýndir. So hví ikki gagnnýta fyrimunirnar til fulnar? Hví ikki skipa okkum soleiðis, at vit fáa sum mest burturúr?

Føroya størsta samferðsluútbygging stendur fyri framman. Eysturoyartunnilin skal byggjast, tí landið skal knýtast betur saman. Verður uppskotið samtykt, er hetta eitt risa framstig fyri okkum øll.

Men framstigið kann gerast enn størri, um vit tillaga tað almenna eftir nýggja ferðslumynstrinum, tá tunnilin letur upp. Og tað ger hann sambært Landsverki í seinnu helvt av 2019. Tá verður eftir ætlan koyrandi undir Tangafjørð.

Tað fer at skapa vøkstur á nógvum mótum. Og eisini møguleikar fyri sparingum.

Watch and learn

Flest allar fyritøkur royna at savna deildir sínar í so fáar bygningar sum gjørligt, tí at fíggjarligir fyrimunir altíð standast av at miðsavna heldur enn at spjaða – serliga tá umræður umsitingarligt arbeiði. Her eigur tað almenna at hyggja og læra. Sum nú er, er fyrisitingin spjadd í alt ov nógvar ættir. Harvið eru eisini ov nógvar óneyðugar útreiðslur.

Verður miðfyrisitingin savnað í einum bygningi, gerst raksturin av tí almenna bíligari. Tá kunnu starvsfólkini í aðalráðunum – og tey eru oman fyri 150 í tali – arbeiða og samstarva undir somu lon. Arbeiðslagið verður høgligari og ódýrari.

Tað er einki at taka seg aftur í, at Hoyvíkin liggur stak væl fyri, hugsa vit um staðseting.

Verður fyrisitingin savnað í Hoyvíkini, styðjar hetta eisini upp undir, at fólk kunnu verða búsitandi í størri parti av landinum og arbeiða í landsins umsiting.

Av tí sama eigur landið eisini at hyggja at, hvussu aðrir almennir stovnar kunnu verða lagdir so nær nýggja vegamótinum sum gjørligt.

Hetta er øllum samfelagnum til gagns.

Verður umsitingin samlað nær tunnilsmunnanum streymoyarmegin, tálmar hetta eisini trýstið á vegirnar í Havnini. Ikki nógv. Men eitt vet. Fylgja haraftrat aðrir almennir stovnar í hølunum á miðfyrisitingini og finna seg til rættis í Hoyvíkini, fara enn færri bilar at brúka alt ov nógva tíð í bíðirøðum um morgnarnar og eftir arbeiðstíð. Hetta merkir samstundis, at miðbýurin í Havn fær nýggjar møguleikar at menna seg í einum umhvørvi við færri skrivstovubygningum og fleiri íbúðum.

Tað er eingin ivi um, at privata vinnulívið alt fyri eitt fer at gagnnýta møguleikarnar og ovurstóru fyrimunirnar, sum skjóta sambandið millum Norðoyggjar, Eysturoynna og høvuðsstaðin ber við sær. Men tað almenna má eisini fylgja við og skipa seg eftir nýggju fortreytunum.

Gott fyri búskapin

Eysturoyartunnilin økir munandi um flytførið hjá bæði vanliga føroyinginum og smáum og stórum fyritøkum. Tunnilin sjóðar okkum betri saman, styttir dagligu farleiðina hjá fleiri túsund fólkum við nærum hálvum øðrum tíma og styrkir harvið bæði okkara kappingarføri, búskap og framleidni.

Tá Eysturoyartunnilin er komin, kunnu fólk úr Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágoynni og Streymoynni vera í Hoyvík eftir 45 minuttum – og í nógvum førum er koyritíðin styttri. Tá eru 36 minuttir úr Klaksvík til Hoyvíkar og 16 minuttir úr Runavík til Hoyvíkar. Hesir teinar taka við verandi vegakervi ávikavist 68 og 64 minuttir.

Hetta er ein øgilig sparing. Og harvið eisini ein øgiligur vinningur fyri samfelagið.

Men vit eiga eisini at krevja, at tað almenna umskipar seg, tá vegakervið er fyri so stórum broytingum.

Samfelagið má verða dagført

Tað munna vera fá lond í heiminum, ið hava so gott vegakervi innanlands sum Føroyar, tá tær verða knýttar saman við undirsjóvartunli millum Streymoynna og Eysturoynna. Hetta sigi eg ikki fyri at rósa okkum sjálvum. Men tá vit byggja út land okkara so miðvíst, sum alt bendir á, at vit gera komandi árini, tá mugu øll onnur lið í samfelagnum fylgja við.

Hvussu nógv landið fær burtur úr Eysturoyartunlinum veldst um, hvussu væl vit fyrireika okkum til dagin, tá tunnilin letur upp. Landið skal elta slóðina hjá teimum privatu, ið longu leggja til rættis framtíðar virksemið eftir broyttum fortreytum. Tess betur vit fyrireika okkum til 2019, tess betri verður samfelag okkara fyri, tá tunnilin letur upp.

Ynskja vit eitt væl rikið samfelag, er avgerandi neyðugt at hyggja at, hvussu vit kunnu trimma almenna geiran. Kunnu vit um somu tíð tvinna fólkið í landinum betur saman soleiðis, at so nógv sum gjørligt hava javnari atgongd til arbeiðspláss hjá tí almenna, eru vit væl á veg.

Tá hava vit dagført samfelagið til 2019 og nógv ár fram í tíðina.

Tí listafólkið skal spara…

Í dag kemur eingin Dimma. Kom hon út, hevði serblaðið Punktum verið í Dimmu. Og í blaðnum Punktum hevði verið ein grein um mentanarpolitikk, sum eg havi skrivað. Men soleiðis bleiv ikki. Við Inger Smærup Sørensen sum ritstjóra fekk mentanin eitt tiltrongt andingarhol. Undir hennara leiðslu fekk mentanarøkið ein virðiligan pall, sum eg veit, nógv mettu høgt. Tað er spell, at blaðið er fallið. Men vit mugu bara vóna, at okkurt nýtt kemur burtur úr øskuni.

Greinin er skrivað, og tit, sum tíma at lesa hana, skulu hava møguleikan.

— — — — — — — — — — — — — — — — — — — — — — — — — — —

jn-2-small

Litleysi mentanarpolitikkurin í landinum er besta dømi um, at ongar ætlanir eru við føroyskari list og enn minni nakar vilji at fremja broytingar til tað betra.

Vit sita úti við eitt skirvið borð á eini óhátíðarligari matstovu í summarhitanum. Eg eri í Berlin í arbeiðsørindum saman við tveimum vinmonnum. Vit gera tónleik so at siga alt samdøgrið í einum bakgarði í Kreuzberg. Anarkisman í hesum lívliga býarparti er ikki hin sama í dag, sum fyri 20 árum síðani. Men enn leita listafólk úr øllum Evropa og aðrastaðni higar at arbeiða og savna íblástur.

Ein tiltrongdur steðgur. Áðrenn vit bíleggja úr matarskránni, sigur annar bráðliga ”Hey Rannvá”. Eg snari mær á og síggi listakvinnuna Rannvá Holm Mortensen og skaldið Jóanes Nielsen ganga eftir gøtuni. Tey steðga á, og vit leggja fyri við vanligum kurteisligum orðingum. Síðani spyr Rannvá mannin, um tey skulu seta seg eina løtu og drekka eina øl, nú tey heldur óvæntað møta føroyingum í mentanarliga høvuðsstaðnum í Evropa. Stutta svarið hjá Jóanesi er ”Nei, eg haldi ikki”. Síðani halda tey bragdliga leiðina fram og hvørva millum bilar, trø og fólk.

”Hygga síggj”, sigi eg við hinar. Hann kom, tagdi og fór. Hvørji ørindi teirra vóru í Berlin, veit eg ikki. Og seinni hugsaði eg, at tað í roynd og veru var sissandi, at tað enn eru føroyingar við øðrvísi hugsanum og atburði. At tað enn eru listafólk okkara millum, sum ikki lata sær lynda.

Ert tú listafólk út í odd og egg, er hugurin at bróta vanahugsan, evnini at síggja heimin úr nýggjum sjónarhornum og tørvurin á at bera fram óhugsað hugskot alla tíðina til staðar.

Handilsligt samskifti hevur til endamáls at ganga ynskjunum hjá móttakaranum á møti. Endamálið hjá listini er júst tað øvugta: at gera móttakaran vónbrotnan. At broyta mynstur og harvið skeikla vanligan hugsanarhátt og ikki geva fólki tað, tey vænta.

Skerjingar á mentanarøkinum
Um tað var væntað ella óvæntað, taki eg ikki dagar ímillum, men tilburðurin í Berlin fer fram fáar mánaðar áðrenn, sitandi samgonga boðar frá, at mentanarøkið skal spara. Mentanargrunnur Landsins verður skorin við nærum 20 prosentum. Aftrat skerjingum á Námi tátta sparingarnar á mentanarøkinum í 2 mió. kr.

Landsins stjórnarmeiriluti tosar um kreppu, fíggjarligan aldudal og um at sparingar er loysnin. Hallið á fíggjarlógini skal burtur, verður sagt. Og øll mugu veita sítt ískoyti til felagskassan. Kanska størsta inntøkukelda hjá yrkislistafólkum okkara, Mentanargrunnur Landsins, er einki undantak. Grunnurin minkar við 1,1 mió. kr., so samlaða játtanin gerst 4,7 mió. kr. Hyggja vit at teimum 4.7 mia. kr., sum er samlaða krónutalið, samfelag okkara verður rikið fyri í hesum árinum, er játtanin til Mentanargrunnin nú 0,1 prosent av samlaðu útreiðslunum. Soleiðis raðfesta vit sum land. Tí er kanska ikki so nógv talan um eina fíggjarliga kreppu, men heldur um eina ontologiska kreppu rótfest í politisku skipanini.

Út í onnur lond
Sama mánað sum ein meiriluti í løgtinginum samtykkir at kvetta ein fimtapart av játtanini til Mentanargrunnin, fáa vit tíðindi um, at skaldsøgan Brahmadellarnir eftir Jóanes Nielsen er seld til útgávu í Týsklandi. Keyparin er eitt av heimsins størstu forløgum. Úr hesum landinum, har skapandi evnini hjá stjórnarflokkunum røkka til at skerja stóran part av lívsgrundarlagnum hjá listafólkunum munandi, velja útlendingar at keypa list.

Tá er tað, at vit av røttum kunnu spyrja, hvat endamálið er. Boðar tað frá samfelagsligari menning og mentanarligari ábyrgd at taka frá listafólkum, sum frammanundan hava lítlan pening um hendi? Fremur tað fjølbroytni og samfelagsligan opinleika? Og er tað við til at styrkja altavgerðandi liðið í einum fólkaræðisligum samfelag: rættin og møguleikan hjá tí einstaka at bera fram hugsan sína og finnast at teimum, ið stýra ella royna at stýra? Tað tykist mest av øllum sum búskaparlig ómegd at skerja upphæddina hjá einum samfelagsbólki, ið áhaldandi roynir at skapa og endurskapa føroysku tjóðina.

Sjálvsagt skulu atlit takast til eina kreppu. Men tað kann tykjast undarligt, at listafólkini skulu skerjast so ógvusliga, og at íspunna heimildin er undirskotið á fíggjarlógini, tá vit samstundis hoyra løgmann – og harvið Fólkaflokkin – siga, at hallið komandi ár verður økt við 150 mió. kr. fyri at fáa gongd á ein ávísan tunnil.

At sparingar á mentanarøkinum ikki er einasti háttur at hóra undan í fíggjarliga trongum tíðum, skulu vit ikki langt fyri at staðfesta. Fara vit til Íslands, hava íslendingar bygt eitt leikhús í Reykjavík undir allar ringastu kreppuni, landið nakrantíð hevur verið í. Fyri fíggjarárið 2013 er ikki sett so mikið sum ein króna av til tjóðleikhús í Føroyum.

