Færri forboð og forðingar – matstovur lægri meirvirðisgjald

ostrum-restaurant-faroe-islands-davidsbeenhereFøroyar skulu hava eina svanga og vaksandi tænastuvinnu. Tí skulu vit lækka meirvirðisgjaldið á tænastum hjá matstovum og kaffistovum.

Týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri at keypa ein caffè latte, føroyskt lambskjøt ella okkurt triðja er at lækka meirvirðisgjaldið á tænastum hjá matstovum og kaffistovum. Hetta fer at betra okkara kappingarføri.

Tí í londum kring okkum hava tey gjørt júst hetta. Londini kappast og vita, at tað er neyðugt at skapa nýggj arbeiðspláss. Meirvirðisgjaldið í Føroyum skal ikki vera hægri, men samsvara við gjøldini í grannalondunum.

Hetta fer at stimbra hugin hjá føroyingum at fara út at eta og at styrkja evnini hjá vinnuni at draga ferðafólk higar.

Eitt tíðarhóskandi samfelag
Munandi upphæddir eru seinastu árini settar av til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Líkt er til, at hetta riggar, og at fleiri ferðafólk leita higar. Fyri framman liggur arbeiðið at menna undirstøðukervið til hesa vinnu.

Flutningskostnaðurin til og úr Føroyum er lutfalsliga høgur, og tí mugu vit hyggja at øllum økjum, har vit kunnu vinna okkum inn á kappingarneytarnar.

Vit síggja, at tilvitanin um okkara matmentan er vaksandi. Stóran part av árinum dúvar vinnan upp á heimamarknaðin. Vit skulu stimbra henda spíran, heldur enn at køva hann við forboðum, forðingum, treytum, fyrisiting og meirvirðisgjaldi.

Tað lønar seg
Kostnaðurin fyri hesa broyting er umleið 20 milliónir krónur fyrsta árið. Men hetta fer beinanvegin at føra við sær økt virksemi í matstovu- og ferðavinnuni og harvið øktar inntøkur til landskassan.

Alsamt fleiri arbeiða í tænastuvinnuni. Bara síðani 2010 hava gistingarhús og matstovur skapt 200 nýggj arbeiðspláss. Tað áhugaverda er eisini, at 75 prosent av hesum vøkstri er fallin konufólkum í lut.

Stórur partur av hesi arbeiðsmegini eru ung fólk, ið vilja arbeiða. Vinnan vantar júst hesi ungu fólkini, ið kunnu starvast í styttri tíðarskeið og við skiftandi arbeiðstíðum. Júst hetta vinnuøkið krevur nógv starvsfólk, men váðin at víðka og menna økið er stórur.

Lægri meirvirðisgjald fer at menna vinnuna, og eitt úrslit verður, at fleiri fólk fáa hug at fáa tað besta fram í føroyskum matvørutilfeingi, sum hevur so ómetaliga stórar møguleikar.

Færri forboð og forðingar – rætturin at gera føroyskan mat

kjotRæst og turt kjøt er ein mentanarligur gimsteinur. Vit skulu hava álit á okkara egnu evnum og ikki góðtaka matvørulógina og tilmælið frá ES.

Almennu myndugleikarnir ætla at ídnaðargera og harvið spakuliga at kroysta ræsta og turra smakkin av døgurðaborðinum, nú kjøtið skal stava frá løggildum hjalli og sláturvirki. Hetta eru órímilig krøv at seta framleiðarunum. Úrslitið: Tað verður munandi verri hjá fólki at finna turkaðar bøgir og ræst tjógv í handlum ella á matstovum. Hetta má ikki henda.

Treytirnar eru alt ov strangar og sampakka ikki við føroyska veruleikan. Hjallurin hjá framleiðaranum skal hava forrúm, wc og vask. Men hvør bóndi fer at seta eitt wc inn í ein hjall? Krøvini fara at máa burtur av matmentanini, og samstundis verður hon útvatnað.

Úrslitið verður monopol
Nógvu treytirnar fara at elva til monopol og mainstream mat, tí smábøndur hava ikki ráð at gera íløgurnar uttan almennan stuðul. Og almenna stuðulin skulu vit ikki hava á sama hátt sum ES, har landbúnaðurin verður stuðlaður við 400 milliardum krónum á hvørjum ári. Vit mugu ganga aðrar vegir.

Vit skulu stimbra vinnuna og hava nógvar smáar framleiðarar í okkara landi. Tann lítli bóndin vinnur frama aðrastaðni. Vit hoyra um slow food, tí fólk venda aftur til upprunaligu matmentanina, sum vit um stutta tíð sleppa okkum av við. Fólk leita aftur til tað serstaka og eftir ordiligum mati, sum ikki bara er framleiddur á stórum sláturvirkjum. Allur heimurin skríggjar eftir lokalari framleiðslu, tí rákið er, at vit eru meira tilvitað um, hvat vit eta.

Tí fer Framsókn at broyta matvørulógina, sum er sett at koma í gildi um eitt ár. Lógin skal virða vælroynda føroyska matgerð og framleiðslu og ikki seta handilsforðingar upp í okkara egna landi.

Eitt tíðarhóskandi samfelag
Matvørulógin skal vera tíðarhóskandi og styðja undir heimliga framleiðslu og sølu, og tí er tað óheppið fyrst at skjóta upp og síðani føra út í verki forboð og forðingar, sum bara darva okkara matmentan og vinnuligu møguleikum.

Veruligi spurningurin, sum vit skulu seta, er: Hevur tú álit á lokala bóndanum og føroyskum mati, ella hevur tú álit á ES?

Við nýggju lógini í lummanum ganga myndugleikarnir privata lívinum og virkseminum ov nær. Lógin má megna at taka dagar ímillum vanliga húsarhaldsvinnu og handilsligan útflutning. Laksaútflutningur er eitt – framleiðsla til heimliga marknaðin nakað annað. Tá ið vit ferðast uttanlands, síggja vit í heilum, hvussu munurin millum húsarhaldsvinnu og stórrakstur ger, at lív og virksemi blóma.

Sjálvandi skal trygdin vera í lagi og somuleiðis reinførið. Vit skulu hava greiðar reglur. Men vit skulu ikki hava órímiligar reglur. Hetta ber eisini til, sjálvt um vit ikki laga okkum eftir almennu myndugleikunum og ES. Vit skulu ikki vera bangin og lata okkum lynda. Við rættum ryggi skulu vit tora at standa við okkara matmentan og hava álit á teimum mongu, sum púra natúrligt turka og ræsa kjøt í øllum krókum í landinum.

Tað almenna leggur seg á alsamt fleiri øki. Og í hesum føri leita myndugleikarnir eftir trupulleikum, har eingir trupulleikar eru. Tað tænir ongum endamáli, og tí skulu vit ikki góðtaka gongdina. Vit skulu berjast fyri okkara søk, njóta okkara egna tilfeingi, geva fólki hug at arbeiða, selja vørur og vinna pening.

Ein størri tænastuvinna og meira handil skapar framburð í okkara samfelag. Eg eri sannførdur um, at okkara ríku siðir og virðismikla matmentan í framtíðini fer at styrkja okkara búskaparligu støðu – eisini í stremban okkara eftir at gera Føroyar til veruligt ferðafólkaland.

Høgni Reistrup
Framsókn