Triðja leiðin – samstarv í frælsum felagsskapi

Framsokn_Folkatin2019_Hogni

Høgni Sigrunarson Reistrup

At Føroyar gerast sjálvstøðugar, er neyðugt. Men heldur enn at sita bundin í gomlu hugsanini, at bara tvær leiðir eru í føroyskum politikki, finst ein ítøkilig loysn, sum savnar okkum og lyftir okkum burtur úr naggatódnini.   

Vel triðju leiðina í føroyskum politikki. Tí tað er ikki rætt, at alt fer av leið uttan Danmark, og tað passar ikki, at einki ber til við Danmark. Hetta gruggar og skuggar fyri eini ordiligari loysn fyri Føroyar.

Nú mugu vit víðari. Tað ber væl til at finna eina tíðarhóskandi loysn, har vit framhaldandi hava tað gott, men har land okkara hevur somu formligu rættindi, sum onnur hava.

Føroyar klára seg ógvuliga væl, og tað gerst okkum greiðari dag um dag, at myndugleikin frítt at samstarva við onnur lond fer at koma.

Tekniskt og løgfrøðiliga ber væl til hjá Føroyum at taka sjálvstøðu og boða út til allar tjóðir, at vit eru sjálvstøðugt land. Vit eru eisini nóg rík at gera tað. Men vit kunnu eisini gerast sjálvstøðugt land og gera ein sáttmála við Danmark um somu leið. Tað er tann virðiliga loysnin.

Hetta er triðja leiðin í føroyskum politikki.

Mugu fylgja altjóða leikreglum
Vit mugu flyta okkum fram og mugu virka fríari bæði innanhýsis í Føroyum og serliga úti í heimi. Til hetta krevst, at vit eru ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind.

Verandi millumloysn – heimastýri – gevur okkum lutvísan sjálvsavgerðarrætt. Tí eru vit ongantíð vorðin eitt annað Hetland ella Suðuroyggjar, har mentanin er útruddað og drívmegin burtur. Tað hevur gingið upp og niður hjá okkum, men vit hava havt tað gott. Og gott fara vit framhaldandi at hava tað.

Men í løtuni eru leikreglurnar hjá okkum ikki tær somu sum hjá hinum. Grundreglan, sum lond virka eftir í heiminum í dag, er sjálvstøða. Í roynd og veru er tað einastandandi spennandi at búgva í einum landi, sum enn hevur hetta eftir at avrika.

Virðiligt samstarv avtalað í sáttmála
Tað ber væl til at hava eitt gott samstarv við Danmark í framtíðini. Ja, eitt opið og ikki minst fordómaleyst samstarv, ið byggir á sáttmála millum tveir javnar partar, har hvørgan partur er undir ella uppi yvir hinum.

Føroyingar hava fingið eina styrkta sjálvsvirðing í seinastuni. Bera vit okkum rætt at, kann hon vaksa enn meira komandi árini. Henda virðingin fyri okkum sjálvum krevur eina nýggja og ítøkiliga tilgongd til framtíðina.

Vanligu grundgevingarnar fyri og ímóti okkara verandi ríkisrættarligu støðu hava vit hoyrt upp í saman. Men fer hesin gamli orðaleikurin at tryggja, at Føroyar fáa sama myndugleika, sum onnur lond hava?

Eg er sannførdur um, at viljin at vilja eitt nýtt og reiðiligt samstarv við danir er stórur og undirtøkan so góð, at londini bæði kunnu gerast samd um ein sáttmála, har vit varðveita rættindi hvør hjá øðrum, og har Føroyar formliga gerast land sum onnur lond við teimum rættindum og skyldum, tað gevur. Nøkur týðandi viðurskifti fara eisini at verða galdandi, tá ið samstarvssáttmálin er undirskrivaður.

  • Vit fara framhaldandi at útbúgva ungdómin millum annað á lærustovnum í Danmark
  • Vit fara framhaldandi at rinda fyri allar sjúklingar, sum verða sendir á donsk sjúkrahús til viðgerðar. Seinastu árini hava vit goldið 150 milliónir krónur árliga, so okkara sjúku borgarar kunnu fáa læknaliga hjálp serliga á donskum sjúkrahúsum.
  • Vit fara framhaldandi at ferðast frítt í Norðurlondum, Evropa og víðari út í heim

Og so eru nøkur øki, har vit kunnu útveita nakrar uppgávur til onnur at loysa vegna Føroyar, men har vit hava ræðið og kunnu gera broytingar í viðurskiftunum. Mál, har vit kunnu útveita uppgávur, eru millum annað:

  • Trygdarpolitikkur
  • Verjumál
  • Gjaldoyramál

Munurin millum triðju leiðina og verandi heimastýrislóg er fram um alt, at heimastýrislógin er ein donsk lóg. Hon er ikki ein sáttmáli millum tveir partar. Bulurin í verandi skipan er ein lógarkarmur, har danir hava latið føroyingum nøkur rættindi. Hetta grundarlagið fer ongantíð at gera okkum til sjálvstøðuga tjóð.

Føroyar hava flutt seg
Nógv bond eru knýtt millum Føroyar og Danmark. Tað átti at ligið ljóst fyri at gagnnýtt tey góðu bondini, eisini tá ið vit hava rokkið sjálvstøðu. Londini fara framhaldandi at samstarva. Tí tað er sanniliga ein fyrimunur at samstarva við ein kendan og álítandi partnara, sum í mongum viðurskiftum – men lagt frá øllum – hevur somu áhugamál, sum vit.

Latið okkum lyfta okkum upp um afturvendandi orðadráttin, sum hevur klovið fólkið í tvey, og har viljin hjá mótstríðandi pørtunum hevur verið tann, at fólkið skal hava ta fatan, at gangandi er bara eftir tveimum politiskum gøtum – við ella uttan Danmark.

Nú fara vit víðari. Vit velja triðju leiðina, har ein samstarvssáttmáli millum Føroyar og Danmark liggur til grundar fyri framtíðini og statinum Føroyar.

Høgni Sigrunarson Reistrup
Framsókn

Samstarvsavtala við Danmark er triðja leiðin

reistrup006

Millum Einki Danmark og Alt Danmark finst ein triðja leið, og hon er vælgongd fyri allar partar.

Tey mongu og fjøltáttaðu bond, sum føroyingar og danir hava knýtt saman, er veruliga virðið á tí, vit hava í felag. Persónligu sambondini binda okkum saman, og tey ríka møguleikarnar hjá báðum pørtum.

Men líkasum føroyingar hava somu møguleikar sum danir í Danmark, og danir hava somu møguleikar sum føroyingar í Føroyum, skulu Føroyar sum land eisini hava somu møguleikar sum Danmark. Tað kunnu Føroyar fáa í einum nýggjum framkomnum samstarvi við Danmark, sum ruddar alt gamalt agg burtur og byggir á ein sáttmála millum tvey sjálvstøðug lond; ein sáttmáli, ið eisini gevur Føroyum ræði at samstarva frítt við onnur lond.

Einaferð fara Føroyar at gerast sjálvstøðugt land. Spurningurin er, nær løtan er røtt, hvat vit skulu hava ræði á komandi árini, og hvussu okkara samstørv við onnur lond skulu verða í framtíðini – eisini okkara samstarv við Danmark.

Hesin seinasti spurningurin eigur fremstu raðfestingina. Tí nýggja samstarvið við Danmark verður rættiliga avgerandi fyri, at vit koma burtur úr verandi ríkisrættarligu stillstøðu, sum eingin veruliga er nøgdur við.

Prátaði við ein framsøknan útiseta herfyri. Hann var heima í summarfrí og segði akkurát, sum var, at heimlongsulin er stórur: »Eg vil búgva í Føroyum, tað er heimið hjá mær, her vil eg gera mun.« Men samstundis segði hann, at hóast Føroyar draga, mugu vit sum tjóð hava eitt framtíðar samstarv við Danmark. Og tað er eingin andsøgn í hesum. Hinvegin er tað púra natúrligt, at tey bond, sum eru knýtt gjøgnum øll árini, eisini verða gagnnýtt, tá ið vit gerast sjálvstøðugt land.

Sjálvboðið samstarv

Tað er rættiliga eyðsýnt, at siðbundnu veingirnir í føroyska orðaskiftinum troytta fólk. Meira enn 100 ár við somu máliskunum um alt ella einki í mun til Danmark, troyttar okkum, tað troyttaði okkara foreldur og kanska eisini longu foreldur teirra. Vit mugu flyta okkum burtur frá gomlu togtoganini  um Bara Danmark ella Einki Danmark.

Tí millum hesa báðar skotgravirnar standa flest fólk og sakna eina veruliga loysn. Ikki bara orð og kenslur ella stirvið afturhald, men ein triðja veg, sum peikar fram og vísir leiðina.

Einki land ræður treytaleyst sær sjálvum í ein og tjúgundi øld. Tað ger Ísland ikki, Danmark heldur ikki, og tað fer Ongland heldur ikki, hóast teir fara at lima seg burtur úr ES. Tí hinumegin útlimanina bíða nýggjar avtalur, sum mugu gerast, og sum fara at ávirka sjálvræðið hjá bretum.

Men stóri munurin millum Ísland, Danmark, Ongland og flest onnur lond einumegin og Føroyar hinumegin er, at Føroyar enn bíða eftir formliga at gerast sjálvstøðugt land.

Loysnin er hvørki, at alt longu er, sum tað eigur at vera, ella at fáa vit ikki alt í einum, so ber einki til. Góðtaka vit, at omanfyrinevndu fatanirnar eru tær einastu, so fara vit komandi áratíggjuni at hoyra akkurát tað saman, sum vit longu hava hoyrt í alt ov nógv ár. Veruliga loysnin er at gera eina samstarvsavtalu við danir, men har fortreytin er, at vit ráða okkum sjálvum.

Frælsur felagsskapur fyri framman

Vit mugu ráða og hava evsta valdið í Føroyum. Tað merkir, at vit skulu hava ognarrættin til okkara egna land. Hvørt hetta verður gjørt innan fyri ella uttan fyri grundlógina, er ikki avgerandi. Tað, sum er avgerandi, og sum gerst alsamt meira viðkomandi fyri okkum, er, at vit fáa somu formligu rættindi sum hini og taka á okkum tær skyldur, sum onnur eisini hava. Vit kunnu ráða okkum sjálvum í samstarvi við Danmark meira ella minni.

Vit hava kjakast nóg leingi, og vit hava hoyrt somu endurtøkur nóg ofta. Tær hoyra fortíðini til. Nú snýr tað seg um at fara ítøkiliga til verka og fáa orðað, hvussu vit skulu samstarva við Danmark. Samstarv um trygd, samstarv um peningapolitikk og útbúgving. Hetta kann gerast í einum frælsum felagsskapi millum Føroyar og Danmark, og har vit annars samstarva og gera avtalur við onnur lond, sum okkum lystir.

Tey, sum óttast, at okkara eyðkenni hvørva og samleikin kámast, hava einki at óttast. Og tey, sum stúra fyri, at vit byrgja okkum inni sum sjálvstøðugt land, fara at síggja, at júst tað øvugta fer at henda. Vit fara at lata upp, vit gerast tilvitað um okkara egna leiklut altjóða, og vit fara at ernast sum fólk.

Tann sjálvsvirðingin, sum vit hava fingið seinastu árini, fer bara at vaksa uppaftur meira.

Nú er tann stundin komin til sjálvboðið samstarv

Men fer danski staturin bara soleiðis at góðtaka, at eitt nýtt samstarv verður millum londini? Tímir Danmark at fáast við okkum, tá ið vit ikki eru undir danska ríkinum, men við liðina á teimum?

Stutta svarið er “ja”.  Danmark sær stórar framtíðar møguleikar í Føroyum og Grønlandi. Sjálvandi vil Danmark fram um alt, at verandi støða heldur fram. Men flestu danskir politikarar og embætisfólk á ovastu rókum síggja nú, at danska ríkið fer ikki at halda í allar ævir. Viljin til sjálvstøðu er rætt og slætt ov stórur og áhaldandi – nú eisini í Grønlandi, sum er 98 prosent av økinum í danska ríkinum.

Trongdin hjá okkum og grønlendingum at eiga egið land fer komandi árini at broyta donsku tilgongdina til sjálvstýrandi økini Føroyar og Grønland.

Hetta kemur livandi til sjóndar í nýggju bókini hjá Martin Breum um grønlendsku dreymarnar um sjálvstøðu. Enn er talan mest um dreymar. Men tað er vert at varnast, at kendi tíðindamaðurin í bókini hevur samrøðu við Mette Frederiksen, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum, sum er liðilig og bæði skilir og góðtekur, at ríkisrættarligu karmarnir hjá Grønlandi og Føroyum kunnu broytast – ikki í morgin, men í komandi tíðum. Hetta er stak áhugavert at hoyra, og hesin boðskapurin er púra nýggjur millum leiðandi danskar politikarar. Eisini ein av fremstu embætismonnunum í Danmark, Peter Taksøe-Jensen, sum skrivaði frágreiðing við viðmælum um framtíðar trygdar- og uttanríkispolitikk hjá dønum, sær í havsbrúnni eina framtíð, har londini eru sjálvstøðu, men samstarva.

Og sjálvandi skulu Føroyar samstarva við Danmark. Ein framtíðar samstarvssáttmáli millum londini bæði nærkast, og tað er nú, vit skulu búgva okkum til henda sáttmálan og nýggja veruleikan.

Tí havi eg boðið Martin Breum til Føroya at greiða frá øllum tí, hann hevur í viðførinum eftir at hava ferðast og arbeitt nógv saman við fólki, sum fara at ávirka støðu Føroya í heiminum í framtíðini.

Martin Breum verður at hoyra í Auluni í Finsen mánakvøldið 27. august kl.19.

Vit mugu virða okkum sjálv, tí bara soleiðis kunnu vit virða onnur. Latið okkum við opnum sinni fyrireika okkum til nýggju støðuna, har Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja við tí. Men har Føroyar eisini samstarva við Danmark, tí tað sanniliga eisini hevur sínar fyrimunir at samstarva við ein kendan og álítandi partnara, sum í mongum viðurskiftum, men langt frá øllum, hevur somu mál, sum vit.

Ein samstarvsavtala millum tvey sjálvstøðug lond – millum Føroyar og Danmark – fer at greiða fløkjurnar landanna millum og fer at rudda nógvar misskiljingar burtur og fer fram um alt at savna okkum sum fólk.

Tað eru persónligu sambondini millum føroyingar og danir, sum er veruliga virði á tí, vit hava í felag. Tað er ikki tað, at Danmark eigur Føroyar, sum gevur føroyingum og dønum eitt virði í gerandisdegnum. Í framtíðini skulu londini samstarva í einum frælsum felagsskapi, og nógvu persónligu sambondini millum føroyingar og danir fara at halda fram.