Kann ES tryggja føroyska list?
At gongdin á mentanarpolitiska økinum er skeiv, krevur ikki stórvegis innlit í mentan og skapandi listagreinir. Tað krevur hinvegin óvanliga nógv hugflog og bjartskygni at síggja eina gongda leið, sum bara nøkulunda kann geva fólkinum eina vón um, at mentanarliga órøktin bert er ein fyribils standur, ið skjótt verður broyttur til tað betra.

Hyggja vit at ES, er gongdin ein onnur. Tað er væl skiljandi, at Føroyar ikki ynskja at gerast partur av ES við verandi ríkisrættarligu støðu og við teimum atknýttu fiskivinnupolitisku avleiðingum, tað hevur. Men dugur ES ikki at semjast um sild og makrel, so hava tey betur skil fyri mentanarpolitikki. ES-kommissjónin hevur í hyggju at hækka játtanina til mentan í tíðarskeiðnum 2014-2020. Undir heitinum “Creative Europe” ella “Eitt skapandi Evropa” sprænir samveldið meira pening í mentanarøkið. Tí tað stendur ES fullkomiliga greitt, at mentan og list ikki bara ríkar heimin við upplivingum, men at peningur í skapandi listagreinir sæst aftur í øktum búskaparvøkstri.

ES-limaskapur er ikki ein treyt fyri at luttaka í skránni “Eitt skapandi Evropa”. EFTA-londini eru við, og onnur lond hava eisini møguleika at søkja um at gerast partur av mentanarliga samstarvinum. Tí er spurningurin, um eitt tvørtjóða evropeiskt samstarv kann bjarga føroyskari mentan, so listafólkini í landinum í framtíðini kenna skapandi frælsi og mentanarpolitiskt støðugfesti.

Á miðlaøkinum hevur ES roynt at sjóðað reglurnar saman, so somu treytir eru galdandi fyri øll londini í samveldinum. Tað hevur ikki eydnast serliga væl, tí londini eru so ymisk. Søguliga hevur búskaparliga sameiningin tryggjað grundarlagið hjá veldinum, men nú hevur leisturin á fíggjarøkinum eisini fingið eitt skot fyri bógvin við vánaligu gongdini í eitt nú Grikkalandi, Spania, Portugal og Italia. Men skapandi listagreinirnar hava hinvegin notið gott av mentanarliga samstarvinum tvørtur um evropeisk landamørk.

Hvat vilja vit við mentanini?
Tað kundi verið áhugavert at kannað møguleikan at blivið partur av eini framtíðar mentanarskrá hjá ES á saman hátt, sum Føroyar í 2010 fingu atlimaskap í granskingarskránni FP7, ið millum annað hevur slóðað fyri samstarvi millum føroyskar og útlendskar granskarar.

Við verandi ósemju millum Føroyar og ES um ásetingina av sildakvotuni er tíðini ikki tann rætta at taka upp mentanarligt samstarv við samveldið. Men tíðin kemur. Hetta eigur kortini á ongan hátt at gerast ein koddi og eitt undantak fyri ikki at stuðla mentanini betri í Føroyum. Beiski veruleikin er, at vit als ikki hava nakra ætlan fyri mentanina í Føroyum. Vit vita hvørki, hvat vit ætla ella hvørjum vit arbeiða fram ímóti. Á hesum øki kunnu vit læra av ES. Har verða langtíðarætlanir gjørdar, ið greitt leggja út í kortið, hvør arbeiðssetningurin er inna fyri ávíst tíðarskeið.

Bjargið meðan bjargast kann
Mótmælini móti sparipolitikkinum hava verið fleiri. Tað var eitt crie de coeur frá tónleikarunum, tá teir fyri jól í fjør tóku niðurskurðin í Mentanargrunninum til mótmælis. “Vit spæla ikki til almenn tiltøk hjá landinum,” var boðskapurin.

Um latenta ætlan samgongunnar er at gera Føroyar minni fjølbroyttar, so er at halda á fram eftir verandi leisti. Men tá hugt verður at mentanarøkinum og øðrum økjum í síni heild, tykist tað at vera undantakið heldur enn reglan, at ein ætlan er til. Hon liggur ikki á nøkrum borði. Verður ikki viðgjørd við eldhuga. Verður ikki broytt og tillagað dagliga. Heldur er talan um tilvildarligar avgerðir við álvarsligum avleiðingum fyri listafólk og trivnaðin hjá vanliga føroyinginum.

Skal bera til at hitta føroysk listafólk í Føroyum og uttanlands í framtíðini, má játtast meira peningur til yrkislistafólk okkara. Tað átti at verið ein sjálvfylgja. Men tað er tað ikki.

Tá fíggjarlógin verður borin niðan í tingið seinast í september, eigur játtanin til mentanarøkið tí í minsta lagi at verða flutt aftur til støðuna, áðrenn tónaleysi politikkurin hjá stjórnarmeirilutanum framdi mentanarliga skurðin í desember í fjør. Hin kosturin er, at tað stendur við og versnar.

Og so snýr tað seg um meira grundleggjandi viðurskifti – um at duga at raðfesta og síggja Føroyar í einum størri høpi. Landsbankin vísir í fyribils seinastu búskaparmeting síni á, at føroyski búskapurin sum heild ikki er illa fyri, hóast skuldarbyrðan hjá tí almenna er vaksin síðstu árini. Hyggja vit rundan um okkum, er støðan í Føroyum lutfalsliga góð. Skuldarbyrðan hjá landskassanum er og verður støðug um 36-37 prosent av BTÚ fram til 2017. Harafturat hava kommunurnar bruttoskuld á 7-9 prosent av BTÚ.

Og hvør er skuldin hjá øðrum londum í Vesturheiminum? Í USA er hon 74 prosent av landsins BTÚ. Í Týsklandi 82 prosent. Í Onglandi 90 prosent. Tí kunnu vit ikki bara grundgeva við halli á fíggjarlógini, tá spart verður eitt sindur her og eitt sindur har.

Kanska var tað hetta, Jóanes Nielsen hevði í tonkunum, tá hann helt leiðina fram í Berlin í august í fjør. Ella kanska hevði hann akkurát verið á fundi við felagið, sum nú gevur bókina Brahmadellarnir út á týskum. Heldur var tað hitt seinna. Og tað kann so skapa nakað av vøkstri, sum landið ikki sær nakran átrøkandi tørv á at stimbra.

Privatur Eysturoyartunnil rakar Suðurøkið

Image

Tað kemur føroyska samfelagnum aftur um brekku, sleppur privat felag at eiga Eysturoyartunnilin. Tað einasta rætta er at lata tað almenna standa fyri tunlinum.

Onkuntíð er neyðugt at steðga á og hugsa seg um einaferð aftrat. Onkuntíð mugu vit lyfta ætlanir okkara upp um løtuvinning. Sleppa stuttskygdum loysnum, sum sjáldan hava samfelagsgagnlig árin. Kanska fyri summmi. Og kanska fyri nøkur øki. Men ikki fyri heildina.

Skrivar landsstýrið undir sáttmála við privat felag um at gera, eiga og reka Eysturoyartunnilin, fær hetta álvarsligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið. At egináhugamál og stuttsýni beina fyri eini samhaldsfastari útbygging av vegakervinum eigur at fáa okkum øll at steðga á. Ynskja vit veruliga einar Føroyar, har ávís øki í landinum eru fyri vanbýti? Ynskja vit, at partar av vinnuni og fólkinum er fyri mismuni?

Summi øki í samfelagnum fáa uttan iva gagn av tunlinum, verður verkætlanin framd eftir verandi leisti. Men hetta verður ein smeitur fyri Føroyar í síni heild.

Stuttskygda ætlanin hjá sitandi stjórn rakar serliga meint Suðurøkið, ið frammanundan hevur nógv at dragast við. Ikki minst fráflyting. Verður Eysturoyartunnilin partur av almennari heildarloysn fara ferðandi, ið koyra undir Tangafjørð, at fíggja partar av útreiðslunum til Sandoyar- og og Suðuroyartunnilin. Hetta er ein avgerandi fortreyt fyri, at fólk trívast í hesum økjum í framtíðini.

Tað ber rætt og slætt ikki til at atomisera føroyska vegakervið og bara ganga ávísum økjum í landinum til handa. Einasta gongda leið er ein samhaldsføst heildarloysn, ið tekur atlit til allar Føroyar. Sjálvt endamálið við tunlum og vegum er at betra um møguleikan hjá Føroya fólki at koma skjótt og lætt kring landið.

Men hetta hevur Kári P. Højgaard og landsstýrið als ikki hugsað um, nú ætlanin er at geva privatum felagi part av føroyska basaltinum.

At Eysturoyartunnilin er ein góð íløga, og at tunnilin er neyðugur, er einki at ivast í. Men ein privatur Eysturoyartunnil borgar ikki fyri heildarhugsan og eini burðardyggari útbygging av landi okkara.

Bara ein almennur Eysturoyartunnil tryggjar okkum øllum eitt rættvíst vegakervi. Verður ætlan samgongunnar framd í verki, verður tað ein dyggur smeitur fyri føroyska samferðslu og føroyskan framburð.

Tað hevur verið frammi í almenna orðaskiftinum, at allir undirsjóvartunlar í Føroyum skulu leggjast saman í eitt felag. Hetta er framskygt og tryggjar ikki bara ávísum pørtum av landinum góða og skjóta atgongd til vørur og tænastur, sum í flestu førum natúrliga liggja í miðstaðarøkinun.

Skulu vit framtíðartryggja allar Føroyar og ikki bara summi øki í landinum, mugu sjálvsøknu ætlanir landsstýrisins sleppast. Bara við at standa saman um útbyggingar á samferðsluøkinum menna vit landið og tryggja Føroyum økt framleidni og harvið størri búskaparvøkstur.

Fólkaræði ella einaræði

kringvarp_foroya_building-660x420Fólkið í Føroyum er fyri ósigri, um miðlarnir í landinum gerast færri í tali. Hetta kann skjótt gerast veruleiki, nú Kringvarpið setir ferð á lýsingavirksemið.

Tað er neyðugt við einum sterkum Kringvarpi. Einum Kringvarpi, ið tryggjar borgarunum álítandi og óheftan tíðindaflutning. Og sum kann styrkja og menna mentan og almenna orðaskiftið.

So mikið um fólkaræðisliga týdning Kringvarpsins.

Tí Kringvarpið kann eisini fáa ov stóra ávirkan. Tað síggja vit í dag, nú stovnurin herðir kappingina um avmarkaða lýsingapeningin í Føroyum.

Kringvarpið hevur heimild til at útvega sær fíggjarmegi við lýsingavirksemi. Tað stendur í kringvarpslógini. Men verandi gongd er ómetaliga óheppin, tí hon pínir longu hart sperdar privatar miðlar.

Tí er hetta ein knútur, sum valdið á Vaglinum skal loysa.

Kringvarpið er fíggjað við kringvarpsgjaldið, handilslýsingum, kunngerðum og spølum.

Tað er óhugsandi at hækka kringvarpsgjaldið. Vit hava longu heimsins hægsta kringvarpsgjald.

Men at banna lýsingum í Kringvarpinum er ikki ein gongd leið, sjálvt um tað kanska ideologiskt er tað rættasta.

Hyggja vit at alheims miðlalandslagnum, síggja vit, at talgilda gongdin hevur sigrað á nógvum mótum. Hetta merkir millum annað, at eitt nú Facebook er ein kappingarneyti hjá føroyskum miðlum, ið kappast á heimliga lýsingamarknaðinum. Tað er ikki lítið, føroyskir lýsarar leggja í kassan hjá hesum miðlarisanum. Hetta er peningur beinleiðis av landinum. Facebook rindar ikki eina krónur í skatti í Føroyum.

