Kunnu ikki brúka 3,6 milliardir uttan ideologi

2016-08-06-12-39-45-2

Tá ið tú um nakrar mánaðir hyggur eftir skattauppgerðini fyri 2016, tá sært tú, at tú hevur rindað meira í kommunuskatti enn í landsskatti. Um nakrar dagar kanst tú gera av, hvørt hetta skal halda fram.

Í landspolitikki verður stóra ideologiska sjatollið tikin fram, sjálvt tá ið samráðingar eru um upphæddir niðan fyri 100.000 krónur. Tað eru eisini pengar, og tí kann tað undra, at eingin ideologi verður brúkt, og at orðaskiftið til kommunuvalið er óvanliga kyrt, nú valevnini í Tórshavnar kommunu vilja sleppa framat 3,6 milliardum at brúka komandi fýra árini.

Tá ið tú hyggur eftir øllum vallyftunum, so manglar grundleggjandi ein fatan av, hvør tað er, sum eigur pengarnar, sum skulu fíggja allar vælmeinandi verkætlanir og fínu hugskotini. Her manglar ideologi. Hon verður slept, og hugsað verður heldur um at sleppa framat at umboða tað almenna og brúka pengarnar hjá øðrum. Og jarnbrotið til hetta er eitt vallyfti fyri og annað eftir við ongum ideologiskum botni.

Kjarnutænastur
Tað má valdast, hvussu nógv tað almenna tekur inn í skatti, tá ið peningurin í nógvum førum skal brúkast til virksemi, sum als ikki er ein almenn kjarnutænasta.

Tað er umráðandi, at vit hava sterkar kjarnutænastur soleiðis, at vit kunna kenna okkum trygg við tey tilboð, kommunan bjóðar eitt nú børnum og eldri. Kortini er tað ógvulig langt frá hesum kjarnutænastum til øll vallyftini um hetta og hitt. Men tað er nú einaferð so, at tú ert ikki sparin, tá ið tú brúkar pengarnar hjá øðrum.

Eg virðismeti frælsi ógvuliga høgt – eisini frælsi sjálv/ur at gera av, hvussu tú brúkar tínar egnu pengar. Og eg haldi meg vita, at nógv havnarfólk og nógvir føroyingar hava somu áskoðan. Tí haldi eg, at tað hevði sømt seg við einari timeout frá øllum vallyftunum. Veljarin kann spyrja seg sjálvan: Er hetta veruliga ein neyðug almenn tænasta at veita, sum verður fíggjað við pengum, sum eg eigi?

Er talan um góðsku á dagstovnum, ellisheimum, vegakervinum, grundstykkjum ella øðrum neyðugum almennum kjarnutænastum, so eri eg við. Men tað er alt hitt, sum órógvar.

At brúka pengar hjá øðrum
Tað er mín greiða fatan, at kommunurnar eru farnar ov langt og ikki bara brúka pengar, sum tú eigur og ikki kommunurnar, men at tær eisini brúka pengar til endamál, sum bera seg á privatum grundarlagi. Tað er ein annar máti hjá kommununum at siga, at tær ikki hava álit á, at tað privata kann vinna pengar burtur úr hesum og hasum.

Komandi fýra árini fara inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu at tátta í 900 milliónir krónur á hvørjum ár, og tá ið valskeiðið er runnið, er upphæddin 3,6 milliardir krónur. Er tín árliga inntøka 380.000 krónur, hevur tú eftir fýra árum rindað 300.000 krónur beinleiðis í kommunuskatti. Mítt virðisgrundarlag sigur, at slíkar upphæddir krevja ideologi og eina langtíðarætlan.

Tá ið tú fert á val 8. november og skalt velja eitt umboð, sum vil sleppa framat 3,6 milliardum at brúka, so kanst tú hugsa:

1) verða mínir pengar brúktir til annað enn neyðugar kjarnutænastur?

2) eru 3,6 milliardir ov nógv at brúka?

3) vil eg hava, at tað almenna tekur færri pengar frá mær?

Er svarið til hesar tríggjar spurningarnar “ja”, so eru tú og eg á somu ideologisku breyt.

Høgni Reistrup
Valevni fyri Framsókn

 

Ger eina viðmerking