Høgni Sigrunarson Reistrup

Ferðafólkini eru okkum góð

Størsta avbjóðingin við ferðafólkum í Føroyum er ikki, at tey gerast fleiri. Avbjóðingin er at síggja ferðavinnuna sum ein nýggjan møguleika heldur enn ein trupulleika.

“Nei, nú eru ov nógv ferðafólk í Føroyum”.

Tú ert ikki tann einasti, sum hevur hoyrt hesa útsøgnina í seinastuni. Hetta er vorðið rættiliga vanligt at hoyra, og nú fyrsti várdagur hevur verið, og ferðafólkini nakað eftir hetta fara at leita hendavegin, er neyðugt, at vit beinanvegin fáa hugburðin at venda rætt – hugburðin til gestirnar, sum vilja uppliva okkara vøkru náttúru og sereyðkenni.

Tí sum útsøgnin omanfyri ber boð um, er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at vit bjóða ferðafólkum at vera vælkomin til Føroya.

Umframt at vilja vera við, at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, eru summi eisini farin at seta spurning við, hvørt vit í heila tikið skulu hava fleiri ferðafólk higar.

Arbeiðspláss og støðugari búskapur
Til uppáhaldið um at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, er tað at siga, at vit á ongan hátt eru nær hámarkinum fyri, hvussu nógv fólk landið er ført fyri at bera. Og lat ongan iva vera um, at tað er rætt at bjóða Føroyar fram fyri ferðafólkum. Góðu árinini eru nógv.

1) Vinnan skapar nógv nýggj størv – serliga til yngri fólk, sum eru púra avgerandi at varðveita í landinum

2) Ferðavinnan kann gera búskapin støðugari og taka broddin av sveiggjunum

3) Landið og vinnurekandi fáa fleiri inntøkur

Nýggjar vinnur koma ikki á hvørjum degi. Tað kunnu ganga nógv ár, áratíggju og meira enn tað ímillum stóru møguleikarnar. Og nú er tað nógv, sum bendir á, at aftaná nógv miðvíst arbeiði nærkast ein slíkur møguleiki Føroyum.

Rakstrarstuðul úr Danmark ella nýggjar vinnur
Leingi hava vit tosað um nýggjar vinnur. Vinnur, sum kunnu koma aftrat laksinum, makrelinum og toskinum. Nógv vónaðu, at oljuvinnan eftir fáum árum fór at gerast eitt nýtt bein hjá búskapinum, og KT-vinnuna hava vit eisini tosað nógv um. Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa hesar vinnur at blíva høvuðsvinnur í Føroyum.

Tað krevur nógv at fáa nýggjar høvuðsvinnur, men tað kann ferðavinnan blíva. Vit hava eina serstaka og kappingarføra vøru at bjóða.

Í 80-árunum og eisini áðrenn tað vendu eldsálir eyguni móti ferðavinnuni, tí hon kundi fjøltátta inntøkugrundarlag landsins, ja, og spjaða váðan í einum samfelag, sum fram um alt hevur drigið fruminntøkurnar úr sjónum umframt at fingið rakstrarstuðul úr Danmark. Tað er einki at taka seg aftur í, at ferðavinnan hevði verið góð at havt, tá ið svára kreppan rendi okkum út av tromini og rak túsundtals fólk av landinum. Men tá var ikki ordiliga nøkur verulig ferðavinna.

Fíggjarlig bakkøst fara eisini at koma í framtíðini, men fáa vit fleiri vinnur at veita sítt týðandi íkast til búskapin, hava vit meira at standa ímóti við, tá ið illa veit við búskaparliga. Vit mugu minnast til, at tá ið alingin hevur lakari ár, ella uppsjóvarskipini ikki landa somu nøgdir sum nú, tá er tað sera umráðandi, at vit fáa aðrar vinnur at skapa vøkstur og arbeiðspláss.

Vit eru eisini framvegis í tí støðu, at vit fáa danska peningahjálp til at fíggja alment virksemi fyri áleið eina milliard krónur um árið í okkara samfelag. Tað eigur at liggja ljóst fyri, at vit sjálv finna alla fíggingina til tað, sum vit vilja bjóða í Føroyum. At vit slóða fyri nýggjum vinnum, sum kunnu kasta av sær skattir, ið kunnu koma ístaðin fyri donsku peningahjálpina.

Vit eiga at kýta okkum at fáa sum mest burturúr. Vit eiga at síggja spennandi inntøkur, eina kærkomna nýggja vinnu og mentanarligt fjølbroytni heldur enn óynskta ávirkan uttanífrá.

Pengar koma ikki av sær sjálvum
Vit eru ald upp í eini skipan, har vit hava tað ov gott. Tað merkir millum annað, at vit ikki leypa avstað, tá ið nýtt virksemi og nýggjar inntøkur eru at hóma fyri framman. Tað verður kravt ov lítið av okkum, og tí loysir tað seg ofta betur bara at hyggja at og finnast at. Hetta er eitt tekin um eina vaksandi krevjaramentan. Og tað er henda mentanin, sum fær nógv at hugsa, at nú eru ov nógv ferðafólk í Føroyum.

Tað er sjáldsamt at vita sær, at hugburðurin um ov nógv ferðafólk í Føroyum skal vaksa fram, sjálvt um ferðavinnan ikki veruliga hevur fingið fótin fyri seg enn sum ein sterk vinna. Sum myndin vísir, gerast útlendsku innskrivingarnar á gistingarhúsum fleiri í tali, men vøksturin er ikki ovurstórur.

Høgni Reistrup_Ferðavinna

Tíðindaflutningurin hevur eisini lagt stóran dent á ferðafólkini í Íslandi. Í fyrsta lagi eru søgurnar neiligar. Eingin søga um, hvussu ferðavinnan hevur fingið tjóðina á føtur aftur eftir kreppuna skjótari enn nakað annað land. Eingin søga um, at ferðafólkini skapa eina rúgvu av arbeiðsplássum. Eingin søga um, at vinnurekandi fegnast, tí nú ber nógv meira tænastuvirksemi seg enn nakrantíð áður. Eftir stendur, at í Føroyum halda vit, at í Íslandi er ferðavinnan miseydnað.

Og so darrar henda samanberingin eisini onkustaðni – at ferðavinnan í Føroyum er farin at líkjast henni í Íslandi.

Í øðrum lagi eru – um ikki allir – so sera nógvir íslendingar fegnir um ferðavinnuna. Og tað eru teir, hóast henda vinnan er øgiliga nógva ferðir størri enn ferðavinnan hjá okkum.

Her er fram um alt ein stórur hugburður á muni. Íslendingar vilja og skulu sjálvir. Hjá íslendingum er ferðavinnan ein møguleiki, sum teir hava tikið til sín. Latið okkum eisini gera ferðavinnuna til ein nýggjan møguleika. Tað er nú soleiðis, at onkrum skulu vit liva av. Pengar koma ikki av sær sjálvum. Tí kemur ferðavinnan okkum væl við.

Vit kunnu øll gera okkara til, at ferðavinnan verður góð fyri Føroyar, og at hesin nýggi vinnumøguleikin gerst livibreyð hjá nógvum. Miðlarnir kunnu eisini gera sítt. Eg kundi hugsað mær at hoyrt søgurnar um tey, sum eru í vinnuni og sum royna at liva av henni. Hvat halda tey um, at so stórur dentur verður lagdur á, at fótonglar skulu leggjast fyri lívsgrundarlagi teirra?

Burðardygg leið
Sjálvandi skal ferðavinnan vaksa burðardygt. Tað er umráðandi. Úti í Mykinesi vitja nógv fleiri nú enn fyri bara fáum árum síðani. Summarmánaðirnar frá mai til august hava í miðal verið beint oman fyri 170 fólk í oynni um dagin. Í juli mánaði, tá ið vitjanirnar eru flestar í tali, eru eini 260 fólk í Mykinesi um dagin. Har og aðrastaðni kunnu viðurskiftini skipast. Men tað er kortini ikki ókent, at eitt sindur av fólki er í Mykines bygd í senn. Nærum 200 fólk búðu í bygdini fyri øld síðani. Nú búgva 17.

Tað, at vit menna ferðavinnuna úti um landið, hevur nógv at siga. Og at kommunurnar nú kunnu fáa pengar at bøta um viðurskiftini, er eitt gott stig. Samfelagsliga er tað neyðugt, at vit hava umsorgan fyri náttúru og fuglalívi og samstundis menna tilboðini til ferðafólkini.

Vinnupolitiskt er avgerandi neyðugt, at vit geva hvørjum einstøkum persóni møguleika at vinna sær pening burtur úr ferðavinnuni, og tí er eisini neyðugt, at vit halda okkum burtur frá at seta forðingar upp, áðrenn vinnan veruliga hevur lyft seg uppfrá.

Størsta avbjóðingin við ferðafólkum í Føroyum er tí ikki, at tey gerast fleiri. Avbjóðingin er at síggja tey sum ein spennandi møguleika heldur enn ein trupulleika. Øll eiga at leggja seg eina við, at ferðavinnan kann gerast okkum ein dygg inntøka. Fyrsta fortreytin fyri, at hetta kann gerast veruleiki, er, at vit hava rætta hugburðin. Tá fáa vit fullan ágóða av øllum tí, sum ferðavinnan hevur at bjóða.

Latið okkum standa saman um ferðavinnuna og við røttum ryggi bjóða ferðafólkum vælkomnum. So tey kenna seg væl, og so tú gevur ferðafólkum jaligar upplivingar í Føroyum – á sama hátt, sum tínar upplivingar vónandi eru góðar, tá ið tú ferðast í onnur lond.

Høgni Reistrup

 

Stjórnarskipan Føroya er fremsta málið í 2018

Mynd: Tróndur Dalsgarð

Hann, ið alist við øsku inni,
lítið í leikum dugir!

Í Brestiskvæðinum ivast brøðurnir Brestir og Beinir í evnunum hjá dreingjunum Sigmundi og Tóri at fara út í Lítlu Dímun, ganga í brattlendinum og upp á oynna. Dreingirnir fáa at vita, at teir ikki sleppa við. Men teir vilja við, og endin er, at teir fara við. Hetta líknilsi um at standa við sítt, og at vit styrkjast og menna okkum, tá ið vit hava frælsi at royna, læra flestøll børn í barnaskúlanum.

Hetta kvøða børnini um, hóast móðurmálið einaferð varð hildið burtur úr skúlastovuni.

Og komin heim úr skúla herfyri segði ein genta við pápan: “Babba veitst tú av, at fyrr flaggaðu vit bara við donskum fløggum í Føroyum?”. Og pápin svaraði: “Ja, løgið, ha?”.

Í nýggja árinum 2018 fara vit aftur um eitt vegamót, nú vit skulu taka støðu til Stjórnarskipan Føroya, sum – verður hon samtykt – er eitt týðandi stig fyri Føroyar. Fólkið sleppur framat at staðfesta, at Føroyar verða stjórnaðar úr Føroyum. Hetta eigur at sameina okkum og fáa okkum at ernast sum tjóð.

Tað ber til

Í nógv ár vóru boðini, at henda lóg bar ikki til. Men nú frættist, at Stjórnarskipan Føroya fer at bera til. Á sama hátt sum flaggið, sum ikki bar til, men nú er okkum kært og sjálvsagt. Og sum okkara vakra móðurmál, sum skuldi eitast ikki at bera til, men sum vit nú tosa og skriva bæði heima og úti. Vit hildu á, og vit fingu okkara rætt.

Alt broytist, og søgan hevur prógvað, at føroyingar og okkara rættindi hava verið røttu megin søgunnar gongd.

Tað er undranarvert at vita sær, at stutt síðan varð hvørki flagg ella mál viðurkent, og at vit í egnum landi tvíhildu um annað enn okkara egna. Nú er Stjórnarskipan Føroya fyri.

Og flyta vit okkum 25 ár ella meira fram í tíðina, verður hugsanin hin sama. Ber tað veruliga til, at vit einaferð hava bygt okkara virði á aðra stjórnarskipan enn okkara egnu? Tá fara vit at siga, sum pápin segði við dóttrina um flaggið: “Ja, løgið, ha?”.

Aldri fæst ein betri dagur
Nú várligari politiskir vindar blæsa úr Keypmannahavn, skulu vit herða hugin at fáa hesa lóg, sum vit skulu byggja land og aðra lóg á, samtykta. Tí fremst í donskum politikki situr forsætisráðharri, sum er okkum góður í arbeiðinum fram ímóti føroyskari stjórnarskipan. Vit føroyingar fáa kanska ongantíð aftur eina lagaligari løtu at samtykkja hesa lóg. Tí við teimum bondum, sum verandi danski forsætisráðharri hevur til Føroya, skilir hann og vil hann føroyingum tað besta, hóast ovasti politiski leiðarin í einum ríki sjálvandi eisini hevur skyldug – valdsins vegna – at halda fast um allar lutir í ríkinum.

Tað er greitt, at Stjórnarskipan Føroya gevur okkum eina fremri støðu. Hon loysir okkum ikki burtur frá Danmark, men hon staðfestir okkara tjóðrættindi.

Nógv vilja málinum um Stjórnarskipan Føroya væl. Tí vóni eg eisini, at politisku flokkarnir fara at vísa málinum uppiborna virðing og vælvild.

Virða okkum sjálv
Tað er lætt at vísa til alt tað, sum áður er hent á frambursleið, og sum mótstøða hevur verið ímóti. Men heldur enn at gera tað, skal her verða víst á, at Stjórnarskipanin er natúrlig menning og rekur við streyminum av málum, sum hava førkað og flutt okkum fram á so mongum økjum.

Eg haldi, fólk eru rættiliga samd um, at sjálvandi skulu vit hava stjórnarskipan. Fá siga seg á ongan hátt vilja hava stjórnarskipanina. Eisini hóast onkur hevur sagt, at stjórnarskipan er loysing. Tað er hon ikki. Men hon gevur okkum møguleikan at gerast sjálvstøðug tjóð, tað er greitt.

Stjórnarskipan Føroya merkir í stuttum, at vit góðtaka og virða okkum sjálv.

Okkara stjórnarskipan

Føroyingar hava síðani landnámið bygt land og við tíðini ment sjálvstøðuga mentan og tjóð. Hvørt ættarlið hevur lagt sítt aftrat. Tí er ikki líkamikið, hvussu vit røkja og fara um tað, ið okkum er litið til. Menn og kvinnur hava brotið slóð og ment egin sereyðkenni og ikki bara gingið í fótasporunum hjá øðrum. Í okkum hevur og er íborin vilji og styrki til støðugt at taka okkum fram.