Soleiðis er veruleikin. Eisini í Føroyum. Tí ræður um at nýta allar landsins miðlapallar til lýsingar. Hetta kann byrgja upp fyri, at enn størri upphæddir enda á fremmandum hondum. Ein public service stovnur við nógvum lurtarum og hyggjarum er áhugavert stað hjá lýsarum á røkka brúkaranum. Tískil kann stovnurin tryggja pening til heimligt miðlatilfar.

Hendan grundgevingin fyri at fíggja public service við kringvarpsgaldi OG lýsingum, stuðulspeningi og spølum er ikki óvanlig at hoyra uttanlands.

Nógv siga, at public service og lýsingar í sama setningi ruggar ikki rætt. Men hendan mixed funding samansetingin er í roynd og veru ein vanligur fíggingarleistur í øðrum londum.

SRG SSR í Sveis er fíggjað á henda hátt. Tað sæst her.

RTÉ í Írlandi er fíggjað eftir sama leisti. Tað sæst her.

RÚV í Íslandi á sama hátt. Tað sæst her.

TVP í Pólandi á sama hátt. Tað sæst her.

ORF í Eysturríki á sama hátt. Tað sæst her.

Hetta eru public service stovnar. Og listin er munandi longri. Men hetta merkir ikki, at støðan í øðrum evropeiskum londum er greið. Londini dragast við somu spurningar sum í Føroyum. Tað er tað skrivað ófatiliga nógv tilfar um. Millum annað hetta notatið. Og hetta merkir samstundis heldur ikki, at “ja, so gera vit bara sum í hinum londunum”. Marknaðurin í Føroyum er so lítil. Her eru so fáar fyritøkur og avmarkað tal á stovnum, ið lýsa í miðlunum.

Hvat skulu politikararnir so gera? Tað er givið, at uppgávan ikki er løtt.

Men tað finnast loysnir. Ein háttur at tryggja føroyskt miðlatilfar er at koyra allan lýsingapening hjá Kringvarpinum í ein miðlagrunn. Peningurin kann síðani býtast út til framleiðslu av dygdargóðum journalistikki. Við øðrum orðum skal peningurin latast redaksjónum, sum finna fram, viðgera og eftirkanna tíðindi og bera tilfarið víðari til lesaran/lurtaran/hyggjaran.

Politikararnir mugu sum skjótast skipa økið øðrvísi. Tí við verandi gongd endar Kringvarpið, sum skuldi borga fyri fólkaræði og góðsku, sum eitt einaræði.

Og tá er einki vunnið.

Frá EXIT Føroyar til Fólkavøkstur

EXIT Føroyar

Spurningurin um, hvat kann gerast fyri at venda fólkafráflytingini úr Føroyum, verður evnið á tiltaki á Hotel Føroyum í morgin. Enn ber til at melda seg til tiltakið.

Fólkafráflytingin hevur stóran áhuga millum manna. Tað er greiða niðurstøðan, nú fólk hava havt høvið at lisið bókina, EXIT Føroyar, í ein mánað. Fleiri hava spurt eftir einum tiltaki, ið leggur loysnir á borðið, so vend kemur í. Vit eru púra samdir. Tí skipar ritstjórnin á EXIT Føroyar, Heri á Rógvi og undirritaði, fyri tiltaki um fólkafráflytingina og møguligar loysnir á Hotel Føroyum hósdagin 6. desember frá kl.13:00-16:15.

Á tiltakinum verða ein røð av framløgum um avbjóðingina, og er tiltakið ein roynd at seta enn meira gongd á orðaskiftið um stóru avbjóðingina hjá føroysku tjóðini.

Høvuðsrøðarar verða hesi:

Røðarar

Prísurin fyri tiltakið er 100,-. Kaffi og smákøkur eru við í prísinum.

Tilmelding fer fram við at senda eitt teldubræv til: reistrup@gmail.com

Til ber eisini at melda seg til á Facebook. Trýst her.

EXIT Føroyar komin út

Fólkafráflytingin er nú komin út í bók. EXIT Føroyar er at fáa í bókabúðunum kring landið og á netsíðuni hjá Sprotanum, ið gevur bókina út. 

Hetta er ein stórur dagur hjá ritstjórnini. EXIT Føroyar er komin út. Nú vóna vit, at samrøðurnar og greinirnar festa seg í minni hjá lesaranum, so vit í framtíðini fáa eitt gott orðaskifti um størstu avbjóðingina hjá Føroysku tjóðini: hópfráflytingin úr Føroyum og vantandi tilflytingin til Føroya.

Heri á Rógvi og eg hava valt sjey konufólk og seks mannfólk at skriva eina tíðargrein í part. Og so eru fýra drúgvar samrøður við fólk, ið hava valt Føroyar frá. Turið Kjølbro gjørdi samrøðurnar. Tróndur Dalsgarð tók myndirnar.

Keyp bókina her

Í bókini hoyra vit um:

  • Amy Hansen, sum flutti til Føroya fyri kortum.
  • Boga Bech Jensen, ið fekk ring skotsmál í fólkaskúlanum. Í dag er hann lektari á DTU.
  • Sonju Vágseið, sum flutti av landinum við familjuni í kreppuárinum.
  • Ingolf og Elisabeth, ið trívast væl í danska høvuðsstaðnum.

Og so eru 13 tíðargreinir. Hesi hava skrivað:

  • Annika Olsen
  • Armgarð Arge
  • Ben Arabo
  • Erika Hayfield
  • Guðrun Rógvadóttir
  • Heini í Skorini
  • Heri á Rógvi
  • Høgni Reistrup
  • Katrin D. Apol
  • Kári á Rógvi
  • Sunneva Háberg Eysturstein
  • Jóhanna á Bergi
  • Sjúrður Skaale

Til ber at lesa meira um útgávuna her.

EXIT Føroyar – fólkafráflytingin út í bók

Exit FøroyarFráflytingin er vorðin so stór, at fólkatalið minkar. Samstundis flyta ikki nóg nógv fólk til Føroya. Soleiðis hevur støðan verið seinastu árini. Men hví flyta fólk úr Føroyum? Hví koma ov fá afur? Er lívið so nógv betri aðrastaðni? Og hvat kann venda gongdini?

EXIT Føroyar er bók um fólkaminkingina í Føroyum. Í bókini eru samrøður við fýra føroyingar, sum siga sína søgu um, hví tey fluttu av landinum. Harafrat koma sjey konufólk og seks mannfólk til orðanna í 13 tíðargreinum. Høvundarnir siga – við støði í persónligum royndum – sína hugsan um fólkafráflytingina og hvat skal til fyri at venda gongdini.

At talið á føroyingum í Føroyum minkar, kann vera torført at skilja, men EXIT Føroyar gevur við gerandisligum dømum innlit í, hvat heldur fólki aftur í at flyta heimafur. Samstundis eru ítøkiligar loysnir at finna í bókini, sum kunnu vaksa um fólkatalið.

Tað gongur ikki dagur, uttan at vit hoyra og tosa um fólkafráflytingina. Heima Í stovunum kring landið, uttan fyri landoddarnar og í almenna rúminum. Kanska tí vit kenna støðuna. Øll hava vit næstringar, vinir og skyldfólk, ið ikki búgva í Føroyum, men bara eru heima av og á.

Nógv hava verið frammi við meiningum, hugskotum, tølum og atfinningum. Vit hava hoyrt áhugaverd orðaskifti. Og peikifingrar. Summir neyvari enn aðrir. Men ritstjórnin hevur saknað eitt filtur, sum sílar mýtur og fáfongd frá virðismiklum eygleiðingum og góðum greiningum. Hetta verður gjørt við frásagnum, sum vit kenna aftur úr gerandisdegi okkara. Vit koma heilt nær at fráflytingini og orsøkunum til, at nógv fólk flyta úr Føroyum og velja ikki at flyta heimaftur.

EXIT Føroyar kemur í bókabúðirnar mánadagin 5. november, hetta kom fram, tá Sprotin skipaði fyri bókakvøldi í Runavík í farnu viku.

Heri á Rógvi og eg hava ritstjórnað bókina. Heiðrik á Heygum gjørdi bókapermuna.

Bókin fæst til keyps her.

Hygg, maður hennara er hálvur føroyingur!

Vit kunnu halda nógv um miðlarnar og sveiggjandi innihaldsligu góðskuna. Men tá sjálvur ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum ber tey stórtíðindi á portal.fo, at ”Astrid Krag hevur føroyska vermóðir”, er trupult at koma nærri journalistisku avgrundini.

Føroysk tíðindafólk leggja sjálvi støðið á tíðindaflutninginum. Og kanska veit Eirikur Lindenskov, at tað, at maður Astrid Krog er av føroyskari ætt, ikki er vert at skriva um. Hann byrjar í øllum førum greinina við at legitimera innihaldið: ”Føroyskum miðlafólki dámar so væl at finna týðandi fólk úti í heimi, sum hava føroyskt tilknýti”. Men hetta ger ikki greinina meira viðkomandi.

Fólk, ið arbeiða í miðlunum, hava skyldug at halda eitt ávíst journalistiskt støði. Tíverri er greinin í dag ikki nakað eindømi um tíðindi uttan tíðindavirði.

Les: Astrid Krag hevur føroyska vermóðir

Onkur spyr kanska, um tað ikki er áhugavert at hoyra, at maðurin hjá einum møguligum komandi formanni í einum politiskum flokki uttanlands er hálvur føroyingur? Jú, tað er í lagi, um vit hava eitt brennandi ynski um at gera okkum sjálvi so evarska lítil og undirbrotlig, at allar rørslur hjá hálvum føroyingum úti í heimi fáa umrøðu í føroyskum miðlum. Men spurningurin er, um vit veruliga ynskja at gera okkum sjálvi til fullkomna útjaðaran, ið passivt eygleiðir tað, sum gongur fyri seg aðrastaðni. Sannleikin er, at vit verða ikki petti meiri altjóðagjørd, tá tað frættist, at føroyskar ílegur eisini eru virknar uttan fyri Føroyar. Tað einasta, vit fáa burturúr tílíkum tíðindum, er, at vit kunnu varðveita áskoðaraplássini, sum venda móti útlandinum og fólki, sum liva eitt lív, sum ikki ber til at liva hjá okkum.

Alt gott um gossip, men tað er ikki nógv vert, um tíðindafólk støðugt leita eftir enn einum útlendingi, sum hevur føroyska ommu ella abba.

Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at beint niðan fyri greinina er lýsing, har portal.fo sigur seg vera ”besta og størsta miðil í Føroyum”…

So er støðið lagt.

Og so sløkkja vit Dag & Viku í sjey vikur

Nú kom dagurin. Dagur & Vika er farin í summarfrí, tí tað hendir so lítið í samfelagnum um summarið. Agurkutíð. Men hetta er bara fávitska og vánaligar umberingar.

Vit hava brúk fyri journalistikki hvønn dag í árinum. At greina, avdúka og halda eygað við politiskum og peningaligum valdshavarum. Men um summarið fara øll í summarfrí, og tí er ikki nóg mikið av tilfari at miðla, verður sagt.

Well, grundgevingarnar eru gamlar, men hetta er fyrstu ferð, leiðslan tekur ógvisliga stigið og sløkkir Dag & Viku – í samfullar sjey vikur. Víðgongdur leiðsluháttur.

Kringvarpið kundi gingið á odda , men velur at leggja týdningarmiklastu tíðindasending í landinum í dvala. Leiðslan sigur orsøkina vera peningatrot. Veruliga orsøkin er vánalig raðfesting.

Og at agurkutíðir eru í Frøoyum um summarið, er ikki ein verulig grundgeving. Hugtakið ”agurkutíð” er ein mýta. Samfelagið hevur altíð tørv á vaknum vaktarhundum.

Signalið er eintýtt: Dagur & Vika er ikki so umráðandi, at føroyingar ikki kunnu vera hana fyri uttan í nærum tveir mánaðir.

Tað er hvørki virðiligt fyri hyggjaran ella starvsfólkini í Vørðsluni, at Dagur & Vika fer í summarfrí. Eitt er fólkaræðisligu avleiðingarnar, sum eru tær mest álvarsligu, men sæð við brillum brúkarans, er føroyskt sjónvarp uttan Dag & Viku í sjey vikur vanlukkuligt.

Tað eru frammanundan nógv, ið sessast mikukvøld kl.19.00 og tendra sjónvarpið, tí Dagur & Vika er á skránni. Men tað er hon ikki. Tað er mikukvøld. Er tað ábyrgd hyggjarans at minnast til, at tað er mikukvøld? Hvørjaferð hyggjarin tendrar sjónvarpið og væntar at síggja Dag & Viku, og hon ikki er a skránni, verður hyggjarin nipin.

Tað er ikki hyggjarin, sum skal minnast, nær tíðindasendingin er og ikki er á skránni. Millum fremstu uppgávurnar hjá Kringvarpinum er at raðfesta sjónvarpstíðindasendingina hvønn gerandisdag í øllum førum. Annars verður hyggjarin vónbrotin og minni trúgvur mótvegis rásini. At sløkkja flaggskipið hjá Sjónvarpinum er lítið virðiligt. Gamaní, góðskan sveiggjar nakað, men tað er hugsanarhátturin hjá leiðsluni í hesum førum, sum er skeivur. Grundleggjandi skeivur.

Men nú verða tað ikki bara mikukvøld, at fleiri hundrað hyggjarar til fánýtis seta seg væl til rættis í sjónvarpsstovunum kring landið, tí tey hava gloymt, at Dagur & Vika er tikin av skránni. Nú verður tað galdandi fyri hvønn dag í viku. Hetta máar burtur trúvirðið hjá stovninum.

Um ætlanin hjá leiðsluni er at senda politisk signal um vantandi fíggjarorku, er talan um vannlukkuliga strategi.

Hvat hugsar hyggjarin? At Dagur & Vika er ein sovandi puddilhundur? Vaktarhundur verður stovnurin ongantíð, um tilgongdin hjá leiðsluni er, at einki er hjá Degi & Viku at viðgerða um summarið.

Nýggjur kringvarpsstjóri

Kringvarpsstýrið situr í hesum døgum og viðger umsóknirnar hjá teimum, ið hava søkt stjórastarvið í Kringvarpi Føroya. Stýrið hevur tvey sløg av stjóra í at velja.

Stýrið fyri Kringvarpið skal taka eina stóra avgerð. Antin velur stýrið ein framskygdan stjóra, sum hevur eina greiða ætlan við stovninum og starvsfólkunum, ella velur stýrið ein persón við fíggjarligum førleikum og eini ætlan um at tryggja ársroknskapinum svørt tøl.

Spurningurin er, um aðalmálið hjá nýggja stjóranum er at standa á odda fyri at menna og styrkja journalistiska umhvørvið og mentanarligu skyldurnar hjá stovninum, ella um stjórin skal stýra Kringvarpinum eftir einum bókhaldaraleisti.

Tað verður trupult hjá stýrinum at finna ein persón, sum hevur báðar eginleikarnar. Hetta ger ikki uppgávuna at velja stjóra lættari. Tvørturímóti.

Persónliga haldi eg, at kringvarpsstýrið skal slota eftir umsøkjarum, ið hava ítøkiligar ætlanir við tíðindaleiklutinum, framleiðsluni og mentanarábyrgdini hjá Kringvarpinum. Stýrið skal lurta minni eftir teimum, ið leggja dent á eginleikan sum fíggjarligur røkil.

Kringvarpið hevur tørv á einum leiðara, sum skilir listarlig og skapandi fólk, og sum hevur virðing fyri journalistisku framleiðsluni. Ein fortreyt fyri hesum er sjálvsagt, at stjórin hevur dirvi at raðfesta dygdina hjá starvsfólkunum, so starvsfólkini gera tað, tey duga best. Og duga tey ikki nóg væl, mugu onnur framat.

Øll halda okkurt um Kringvarpið. Tí er stavið sum kringvarpsstóri ikki bara avbjóðandi – tað gnaddar eisini arbeiðsorkuna. Kringvarpsstjórin skal duga at lesa politiska spælið, seta seg niður og lurta eftir teimum, sum rinda kringvarpsgjald og arbeiða við atfinningum og rósi frá starvsfólkum á stovninum. Og so er tað avgerandi, at stjórin skilir serstaku ávirkanina, Kringvarpið hevur á føroyska málið. Hetta krevur, at stjórin gongur undan og virðir málið og serliga virkna leiklutin hjá Kringvarpinum at menna og røkja málið.

Tað er mín vón, at stýrið fyri Kringvarpið hugsar ”Hatta er hon/hann”, tá ein umsøkjari er framfýsin og vísir á eina røð av viðurskiftum, sum skulu betrast og dagførast. Tað ringasta fyri Kringvarpið – og harvið fyri Føroyska samfelagið – er, um stýrið er samt um at seta ein persón í stjórasessin, sum áhaldandi vísir á, at viðkomandi dugir at tillaga virksemið eftir skiftandi inntøkum.

Í nógvum førum skulu onnur starvsfólk hava um hendi fíggjarligu viðurskiftini hjá Kringvarpinum. At skilja journalistiskar mannagongdir og raðfestingar, føroyska og fremmanda mentan, samfelagið og fólkaræðisliga týdningin hjá Kringvarpinum eru hinvegin avgerandi dygdir, sum kunnu styrkja leiklutin hjá Kringvarpinum í føroyska samfelagnum.

Seinast, søkt varð eftir kringvarpsstjóra, var í 2008. Niðanfyri ber til at lesa lýsingarnar.

Starvslýsing, 2008

Starvslýsing, 2012

Starvslýsing, 2018

Munur er á innihaldinum í lýsingunum. Hvat leggur stýrið upp til í lýsingini eftir enn ókenda kringvarpsstjóranum? Verður stjórin ein fíggjarligur røkil ella ein journalistiskur og mentanarligur kyndil?

Hetta lærdi Whale Wars okkum

Seinasti partur av Whale Wars – Viking Shores verður vístur á Animal Planet í kvøld. Men hvat hava vit lært? Og hvussu ávirkar sendingin hugburðin hjá útlendingum til Føroyar?

Tey sum hava sæð Paul Watsson og hansara viðhaldsfólk sigla, flúgva, koyra, kava og ganga kring oyggjarnar í sendingini Whale Wars – Viking Shores hava lært nógv um sjónvarpsframleiðslu. Tey hava lært, hvussu nógv veruleikin kann snarast, og hvussu dugnalig framleiðslufólk kunnu umskapa seks vikur uttan stórvegis action í Føroyum til fimm tímar av undirhaldi.

Eingin grind varð hildin til í fjør summar, men kortini hevur sjónvarpsliðið megnað at framleiða fimm sendingar um… grindadráp. Hvussu ber tað til uttan upplagda høvuðsleikaran, grindina? Tað ber til, tí veruligi høvðusleikarin í sendingini er moralurin um, at tað er synd at drepa hval.

Manningin umborð á Birgitte Bardot og Steve Irwin keddu seg í Føroyum. Tað, sum skuldi henda, hendi ikki. Men tað bilar einki. Tá man hevur fleiri hundrað tímar av ráupptøkum, er tað bara hugflogið, sum setir mørkini fyri, hvørjar søgur hyggjarin fær.

Við upptøkunum kundi framleiðsluliðið gjørt eina sendirøð um føroyskan blíðskap og ein forkunnugan lívsstíl. Men tað ber sjálvandi ikki til. Tað er ikki í tráð við andan á Animal Planet. Sambært sjónvarpsrásini er heimurin óndur. Ella sum forsangarin í The Smashing Pumpkins syngur í sendingini ”The world is a vampire”. Og tað er endamálið við Whale Wars – Viking Shores: at vísa, at føroyingar fara um øll moralsk mørk.

Men tey sum halda, at sendingarnar eru so láturligar, at tær eru at rokna sum góð umrøða, tí náttúrumyndirnar eru vakrar, fara skeiv. Fyri føroyingar kunnu sendingarnar tykjast góð umrøða, tí myndirnar av náttúruni – sum eitt undantak – ikki lúgva. Tað hevði sjálvandi verið óført, um sendingarnar vóru góð umrøða, men tíverri tulkar útlendski hyggjarin ikki sendingarnar á sama hátt sum føroyingurin. Flestu hyggjararnir kenna bara Føroyar, tí teir hava sæð eina ella fleiri sendingar við Paul Watsson í Føroyum. Og tað verður ongantíð góð umrøða. Kendu hyggjararnir til veruligu umstøðurnar, var søgan ein onnur.

Whale Wars – Viking Shores gav okkum innlit í, hvussu nógv sjónvarp kann avskepla veruleikan. Men hetta broytir ikki ta sannroynd, at føroysk eygu síggja grindadráp munandi øðrvísi samanborið við útlendsk. Ljóta myndin av grindadrápi broytist ikki, hóast myndirnar av føroysku náttúruni eru hugtakandi.

Sensurur lagdur á Pál Joensen

IOC hevur sett fleiri krøv til miðlanýtsluna hjá øllum luttakandi ítróttarfólkum í OL í London. Við viðtøkunum skerja fyrireikararnir skrivi- og talufrælsið.

Tá heimsins størsta ítróttarhending verður í London í summar, hevur altjóða olympiski felagsskapurin, IOC, sett hørð krøv til nýtsluna av sosialum miðlum. IOC hevur lagt fótonglar fyri fríari miðlanýtslu undir olympisku leikunum – bæði fyri luttakandi ítróttarfólkum og áskoðarum. Pál Joensen og hini ítróttarfólkini sleppa ikki at viðmerkja avrikini hjá øðrum luttakarum, siga frá kappingum ella nevna ávísar vørur ella tænastur á Facebook, Twitter ella øðrum sosialum miðlum. Pál Joensen kann kortini nevna OL høvuðsstuðlarnar.

Brýtur ein persónur viðtøkurnar, fær viðkomandi durafjórðingin.

Luttakandi ítróttarfólkini sleppa ikki at átaka sær leiklutin sum tíðindafólk, tí sum tað stendur í viðtøkunum hjá IOC, skulu øll tweets og allar viðmerkingar á Facebook skrivast í fyrsta persóni. Tað merkir, at Pál Joensen eitt nú ikki kann skriva: ”Áskoðararnir sita spentir og bíða. Venjararnir hava gjørt tað, teir kunnu. Nú er alt upp til svimjararnar”. Hinvegin kann hann takk fyri viðmerkingarnar, hann fær á Facebook, áðrenn og aftaná hann hevur svomið.

Men tað er ikki bara skrivaða orðið, IOC skerjir. Luttakandi ítróttarfólkini sleppa ikki at taka myndir á økjunum, har leikirnir fara fram og leggja tær á netið. Sama er galdandi fyri sjónbandaupptøkur. Hinvegin kunnu ítróttarfólkini – og onnur sum eru knýtt afturat teimum – taka myndir til privata nýtslu. Tær skulu bara ikki almannakunngerast.

Ikki færri enn 28 fólk frá IOC fara undir leikunum at halda eftirlit við, at luttakararnir ikki bróta reglurnar.

Men tað er trupult hjá 28 fólkum at monitorera allar krókar á alnetinum. Tí hava fyrireikararnir gjørt netsíðuna olympicgamesmonitoring.com (síðan er ikki virkin enn), har fólk kunnu venda sær, um tey síggja, at reglurnar ikki verða fylgdar.