Føroyar skulu umboða seg sjálvar úti í heimi, og við stjórnarskipanini gerst lættari at greiða frá okkara støðu. Tí stjórnarskipanin byggir á tað, sum er og verður livað, skrivað og samtykt her. Vit eyðmerkja felags virði, vit festa á blað egnan sjálvsavgerðarrætt og lata ikki onnur um tað.

Brøðurnir Brestir og Beinir kundu ikki forða dreingjunum í Brestiskvæðinum at koma til mans, at læra og royna. Teir vildu sjálvir. Stjórnarskipan Føroyar lyftir okkum upp og fær okkum at gerast tilvitaðari um egin staðfest rættindi og mennir okkum sum mentað fólk. Enn einaferð vilja vit sjálv.

Høgni Reistrup

Kunnu ikki brúka 3,6 milliardir uttan ideologi

2016-08-06-12-39-45-2

Tá ið tú um nakrar mánaðir hyggur eftir skattauppgerðini fyri 2016, tá sært tú, at tú hevur rindað meira í kommunuskatti enn í landsskatti. Um nakrar dagar kanst tú gera av, hvørt hetta skal halda fram.

Í landspolitikki verður stóra ideologiska sjatollið tikin fram, sjálvt tá ið samráðingar eru um upphæddir niðan fyri 100.000 krónur. Tað eru eisini pengar, og tí kann tað undra, at eingin ideologi verður brúkt, og at orðaskiftið til kommunuvalið er óvanliga kyrt, nú valevnini í Tórshavnar kommunu vilja sleppa framat 3,6 milliardum at brúka komandi fýra árini.

Tá ið tú hyggur eftir øllum vallyftunum, so manglar grundleggjandi ein fatan av, hvør tað er, sum eigur pengarnar, sum skulu fíggja allar vælmeinandi verkætlanir og fínu hugskotini. Her manglar ideologi. Hon verður slept, og hugsað verður heldur um at sleppa framat at umboða tað almenna og brúka pengarnar hjá øðrum. Og jarnbrotið til hetta er eitt vallyfti fyri og annað eftir við ongum ideologiskum botni.

Kjarnutænastur
Tað má valdast, hvussu nógv tað almenna tekur inn í skatti, tá ið peningurin í nógvum førum skal brúkast til virksemi, sum als ikki er ein almenn kjarnutænasta.

Tað er umráðandi, at vit hava sterkar kjarnutænastur soleiðis, at vit kunna kenna okkum trygg við tey tilboð, kommunan bjóðar eitt nú børnum og eldri. Kortini er tað ógvulig langt frá hesum kjarnutænastum til øll vallyftini um hetta og hitt. Men tað er nú einaferð so, at tú ert ikki sparin, tá ið tú brúkar pengarnar hjá øðrum.

Eg virðismeti frælsi ógvuliga høgt – eisini frælsi sjálv/ur at gera av, hvussu tú brúkar tínar egnu pengar. Og eg haldi meg vita, at nógv havnarfólk og nógvir føroyingar hava somu áskoðan. Tí haldi eg, at tað hevði sømt seg við einari timeout frá øllum vallyftunum. Veljarin kann spyrja seg sjálvan: Er hetta veruliga ein neyðug almenn tænasta at veita, sum verður fíggjað við pengum, sum eg eigi?

Er talan um góðsku á dagstovnum, ellisheimum, vegakervinum, grundstykkjum ella øðrum neyðugum almennum kjarnutænastum, so eri eg við. Men tað er alt hitt, sum órógvar.

At brúka pengar hjá øðrum
Tað er mín greiða fatan, at kommunurnar eru farnar ov langt og ikki bara brúka pengar, sum tú eigur og ikki kommunurnar, men at tær eisini brúka pengar til endamál, sum bera seg á privatum grundarlagi. Tað er ein annar máti hjá kommununum at siga, at tær ikki hava álit á, at tað privata kann vinna pengar burtur úr hesum og hasum.

Komandi fýra árini fara inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu at tátta í 900 milliónir krónur á hvørjum ár, og tá ið valskeiðið er runnið, er upphæddin 3,6 milliardir krónur. Er tín árliga inntøka 380.000 krónur, hevur tú eftir fýra árum rindað 300.000 krónur beinleiðis í kommunuskatti. Mítt virðisgrundarlag sigur, at slíkar upphæddir krevja ideologi og eina langtíðarætlan.

Tá ið tú fert á val 8. november og skalt velja eitt umboð, sum vil sleppa framat 3,6 milliardum at brúka, so kanst tú hugsa:

1) verða mínir pengar brúktir til annað enn neyðugar kjarnutænastur?

2) eru 3,6 milliardir ov nógv at brúka?

3) vil eg hava, at tað almenna tekur færri pengar frá mær?

Er svarið til hesar tríggjar spurningarnar “ja”, so eru tú og eg á somu ideologisku breyt.

Høgni Reistrup
Valevni fyri Framsókn

 

At brúka pengar hjá øðrum

2014-07-24-16-00-14Nú er tað kanska sjáldsamt at síggja eina grein við ongum lyftum, men her er so ein. Tað tykist at vera breið politisk semja um, at tú skalt rinda nógvan skatt, og so skulu onnur gera av, hvat tínir pengar verða brúktir til.

Veljarin sær hvønn dag lyfti um bæði eitt og annað. Og tað er ikki so løgið. Í Tórshavnar kommunu renna einar 3,6 milliardir inn í kassan komandi fýra árini. Kravdar verða áleið 214.000 krónur inn í skatti eftir fýra árum frá hvørjum veljara í miðal. Summi rinda munandi minni summi væl meira. Er árliga inntøkan 380.000 krónur, hevur tú eftir fýra árum rindað 300.000 krónur beinleiðis í kommunuskatti. Tað eru nógvir pengar.

Eg haldi, at fíggjarpolitikkurin skal virða, at tað er borgarin, sum fíggjar kommunala virksemið. Fólk hava ríkiligt at brúka pengarnar til sjálv, húsalán, mat, ferðir ella okkurt fjórða.

Tað er so lætt at brúka pengar hjá øðrum, men at skapa grundarlagið fyri, at eg og tú hava meira eftir um mánaðin til at leggja okkara egna lív til rættis, ja, tað tykist vera fjarandi politiskur áhugi fyri tí. Eg haldi, at ein kravmentan otar seg alsamt skjótari inn á okkum. Hon førir við sær, at vit hyggja ov nógv eftir, hvat kommunan kann gera fyri, at hetta og hitt verður til veruleika. Eg skal ikki siga, at gongdin ger okkum dovin, men hon forðar so í øllum førum fyri, at fólk fara til verka á egnum grundarlagi og elur alment formyndarí.

Hvar er ideologiska orðaskiftið?
Hygg eftir skattauppgerðini fyri 2015. Hevur tú eina vanliga inntøku ella meira enn tað, so stendur tað svart á hvítum, at tú hevur rindað meira í kommunuskatti enn í landsskatti. Tað haldi eg, tú skalt hugsa eitt sindur um, tá ið tú tekur avgerðina um, hvar krossurin skal setast.

Politisku hugskotini eru nógv og allar ætlanirnar vælmeinandi. Men eg sakni kortini ideologiska orðaskiftið í kommunuvalinum. Vilja vit bara javna út og brúka pengar hjá øðrum?

Vit hava góðar tíðir í løtuni, og Tórshavnar kommuna er væl fyri. Fíggjarliga er onki til hindurs fyri, at kommunan veitir kjarnutænastur á høgum stigi. Við skynsamari fíggjarstýring kann kommunan tryggja sama tænastustig við lægri skattainntøkum. Framsókn fer at virka fyri, at skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður lækkað munandi, og at kommunan hevur eitt íløguloft. Har kom so eitt vallyfti kortini.

Í komandi tíðum krevst kynstrið at gera Havnina og alla kommununa enn framsøknari, samstundis sum vit framtíðartryggja hana – bæði viðvíkjandi grundleggjandi tænastum og búskapinum. Hetta krevur, at vit gera rættar íløgur rættstundis í undirstøðukervið og fólkið. Og hetta krevur eisini, at vit tora at tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum hjá bæði kommunum og landinum.

Summi siga, at vit kunnu ikki taka broddin av skattatrýstinum, tí so verður búskapurin hitaður enn meira. Men so seint sum í frágreiðing búskaparráðsins á vári 2016 verður víst á, at kommunurnar í fleiri førum eru ov grammar at brúka pengar beint nú. Og skal valið verða millum, at tað almenna brúkar ov nógvar pengar, ella at tú sum borgari fært hug til at keypa eitthvørt, so sigur mítt ideologiska grundarlag, at tú hevur bestu umstøður at fylgja egnum málum og dreymum, tá ið tú sjálv/ur gert av, hvat tú hevur hug til at takast við og brúka pengar uppá.

Tá verður tað enn stuttligari at fara til arbeiðis, og burtur úr tí kemur vøkstur og økt framleidni.

Høgni Reistrup
Valevni fyri Framsókn

120 lestraríbúðir í Álakeri

hogni_tindabrov_1200x800

Alsamt fleiri lesa og læra í Føroyum, og tað er ótrúliga gott. Fleiri útbúgvingar og lærupláss eru saman við lágum arbeiðsloysi í Føroyum fremstu orsakirnar til, at vit lesa og læra í egnum landi.

Tey lesandi skulu hava nakað at búgva í, og tí er umráðandi komandi árini at lata byggja lestraríbúðir. Hetta er við til at skapa støðugan fólkavøkstur.

Nú skulu gerast 120 lestraríbúðir í Álakeri – eisini rópt úti á Rundingi. Til gongu er stutt til Setrið á Debesartrøð, Landssjúkrahúsið, Vinnuháskúlan og Havstovuna. Og eitt hanagleiv burtur er miðbýurin.

Ein tíðarhóskandi býur hevur góðar umstøður til okkara lesandi ungdóm.

69639_2_xl670530710708543_10205002641015514_8204444048462868444_outi-a-rundingi948551510200738612959752_ec9163e0dae4e

 

 

 

 

Góði Bob

Skrivaði hesa greinina undan eini konsert við Bob Dylan fyri nøkrum árum síðani. Og nú Bob Dylan hevur fingið bókmentaheiðursløn Nobels, er tað hóskandi at leggja hana út her. Greinin er upprunaliga prentað í Sosialinum í mars 2009.

Tekstirnir eru algloypandi. Ikki hvør tekstur hvør sær, men listarliga lívsverkið í síni samansettu heild. Við egnari dagsskrá hevur tú ferð eftir ferð stevnt móti nýggjum leiðum og skrivað sangir um tað at vera.

Ja, so hittast vit enn einaferð. Tú á tíni endaleysu ferð kring heimin og eg á míni ferð í tínum óskiljandi, men samstundis læruríka og hvassa hugaheimi. Og eg gleði meg, tí tú hevur um nakar sett orð og tónar til mínar fløkjaligu tankar og allar lívsroyndirnar, ið eg ongantíð havi skilt. Hvussu kennist tað, at ávirka onnur á so ítøkjuligan og máttmiklan hátt? Hvussu kennist tað at vera fremsta og vísasta røddin hjá fleiri ættarliðum? Hvussu kennist tað at geva so nógvum so nógv, og fært tú naka aftur fyri? Spurningarnir eru nógvir. Hevur tú svarini, og um so er, hvørji eru tey? Eg fái ikki svar á hesar mongu spurningar, tí tað hevur ongantíð ligið tínum hjarta nær at svara spurningum frá øðrum. Spurningarnir – vinur mín – flákra onkustaðni í óstøðuga vindinum. Tí er tað mestsum burturspilt tíð at leita eftir fanginum á djúpa loyndarmáli tínum. 

Eg standi spyrjandi og undrist á, hvør drívmegin er. Tú hevur sæð fleiri partar av heiminum enn vit vanligu deyðiligu síggja, men kortini heldur tú á fram og fert á pallin nakrar fáar metrar frá mær og hinum, ið lurta og royna at skilja. Hetta samsvara onkursvegna við anda tín. Tá ið tú setti ravmagn í gittaran í 1965 skilti so at siga eingin tín framferðarhátt, og tá ið tú fekk samband við hann sjálvan í erva, tá vóru nógv, ið vendu tær bakið. Men hjá tær er eingin vegur heim. Tú steðgar ongantíð á, men flytur teg nýggj støð við nýggjum yrkingum og nýggjum boðskapum. Og vit royna at fylgja við. Men eg undrist, tí er nakað, ið vit ikki hava skilt – tónar, vit ikki hava hoyrt? Latum okkum kalla hetta ein retoriskan spurning, tí um nakrar fáar vikur kemur enn ein útgáva frá tær. 

Tú ert fram um alt ímyndin av amerikanska dreyminum. Tú fekst meg at fata, hvør amerkianski dreymurin í veruleikanum er, og allar teir møguleikar, ið alt ov fá taka. Tá ið ein tíðindamaður spurdi, hví tú skifti navn, so var títt gløgga svar sera einfalt, men eisini sigandi: “Tú kanst nevna teg tað, ið tú vilt nevna teg. Hetta er landið hjá teimum frælsu.” Jú, so er. Amerika gav tær markleysar møguleikar, tí við hugburðinum “alt ber til” ber alt til. Við tínum tonkum gevur tú orðum sum frælsi, menning og váðafýsni innihald, og samstundis verður amerikanski dreymurin ítøkiligur. Sjálvsagt eru skuggasíður og tíðarskeið, tá ið samfelagið snávaði, men amerikanski dreymurin er handan allan iva. Hinvegin hevur tú sprænt upp í kaggar av orðagalli yvir náðileysar valdsharrar og teirra týnandi skipanir. Ein ævig og neyðug mótmynd. 

Tínar útgávur avmarka seg á ongan hátt til eitt ávíst tíðarhvarv. Tekstirnir eru algloypandi. Ikki hvør tekstur hvør sær, men listarliga lívsverkið í síni samansettu heild. Við egnari dagsskrá hevur tú ferð eftir ferð stevnt móti nýggjum leiðum og skrivað sangir um tað at vera. Tjúgu ár áðrenn eg var borin í heim, sang tú um, at tíðirnar broytast, og nú fimogfjøruti ár seinni ber til at líta aftur um bak og staðfesta, at heimurin ongantíð áður hevur sæð so djúptøknar broytingar. Ferðin er ógvuslig og tíðarskeiðið stutt. 

Hvaðani kemur Obama? Jú, hann er ein ítøkilig mynd av amerikanska dreymin. Men tú hevur ongantíð havt eina paternalistiska tilgong til umheimin og hevur ongantíð havt eitt normativt útgangsstøði. Hinvegin vísir tú, at alt byrjar við egnari sjálvsmensku, at tað loysir seg at vera trúgvur móti sær sjálvum og vera á rundferð alt lívið. Tú vísir somuleiðis – á sama hátt sum amerikanski dreymurin – at vit menniskju hava egnar dreymar at taka atlit at. Um tú eltir tínar, so elti eg mínar. 