Avmarkingarnar merkja, at skrivar Pál Joensen á Facebook, at hann gleðir seg at drekka eina fløsku av San Pellegrino afturvið morgunmatinum á gistingarhúsinum, kann hetta í ringasta føri merkja, at føroyski svimjarin verður blakaður úr leikunum. Ítróttarfólkini hava ikki loyvi at nevna nakra peningaliga vøru ella tænastu á Facebook, Twitter, bloggum og alnetinum sum heild. Nøkur undantøk eru kortini gjørd. Eitt nú er laga manni hjá Páli Joensen at skriva, at hann etur ein McDonnalds burgara og drekkur eina Coca-Cola, tí fyritøkurnar stuðla OL í London.

Eg skilji ikki, at fyrireikararnir skulu avmarka miðlanýtsluna hjá luttakandi ítróttarfólkunum. Hetta er beinleiðis í stríð við skrivi- og talufrælsi. Men tað er ikki so, tá peningur setir dagsskránna. Ávísar fyritøkur hava goldið nógv fyri at verða høvuðsstuðlar, og sjónvarpsstøðir hava rindað ovurhondsstórar upphæddir fyri rættindini at varpa leikirnar.

Einaferð var miðlaútboðið avmarkað og lætt at stýra. Men tann tíðin er farin. Nú er alnetið – og kanska serliga sosialir miðlar – við til at gera stirvnar og óliðiligar skipanir gjøgnumskygdar.

OL er ein risastór ítróttarhending. Sambært IOC snúgva leikirnir seg ikki bara um ítróttina, men eisini um virðing og fair play. Men stovnurin kundi passandi byrjað við sjálvrannsakan, tí er tað virðiligt, at luttakararnir ikki sleppa at nýta nýggju miðlarnar, sum teimum lystir?

Tú kanst lesa meira um IOC og avmarkingarnar á eitt nú the Guardian.

Her ber til at lesa tekstin, sum Pál Joensen og hini ítróttarfólkini hava fingið.

Spyr ikki okkum, Kári

Fólkið hevur ikki talað: leggið kommunurnar saman. Farið til arbeiðis og skipið ikki fyri fólkaatkvøðum, tá tit ikki vilja fremja neyðugar broytingar.

Hon skuldi vera vegleiðandi, atkvøðan. Men hon leiðir ongan veg. Kanska var tað endamálið hjá landsstýrinum. Stillstøðan skal varðveitast.

Men hvat sigur fólkaatkvøðan okkum? Og hvat kunnu vit brúka eina óvanliga lítla valluttøku til?

Bara 32,7% greiddu atkvøðu hósdagin. Prosenttalið og úrslitið vísa, at tað eru tey, sum veruliga hava okkurt at vinna ella missa, sum settu krossin við ”ja” ella ”nei”. Hvat sigur hetta okkum? Fyrst og fremst, at framtíðar kommunubygnaðurin ikki fyllir serliga nógv í gerandisdegnum hjá fólkinum. Í summum kommunum var valluttøkan størri enn í øðrum. Men hóast nakrar kommunur hava meira at missa enn aðrar, svaraði meginparturin av fólkinum ikki spurninginum, ið Kári P. Højgaard setti.

Tískil er greiði boðskapurin frá fólkinum til sitandi samgongu, at politikararnir  skulu taka seg um reiggj og skipa kommunurnar í størri eindir. Spyr ikki okkum, var svarið, fólkið gav landsstýrinum og Kára P. Højgaard hósdagin. Spyr ikki okkum, tí vit skulu ikki spyrjast. Broytingarnar skulu bara fremjast, siga tey, sum ikki settu ein kross.

Fólkið hevur talað, segði løgmaður, eftir at eitt nú 22% av íbúgvunum í Streymoy søgdu sína hugsan um framtíðar kommunubygnaðin. Atkvøðan bleiv bara brúkt sum ein skortur, tí landsins leiðsla ikki fremur átrokandi nýskipanir og samfelagsligar broytingar. Tí var fólkaræðið fyri ósigri. Vantandi dirvi og visjónir síggjast týðiliga aftur í fólkatalinum og demografiskum framskrivingum, sum gerast daprari fyri hvønn dag sum gongur.

Unga ættarliðið krevur einar nýggjar Føroyar. Og skulu Føroyar endurnýggjast, mugu bygnaðarligar broytingar og nýhugsanir á breddan.

Men hvat ger landsstýrið, tá støða skal takast til eitt átrokandi mál? Fremur eina vegleiðandi fólkaatkvøðu. Úrslitið vísir greitt, at landsstýrið skal arbeiða fyri einum betri samfelag og ikki spyrja fólkið.

Skal landsstýrið fremja fólksins vilja, skulu kommunurnar leggjast saman við lóg. Men verður hetta veruleiki?

Tað snýr seg um kenslur

Ein kavari kyssir ein grindaskølt. Hann grætur, og er skelkaður. Manningin umborð á Sea Shepherd er lamsligin. Kenslur eru høvuðsdrívmegin í ”Whale Wars – Viking Shores”, sum Animal Planet varpar um allan heim.

Grindadrápið er ein góð søga – ella gott sjónvarp. Tí hevur eitt framleiðslufelag gjørt fimm tímar av sjónvarpi um Føroyar og grindadráp. Søgan kundi verið, at føroyingar seinastu áratíggjuni hava betrað munandi um djóravælferðina, tá grind verður hildin til. Gaman í hevur okkurt drápið verið ljótt. Eitt nú í Klaksvík í juli 2010. Hvussu er og ikki, er nógv broytt síðani menn høgdu frá báti við hvalvákni og sóknarongli.

Men hetta er sjálvandi ikki søgan, Animal Planet sigur hyggjarunum.

Brotið í hesari leinkjuni – bit.ly/JqcrgL –  er eitt gott dømi um, hvussu nógv veruleikin kann snarast. Hetta kundi verið ein søga um, at føroyingar beina burtur beinagrindirnar á ein vistfrøðiligan hátt. Men hendingin er sett upp sum ein ovurkenslusamur sjónleikur.

Hetta er frásøgusniðið, ið hyggjarar í londum kring allan heimin síggja.

Tað snýr seg um at ala fram kenslur. At fáa hyggjaran at kenna pínuna, sum hvalirnir, sambært manningini umborð á Sea Shepherd, doyggja frá.

Framleiðsluliðið veit, hvussu sendingarnar skulu setast saman. Tey vita, at sjónvarp snýr seg um ”feelings and fascination”. Hesi elementini seta stóran dám á eitt nú reality-sjónvarp. Og tey mynda eisini frásøguna í ”Whale Wars – Viking Shores”.

LES EISINI Hevnd Paul Watsons

Men hví fylla hyggjararnar við kensluligum frásagnum?

Animal Planet hevur eitt høvuðsendamál. Sjónvarpsrásin er eitt privat felag, ið skal vinna pening. Sjónvarp við nógvum kenslum savnar ofta nógvar hyggjarar.

Kenslurnar í ”Whale Wars” eru tískil við fyri at undirhalda og hugtaka. Og fleiri hyggjarar – størri inntøkur. Á hesari leinkjuni hjá Animal Planet ber eitt nú til at keypa keppar, koppar og troyggjur við áskriftini ”Whale Wars”.

Fyrsti parturin av ”Whale Wars – Viking Shores” verður varpaður fríggjakvøldið 27. apríl.

Hevnd Paul Watsons

Hann bleiv handtikin seinast hann var í Føroyum. Men nú svarar Paul Watson aftur. Og tað fara føroyingar at merkja. Fríggjadagin 27. apríl sendir stóra amerikanska sjónvarpsrásin, Animal Planet, fyrsta partin av ”Whale Wars – Viking Shores” við Paul Watson á odda.

Seks vikur í Føroyum í fjør summar við bátunum Steve Irwin og Brigitte Bardot, eini tyrlu og einum stórum filmsliði eru nú vorðnar til fimm tímar av tilfari um Føroyar og grindadráp.

Men tað verður ikki nøkur vøkur mynd av Føroyum og føroyingum, ið fleiri milliónir hyggjarar kring heimin fara at síggja. Talan er um undirhaldssjónvarp – sjálvt um framleiðslan er latin í ein dokumentaristiskan búna. Í sendingunum mála sjónvarpsliðið og Sea Shepherd eina svart-hvíta mynd av føroyskum grindadrápi.

Til ber longu at síggja eina lýsing fyri sendirøðina. Brotið gevur eina greiða mynd av samskiftistónanum. Øll journalistisk idealir eru slept. Søgan og myndirnar skulu undirhalda.

Frymilin er at kenna aftur. Einfald Hollywood søgufrásøgn: bardagin millum tað góða og ónda. Og sjálvandi vinnur tað góða. Men ikki uttan stríð.

Trupulleikin er bara, at leiklutirnir, sum ávikavist tann góði og tann óndi, eru býttir út frammanundan. Føroyingurin er dárin og Paul Watson frelsarin, hvørs trupla uppgáva er at bjarga súgdjórinum frá føroyska ørskapinum.

Hetta er myndin av Føroyum, sum Animal Planet borðreiðir við fyri milliónum av hyggjarum. Animal Planet er ikki ein lítil rás uttan ávirkan ella eitt gamalt tíðindablað uttan lesarar. Rásin fevnir um stóran part av heiminum og kemur út í so at siga allar samfelagsligar krókar. Framleiðsluliðið er mannað við royndum fólkum, ið nýta allar frásøgusnildir. Tí verður boðskapurin í “Whale Wars – Viking Shores” ómetaliga hvassur. Sea Shepherds eru teir góðu. Føroyingarnir teir óndu. Tað er einfalt, men tað riggar.

Myndin av føroyskum grindadrápi, sum Animal Planet varpar út, kann hava sera skaðilig árin á Føroyar. Tað er trupult at siga frammanundan, hvussu stórt trýstið á føroyskar og danskar myndugleikar verður. Føroyska uttanríkistænastan – og fleiri danskar sendistovur – fara í øllum førum at merkja eitt munandi størri trýst, tá fólk hava sæð “Whale Wars – Viking Shores”.

Tað verður løgið hjá føroyingum at síggja røðina, tí tað verður trupult at fáa lýsingina av grindadrápinum í sjónvarpsrøðini at samsvara við veruleikan. Gjógvin er stór millum ógegnigu myndina av grindadrápinum, sum sendingin málar, og so myndina av burðardyggum grindadrápi, sum flest allir føroyingar hava.

Sendirøðin er í nógvum førum meira fiktión enn fakta. Og tí verður størsta uppgávan hjá føroyskum myndugleikum at vísa á, hvør leisturin í føroyskum grindadrápi í veruleikanum er í 2012. Men uppgávan er trupul. Sjónvarp er ein máttmikil miðil at vísa grindadráp sum ein ræðsluvekjandi og primitivan sið.

Animal Planet sendir fyrsta partin av ”Whale Wars – Viking Shores” fríggjakvøldið 27. apríl. Til ber at lesa meira um sendirøðina her.

Glashúsið hjá Jørgeni

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, blakaði ein stóran stein eftir Boga Godtfred, sjónvarpsverti, fríggjakvøldið. Nú steina borgarar Jørgen Niclasen á netinum. Ein netbrúkari fór í miðlasavnið og legði beinanvegin ”Jørgen tosar íslendskt” á YouTube.

Landsstýrið hevur stungið út í kortið at hækka pensjónsaldurin 1. januar 2013. Rúm er heldur ikk fyri nýggjum havrannsóknarskipi á fíggjarlógini komandi árini. Og Tjóðleikhúsið er útsett til 2016. Hetta er nakað av tí, ið kom fram á tíðindafundi fríggjadagin, tá uppskotið til játtanarkarmar fyri 2013 varð lagt fram í fíggjarmálaráðnum.

Hetta eru eisini trý evni, sum Dagur og Vika tekur upp í tíðindasendingini sama kvøldið.

Bogi Godtfred er sjónvarpsvertur, og gestur í sjónvarpsstovuni er Jørgen Niclasen. Tað sæst týðiliga, at Bogi Godtfred er íðin. Samrøðan sæst her. Hann setir spurningar, og Jørgen Niclasen svarar. Seinasta evnið í samrøðuni er Tjóðleikhúsið. Og tað er her, at ein orðing hjá Jørgeni Niclasen setir ferð á eina virala spjaðing á netinum.

Sjónvarpsverturin spyr um Tjóðleikhúsið:

”So eru vit komnir til Tjóðleikhúsið. Tað er soleiðis, at tað verður skotið út til 2016. Fara vit til íslands, so hava íslendingar bygt eitt leikhús í Reykjavík undir allar ringastu kreppuni, Ísland nakrantíð hevur verið í. Her siga vit, at vit ikki hava ráð til at byggja eitt Tjóðleikhús. Er tað ikki bara eitt máttloysi, sum útstillar eina manglandi raðfesting og eina manglandi tilvitan um, at vit hava brúk fyri at…”

Men so brýtur Jørgen Niclasen sjónvarpsvertin av, og sigur:

”Nú bleivst tú so ivrigur, Bogi. Nú sært tú næstan stuttligur út.”

Henda útsøgnin fekk ein netbrúkara at leggja eitt gamalt brot á YouTube. Í brotinum roynir Jørgen Niclasen at tosa íslendskt. Brotið sæst niðanfyri.

Fíggjarligar raðfestingar sum í Íslandi í krepputíðum ella ei. Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at nógv halda, at tað er stuttligt, at Jørgen Niclasen roynir at tosa íslendskt.

Brotið hevur annars áður ligið á netinum, men varð strikað.

Sama kvøldið, Jørgen Niclasen steinar Boga Godtfred, er brotið aftur at finna á YouTube. Hetta er neyvan tilvild.

Annars gekk væl hjá Jørgeni Niclasen at svara spurningunnum hjá sjónvarpsvertinum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tosaði millum annað um hallið á fíggjarlógini, og hvussu landsstýrið raðfestir í trongum fíggjarligum tíðum. Fólkafloksretorikkur sum riggar.

Men Jørgen Niclasen helt kanska, at spurningarnir vóru ov naskir, og leyp tí framav í nøkur sekund. Men tað er nóg mikið. Brotið ”Jørgen tosar íslendskt” varð lagt á YouTube 30. mars, og 1215 fólk hava longu sæð brotið. Talið verður væntandi fleirfaldað komandi dagarnar.

Útsagnir hava ofta avleiðingar – serliga um man leypir framav og sjálvur býr í glashúsi.

Til ber at lesa uppskotið til játtanarkarmar fyri 2013 her.

Atlantic Airways-vikan

Magni Arge og føroyska flogfelagið gjørdu eitt megnar PR arbeiði hesa vikuna. Atlantic Airways stýrdi ikki bara nýggja flogfarinum til Føroya – miðlarnir blivu eisini stýrdir.

Sjáldan hevur ein hending fingið so drúgva umrøðu sum nýggja flogfarið hjá føroyska flogfelagnum. Fólk hava lisið, lurtað og sæð eina ørgrynnu um flogkeypið í miðlunum.

Men tað er ikki av tilvild, at fólk eru væl og virðiliga kunnað um, at Atlantic Airways hevur økt um flotan. Verksmiðjan í Hamburg handaði Atlantic Airways nýggja flogfarið 22. mars. Og í hesum sambandi legði leiðslan í flogfelagnum PR arbeiðið hegnisliga til rættis.

Airbus-flogfarið flýgur fyrsta túrin til Føroya. Umborð eru umboð fyri allar stóru miðlarnar í Føroyum.

Sjónvarp, útvarp, bløð og netmiðlar. Allir miðlarnir eru umborð og miðla stóru hendingina hjá Atlantic Airways.

Skrúva vit tíðina aftur til vikurnar undan floghandanini, vistu miðlarnir millum annað at siga, at:

Tá nýggja flogfarið nærkaðist flogvøllinum í Vágum, sótu ikki bara nógv miðlafólk umborð á nýbygda flaggskipinum hjá Atlantic Airways. Umborð vóru eisini ein røð av góðum søgum til miðlarnar.

Umframt stjóran í Atlantic Airways, Magna Arge, og onnur starvsfólk, vóru fleiri politikarar, fyrrverandi politikarar og vinnulívsfólk við á ferðini.

Við einum væl mannaðum miðlaliði og nógvum viðkomandi persónum umborð var tað lagamanni hjá tíðindafólkunum at varpa og skriva um:

Sjálvsagt kryddað við samrøðum við stjóra, starvsfólk, vinnulívsfólk og politikarar.

Hendingin fekk drúgva umrøðu í miðlunum. Og hetta vísir fyrst og fremst dugnaskap í leiðsluni í føroyska flogfelagnum. Sum ein brúkari skrivar á Facebook: ”Eg havi lurtað nógv eftir ÚF seinastu dagarnar. Og eg føli tað, sum um eg havi búð í “Air-bussinum” síðstu 5 árini, so væl eg kenni hann eftirhondini.”

Atlantic Airways skal vinna pening. Tí er positiva Airbus-umrøðan virðismikil fyri felagið. Summi saknaðu perspektivini og avleiðingarnar av keypinum. Men tað er ikki uppgávan hjá flogfelagnum at visa á, hvørji samfelagsligu árinini av Airbussinum kunnu verða. Atlantic Airways skal selja fleiri flogseðlar.

At perspektivera er ein – av fleiri – uppgávum hjá miðlunum.

Eitt nýtt flogfar rættvísger ikki umfatandi umrøðuna av Airbus 319. Tað kundu avleiðingarnar hinvegin. Men vit hoyrdu mest um, hvussu tað var at standa í torninum, tá flogfarið lendi í Føroyum og minni um, hvussu eitt størri flogfar kann menna føroyska samfelagið.

Sum miðlabrúkari kendist henda vikan sum ein Atlantic Airways-vika. Tað kundi verið ein spennandi vika um møguleikar og avbjóðingar, men miðlarnir vistu bara at siga, at Atlantic Airways fekk eitt nýtt og størri flogfar.

Skapa sendistovurnar vøkstur?

Nógv fólk hava afturvendandi sett sær sjálvum spurningin, hvønn leiklut føroysku sendistovurnar í Evropa spæla. Fær landið nakað aftur fyri stóru íløgurnar?

Løgmansskrivstovan hevur boðað frá, at sendistova Føroya í London letur aftur í heyst. Uttanríkistænastan skal spara.

Føroyska uttanríkistænastan er ikki ókeypis fyri føroyska skattgjaldaran. Og tí hevur skattgjaldarin eisini uppiborið at vita, hvat hann ella hon fær fyri peningin, sum á hvørjum ári fer til fýra sendistovur uttanlands. Men hesin spurninur er ongantíð svaraður.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur arbeitt nógv fyri sendistovunum, og hann er kanska høvuðsorsøkin til, at Føroyar hava sendistovur í Brússel, London, Keypmannahavn og Reykjavík. Tá formaður Tjóðveldis fekk boðini um, at sendistovan í London letur aftur, segði hann:

“60 mió. fólk búgva í Stórabretlandi. London er heimsins fíggjarligi og mentanarligi høvuðsstaður. Her húsast altjóða stovnar, vinnufyritøkur, fremsta mentanarlív v.m. Gjøgnum hesa sendistovu hava vit samband til Skotlands, Norðurírlands, Írlands og Wales. Og hetta eru okkara næstu grannar – har stór og týdningarmikil viðurskifti fara fram í løtuni. Vit kunnu fáa nógv betri handilssambond við Bretland og tað er okkara størsti útflutningsmarknaður.”

Men hetta sigur einki um sendistovuna í London og leiklut hennara. Bara breið orð, sum lýsa møguleikarnar í Stórabretlandi. Vit eru ikki komin eitt fet nærri spurninginum:

Hvat fáa Føroyar fyri nógvu milliónirnar, sum sendistovurnar kosta samfelagnum á hvørjum ári?

Standa útreiðslurnar mát við tað, landið fær afturfyri?

Men eingin – ella sera fá – vita, hvat kemur burturúr nógvu milliónunum, sum fíggja virksemið á føroysku sendistovunum. Og tað er stóri turpulleikin. Um sendistovurnar hava góð og búskaparliga burðardygg úrslit at vísa á, so er at fáa tað alment fram. Men tað er ikki hent. Hevur sendistovan í London fasiliterað avgerandi sambond millum føroyskar fyritøkur og bretska marknaðin? Hevur sendistovan opnað nýggjar marknaðir fyri føroyskum fyritøkum? Eru avtalur gjørdar, sum skapa vøkstur í Føroyum? Eingin veit. Kanska tí sendistovurnar samskifta lítið í almenna rúminum.

Tað einasta vit vita, er, at sendistovurnar eru dýrar at reka. Í januar visti Útvarpið at siga, at búðstaðirnir hjá sendimonnunum kosta 75.000 kr. um mánaðin. Hava Føroyar ráð til, at íbúðin hjá sendimanninum í London, Jóannesi Vitalis Hansen, kostar tí almenna 39.348 krónur um mánaðin í leigu? Fær landið nakað fyri íløguna?

Hesir spurningar eru avgerandi at svara, um sendistovunum skal verða lív lagað. Løgmansskrivstovan hevur kanska ikki fingið eintýtt svar, og velur tí at avmonterað virksemið í bretska høvuðsstaðnum.

Tað er givið, at eitt meirvirði til føroysku høvuðsvinnuna er við til at legitimera sendistovurnar. Men hava sendistovurnar røkt hesa uppgávu? Og eru tær førar fyri at skapa nýggj og betri sambond millum føroyskt vinnulív og útlendskar marknaðir?

Nógv fólk í vinnuni siga seg ikki hava gagn av føroysku sendistovunum. Summi siga, at ein føroyskur sendimaður í Íslandi veit minni um lokala marknaðin samanborið við vinnulívsmannin, sum skal keypa útgerð til trolaran í landinum.

Onnur siga, at sendistovan í London ikki kann ávirka avtalur, sum vinnulívsfólk hava við skotskar fyritøkur um at landa fisk í Skotlandi. Hvat skulu vit við sendistovunum, spyr høvuðsvinnan?

Og ber ikki til hjá vinnuni og vanliga borgaranum at fáa greitt svar, so er kanska rættast at niðurlaga talið av føroyskum sendistovum, tí skaffa tær ikki inntøkur til landið, er trupult at rættvísgera teirra raison d’être.

Altjóða kvinnudagur – og hvat so?

Hvussu stendur til við javnstøðu í Føroyum? Eru tað konufólkini, sum ikki rigga? Er tað skipanin? Ella er alt í fínasta lagi?

Konufólk liva longri enn mannfólk, fáa færri lívshættisligar sjúkur og útbúgvingarstøðið er somuleiðis hægri. Haraftrat er kvinnuumboðanin á tingi í vøkstri. Er alt ikki, sum tað skal vera?

Talið av konufólki í høvuðsvinnuni er lítið, um hugt verður burtur frá flakavinnuni. Er tað tí ikki natúrligt, at mannfólk vinna meira pening samanborið við konufólkið?

Nógvir menn sigla úti – skaffa breyð á borið. Konufólkið tekur sær av húsinum, børnunum og hugnar um heimligu karmarnar. Tá mennirnir ikki eru heima, má konufólkið traðka til. Ansa børnunum, tí tað er lættast og bíligast fyri samfelagið. Hann tekur sær av veiðini, hon tekur sær av umsorganini.

Money talks. Skulu vit ikki virða tað?

Konufólkið arbeiðir niðursetta tíð, tá børnini eru smá. Samstundis arbeiðir maðurin víðari fulla tíð. Hetta er mynstrið í føroyska samfelagnum.

Men tað skurrar í oyrunum, tá eitt nú Vinnuhúsið upplýsir, at 52% av føroyskum konufólkum arbeiða niðursetta tíð. Í Norðurlondum sum heild er talið 36%.

Ein lønarkanning sum Jón Joensen (2009) hevur gjørt fyri Hagstovuna vísir, at munur er á lønunum hjá kvinnum og monnum á føroyska arbeiðsmarknaðinum – eisini í almenna geiranum. Kanningin vísir, at í tí almenna vinna føroyskir menn 16,3% meira samanborið við konufólkið.