Óvissan er treytað lívskor, og henda sannkenning er einans við til at bjóða verandi sannleikum av. Tú hevur við speisemi og frástøðu vent heimin á ranguna. Hetta hevur tú megnað við at finna tað næra í tí fjara; at tikið tað algilduga og gjørt tað viðkomandi, hóast tað í fyrstu atløgu var óskiljandi. Á sama hátt fekk eg so at siga einki burtur úr fyrstu konsertini. Eg skilti ikki, at eg ikki skilti teg, tí eg hevði hoyrt, at tú vart millum teir allar størstu. Tú vart skýggin og kom á ongan hátt gjøgnum annars veika múrin av ungdómligum forvitni. 

Seinni skilti eg alt betur. Tú vart eins og kaffi. Tillagingartíðin var rættuliga drúgv, men so smakkaði tú hinvegin av meira, tá  ið eg vandi meg við smakkin. Og nú drekkur mítt vit dagliga av ótømandi brunni tínum. So halt á fram Bob, tí mannaættin hevur brúk fyri at síggja heimin við øðrvísi eygum. Mannaættin tørvar eina veruliga hetju.

Høgni Reistrup

Innibyrging í 70 ár

hogni-lit-5-of-8-2

Høgni Reistrup
Hví hava vit bara mist 33 fólk til Svøríkis seinastu 30 árini og 6.746 fólk til Danmarkar sama tíðarskeið?
Flytimynstrið millum Føroyar og londini kring okkum gevur okkum eina rættiliga greiða mynd av, hvussu føroyingar virka og hava virkað í heiminum undir donsku heimastýrisskipanini.

Kunnu vit hátíðarhalda altjóða útsýni ella avbyrging, nú 70 ár eru liðin síðani fólkaatkvøðuna um sjálvstøðu í 1946? Hetta er mest viðkomandi spurningurin at seta. Vit kunnu skjótt staðfesta, at okkara samfelag er ment við rúkandi ferð, men at brek eisini eru í skipanini. Mentanarliga eru vit knýtt óvanliga nær at bara einum øðrum landi, og búskaparliga er støðan tann sama.

Men veruliga vanlukkan er stóra fjøldin, sum er rýmd úr Føroyum til Danmarkar. Seinastu árini hava vit mist so nógv fólk til Danmarkar, at setur eru ikki á okkara flotta tjóðleikvølli, Tórsvølli, til allar føroyingarnar búsitandi í Danmark.

Vit hava góð hagtøl frá 1985 og fram um flytimynstrið millum Føroyar og onnur lond. Hetta eru góð 30 ár. Gongdin í fólkatalinum og mynstrið hjá fólki, tá ið tey flyta, vísir okkum, hvussu vit stjórna og hava stjórnað okkara egna fólki undir heimastýrisskipanini.

Hvat fáa vit burturúr?
Vit eru undir Danmark, tí vit fáa nakað burturúr tí. Soleiðis tekur afturhaldið til orða. Seinast tá ið ólavsøkurøða løgmans var til umrøðu í tinginum herfyri. Í løgtinginum, í talgildum og loftbornum miðlum. Allastaðni verður uppáhaldið endurtikið: Vit fáa so nógv afturfyri okkara ómyndugu støðu. Og so verður lagt aftrat, at vit byrgja okkum inni, tá ið vit verða sjálvstøðu tjóð.

Men tað er ein sannroynd, at bara seinastu 30 árini hevur henda skipanin flutt 6.746 fleiri fólk úr Føroyum til Danmarkar enn øvugt.

Kortini hoyra vit umaftur og umaftur hesar somu útsagnirnar. Vit hava tað betri undir verandi skipan, og tá ið vit eru vorðin fullveldi og hava tikið evsta valdið í egnum landi, kuta vit samstundis allar træðrir til útheimin.

Men latið okkum hyggja at tølunum heldur enn bara at hava eina meining. Meiningar kunnu øll hava. Og tær hava higartil verið hentar hjá afturhaldinum at dustað av hvørja ferð, vit føroyingar rætta ryggin og taka stig á leiðini at gera Føroyar til sjálvstøðuga tjóð.

Tá ið afturhaldið sigur, at vit ikki mugu missa ríkisborgararættindi, spyrji eg: Ber til at missa meira, enn vit gera undir verandi skipan? Hvat hava vit at missa?

Tað er sjálvsagt, at einki land soleiðis hissini letur øðrum landi pening á hvørjum ári uttan at fáa nakað afturfyri. Vit lata evstu løgfrøðiligu ábyrgdina frá okkum. Og so lata vit fólk. Nógv fólk.

Ongland, Írland og Holland
Flestu føroyingar hava ein óvanliga sterkan norðurlendskan samleika, sum tú ikki finnur aðrastaðni í Norðurlondum. Hann er kanska veikast í Danmark. Tí er tað ikki so løgið, at rættiliga fá fólk flyta til eitt nú Onglands, Írlands og Hollands, hóast høvuðsstaðirnir í øllum hesum londum eru nærri Tórshavn enn Keypmannahavn. Seinastu 30 árini hevur netto fráflytingin til Onglands verið 81 fólk. Netto fráflytingin til Hollands hevur verið 1 fólk. Og so eru 6 fólk fleiri flutt til Føroya úr Írlandi enn øvugt.

Hóast høvuðsstaðirnir í hesum londum eru landafrøðiliga nærri okkum enn Keypmannahavn, er tað øgiliga týðiligt, at vit ikki lata okkum ávirka av hesum londum, leita okkum íblástur haðani ella flyta stórvegis til hesi lond.

Okkara norðurlendski samleiki er enn so sterkur, at vit ikki gáa stórvegis um, hvat tey takast við í London, Dublin og Amsterdam. Fyribils kunnu vit bara siga, at hetta er orsøkin, og at soleiðis er tað bara. Vit eru fram um alt norðurlendingar.

Ísland, Noregi og Svøríki
Vit búgva í Norðurlondum. Við hesi staðfesting kunnu vit kanska eisini koma fram til ta niðurstøðu, at so flyta føroyingar til hesi londini. Fjarstøðan úr Tórshavn til Reykjavíkar er 797 km og til Oslo 973 km, og tað er væl styttri enn teir 1.311 km til Keypmannahavnar. Nakað longri er til Stokkhólmar. Men føroyingar fylkjast kortini ikki í stórum tali í øllum okkara norðurlendsku grannalondum.

Seinastu 30 árini eru 97 fleiri fólk flutt til Íslands úr Føroyum enn øvugt. Hyggja vit til Noregs, eru 380 fleiri fólk flutt hagar enn til Føroya í sama tíðarskeiði. Og Svøríki er ikki eitt land, sum dregur munandi fleiri fólk til sín úr Føroyum enn øvugt. Netto fráflytingin hevur seinastu 30 árini verið 33 fólk.

Munurin upp til tey 6.746 fólkini, sum vit hava mist til Danmarkar, er ikki bara stórur. Hann er ógvisligur.

Við støði í hesi sannroynd kunnu vit staðfesta, at tað hvørki er landafrøðiliga fjarstøðan ella norðurlendski samleikin, sum ger av, hvar fólk flyta úr Føroyum og úr útlandinum til Føroya. Tað er heimastýrislógin, sum knýtir okkum so tætt at bara einum øðrum landi, at vit nærum tykjast ikki at leggja til merkis, at ein stórur og fjølbroyttur umheimur er har úti, sum vit ikki røkka út til og ikki sýna stóran áhuga. Trupulleikin er, at vit enn eru undir donsku skipanini og ikki hava latið framtíðina upp í okkara egnu dugnaligu hendur at stjórna.

Tá ið manntal var í 2011, bleiv spurt um, hvar fólk í Føroyum eiga børn uttan fyri landoddarnar. Svarið endurspeglaði ikki fjølbroytni, tí 7.425 áttu børn í Danmark. Og bara 702 áttu børn í øðrum norðurlondum enn Danmark – tilsamans.

Hetta styðjar bara undir tann veruleika, at vit festa eygu okkara á eittans land úti í stóru verð.

dk-fo

Tá ið politikarar úr afturhaldsveinginum tosa um at taka burtur sokallaðar marknaðarforðingar ímillum Føroyar og Danmark, so er tað bara eitt annað orð fyri at vilja greipa Føroyar og Danmark enn tættari saman. Men vilja vit veruliga tað? Hevur søgan prógvað, at tað er ein góð loysn? Vísir flytingin millum londini, at hetta er rætt at gera? Eg haldi, at vit skulu líta á okkum sjálv og savna okkum um okkara egnu viðurskifti heldur enn at nýta orkuna til at fáa alt møguligt í lag við bara eitt annað land. Eg veit, at nógv eru samd við mær í hesum.

Hvat er at byrgja seg inni?
Vit fara sanniliga ikki at byrgja okkum inni í sjálvstøðum Føroyum. Vit skulu samstarva nógv meira við heimin rundan um okkum. Avbyrging hevur kanska verið einasta vissa trygdin, vit hava havt undir heimastýrisskipanini. Tá ið vit hava skift donsku heimastýrisskipanina út, skal okkara lutur í altjóða samfelagnum ikki liggja eftir. Og eg eri sannførdur um, at búskaparligu meiðslini verða ikki verri í einum sjálvbjargnum og sjálvberandi Føroyum. Tey fara at koma, men verða ikki verri enn búskaparligu omanlopini, sum vit kenna alt ov væl undir heimastýrisskipanini.

At vit ikki eru sjálvstøðugt land, er høvuðsorsøkin til stóra flytingina til bara eitt annað land. Eg eri sannførdur um, at tá ið vit stíga út í heimin sum føroyingar við sjálvsábyrgd og størri krøvum til okkum sjálv, tá ið vit gera okkum púra greitt, at eingin annar eigur land okkara, og eingin annar skal hava ræði á okkum, tá nýta vit orkuna rætt, tá ráða vit okkara egnu lagnu, og tá standa vit okkum sum onnur fólk í góðum og ringum tíðum.

Tá skilja vit av sonnum, at framtíðin er ikki bara nakað, sum hendir har úti og ikki viðkemur okkum. Framtíðina kunnu vit sjálv evna til.

Vit nærkast málinum um sjálvstøðugar Føroyar. Ferðin móti málinum er hugtakandi og eisini rættiliga sermerkt, tí tað eru í roynd og veru ikki so nógv lond, sum hava hetta eftir at avrika, nú vit eru komin væl inn í ein og tjúgundu øld.

Lat meg at enda siga, at eg eri fullveldismaður og harumframt hálvur dani. Henda stutta greinin hevur á ongan hátt til endamáls at vekja eina vreiði yvir fyri dønum. Men hon vísir á, at vit missa meira enn vit fáa undir heimastýrisskipanini.

Nettoflytingin seinastu 30 árini millum Føroyar og:
Danmark: -6.746 fólk
Noregi: -380 fólk
Ísland: -97 fólk
Ongland: -81 fólk
Svøríki: -33 fólk
Holland: -1 fólk
Írland: +6 fólk

 

 

Chan Chan og filmsvinna

buena-vista-social-clubLeygarkvøldið 10. september kl.23 verður filmurin Buena Vista Social Club sýndur í Ostahúsinum. Eg fari at siga nøkur orð um filmsvinnu í Føroyum beint undan sýningini. Her er ein lítil upphiting til filmin í annaðkvøld.

Fyrstu ferð eg hoyrdi um Buena Vista Social Club (BVSC) var í 2000. Tað var á vetri, og tónleikurin kom sum ein fjálg heilsan av Kuba í køldu, myrku tíðini. Knappliga kendi eisini meginparturin av mínum vinaskara latínamerikanskan tónleik og lurtaði eftir honum, tey flestu á fyrsta sinni.

Tað var ikki av tilvild, at Ibrahim Ferrer og gomlu tónleikararnir hinumegin Atlantshavið hugtóku kritahvítar tannáringar í Evropa akkurát um ártúsundaskiftið. Tí árið fyri stjórnaði Wim Wenders filminum um BVSC við sama heiti. Og tað var fram um alt heimildarfilmurin um autentisku tónarnar úr Havanna, sum lat eygu og oyru upp fyri BVSC. So stóra ávirkan kann filmur hava, tá ið ikki bara myndirnar – men eisini frásøgnin – er livandi.

Føroysk filmsvinna og Wenders
Har sótu vit um 16 ára aldur í kalda Norðurevropa. Rom á borðinum, tjúkkur sigarroykur í luftini og Chan Chan úr hátalarunum. Vit livdu okkum inn í henda serliga heimin, sum kubanararnir gandaðu fram við ljóðførunum.

Og nú fer at standa filmshyggjarum í boði at liva seg inn í føroysku náttúruna í biografum væntandi bæði eitt og annað stað í heiminum. Tí nú hesin sami Wenders hevur verið í Føroyum og gjørt upptøkur til komandi spælifilmin, verða Føroyar sjónligari úti í heimi, og vónandi fer hetta eisini at draga aðrar filmsverkætlanir henda vegin.

Framsókn sær stórar møguleikar í filmi í Føroyum. Tað nælir, og nú skulu spírarnir vætast. Filmur styrkir og bjóðar okkara samleika av og gevur okkum ein tvørskurð av samtíðini. Filmur er eisini vinna, sum alsamt fleiri fólk kunnu liva av. Ferð skal setast á filmsvinnuna, og kommunan hevur eisini sína uppgávu. Hvør uppgávan er, fara vit í Framsókn at siga tykkum nú hvørja løtu.

Filmur og Framsókn
Umframt at føroyski samleikin fær gagn av íløgum í film, verða nýggj størv skapt í eini skapandi vinnu, og so fara serliga útlendskar verkætlanir, sum verða lutvíst tiknar upp í Føroyum, at skapa vitan um land okkara, og hetta gagnar ferðavinnuni og okkara høvdum og hondum.

Sangurin Chan Chan, sum er at hoyra í filminum BVSC, snýr seg um parið Chan Chan og Juanica, sum eru í fer við at byggja hús og eru farin til sjóvarmálan eftir sandi. Her hjá okkum byggja filmsleikstjórar, myndafólk, leikarar, framleiðslufólk, hjálparar og  onnur upp eina føroyska filmsvinnu.

page1
Hesa vikuna eru filmsdagar. Filmsfelagið og Hyggasíggj skipa fyri. Í Ostahúsinum verða bara sýndir filmar eftir Wim Wenders, og leygarkvøldið 10. september kl.23 er Buena Vista Social Club at síggja. Gakk inn í smoguna millum Perluna og Reinsaríið, so kemur tú fram á Ostahúsið.

img_5523-2Ostahúsið og Gudmund Helmsdal frá Hyggasíggj.