Føroyar kunnu betra um javnstøðuna á nógvum økjum. Hugburður er eitt. Og so er tað útbúgvingarútboðið í Føroyum. Tá tey ungu hava lokið studentsprógv, fer størsti parturin av landinum. Í flestu førum er talan um ung konufólk.

Føroyski kynsdiskursurin avmarkar eisini javnstøðuna – siga vit ”teir” í landsstýrinum eru ósamdir um fiskivinnupolitikkin ella ”tey” eru ósamd etc.

Nógv mannfólk hava eina antagonistiska tilgongd til altjóða kvinnudagin. Og nógv konufólk geva ikki degnum gætur. Men kanska áttu vit at lurtað meira eftir teimum, sum arbeiða fyri javnstøðu í føroyska samfelagnum. Kanska hevði hetta máað burtur stóra lønarmunin millum kynini og rættað skeiva býtið millum arbeiðs- og familjulív.

Sambært World Economic Forum (WEF) trívist javnstøðan best í Íslandi, tá hugt verður eftir politikki, útbúgving, arbeiði og heilsu. Íslendingar gera nógv ørðvísi samanborið við føroyingar, men viðurskiftini eru ikki so radikalt annarleiðis, at vit bara kunnu vísa til mentanarlig frábrigdi sum orsøkir til stóra munin á javnstøðuøkinum.

Í staðin fyri at siga ”Altjóða kvinnudagur – hvat so?” kundi fyrsta stigið til betri javnstøðu verið at hugt eftir, hvussu undangongulandið á økinum ber seg at.

Tá Gerhard var Gerhard

Løgtingslimurin, Gerhard Lognberg, spældi leiklutin sum Gerhard í løgtinginum í gjár, tá hann av tingsins røðarapalli fór eftir listafólkunum, sum í vikuni fingu 2,8 milliónir krónur samlað í starvslønum.

Gerhard Lognberg hevur enn einaferð megnað at lækkað botnstøðið í Tinginum. Needless to say, eru útsøgnirnar hjá tingmanninum úr Skopun undir alt lágmark. Tær høvdu verið undirhald, um tær vórðu bornar fram í einum leiki við yrkissjónleikarum. Men tá orðini fullu í tinginum, var ikki talan um nakran yrkisleik. Gerhard spældi Gerhard. Hann spælir væl, halda summi, tí tað finnast fólk, sum nikka játtandi til útsagnirnar hjá borgarstjóranum í Skopun. Men eg loyvi mær kortini at ivast í, hvussu nógv tey eru í tali.

Javnaðarmaðurin kallaði millum annað starvslønirnar, sum Mentanargrunnur Landsins letur listafólkum, fyri “Misnýtslu av almennum pengum.” Og víðari segði hann, at “Tað eru onnur í samfelagnum, sum sita og líða og gráta við ongum, samstundis sum listafólk fáa sømdargávur fyri einki at gera.

Gerhard Lognberg hevur áður volt Javnaðarflokkinum mikið høvuðbrýggj. Divergerandi sjónarmiðini hjá skopuninginum og restina av javnaðartingbólkinum eru eyðsæð. Tragikomiski leikurin var fullkomin, tá Gerhard Lognberg í 2008 fór úr CHE-samgonguni orsakað av einum treytaleysum kravi um at samtykkja at fara undir at gera tunnil til Sandoynna. Ta ferðina spældi Gerhard leikin sum Gerhard í miðlunum upp í saman.

Um vit hyggja eftir polariserandi samskiftisstílinum hjá Gerhardi Lognberg, er skjótt at draga ta niðurstøðu, at ein tigandi Gerhard Lognberg er besta amboðið hjá Javnaðarflokkinum ímóti pínligu útsagninum hjá fólkavalda umboðnum úr Skopun.

Flestu javnaðarfólk eru málleys, tá tey hoyra løgtingslimin koma við so ótíðarhóskandi hugsanum um list og tað at virka sum listafólk. Og tí er tað spurningurin, um Javnaðarflokkurin kann liva við so niðurgerandi útsøgnum mótvegis skapandi listafólkum í Føroyum, ella um atburðurin er eitt gott høvi hjá flokkinum at vísa Gerhardi vegin av pallinum. Men við 338 atkvøðum til løgtingsvalið í heyst, er hetta ikki nøkur bílig loysn fyri Javnaðarflokkin. Tí er hetta ikki serliga sannlíkt.

Gerhard Lognberg fer framhaldandi at koma við útsøgnum, sum larma í almenna rúminum. Og miðlarnir eru á staðnum hvørja ferð. Tað er ein góð søga. Og tað veit Gerhard. Við útsagnum sum ” Tað eru onnur í samfelagnum, sum sita og líða og gráta við ongum, samstundis sum listafólk fáa sømdargávur fyri einki at gera,” fær skopuningurin óskerda rúmd í miðlunum.

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at ein møguligur tunnil til Sandoynna kostar einar 800 milliónir krónur – ein tunnil, sum er synonymur við Gerhard Lognberg. Ein tunnil til Sandoynna kostar sostatt tað sama sum starvslønir til føroysk listafólk í 285 ár.

Fólkaflokkurin og flatskattur

Flatskatturin er ein sigur fyri Fólkaflokkin, men hyggja vit eftir, hvussu flokkurin hevur samskift broytingina í skattaskipanini, hevur flokkurin verið fyri stórum ósigri.

Fólkaflokkurin telvaði seg til eina stóra broyting í skattastiganum undir samgongusamráðingunum í november í fjør. Men hví gjørdist hesin sigurin hjá Fólkaflokkinum ein ósigur í almenna rúminum? Var tað fullkomiliga ógjørligt at vinkla skattabroytingina til eina góða søgu? Var ógjørligt at samskifta jaligar avleiðingar?

Nei, tað meti eg ikki.

Hevði Fólkaflokkurin lagt eina strategi fyri samskiftið í sambandi við umleggingina av skattaskipanini, hevði verið lætt hjá flokkinum at varpað eina betri mynd av nýggja skattastiganum. Men so varð ikki. Og tí vóru tað einans mótstøðufólkini, sum hoyrdust. Mótstøðan vaks av sær sjálvum, meira fólk funnust at nýggja skattapolitikkinum. Samstundis viknaði sjálvverjan hjá Fólkaflokkinum og grundgevingarnar fyri avgerðini at umleggja skattin. Størri mótstøðan bleiv, minni hoyrdist til Fólkaflokkin. Flokkurin nærum hvarv í almennu viðgerðini av teirra egna átaki.

Fólkaflokkurin heldur sjálvandi, at umleggingin av skattastiganum hevur góðar avleiðingar fyri samfelagið. Hevði flokkurin beinanvegin víst á fruktbari í umleggingini, hevði flatskatturin fingið betri eftirljóm í samfelagnum. Nógv hava hoyrt upp í saman, at tað skal loysa seg at arbeiða. Útsagnin megnar kortini ikki nógv, tá hon stendur einsamøll.

Flokkurin kundi eitt nú frá byrjan hugsað, um tað var rætt at kalla broytingina fyri flatskatt. Progressivitetur er í skipanini. Hetta royndu fleiri at vísa á seinni, men tá var ov seint. Trýstið frá mótstøðufólkunum var longu ov stórt. Flokkurin kundi eisini – sum aftursvar til nógvu atfinningarnar um eina ósosiala skipan – lagt størri dent á skattafría botnfrádráttin, sum er 65.000 kr.

Flokkurin kundi somuleiðis samskift enn greiðari, at eitt lægri skattaprosent økir um produktivitetin hjá arbeiðandi fjøldini og harvið um vøksturin í samfelagnum. Og haraftrat hevði tað eisini styrkt samskiftið hjá flokkin munandi, um flokkurin hevði kanningar, sum vístu til búskaparligu batarnar av skattaumleggingini.

Nýggja skattaskipanin er veruleiki, men tað tykist sum um, at fólk bara kenna til hugsanirnar hjá andstøðuflokkunum og teirra viðhaldsfólkum. Hevði Fólkaflokkurin lagt til rættis eina væl umhugsaða samskiftisætlan, var støðan ein onnur.

Barometrið hjá borgarstjóranum

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hevur lagt myndir av eini nýggjari ætlan fyri Skálatrøð og Vágsbotn út á Facebook. Við hesum mennir borgarstjórin virknan medborgaraskap.

Hví ikki deila framtíðar býarætlanir við vanliga fólkið? Hetta heldur Heðin Mortensen er eitt gott hugskot. Tí hevur hann lagt nakrar myndir av eini møguligari loysn fyri Skálatrøð og Vágsbotn út á Facebook. Afturfyri hevur borgarstjórin fingið eina rúgvu av sjónarmiðum frá borgarum í Havn og uttan fyri Havnina.

Nógvu viðmerkingarnar geva borgarstjóranum gott innlit í, hvat fólkið heldur um ætlanina. Sum altíð skulu 20% av viðmerkingunum dragast frá, tí hesar ikki viðgera málið konstruktivt. Men eftir hevur borgarstjórin eina røð av góðum eygleiðingum og viðmerkingum. Summar tosa fyri og aðrar ímóti ætlanini.

Tá Heðin Mortensen leggur myndir út av eitt nú býarætlanum, fer hann í eitt opið orðaskifti við borgararnar um menningina av høvuðsstaðnum. Hetta er gott fyri borgarstjóran og ikki minst fyri borgararnar, sum fáa høvi at siga sína hugsan.

Borgarstjórin fær sjálvsagt nógvar viðmerkingar til málið uttan fyri sosiala miðilin, men fólkið á Facebook gevur eina góða ábending um, um ætlanirnar eru á rættari leið ella ikki.

Ikki færri enn 5000 fólk fylgja við Heðini Mortensen á Facebook. Hetta er ein øgilig rúgva. Og tí fær Facebook ein serligan leiklut, tá eitt nú nýggj hugskot verða almannakunngjørd. Miðilin verður eitt fólkabarometur, sum gevur borgarstjóranum eina góða hóming av, hvussu fólkið tekur ímóti nýggjum hugskotum og átøkum. Tí er tað upplagt, at Heðin Mortensen brúkar Facebook til at lodda dýpið millum manna.

Umframt at borgarstjórin í Havn hevur eitt livandi barometur og gevur vanliga borgaranum orðið, kunnu viðmerkingarnar eisini varpa ljós á viðurskifti, sum Heðin Mortensen og býráðið ikki hava hugsað um, men sum hava týdning fyri ætlanina. Tað eitur virkin medborgaraskapur og styrkir fólkaræðið.

Persónligir politikarar

Við sosialum miðlum er markið millum tað, ið er privat, og tað ið er alment, vorðið gruggut. Nógv av tí, sum fyrr var privat, er nú alment.

Hyggja vit eftir valstríðnum í 2011, góvu nógvir politikarar veljarunum innlit í persónlig viðurskifti, ið ikki høvdu nakað beinleiðis samband við politikk. Viðurskifti, ið áður hoyrdu heima í heiminum. Nøkur dømi. Ein politikari skrivaði, at viðkomandi mátti avlýsa føðingardag hjá systkinabarninum, tí arbeiðast skuldi við einum politiskum teksti. Annar politikari sendi myndir út frá gongutúri saman við børnunum í føroysku náttúruni. Og eitt triðja valevni boðaði frá, at leiðin fór oman í býin í Havn saman við eini vinkonu at drekka kaffi.

Hetta eru alt dømi um tilburðir, ið ikki vóru almennir fyri nøkrum fáum árum síðani. Sosialu miðlarnir hava sett ferð á hetta rák í Føroyum. Gongdin er hin sama í øðrum framkomnum kapitalistiskum samfeløgum, tó at politikarar í øðrum londum hava drigið persónlig viðurskifti inn í politikkin í eitt longri áramál samanborið við føroyskan politikk.