Íslendska fyrimyndin

ísland fótbóltur
Grein prentað í Sosialinum juni 2016

Løtan á trappuni í Vágsbotni í góðveðrinum týskvøldið, tá ið íslendska landsliðið í fótbólti megnaði javnleik ímóti Portugal, var serlig. Einir 500 føroyingar og nógvir útlendingar eisini stóðu saman um Ísland og fagnaðu stórliga bæði málinum og endaliga úrslitinum. Eg ivist onga løtu í, at onnur hava gjørt tað sama heima í stovunum.

Tað er í sjálvum sær eitt satt bragd, at íslendingar eru við í EM-endaspæli á fyrsta sinni nakrantíð. Og javnleikurin í Saint-Étienne ímóti einum á pappírinum nógv betri liði vísir greitt, at Ísland megnar tað ógjørliga, og at liðið ætlar sær meira enn bara at vera við.

Hvussu leikur fer komandi vikurnar í Fraklandi, fáa vit at síggja. Men vit kunnu longu nú staðfesta, at íslendsku garparnir í fyrsta dystinum vardu væl og høvdu ein framúr stríðsvilja.

Og eg kann ikki annað enn hugsa, at hetta er ein einastandandi fyrimynd at hava. Tí hugburðurin er serstakur – bæði í undankappingini, sum tryggjaði Íslandi plássið í endaspælinum og órædda spælið ímóti Portugal. Á vøllinum díkja teir á og smæðast ikki burtur.

Tað sama kann verða sagt um landið uttan fyri leikvøllin.

Tá ið íslendingar tóku ræði á egnum viðurskiftum í 1944, var Ísland fátækasta landið í Evropa. Men fólkið vildi evna til framtíðina á egnari grund, og soleiðis bleiv tað. Tað er als ikki vist, at íslendingar høvdu verið ríkari, atkvøddu teir ímóti sjálvstøðu. Forseti Íslands seinastu tjúgu árini, Ólafur Ragnar Grímsson, hevur sjálvur sagt, at øll skapandi megi hevði avgerandi týdning fyri sjálvstøðu Íslands. Hon er góð at hava – eisini tá ið fíggjarligar mótbrekkur koma. Og í 2008 skolaði ógvislig kreppa inn yvir landið. Svára kreppan fekk íslendingar at hugsa nýtt og at berjast. Ferðavinnan er vaksin við rúkandi ferð – kanska ov skjótt – men hon er vorðin eitt nýtt bein hjá íslendingum at standa á. Á so nógvum mótum hava íslendingar grundleggjandi álit á egnum mátti og megi. Teir koma uppundan aftur.

Kreppa
Nógvir føroyingar hugsa áleið soleiðis, tá ið teir eru í Íslandi: “Hetta áttu vit at gjørt í Føroyum, hví hava vit ikki hetta í Føroyum? Hetta mugu vit hava í Føroyum!”. Løgið onkursvegna, tí ert tú í øðrum londum, kennist íblásturin ikki so beinleiðis. Kanska er tað bara tí, vit líkast so mikið nógv, hóast londini eisini eru ymisk.

Íblásturin kann vera so nógvur; smáir handlar í miðbýnum, árliga aðalorðaskiftið um dagstovnaøkið í Altinginum og frískar rávørur úr egnum umhvørvi hugsaðar á nýggjan hátt.

Men so var tað kreppan í Íslandi, sum grammleikin í bankavinnuni slóðaði fyri – var tað góður íblástur? Nei, tað haldi eg ikki. Kortini vístu sjónvarpssendingarnar um skrædlið í Eik týðiliga, at tað ikki var íslendska ávirkanin á føroyska bankakervið, sum koppaði gamla Eik, men snildir danskarar.

Jú, kreppan rakti meinari í Íslandi enn í so nógvum øðrum londum. Men íslendingar komu skjótt fyri seg aftur. Á sama hátt sum týskvøldið, tá ið 28 ára gamli Birkir Bjarnason svaraði aftur, eftir at Portugal hevði lagt seg á odda í fótbóltsdystinum. Og soleiðis dragast tey í Portugal og øðrum londum sunnanfyri enn við høgt arbeiðsloysi, ovurstóra uttanlandsskuld og undirskot á fíggjarlógini. Eingin beinleiðis samanhangur við fótbóltin, men tað svitast ikki, at smá lond eru fimari og eru skjótari at reisa seg aftur eftir eitthvørt hóttafall. Í so máta er ein ávísur samanhangur.

Fyrimyndin
Vit reistu okkum eisini aftur eftir kreppuna í nítiárunum og aftur nú fyri nøkrum árum síðani. Men kortini er ein stórur munur. Eg havi hug at vísa til tvær myndir, sum sýna, hvussu ymiskt seinasta kreppan ávirkaði fólkatalið í ávikavist Íslandi og Føroyum.

Lat tað beinanvegin verða sagt, at kreppan í Íslandi í 2008 leyp munandi størri skelk á landið og var nógva ferðir verri enn alheims fíggjarkreppan, sum eisini rakti í Føroyum um sama mundi.

Kortini sæst ein greiður munur landanna millum. Í 2010 var ein pikkalítil afturgongd í fólkatalinum í Íslandi. Og tað var tað. Tað vóru serliga polakkar og onnur, sum fluttu aftur til heimlandið eftir arbeiðsørindi í Íslandi. Sjálvandi fluttu íslendingar eisini av landinum. Men bera vit so støðuna saman við hana í Føroyum, so sæst, at fólkatalið minkaði í Føroyum fýra ár á rað. Og tað er av sonnum undrunarvert.

Tá ið arbeiðsloysið var upp á tað mesta í Føroyum um ársskiftið 2010/2011, leitaðu góð sjey prosent eftir arbeiði. Í Íslandi var arbeiðsloysið javnt oman fyri sjey prosent í nærum trý samfull ár.

Kreppan í Føroyum var ikki ógvislig, men bilasølan minkaði, og tað gjørdi eftirspurningurin eftir handverkarum og arbeiðsmegi annars eisini. Í Íslandi steðgaði alt upp. Handverkararnir sleptu amboðunum frá degi til dags, og tey fluttu í 2010 fleiri bilar av landinum enn til landið. Og her er altso talan um land, sum ikki framleiðir so mikið sum ein bil. Tað sigur ikki lítið um kreppuna har.

Hví hesin munurin er so sjónligur, ja, tann spurningurin er ikki einfaldur at svara. Men vit kunnu læra av íslendska vinnaralyndinum, sum vit eisini sóu á leikvøllinum í Saint-Étienne týskvøldið. Og so er Ísland annars eitt sjálvstøðugt land. Tað lívgar sjálvsálitið. Enn eru vit ikki komin í fasta legu sum tjóð. Men tá ið hetta skjótt hendir, fer tað at troka burtur afturhaldið og stimbra nógva skapandi megi. Tað eri eg sannførdur um. Heldur enn at flyta í onnur lond eftir møguleikum, verða fólk boðin til Føroya at taka lut. Í roynd og veru einastandandi spennandi at búgva í einum landi, sum enn hevur hetta eftir at avrika, nú vit eru komin væl inn í ein og tjúgundu øld.

20160719_M1

Broytingar í fólkatalinum í Føroyum

 

Population_Iceland 04-14

Broytingar í fólkatalinum í Íslandi

Vit verða 50.000 fólk
í greinini Føroyskt sjálvstøði frá 1927 endurgevur Jørgen Frantz Jacobsen ein íslending, sum hann hevur tosað við. „Tit eru í Føroyum 25.000 menniskju, sum búgva púra avbyrgd, sjógvurin setir mark um tykkum. Hevði tað ikki givið fólkinum eina ómetaliga ábyrgdarkenslu og stimbrað í stórum til at gera eitt megnartak framá, um tað visti, at tað skuldi vera sjálvbjargið?” Tað er hesa hugsan, vit skulu mýkja inn í okkara tilvitan. Jørgen Frantz Jacobsen visti, at sjálvbjargni førir við sær framburð og menning, og at sjálvbjargni birtir hugin hjá fólki at hugsa sjálv. Vantandi sjálvstøða ber hinvegin við sær, at fólksins ábyrgdarkensla viknar.

Nú eru so nærum 90 ár liðin. Og komandi ár verða vit á fyrsta sinni 50.000 fólk í Føroyum. Høvdu vit fylgt ráðunum hjá íslendinginum longu tá, høvdu vit verið meira enn tvífalt so nógv í tali í dag. Fólkatalið í Íslandi er sama tíðarskeið trífaldað. Latið okkum nú siga sum íslendingurin, at framtíðin ikki bara er nakað, sum hendir har úti og ikki viðkemur okkum, men at framtíðina kunnu vit sjálv evna til.

Í Føroyum skulu vit leggja okkum eina við, at ein nýggj tíð tekur til at koma. Vit mugu siga við fólk, hvørji vit eru. Tað er hetta, sum trýstir okkum fram, og tað er hetta, sum ger Føroyar dragandi og fær framsíggin og opin fólk at velja Føroyar.

Áfram
Vit skulu víðari á sama hátt, sum íslendingar á fótbóltsvøllinum týskvøldið. Teir kastaðu ikki frá sær, men komu aftur inn í dystin. Ein spennandi tíð stendur okkum fyri framman. Vit kunnu skapa eina sjáldsama løtu, sum sjáldan kemur fyri í søguni. Eina løtu, tá ið vit traðka úr tí gamla og inn í tað nýggja. Tá ið eitt tíðarskeið endar og eitt nýtt byrjar.

Í viðførinum við á hesi ferðini eigur Ísland at vera fyrimynd okkara – sum fótbóltslandslið teirra var tað í Fraklandi týskvøldið.

Høgni Reistrup

Sjálvbjargni á P1

DR P1_03

Útvarpssendingin P1 Eftermiddag setir hesa vikuna sjóneykuna á strembanina eftir sjálvbjargni, sum vit hava sæð í Evropa í seinastuni og enn síggja. Tey ringdu til mín í dag og setti nakrar spurningar um sjálvbjargni, sum eg meti er púra avgerðandi fyri, at vit eisini í framtíðini kunnu elta dreymin um einar enn betri Føroyar.

Spola 1 tíma og 18 minuttir inn í sendingina, sum tú kanst lurta eftir HER.

Eg vísi á serliga trý viðurskifti í samrøðuni:

  • Føroyar eru nú ríkari enn Danmark per capita, so hví skal eitt fátækari land rinda einum ríkari landi pening á hvørjum ári?
  • Føroyar mangla at taka lut í heimssamfelagnum. Í løtuni goyma vit okkum aftan fyri Danmark og sleppa undan at taka truplar og umráðandi avgerðir.
  • Tjóðirnar báðar fara eisini at samstarva í framtíðini. Eisini tá ið Føroyar eru vorðnar sjálvbjargnar.

Sendingin er frá 22. september 2015.

Færri forboð og forðingar – rætturin at velja egnan maka

6836__large
Tey
flestu okkara halda tað vera púra natúrligt, at vit sleppa at gifta okkum tí makanum, sum vit elska. Nú skulu broytingarnar í hjúnabandslógini bara avgreiðast.

Okkara millum eru enn mong, sum ikki hava rættin at giftast makanum, sum vit elska. Tá ið eg tosi við fólk, eru rættindini hjá samkyndum at kunna gifta seg borgarliga evnið fram um øll onnur. Tí í einum tíðarhóskandi samfelag er tað sjálvsagt, at øll hava somu møguleikar.

Tað átti at verið óneyðugt at tosað um hetta í 2015, men so leingi hjúnabandið ikki fatar um okkum øll, halda vit fram.

Øll í Framsókn virka fyri, at samkynd eisini í Føroyum skulu kunna gifta seg borgarliga. Vit fara at broyta hjúnabandslógina soleiðis, at øll menniskju sjálv sleppa at velja sær sin lívsmaka. Stundin er komin til, at vit fáa eina tíðarhóskandi lóggávu, sum eisini samsvarar við hugburðin hjá flestu føroyingum.

Vit hava uppiborið betri

Skiftandi samgongur skulu altíð styrkja og verja allar borgarar á jøvnum føti. Hetta er ein so ómetaliga umráðandi leiklutur. Men ein minniluti á tingi hevur loyvt sær at áseta forboð og forðingar móti meirilutanum. Hendan tilvitaða mismun fara vit at broyta.

Les eisini: Vit mugu styrkja hjúnabandið

Framsókn tekur frástøðu frá avgerðini hjá samgonguni um at nokta sínum tinglimum at atkvøða sambært egnari sannføring í spurninginum um broytingar í hjúnabandslógini. Tingfólk skulu ongantíð aftur takast av ræði í hesum týdningarmikla máli.

Seinastu fýra árini hava prógvað, at vit hava nakað at berjast fyri.

Persónliga frælsið er sjálv fortreytin fyri einum tíðarhóskandi samfelag. Og tí sigi eg: Føroyar, vit eru betri enn hesi seinastu fýra árini. Vit eru eitt betri land enn tað, vit hava sæð.

Høgni Reistrup
Framsókn

Eitt tíðarhóskandi samfelag

hogni_framsoknfoTað hevur altíð hugtikið meg, tá ið fólk ganga undan og fremst. Tá ið fólk trýsta mørkini fyri tað, tey halda vera gjørligt. Tá ið vit bjóða av og toyggja okkum móti eini enn betri framtíð.

Tað er hetta at tora at standa á egnum beinum og at fylgja hjartanum. At vera forvitin og opin. At elta egnar dreymar og virða onnur.

Fyri at flyta mørk mást tú hava ein brennandi hug at skapa. Og fyri at kveikja hetta, skulu vit hava persónligt frælsi. Vit mugu skilja, at vit røkka longur í felag, tá ið hvørt einstakt menniskja hevur møguleikan at gera av sína egnu ferð gjøgnum lívið.

Bara fræls menniskju kunnu av álvara taka ábyrgd av sær og sínum. Framsókn arbeiðir fyri at gera samfelagið rúmligari og at beina burtur óneyðug forboð og forðingar, sum ein meiriluti – og viðhvørt ein minniluti – hevur loyvt sær at áseta móti øðrum.

Tí vit ynskja øll, at lív okkara er umráðandi. At tað hevur týdning. So latið okkum geva øllum henda møguleikan.

Vit fáa sjálvsálit, tá ið vit vakna og vita, at dagurin fyri framman hevur nógv at bjóða. At vit hava arbeiði ella eru lesandi. Og tá ið vit fáa at vita, at eisini okkara lutur í lívinum er umráðandi. Fólk skulu vita, at í Føroyum gerast dreymar til veruleika. Ofta við træðrum út í heim. Men grundleggjandi við einum tilknýti heim.

Vit skulu hava eitt tíðarhóskandi samfelag. Tað snýr seg um at taka leiðsluna og flyta okkum fram. Tað gevur íblástur – og tað gevur okkum vón.

Í teirri sannføring at Framsókn kann gera munin, biðja vit um undirtøku frá Føroya fólki 1. september.