Longu í 1933 byrjaði amerikanski forsetin, Franklin D. Roosevelt, at gera politikkin meira persónligan við hansara sokallaðu Fireside chat. Roosevelt tosaði gjøgnum útvarpið til alla amerikansku tjóðina. Forsetin byrjaði hvørja sending við orðunum „mínir vinir“. Hetta var byrjanin til eitt øðrvísi og nærri politiskt samskifti við veljararnar. Sum ein lurtari, Carl Carmer, segði 14. apríl 1945:

„I never saw him – but I knew him. Can you have forgotten how, with his voice, he came into our house, the President of these United States, calling us friends…“

Tað er hetta rákið, føroysku politikararnir førdu víðari undir valstríðnum 2011. Tí gav Facebook fleiri valevnum ein meira persónligan dám. Tí ber eisini til at staðfesta, at vatntætt skott ikki longur er millum politikaran Høgna Hoydal og privatpersónin Høgna Hoydal. Sama er galdandi við nógvum øðrum politikarum. Fólki dámar stílin, ið er meira innbjóðandi. At vísa persónlig viðurskifti alment gevur í nógvum førum politiskum persónum størri trúvirði, tí fólk millum annað kenna eginleikar hjá politikarunum aftur í teirra egna lívi.

Brotið omanfyri er úr tíðargrein, sum er at finna í bókini “Valið og Valdið”. Umframt at sosialir miðlar eru við til at geva politiska samskiftinum skap, so er eisini vert at hugsa um, um sosialu miðlarnir stuðla rákinum, at politikkur snýr seg alsamt meira um persónar og minni um flokkin samanborið við fyri bara 10 árum síðani.

So fóru heilarnir avstað aftur

Føroyska samfelagið broytist beint nú. Tað vil siga, at samfelagið verður aftur, sum tað var. Í hesum døgum flúgva ein rúgva av heilum heimaftur. Burtur úr Føroyum.

Øll í Havn merkja munin á jólum. Býurin livir á ein heilt annan hátt. Hjá nógvum eru hetta dragandi dagar, har føroyska samfelagið toyggir seg móti nøkrum, tað kundi verið alt árið, men sum bert varir í smáar tvær vikur. Útisetarnir eru heima. Og øll tosa um, hvussu gott tað er. Á jólum eru Føroyar fjølbroyttari og meira spennandi, halda nógv. Men eftir fáum døgum hvørvur orkan. Heilarnir pakka kuffertini og venda aftur til útheimin og møguleikarnar.

Á jólum merkjast skeivleikarnir í føroyska samfelagnum so ómetaliga væl. Tey sum búgva á klettunum alt árið leggja serliga væl til merkis syndarligu fólkasamansetingina, tí tey sita eftir, tá útisetarnir venda aftur til útlandið. Aftur til útbúgving og karrieru.

Eg taki meg sjálvan sum dømi. Bara í dag havi eg vinfólk, sum fara úr Føroyum til tríggjar høvuðsstaðir. Í Vágum bíða hesi eftir flogførum til London, Reykjavíkar og Keypmannahavnar. Og um eina viku sigi eg eisini Føroyum farvæl. Ein ørgrynna av øðrum eru í somu støðu. Eftir standa fólk í Føroyum í einum vakuumi, tí fólk í aldrinum 20-35 ár eru so dyggiliga undirumboðað.

Men tað eru ikki bara heilar sum fara avstað. Teir taka við sær eina rúgvu av mentanarligum fjølbroytni, dirvi og skapandi evnum. Frá síðst í desember til fyrst í januar fellur mentanarliga pluralisman og Føroyar finna aftur monokulturalistiska stevið.

Okkurt má broytast, skal heilaflýggjanin ikki vaksa ár fyri ár. Svarið er ikki at gera meira av tí, sum longu er framt, tí fólkatalið vísir, at tað ikki er loysnin.

At fáa tey, sum eru heima um jóltíðir at tíma Føroyar alt árið, er partur av loysnini.

Tá fólk fara til eitt stað, fara tey samstundis burtur frá nøkrum.

Ein stórur partur av útisetunum fara burtur úr Føroyum, tí universitetið ikki bjóðar út teirra dreymaútbúgving. Føroyingar rýma tí í nógvum førum burtur frá vantandi útbúgvingarmøguleikum.

Tí er besta loysnin meira útbúgving.

Men so leingi gransking og útbúgving ikki verður raðfest hægri, trívast nógv bara í Føroyum ein lítlan part av árinum.

Sjálvsensurur á alljósum degi

Sambandskonan, Jóna Mortensen, hevur gjørt ein netbrølara. Hon hevur slettað síni talgildu spor – og harvið eisini tað, hon stóð fyri, tá fólk valdu hana inn á ting.

Jóna Mortensen verjir tey veiku. Tað sigur hon í einum videobrotið, sum liggur á netinum. Ella tað vil siga á netinum. Tingumboðið hjá Sambandsflokkinum hevur slettað broið eftir at fólk byrjaðu at deila tað á Facebook. Síðani hevur hon eisini avmonterað sín Facebook-profil.

Tað gekk sjótt, og eftir stuttari tíð var brotið spjatt til fleiri túsund føroyingar. Men fólk settu útsagnirnar hjá Jónu Mortensen upp ímóti teimum ætlanum, sum samgongan hevur stungið út í kortið.

Tað er altíð býtt at sletta síni spor á netinum – eisini tá fólk finnast at innihaldinum. Í hesum førinum verður sjálvsensururin enn løgnari, tí at verja tey veiku í samfelagnum er hjartamálið hjá Jónu Mortensen. Tað sigur hon í brotinum.

Í slettaða brotinum sigur Jóna Mortensen millum annað:

“Tey veiku í samfelagnum, ja hvussu nógv hoyra vit ikki um tað í hesum døgum. Tað hevur altíð verið mín málbólkur, og tað hevur altíð verið teimum eg brenni fyri: tey sum mangla umsorgan, tey sum føla, at tey verða svikin. Eg haldi, at eitt land sum hevur fleiri veik, nógv veik, tað er eitt veikt samfelag, tað eigur ikki at vera so. Vit eiga at vera eitt vælfungerandi samfelag sum loftar okkara veiku fólkum, so at tey ikki eru veik … Heldigvís havi eg breiðan rygg … men tað eru tað ikki øll sum hava … eg haldi, at eg havi eisini víst, at eg havi árræði. Er tað nakað, eg brenni fyri, so arbeiði eg við tí. Og eyðnast tað ikki fyrstu ferð, so eyðnast tað aðruferð” (Sámal Matras Kristiansen hevur transkriberað)

Hví skal hon sletta hetta? Er hatta ikki ok at standa við?

Á netinum er altíð alljósur dagur. Tað ber ikki til at goyma seg. Tí er neyðugt at visa gjøgnumskygni. At sletta síni talgildu spor er ikki gjøgnumskygt.

Og tað nyttar ikki at sletta brot ella profilar, tí fólk tosa og skriva víðari. Hetta innleggið er eitt dømi.

Frá løgtingsvali til politiskan dagligdag

Hvar eru vallyftini, tá valið er av? Nær byrjar politiski dagligdagurin, tá løgtigsvalið er farið afturum? Og hvør lurtar eftir serfrøðini, tá politiskar avgerðir skulu takast?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum bókin ”Valið og valdið” viðgerð. Nýggja samgongan ætlar at fremja stórar broytingar. Men hvussu er samgongan komin fram til ætlaðu broytingarnar? Hví ganga Sambandsflokkurin og Miðflokkurin við til flatskattin? Og hví eru Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hálsaðir um og samtykkja at tiðna ríkisveitingina?

Spurningarnir eru nógvir, nú valið er av og nýtt stýri skipað. Men hetta merkir ikki, at viðgerðin av valinum er av. Eitt løtingsval er umráðandi hending, og tí ber ikki til at venda aftur til politiska dagligdagin uttan at hugsa um valstríðið og vallyftini.

Men tað er nógv sum bendir á, at politiski dagligdagurin er byrjaður, og at alt longu er, sum tað var. Løgtingsvalið og vallyftini eru gloymd, og nú ræður um hjá politikkarunum at hugsa um egnan tørv og egin áhugamál. Hugsi eitt nú um, at:

  • Skúladepilin í Marknagili er útsettur
  • Tjóðpallurin er útsettur
  • Fiskivunnupolitikkurin verður, sum hann var

Eitt minni mál – sum kortini er eitt greitt symptom – er ovurhonds stóra ferðaendurgjaldið, sum landsstýrisfólk og løgtingslimir fáa. Ætlanin var at strika stóru upphæddirnar, men hetta arbeiði er slept.

Politikkur skal viðgerast kritiskt. Hetta er endamálið við ”Valið og valdið”. Í 17 tíðargreinum útgreina 17 akademikarar løgtingsvalið 2011 við refleksivum brillum.

Høvundarnir í bókini eru:

  • Jóannes Hansen
  • Hans Andrias Sølvará
  • Hallbera Fríða West
  • Beinta í Jákupsstovu
  • Jóannes Jacobsen
  • Róar Akralíð
  • Stefan í Skorini
  • Jens Christian Svabo Justinussen
  • Petur Zachariassen
  • Dennis Holm
  • Heri Petersen
  • Signar Heinesen
  • Høgni Reistrup
  • Sissal Kjartansdóttir Kristiansen
  • Rógvi Absalonsen
  • Inger Smærup Sørensen
  • Gunnar Hoydal

Bókin kostar 198,-. Sprotin gevur út.

Politikkur rakar øll

Fyri fyrstu ferð verður givin út bók um eitt løgtingsval. ”Valið og Valdið” gevur lesaranum eitt breitt innlit í teir tættir, sum myndaðu valstríðið 2011.

”Eg havi ongan áhuga í politikki”, hoyri eg mangan fólk siga. Og spyrji eg nærri um hví, er svarið, at politikararnir eru ódugnaligir og óvitbornir. Politikkurin er óviðkomandi, er niðurstøðan. Men taki eg nøkur dømi fram um, hvat politikkur er, broytist myndin.

Fær ein persónur at vita, at politikararnir avgera lønina og pensjónina hjá viðkomandi, økist áhugin fyri politikki beinan vegin. Fær viðkomandi at vita, at viðgerðartilboðini til seingjarliggjandi mammuna væntandi versna, veksur áhugin enn meira.

Tað, ið hevur beinleiðis ávirkan á fólk, kveikir ein áhuga.

Løgtingsvalið er av, og borgarligu flokkarnir vunnu. Tingið er mannað og landsstýrið skipa. Flatskatt, hægri blokkstuðul og ongar stórvegis broytingar í fiskivinnupolitikkinum eru nøkur av úrslitinum av valinum 2011. Øll hesi viðurskifti hava beinleiðis ávirkan á gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum. Tí rakar politikkur øll.

Valið og Valdið viðger løgtingsvalið 2011 úr fleiri ymsum sjónarhornum. Í seytjan tíðargreinum lýsa og greina seytjan høvundar valið og valúrslitið. Evnini spenna víða, soleiðis at tey mest týðandi økini í føroyskum politikki 2011 eru lýst.

Les millum annað um:

  • hví høvuðsstaðurin tapti
  • hví fullveldisstríðið tykist vera av
  • hví annar hvør løgtingslimur bleiv útskiftur
  • hví fiskivinnan hevði stóran týdning fyri úrslitið
  • hví vallyftini vóru gloymd aftaná valnáttina

Stefan í Skorini og eg hava ritstjórnað bókina.

Mangan doyr kjakið um løgtingsvalið skjótt eftir, at úrslitið er greitt. Við bókini ynskja vit at varpa ljós á løgtingsvalið 2011, so orðaskiftið um hesa umráðandi fólkaræðisligu hending fær eina góða, reflekterandi og fakliga viðgerð.

Bókin kemur út 3. desember og kostar 198,-. Sprotin gevur út.