Høgni Reistrup
Framsókn

Færri forboð og forðingar – matstovur lægri meirvirðisgjald

ostrum-restaurant-faroe-islands-davidsbeenhereFøroyar skulu hava eina svanga og vaksandi tænastuvinnu. Tí skulu vit lækka meirvirðisgjaldið á tænastum hjá matstovum og kaffistovum.

Týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri at keypa ein caffè latte, føroyskt lambskjøt ella okkurt triðja er at lækka meirvirðisgjaldið á tænastum hjá matstovum og kaffistovum. Hetta fer at betra okkara kappingarføri.

Tí í londum kring okkum hava tey gjørt júst hetta. Londini kappast og vita, at tað er neyðugt at skapa nýggj arbeiðspláss. Meirvirðisgjaldið í Føroyum skal ikki vera hægri, men samsvara við gjøldini í grannalondunum.

Hetta fer at stimbra hugin hjá føroyingum at fara út at eta og at styrkja evnini hjá vinnuni at draga ferðafólk higar.

Eitt tíðarhóskandi samfelag
Munandi upphæddir eru seinastu árini settar av til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Líkt er til, at hetta riggar, og at fleiri ferðafólk leita higar. Fyri framman liggur arbeiðið at menna undirstøðukervið til hesa vinnu.

Flutningskostnaðurin til og úr Føroyum er lutfalsliga høgur, og tí mugu vit hyggja at øllum økjum, har vit kunnu vinna okkum inn á kappingarneytarnar.

Vit síggja, at tilvitanin um okkara matmentan er vaksandi. Stóran part av árinum dúvar vinnan upp á heimamarknaðin. Vit skulu stimbra henda spíran, heldur enn at køva hann við forboðum, forðingum, treytum, fyrisiting og meirvirðisgjaldi.

Tað lønar seg
Kostnaðurin fyri hesa broyting er umleið 20 milliónir krónur fyrsta árið. Men hetta fer beinanvegin at føra við sær økt virksemi í matstovu- og ferðavinnuni og harvið øktar inntøkur til landskassan.

Alsamt fleiri arbeiða í tænastuvinnuni. Bara síðani 2010 hava gistingarhús og matstovur skapt 200 nýggj arbeiðspláss. Tað áhugaverda er eisini, at 75 prosent av hesum vøkstri er fallin konufólkum í lut.

Stórur partur av hesi arbeiðsmegini eru ung fólk, ið vilja arbeiða. Vinnan vantar júst hesi ungu fólkini, ið kunnu starvast í styttri tíðarskeið og við skiftandi arbeiðstíðum. Júst hetta vinnuøkið krevur nógv starvsfólk, men váðin at víðka og menna økið er stórur.

Lægri meirvirðisgjald fer at menna vinnuna, og eitt úrslit verður, at fleiri fólk fáa hug at fáa tað besta fram í føroyskum matvørutilfeingi, sum hevur so ómetaliga stórar møguleikar.

Færri forboð og forðingar – rætturin at gera føroyskan mat

kjotRæst og turt kjøt er ein mentanarligur gimsteinur. Vit skulu hava álit á okkara egnu evnum og ikki góðtaka matvørulógina og tilmælið frá ES.

Almennu myndugleikarnir ætla at ídnaðargera og harvið spakuliga at kroysta ræsta og turra smakkin av døgurðaborðinum, nú kjøtið skal stava frá løggildum hjalli og sláturvirki. Hetta eru órímilig krøv at seta framleiðarunum. Úrslitið: Tað verður munandi verri hjá fólki at finna turkaðar bøgir og ræst tjógv í handlum ella á matstovum. Hetta má ikki henda.

Treytirnar eru alt ov strangar og sampakka ikki við føroyska veruleikan. Hjallurin hjá framleiðaranum skal hava forrúm, wc og vask. Men hvør bóndi fer at seta eitt wc inn í ein hjall? Krøvini fara at máa burtur av matmentanini, og samstundis verður hon útvatnað.

Úrslitið verður monopol
Nógvu treytirnar fara at elva til monopol og mainstream mat, tí smábøndur hava ikki ráð at gera íløgurnar uttan almennan stuðul. Og almenna stuðulin skulu vit ikki hava á sama hátt sum ES, har landbúnaðurin verður stuðlaður við 400 milliardum krónum á hvørjum ári. Vit mugu ganga aðrar vegir.

Vit skulu stimbra vinnuna og hava nógvar smáar framleiðarar í okkara landi. Tann lítli bóndin vinnur frama aðrastaðni. Vit hoyra um slow food, tí fólk venda aftur til upprunaligu matmentanina, sum vit um stutta tíð sleppa okkum av við. Fólk leita aftur til tað serstaka og eftir ordiligum mati, sum ikki bara er framleiddur á stórum sláturvirkjum. Allur heimurin skríggjar eftir lokalari framleiðslu, tí rákið er, at vit eru meira tilvitað um, hvat vit eta.

Tí fer Framsókn at broyta matvørulógina, sum er sett at koma í gildi um eitt ár. Lógin skal virða vælroynda føroyska matgerð og framleiðslu og ikki seta handilsforðingar upp í okkara egna landi.

Eitt tíðarhóskandi samfelag
Matvørulógin skal vera tíðarhóskandi og styðja undir heimliga framleiðslu og sølu, og tí er tað óheppið fyrst at skjóta upp og síðani føra út í verki forboð og forðingar, sum bara darva okkara matmentan og vinnuligu møguleikum.

Veruligi spurningurin, sum vit skulu seta, er: Hevur tú álit á lokala bóndanum og føroyskum mati, ella hevur tú álit á ES?

Við nýggju lógini í lummanum ganga myndugleikarnir privata lívinum og virkseminum ov nær. Lógin má megna at taka dagar ímillum vanliga húsarhaldsvinnu og handilsligan útflutning. Laksaútflutningur er eitt – framleiðsla til heimliga marknaðin nakað annað. Tá ið vit ferðast uttanlands, síggja vit í heilum, hvussu munurin millum húsarhaldsvinnu og stórrakstur ger, at lív og virksemi blóma.

Sjálvandi skal trygdin vera í lagi og somuleiðis reinførið. Vit skulu hava greiðar reglur. Men vit skulu ikki hava órímiligar reglur. Hetta ber eisini til, sjálvt um vit ikki laga okkum eftir almennu myndugleikunum og ES. Vit skulu ikki vera bangin og lata okkum lynda. Við rættum ryggi skulu vit tora at standa við okkara matmentan og hava álit á teimum mongu, sum púra natúrligt turka og ræsa kjøt í øllum krókum í landinum.

Tað almenna leggur seg á alsamt fleiri øki. Og í hesum føri leita myndugleikarnir eftir trupulleikum, har eingir trupulleikar eru. Tað tænir ongum endamáli, og tí skulu vit ikki góðtaka gongdina. Vit skulu berjast fyri okkara søk, njóta okkara egna tilfeingi, geva fólki hug at arbeiða, selja vørur og vinna pening.

Ein størri tænastuvinna og meira handil skapar framburð í okkara samfelag. Eg eri sannførdur um, at okkara ríku siðir og virðismikla matmentan í framtíðini fer at styrkja okkara búskaparligu støðu – eisini í stremban okkara eftir at gera Føroyar til veruligt ferðafólkaland.

Høgni Reistrup
Framsókn

Færri forboð og forðingar – øl og vín í matvøruhandlar

Woman-shopping-in-the-supermarketwine-shelvesRúsdrekkasølan er ein leivd frá eini farnari tíð. Tað skal bera til at fáa øl og vín til keyps í matvøruhandlum.

Vit keypa eplabátar til búffin í vanligum matvøruhandlum, og vit keypa grønmeti til fiskin í vanligum matvøruhandlum. Men reyðvínið til búffin og hvítvínið til fiskin sleppa vit ikki at keypa í sama handli. Tað skal broytast.

At vit fáa møguleikan at keypa okkum okkurt at drekka aftur við matinum, har vit vilja – undir egnari ábyrgd og uttan at verða sett undir almenna fyrisiting, er einasta gongda leið.

Tí í dag er øl og vín ein púra natúrligur partur av matmentanini, og samstundis er gamla drykkjumentanin farin í søguna. Tølini síðani 1993 hava prógvað eina hóvliga nýtslu.

Eitt tíðarhóskandi samfelag
Fólk ynskja frælsi til sjálv og undir egnari ábyrgd at útvega sær eina øl til ræst kjøt ella reyðvín til búffin. Soleiðis gera vit, tá ið vit fara til Barcelona at ferðast, tá ið vit lesa uttanlands ella tá ið foreldur vitja børnini á Oyrasundskollegiinum.

Og sjálvandi skal hetta bera til í okkara egna landi eisini.

Vit skulu hava eitt tíðarhóskandi samfelag, sum endurspeglar virðini og livaða lívið í ein og tjúgundu øld. Fólk skulu hava størri ávirkan og ábyrgd av sínum egna lívshátti. Tað røkkur longst.

Gott fyri vinnuna
Vinnulig atlit eru eisini at taka. Við einum loyvi at flyta inn, keypa og selja vín og øl, kunnu handlar víðka og betra handilsliga grundarlag sítt. Samstundis fær brúkarin størri úrval og ágóðan av kapping.

Søluinntøkan, ið Rúsdrekkasølan missir, fer út í privata renslið á ein annan hátt og til annað brúk enn beint inn aftur í landskassan, sum nú er.

Færri forboð og forðingar – vit skulu kveikja matstovuvinnuna

hogni_framsoknfoStórir møguleikar eru í matstovuvinnuni. Men ein forðing fyri at menna hesa vinnugrein enn meira er Rúsdrekkasøla Landsins. Almenni stovnurin skal virka á vinnuligum grundarlagi. Óheppið fyri matstovuvinnuna.

Latið okkum siga, at ein føroysk matstova finnur eitt gott reyðvín sunnarlaga í Sveis og eina spennandi hveitiøl í økinum Bayern í Týsklandi. Er innkeypið nóg stórt, kann tað løna seg hjá fyritøkuni at bíleggja vøruna beinleiðis frá framleiðaranum.

Vit siga, at matstovan bíleggur tveir plattar, ein við víni og ein við øli.

Komnir til Føroya rulla plattarnir úr einari bingju inn á almennu goymsluna hjá Rúsdrekkasølu Landsins. Tá hevur matstovan longu rindað høgu avgjøldini, sum landið krevur inn. Flutningurin er eisini rindaður. Men kortini kemur enn eitt gjald oman á keypsprísin. Í dag kannar almenna Rúsdrekkasølan sær eini 30 prosent í vinningi oman á onnur avgjøld. Í flestu førum er hetta púra órímiligt í mun til avrikið.

Hetta hendir, hóast vit vita, at tá ið ein gestur á eini matstovu keypir ein enskan búff og eina vínfløsku, vinnur matstovan stóran part av inntøkuni frá vínsøluni.

Eitt tíðarhóskandi samfelag
Í einum tíðarhóskandi samfelagi er tað púra natúrligt, at vinnan fær loyvi at vaksa og troyta nýggjar møguleikar.

Landskassin skal hava sítt, men í løtuni er lutfallið óheppið fyri matstovuvinnuna. Verður hetta broytt, kundi tað víðkað úrvalið, betrað matarskránna, hølisumstøður, tænastustig og harvið upplivingina hjá gestinum. Vinnan kundi skapt nýggj arbeiðspláss og sett ferð á eina enn størri menning á hesum øki, sum hevur so ómetaliga nógvar møguleikar. Gott fyri vinnuna og ikki minst fyri ungfólk, sum fjølgast í hesi vinnu.

Vit í Framsókn halda, at lóggávan skal kveikja vinnuna. Hon skal vera liberal, tí bara ein liberal lóggáva gevur økt virksemi og størri vøkstur.

Tí skal bera til hjá vinnuni at keypa inn útlendskt øl og vín uttan um Rúsdrekkasølu Landsins. Vøran verður longu tollað, tá ið hon kemur til landið, og tí er hetta bara ein løgfrøðiligur spurningur.

Matstovuvinnan longur fram á leið
Vit skulu ikki seta upp forboð og forðingar, men lata upp møguleikar. Hevur tú dirvi, viljan og arbeiðir hart, skalt tú kunna fylgja tínum dreymum og skapa tær sjálvum og øðrum størri virði og eitt betri lív. Ein rættvísari politikkur, sum ikki noyðir hvørja ølfløsku og hvørja vínfløsku umvegis Rúsdrekkasølu Landsins, hevði økt lønsemið á verandi matstøðum og gloppað dyrnar upp hjá fleiri persónum og fyritøkum, sum høvdu sett nógv í váða fyri at seta á stovn nýggj og spennandi matstøð, ið kunnu bjóða kundunum dygdargóðan mat, fjølbroyttar upplivingar og høga tænastu.

Nýggir vinnumøguleikar taka seg upp, tá ið einstaklingurin fær loyvi at virka frítt og bara hugflogið setur mørk fyri, hvat peningur kann verða vundin burturúr.

Matstovuvinnan skal hava betri sømdir. At beina burtur forboð og forðingar soleiðis, at matstøð kunnu keypa vín og øl bíligari, er partur av loysnini.

Høgni Reistrup
Framsókn

Føroyingar uttanlands og altjóða útsýni

hogni_1200x800Allir føroyingar skulu hava atkvøðurætt til løgtingsvalið í eitt áramál eftir, at teir eru fluttir av landinum. Vit skulu geva føroyingum uttanlands størri ans.

Ímynda tær, at tú fert nøkur ár uttanlands at arbeiða. Ella at tú fert út í heim at eftirútbúgva teg. Hetta er ikki óhugsandi, tí vit flyta okkum millum lond meira enn nakrantíð áður. Og tí lesa og arbeiða fleiri túsund føroyingar uttanlands.

Men bara ein lítil partur av hesum dýrabara tilfeingi hevur atkvøðurætt.

Í einum altjóðagjørdum heimi má ein tjóð hugsa víða. Skulu vit náa málinum um einar sjálvberandi Føroyar, hevur tað stóran týdning, at okkara hugburður til umheimin er opin.

Vit kenna øll fólk, sum búgva, arbeiða og lesa úti í heimi. Vit hava øll familju, vinir og kenningar, sum eru í øðrum londum. Tey nema sær viðkomandi vitan, fáa altjóða førleikar, uppliva aðrar mentanir og skapa sær eitt størri netverk.
Føroyska samfelagið kann fáa meira burtur úr hesum veruleika.

Allir útisetar hava atkvøðurætt

Vit mugu geva øllum føroyingum uttanlands atkvøðurætt til millum annað løgtingsvalið í eitt áramál eftir, at teir eru fluttir av landinum.

Framburður í Føroyum er komin og fer at koma, tá ið vit samskifta, handla og samstarva við onnur. Fáa allir føroyingar uttanlands atkvøðurætt fáa vit eina betri fatan av, hvat gongur fyri seg uttan fyri føroyska samfelagið, og samstundis fáa vit meira altjóða útsýni. Tá bjóða vit av og lyfta okkum upp. Tá menna vit okkum sum eitt framkomið fólk.

Tí vit eru í kapping við onnur lond um tað virkisfúsa og skapandi fólkið – bæði tey, sum longu búgva og virka í Føroyum, og útisetar og onnur, sum kunnu koma higar at ríka okkara samfelag.

Í verandi støðu hava lesandi føroyingar í útlondum atkvøðurætt. Tað er gott, hóast mannagongdin er bureaukratisk. Men tá ið útbúgvingin er av, steðgar hesin rættur. Í fyrsta lagi haldi eg ikki, at hesin rættur bara skal verða avmarkaður til tíðarskeiðið, føroyingar lesa uttan fyri Føroyar. Í øðrum lagi haldi eg, at rætturin skal verða víðkaður til at fata um allar føroyingar, sum fara út í onnur lond. Ikki bara lesandi føroyingar.

Tí nógv fara eisini út at arbeiða, at vinna sær spennandi og viðkomandi førleikar ella bara liva og royna lívið í øðrum landi. Hví skulu vit ikki fáa gagn av hesum í framtíðini?

Eitt tíðarhóskandi samfelag
Vit kunnu økja sannlíkindini fyri einum tættari tilknýti til føroyska samfelagið, geva vit øllum føroyingum í útlondum møguleika at greiða atkvøðu, tá ið løgtingsval, kommunuval og fólkaatkvøður eru á skrá.

Hetta skal sjálvandi ikki verða ein óavmarkaður rættur. Hesin rættur skal verða galdandi í eitt avmarkað tíðarskeið eftir, at fólk eru flutt úr Føroyum. Soleiðis gera tey eisini í øðrum londum.

Í Onglandi er rætturin hjá fólki at atkvøða galdandi fyri fólk, sum hava búð uttan fyri Ongland upp í 15 ár. Eg vildi hildið, at tað hevði verið hóskandi, høvdu føroyingar uttanlands hendan rættin í 10 ár.

Hetta hevði eisini havt ávirkan á atburðin hjá teimum, sum sita við valdið í Føroyum. Tí føroyingar uttanlands umboða ofta tað framtakshugaða. Nógv hava upplivað og sæð heimin við nýggjum eygum, sum bara kann gagna føroyska samfelagnum.

Verður hetta veruleiki, fær Føroyar eitt tættari tilknýti til útisetarnar – og samstundis skundar tað undir, at vit nærkast umheiminum meira, fáa altjóða útsýni og gera samfelagið tíðarhóskandi.

Framtíðin er okkara

Høgni til postkortLøgtingsvalið stendur fyri framman, og nógv bjóða seg fram at umboða veljaran komandi árini. Tað geri eg eisini. Hjarta mítt brennur fyri Føroyum, og føroyskur framburður er í mínum tonkum, hvar eg enn eri. Fyri at geva veljaranum innlit í mínar politisku ætlanir og hugsjónir, gevi eg mikudagin 12. august út bókina Framtíðin er okkara.

Eg eri vísur í, at vit eru nóg dugnalig og hava menniskjaliga tilfeingið at bjóða børnum okkara eina enn betri framtíð – eina framtíð í einum sjálvstøðugum landi.

Viljin at byggja upp landið við egnum mátti er ein grundleggjandi drívmegi. Saman við stórum tøkniligum framstigum heima og uttanlands vísir vilji okkara, at einki er til hindurs fyri, at vit evna til lív okkara í einum frælsum landi.

Framtíðin er okkara er ein politisk yvirlýsing og eitt íkast til politiska orðaskiftið í landi okkara. Í bókini lýsi eg mína politisku áskoðan, míni politisku ynski og vegin til einar sjálvberandi Føroyar.

Eg vísi samstundis á, at einstaklingurin skal hava fríar ræsur, tí tá gera vit Føroyar enn meira spennandi og eggja øllum til at seta ígongd og skapa.

Og eg vísi á, at vinnufrælsi gevur fólki dirvi at seta nýggj hugskot í verk, gevur fólki áræði at halda fram hóast fíggjarligar mótbrekkur og gevur fólki íblástur til at hugsa sjálv og toyggja tað, tey halda vera gjørligt.

Eg havi skrivað bókina, tí eg ynski, at veljarin 1. september trygt kann seta krossin við meg á einum upplýstum grundarlagi.

Sprotin gevur út, og á sprotin.fo fæst eisini meira at vita um bókina. Meira kunning kemur seinni.

Søk um at koma á vallista til Løgtingsvalið

Nú nógvir lesandi útisetar eru komnir heim í summarfrí og ríka okkara mentan, fólkatal og býarlív, eru eisini betri stundir at søkja um at koma á vallista til Løgtingsvalið komandi. Tá ber til at fara á val.

Tað er soleiðis, at útisetar skulu søkja um at greiða atkvøðu til Løgtingsvalið. Mannagongdin er enn rættiliga old school, men hetta skal ikki halda tykkum aftur at gera rødd tykkara galdandi til valið 1. september 2015.

Valið verður umráðandi, og tí er eisini neyðugt, at so nógvir útisetar sum gjørligt skráseta seg. Freistin er 11. august.

Fyrst av øllum skal útbúgvingarstovnurin vátta, at tú ert lesandi. Tó er lættari bara at taka avrit av lestrarkortinum, tí hetta góðtaka kommunurnar í Føroyum eisini. Síðani verður umsókn um at verða sett/ur á vallista send kommununi í Føroyum, ið tú flutti úr, tá ið tú fórt út í heim at lesa. Her kanst tú taka niður skjalið við síðhærda heitinum: Umsókn um upptøku á løgtingsvallistan frá føroyingum í útbúgving uttan fyri Føroyar.

Tá ið hetta er avgreitt, fært tú sendandi valkort í tín postkassa í útlandinum. Og so er avgerðin tín. Far á eina føroyska/danska sendistovu ella konsulát við valkortinum og vel flokkin, sum umboðar tíni virði.

Føroyar hava tørv á ungfólki við góðum útbúgvingum. Vit hava tørv á alsamt fleiri førleikum og fólki við einum opnum forvitni. Tí hevur tað ongantíð verið meira umráðandi, at øll taka lut í føroyska samfelagnum.

Gott summar og gott løgtingsval.

Høgni Reistrup
Framsókn

Valrætt fyri lesandi uttanlands

Uttanríkispolitisk styrki

faroe-islandsVit vinna okkum bara fram, virða vit okkum sjálvi. Tí bara virðing inneftir skapar virðing uttaneftir.

Uttanríkispolitikkurin hevur havt ein týðandi leiklut í tí framburði og menning, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini. Fyritøkur vinna meira pening og seta fleiri starvsfólk. Hugurin at nýta pening gerst samstundis størri.

Vit síggja, at handverkarin í Havn keypir meira byggitilfar, familjan á Skálafjørðinum skiftir átta ára gamla bilin út og nýggir Victorinox knívar og gaflar liggja í skuffuni í køkinum í Vágum.

Soleiðis hevur uttanríkispolitikkur havt beinleiðis ávirkan á gerandisdagin og nýtsluna hjá vanliga føroyinginum. Tað gongur sjón fyri søgn, at Føroyar eru vorðnar munandi ríkari, síðani vit av røttum ásettu okkum størri uppsjóvarkvotur. Vit hava havt ein søguligan framburð, tí vit tóku eina neyðuga uppgerð.

Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið á Christiansborg uttanríkispolitisk mál. Undir verandi skipan viðger Fólkatingið regluliga viðurskifti, sum løgtingslimir ikki kunnu ávirka í Løgtinginum. Tí skal umboðanin nýtast til uttanríkispolitisk framstig.

Samstundis mugu vit skilja, at vit bara vinna okkum fram, virða vit okkum sjálvi. Verður umboðanin á Fólkatingi nýtt til alt møguligt annað enn at hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, byrgja vit okkum inni og avmarka okkara útsýni.

Stundin er komin til at venda rákinum.

Latið okkum ikki gera Grikkalandi eftir og biðja um pening frá øðrum til at fíggja okkara egna samfelag. Tað nyttar lítið at vísa til rættindi úr eini farnari tíð. Vit skulu hugsa nýtt, hyggja út og vísa uttanríkispolitiska styrki.

Framburður í Føroyum er komin og fer at koma, tá ið vit samskifta, handla og samstarva við onnur. At taka lut í uttanríkispolitikki er at taka lut í heiminum. Vit fáa eina fatan av, hvat gongur fyri seg uttan fyri føroyska samfelagið og eru partur av altjóða orðaskiftinum. Tá bjóða vit av og lyfta okkum upp. Tá menna vit okkum sum eitt framkomið fólk, og tá verður tað enn stuttligari at reka handil og vinnu.

Fortreytin fyri hesum er, at vit hava størri virðing fyri okkum sjálvum. Tí bara soleiðis fáa vit virðing frá øðrum.

Til tessa at røkka málinum um støðuga framgongd og uttanríkispolitiskt sjálvræði biðja vit um undirtøku frá Føroya fólki at standa á odda fyri hesi – okkara skjótastu leið inn í framtíðina.

Høgni Reistrup
Framsókn

Føroyar nærri umheiminum

p1070390-nr-nordradalur

Altjóða útsýni er avgerandi fyri eitt framkomið fólk. Tað er, tá ið vit hyggja út í heim, at vit taka okkum fram. Tá ið vit leita eftir nýggjari vitan og samstarva við onnur.

Ein týðandi partur av okkara framtíð verður evnaður til uttan fyri landoddarnar ella í samstarvi og samskifti okkara við umheimin. Og so leingi avgerðir verða tiknar á Christiansborg, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar, er umboðan okkara í Fólkatinginum neyðug.

Framsókn vil ávirka gongdina soleiðis, at vit taka okkum skjótari fram og fáa meira altjóða útsýni.

Undir verandi skipan viðger Fólkatingið regluliga viðurskifti, sum løgtingslimir ikki kunnu ávirka í Løgtinginum. Hesa støðu skulu vit fyrihalda okkum til og arbeiða eftir. Tí vit føroyingar skulu umboða okkum sjálvar á øllum økjum og gera okkara ávirkan galdandi, har avgerðirnar verða tiknar. Vit skulu miðvíst gera vart við og púra óheft bróta niður allar forðingar, sum tíðum taka seg upp.

Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið á Christiansborg uttanríkispolitisk mál. Tað er hetta, fólkatingsvalið snýr seg um.

Hóast nógv ikki kenna seg aftur í eini skipan, sum fær alsamt minni týdning fyri gerandisdagin í okkara egna landi, og hóast sjey parlament í øðrum londum eru nærri okkara egna Løgtingi enn akkurát Fólkatingið, hevur tað týdning, at vit eru til staðar og ávirka gongdina, har framtíð okkara á fleiri økjum verður løgd til rættis. Veruleikin er tann, at Christiansborg enn hevur henda leiklut.

Føroyar hava komandi árini tvær leiðir í at velja. Vit kunnu lata upp ella aftur. Í míni verð er eingin ivi um, hvat rætt er at gera. Vit skulu lata upp. At byrgja seg inni er ikki ein gongd leið í 21. øld. Verður umboðanin á Fólkatingi nýtt til alt møguligt annað enn at hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, byrgja vit okkum inni og avmarka okkara útsýni. Vit nærkast bara umheiminum, leggja vit dent á uttanríkispolitisk mál á Christiansborg.

Tí er tað umráðandi fyri hvønn einstakan føroying, at Føroyar hava røttu umboðanina á øllum støðum, har vit kunnu ávirka og mynda okkara framtíð og órædd ganga leiðina fram móti nýggjum málum.

Framsókn vil, at vit hava ræði á uttanríkispolitikkinum, tí altjóða umboðan gevur okkum vitan og perspektiv, styrkir okkara sjálvsfatan og virðing. Sjálvstøðug umboðan mennir okkum sum eitt virkið, dugnaligt og ábyrgdarfult fólk.

Hetta er stevna okkara. Við henni verða nýggir vinnuligir vegir at ganga, og tá elta vit dreymin um eina enn betri framtíð.

Í teirri sannføring, at Framsókn í øllum lutum fær Føroyar nærri umheiminum og ger neyðuga munin, biðja vit um undirtøku frá Føroya til at standa á odda fyri at geva Føroyum meira altjóða útsýni og uttanríkispolitiska ávirkan.

Útheimin til Føroya og Føroyar út í heim

world_map_3

Fólk umvæla húsini, skifta bilin út og keypa fleiri tænastur og vørur. Hetta er úrslitið av einum virknum uttanríkispolitikki.

Vit hava tveir vegir í at velja. Vit kunnu lata upp ella aftur. Í míni verð er eingin ivi um, hvat vit skulu gera. Vit skulu lata upp. At byrgja seg inni er ikki ein gongd leið í 21. øld.

Tað er í veruleikanum hetta, fólkatingsvalið snýr seg um.

Tí tá ið samanum kemur, er tað samstarv við onnur lond, sum hevur og fer at skapa okkum framburð. Tað er, tá ið vit samskifta, handla og samstarva við onnur, at vit vaksa og taka okkum fram.

Men hví fara á val, tá ið føroyskur politikkur verður evnaður til á Vaglinum og ikki í einum parlamenti, sum liggur 1311 kilometrar burtur frá okkara egna?

Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið á Christiansborg uttanríkispolitisk mál. Tí undir verandi skipan viðger Fólkatingið regluliga viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar. Hesa støðu skulu vit fyrihalda okkum til og arbeiða eftir. Tí vit skulu gera okkara ávirkan galdandi, har avgerðirnar verða tiknar.

Seinastu árini hava vit eisini sæð, at uttanríkispolitikkur hevur ovurstóran týdning fyri okkum. Í stuttum kunnu vit siga, at tess meira ræðisrætt, politikararnir á Christiansborg mugu lata ES, tess meira kemur evropeiska samveldið at stjórna føroyskum politikki. Eg loyvi mær at ivast í, at hetta er ynskið hjá vanliga føroyinginum.

Eg leggi tí stóran dent á, at vit føroyingar umboða okkum sjálvar á støðum, haðani hendan ávirkanin kemur. Vit skulu hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, sum styrkir okkara sjálvsfatan og virðing, gevur okkum vitan og perspektiv og mennir okkara vinnu, sølu og búskap. Hava vit ein sjálvstøðugan uttanríkispolitikk, byrgja vit okkum ikki inni. Vit lata upp.

Tí er tað so umráðandi, at vit skipa og stýra okkum sjálvi.

Vit merkja longu ta góðu ávirkan, sum ein sjálvstøðugari uttanríkispolitikkur hevur. Vit síggja tað í Havn, í Vágum, á Skálafjørðinum og alla aðrastaðni í landinum. Fólk umvæla húsini, skifta bilin út og keypa fleiri tænastur og vørur. Hetta er úrslitið av einum virknum uttanríkispolitikki. Tað gongur sjón fyri søgn, at Føroyar eru vorðnar munandi ríkari, síðani vit av røttum ásettu okkum størri uppsjóvarkvotur. Frammanundan vóru vit við skerdan lut.

At vit tryggja landinum størri virði og ikki hokna, tá ið ES og øll limalondini biðja Føroyar leggja seg niður, vísir greitt, at tað lønar seg at stríðast fyri egnum rættindum. Á henda hátt kunnu vit geva børnum okkara eitt enn betri lív enn tað, vit hava havt.

Við einum virknum uttanríkispolitikki, sum enn ikki er á okkara hondum, fáa vit komandi árini meira ávirkan. Tí er tað umráðandi fyri hvønn einstakan føroying, at Føroyar hava røttu umboðanina á øllum støðum, har vit kunnu ávirka og mynda okkara framtíð og órædd ganga leiðina fram móti nýggjum sigrum.

Útheimurin skal til Føroya, og Føroyar skulu út í heim. Hetta er umráðandi fyri Framsókn, og partur av hesari stremban verður undir verandi heimastýrisskipan rokkin á Christiansborg.

Til tessa at røkka málinum um støðuga framgongd og uttanríkispolitiskt sjálvræði biðja vit um undirtøku frá Føroya fólki at standa á odda fyri at leiða okkum trygt og gott inn í framtíðina.

Vit mugu styrkja hjúnabandið

1072203_653442098000516_1359683133_oHjúnabandið skal gerast meira viðkomandi fyri menniskju í 21. øld. Og ein sjálvsagdur liður í hesum er, at samkynd fáa lut í hjúnalagnum.

Tíðir broytast, men líkt er til, at summi broytast skjótari enn onnur. Nú Fólkaflokkurin og Jógvan á Lakjuni enn einaferð staðfesta teirra støðu til hjúnabandið, kunnu vit antin velja at tiga og bara lata meiningar reka víðari. Ella vit kunnu steðga á, undrast og bera fram okkara egnu áskoðan.

Latið okkum velja tað seinasta. Tí meðan írska stjórnin sendi spurningin um at geva samkyndum rættindi at verða gift til fólkaatkvøðu í farnu viku og á henni komu til sama greiða úrslit, sum kanningar í okkara egna landi hava víst, so boðar Fólkaflokkurin frá, at í Føroyum skal einki broytast.

Og tað er so satt, sum tað er sagt. Tí virðispolitikkurin seinastu árini hevur ikki førkað seg ein tumma við Fólkaflokkinum og hinum mótstøðufólkunum ímóti einum tíðarhóskandi samfelag.

Vit hava annars nakað at stúra fyri. Men tað er kortini ikki hetta við, at “tað eksploderar við samkyndum í Føroyum, ið lokkar fólk til nakað, sum tey ikki eru”, sum annars var boðskapurin hjá Fólkaflokkinum og Jógvani á Lakjuni á valfundi í Keypmannahavn í 2011. Og teir halda fram, tí nú verður staðfest, at “hjúnabandið bara er ein stovnur fyri mann og kvinnu”.

Tað einasta, vit skulu bera ótta fyri, er, at hjúnabandið gerst støðugt minni viðkomandi. Og tað ynskir eingin. Tí hjúnabandið er ein umráðandi stovnur í samfelagnum. Hjá nógvum fólki er hjúnabandið karmurin í gerandisdegnum, ið tryggjar rættindi og tilskilar skyldur.

Men tað er akkurát hetta, verandi støða arbeiðir ímóti, tí vantandi persónligt frælsi ger bara stovnin støðugt minni viðkomandi.

Kaga vit stutt aftur í søguna, hava vit áður flutt okkum fyri at gera hjúnabandið meira viðkomandi. Føroyingar fingu í 1944 rættin at verða borgarliga giftir á føroyskum. Hetta stigið varð tikið, tí bara soleiðis kundu vit gera stóru løtuna og vakra ritualið meira viðkomandi fyri vanliga fólkið.

Men vit mugu eisini gera hjúnabandið viðkomandi fyri menniskju í 21. øld. Ein sjálvsagdur liður í hesum er at lata hjúnabandið fata um okkum øll. Tá ber til hjá samkyndum at fáa lut í hjúnabandinum, hava tey hug til tað. Fyrsta fortreytin er, at tey hava møguleikan at velja.

Eitt liberalt samfelag tryggjar, at fólk gera av sína egnu ferð gjøgnum lívið, tí tað duga fólk best sjálvi.

Í veruleikanum hava vit tvær leiðir í at velja. Vit kunnu velja eitt opið samfelag ella eitt afturlatið samfelag. Framsókn vil, at vit skulu lata upp.

At vit geva øllum møguleikan at ganga saman í hjúnalag; tað er at lata upp. Tá tryggja vit, at vit halda fast við hjúnabandið, og tá fáa vit eitt meira tíðarhóskandi samfelag.

Vit megna meira sjálv

hf1Tað almenna má ongantíð taka ábyrgdina frá fólki. Tí tá verður tað almenna eitt stað, har øll krevja at fáa sum mest, tí øll halda seg hava goldið so nógv inn.

Tað er hugtakandi at síggja fólk fara til verka á egnum grundarlagi. At síggja fólk seta nógv í váða fyri at røkka enn longur. Onkuntíð riggar tað, onkuntíð riggar tað ikki. Men treiskni og trúgvin upp á, at tað ber til at vinna, ger, at tey ikki gevast á hondum. Hetta er neyðugt. Og umráðandi.

Men soleiðis er veruleikin alt ov sjáldan.

Tí nær taka vit sjálvi fyrsta stigið? Nær hugsa vit, at einstaklingurin er loysnin, sum fær alt aftur á glið, tá ið grús er komið í maskinuna?

Eg haldi, at vit skulu ansa ómetaliga væl eftir, at vit ikki gerast so hjálparleys, at vit ongantíð sjálvi eiga nakra ábyrgd, men at vit skúgva hana frá okkum og vænta, at onnur skulu finna loysnina fyri okkum.

Vit kenna øll søgurnar. Fólkið letur trupulleikarnar upp í hendurnar á tí almenna. Tað almenna letur uppgávuna til eitt aðalráð. Og aðalráðið letur uppgávuna til ein ávísan bólk í samfelagnum. Hesin bólkur letur so aftur drunnin víðari til politisku skipanina. Og so kann ringrásin byrja umaftur.

Hetta er bureaukrati.

Vit mugu steðga á og spyrja okkum sjálvi, hví vit altíð skulu koyra ábyrgdina víðari á onnur.

Tí tað almenna má ongantíð taka ábyrgdina frá fólki. Tá verður tað almenna eitt stað, har øll krevja at fáa sum mest, tí øll halda seg hava goldið so nógv inn. Hjálp frá tí almenna verður tá ikki seinasta loysnin, men einasta loysnin. At hava sosiala ábyrgd er at hjálpa teimum, sum veruliga hava hjálp fyri neyðini, men eisini at ansa eftir, at tað almenna ikki gerst leiðin, har øll vænta at fáa sínar avbjóðingar loystar.

Almenni geirin er ein sera stórur partur av búskapinum. So við og við hevur tað almenna toygt seg út á fleiri og fleiri øki í samfelagnum við tí úrsliti, at tað almenna seinastu nógvu árini hevur verið óneyðuga stórt. Vit skúgva ábyrgdina yvir á onnur. Einstaklingurin hvørvur. Hesa gongd er umráðandi at venda, tí tað er avmarkað, hvussu nógv øki tað almenna skal umsita. Tað almenna kann ikki liva lívið fyri okkum.

Samstundis vita vit, at tann almenni luturin í føroyska búskapinum er so nógv størri enn hjá okkara grannum. Hetta eiga vit at gera nakað við. Skulu vit hava eitt tíðarhóskandi samfelag, má tann privati parturin vaksa.

Tá ið vit taka eina avgerð, byggir avgerð okkara á, hvat vit vænta okkum av framtíðini, og hvussu avgerðin, sum vit taka, háttar seg í hesi framtíð. Men tá ið tað almenna rekur framtíðina fyri okkum, mangla vit bæði framfýsni og eitt opið forvitni. Tá taka vit rætt og slætt ov fáar nýskapandi avgerðir.

Vit gera Føroyar meira viðkomandi fyri øll, tá ið tað lønar seg at royna sjálvur. Tað gevur Føroyum og hvørjum einstaka menniskja ein vinnarahugburð.

Stórar eindir gera munin

vid_brunna

Fólk vilja fegin búgva har, ið onnur fólk eru. Tí vit trívast har, ið onnur eru.

Soleiðis kunnu vit í stuttum taka samanum gongdina í fólkatalinum í føroyskum kommunum seinastu árini.

Vit síggja eitt greitt mynstur. Í landinum øllum eru 30 kommunur. Men bara tær kommunur, sum hava skipað seg í størri og sterkari eindir, ganga leiðina fram móti fólkavøkstri.

Fimm kommunur í landinum hava tikið seg fram, síðani alheims fíggjarkreppan leyp skelk á okkum í 2008.

Fólkatalið er vaksið í Eysturkommunu, Runavíkar kommunu, Sunda kommunu, Vága kommunu og Tórshavnar kommunu. Hesar kommunur hava gingið undan.

Tí kommunurnar eru allar komnar til ta niðurstøðu, at tær røkka longur, verður lagt saman og arbeitt saman. Samlaði vøksturin í hesum fimm kommununum hevur verið 1087 fólk hetta tíðarskeiðið. Í hinum kommununum hevur tíverri ikki verið vøkstur.

Sunda kommuna greiddi væl frá fyrimununum, tá ið nýggja samanlagda kommunan legði til brots fyri góðum tíggju árum síðani.

“Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd, ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum”.

Tí eiga vit í framtíðini at leggja okkum eftir at skipa okkum í størri og sterkari eindir. Tá er lættari at gagnnýta stórrakstrarfyrimunir, og tá fáa vit sum mest burtur úr nýggjum íløgum og rakstri.

Hetta er bæði galdandi í kommunalum høpi og á øðrum økjum í samfelagnum. Gongdin vísir, at stórar eindir gera munin. Soleiðis gera fyritøkur, og soleiðis má tað almenna eisini gera.

Vit skulu ganga órædd fram móti samanleggingum, tí tá trívast fólk, tá gerast vit fleiri og tá taka nýggj arbeiðspláss seg upp.


Vøksturin í kommunum síðani 2008
Eysturkommuna: 61 fólk
Runavíkar kommuna 63 fólk
Sunda kommuna: 77 fólk
Vága kommuna: 84 fólk
Tórshavnar kommuna: 802 fólk

Har børnini eru, skal tilfarið vera

Børn á YouTubeInngangsrøða til orðaskifti um føroyskt undirhaldsmál til børn og ung. Fundurin var í skúlanum við Løgmannabreyt.

Vit eru stødd í Læraraskúlahøllini. Árið er 2009. Málgranskarin og orðabókarrithøvundurin, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, er vorðin 75 ár. Í sambandi við føðingardag hansara gevur Sprotin út heiðursrit, ið ber heitið Orðabókin.

Tá málfrøðingurin lítillátin tekur orðið í fullsettu høllini á Frælsinum, tosar hann um málsligar rembingar og broytingar annars. Føroyska málið er ment nógv seinastu øldina, staðfestir hann. Og heiðurin fyri størstu málsligu frambrotini fær Útvarp Føroya. Stovnurin hevur fjálgað um málið og sátt málslig fræ, ið vanligi føroyingurin hevur fingið at næla kring oyggjarnar.

Eg eri púra samdur og kundi kanska skoytt uppí, at samstarvið millum Útvarpið og aðrar stovnar er orsøkin til, at vit í dag tosa betur føroyskt bera vit støðuna saman við hana fyri 50 árum síðan.

Men nógv er broytt seinastu hálvu øldina. Fólk sótu sum á nálum og lýddu á, tá Niels Juel Arge varpaði mánalendingina út í føroysku stovurnar í juli 1969. Fleiri ættarlið sótu saman framman fyri sama útvarpstólið, tá Vesturheimurin við amerikanarum á odda risti hendingina í søgubøkurnar. Í dag hava næstan øll eina iPhone í lógvanum stóran part av degnum. Vit sita hvør í sínum lagi og finna fram tað, ið hugurin stendur til.

Tað svitast ikki, at altjóðagerðin er vorðin fastur táttur í gerandisdegnum.

Og hetta leiðir meg til børnini og teirra miðlanýtslu. Kappingin um tíðina hjá børnunum er herd. Tí vit hava ongantíð havt so nógv barnatilfar í at velja, hetta gevur eitt øgiligt frælsi. Men samstundis hevur lutfallið millum føroyskt og útlendskt ongantíð verið meira skeiklað.

Summi kýta seg at framleiða føroyskt tilfar til børn. Hetta skulu vit fegnast um. Men útlendska útboðið er bara so ræðuliga nógva ferðir størri í vavi.

Lat meg somuleiðis beinanvegin siga, at eg eisini fegnist um tað nógva tilfarið á enskum, sum børnini hava atgongd til. Skulu vit vaksa í framtíðini, er enskt rætta málið. Skulu vit nærkast stóra umheiminum í framtíðini, er enskt rætta málið. Og í stremban okkara at náa hesum er enskt á netinum ikki bara eitt hent, men eitt alneyðugt amboð.

Latið okkum venda aftur til lutfallið millum tilfarið á føroyskum máli og øðrum málum. Vit kunnu taka klassikaran – bókina – sum dømi. Vit geva út nógvar góðar barnabøkur á hvørjum ári. Og tí munnu tey vera fá, sum bara lesa enskar bøkur fyri børnunum um kvøldarnar.

Latið okkum so taka ein nýggjan talgildan miðil.

Smábørn hava ikki meira enn tikið fyrstu fetini, tá tey einsamøll fara á YouTube á eini iPad. Tað er á YouTube, børnini fyri ein part vaksa upp. Her fáa tey málsliga stimbran og mál at seta orð á teirra kenslur og upplivingar.

Børnini eru á netinum. Men tað er føroyskt barnatilfar ikki.

Mín áheitan skal tí verða, at vit fáa tilfarið har, ið børnini eru.

Tí miðlarnir ávirka málið.

Sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen vísti á í Læraraskúlahøllini fyri góðum fimm árum síðan, er Útvarpið eitt livandi dømi um, at nýggj tøkni kann styrkja føroyska málið. Men vit mugu eisini ásanna, at miðlamynstur broytast alsamt, og at netið í dag er miðilin fram um allar aðrar – eisini tá børn vilja verða undirhildin.

— — —

Til ber at hoyra pallborðsfundin HER.